Seinast broytt: 
14. mars 2016
Viðmerking: 
Ymiskar broytingar gjørdar í sambandi við innihald, próvtøku og at skipa undirvísing
Námsætlan sum Word-fíla: 

Námsætlanin fyri tilfeingi á A stigi


1. Samleiki

Lærugreinin tilfeingi skal geva næmingunum holla vitan um náttúruna og gott skil fyri at gagnnýta tað livandi náttúrutilfeingið á lívfrøðiliga burðardyggan hátt við atliti at náttúrumargfeldinum.  Eyðkent fyri lærugreinina er, at partur av undirvísingini fer fram á stovnum, virkjum og á starvsstovu. Tilfeingi er ein samanhangandi tvørfaklig lærugrein. Undirvísingin verður framd sum verkætlanarundirvísing við samspæli millum ástøði og praktiskar royndir á stovnum, virkjum, á starvsstovu ella í náttúruni. Verkætlanarundirvísingin skal tryggja fakliga dýpan, sjálvstøðugt arbeiði, umhugsni og kunnleika til arbeiðshættir, ið verða nýttir í sambandi við verkætlanir. Verkætlanargongdirnar verða skipaðar soleiðis, at faklig vitan í øðrum lærugreinum í útbúgvingini verður samskipað skynsamt og viðkomandi.


2. Endamál

Endamálið við undirvísingini í tilfeingi er at menna førleikarnar hjá næminginum:

  • at fara undir hægri lestur, serliga innan náttúruvísindaliga økið
  • at gagnnýta vísindaliga vitan í gerandisdegnum á ein greinandi og nýskapandi hátt
  • at ráðleggja, lýsa og fremja sjálvstøðugar verkætlanargongdir og ítøkiligar verkætlanir
  • at leita fram, viðgera og miðla upplýsingar
  • at fara í dýpdina við ítøkiligum fakligum spurningum
  • at taka viðkomandi partar av øðrum lærugreinum við í verkætlanirnar eins og søgulig, mentanarlig, búskaparlig, framleiðslulig og umhvørvislig sjónarmið.

3. Stig og tímatal

Undirvísingin í tilfeingi A fevnir um 265 klokkutímar.


4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80 % av klokkutímatalinum. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20 % av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingurin fer til munnliga próvtøku í bæði kjarnaøki og ískoytisøki.

Kjarnaøki

Kjarnaøki er lutað sundur í 6 valtemu, sum fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum. Valtemuni í undirvísingini skulu veljast millum tey temu, sum eru ásett í námsætlanini niðanfyri. Skúlin velur árliga í minsta lagi 2 valtemu millum tey møguligu temuni.

Kjarnaøki og valtemu

Náttúrutilfeingi

Valtemað náttúrutilfeingi snýr seg um hesi kjarnaøki:

  1. náttúrutilfeingi í føroyskum sjó- og landaøki
  2. gagnnýtslu av náttúrutilfeingi og ótroyttir møguleikar
  3. viðurskifti sum hava ávirkan á skynsama virðisøking og burðardygd
  4. umhvørvisvernd
  5. lóggáva í sambandi við gagnnýtslu av náttúrutilfeingi

Aling

Valtemað aling snýr seg um hesi kjarnaøki:

  1. aling av livandi verum
  2. ljósstýring og endurnýtslu av vatni
  3. trivnaður, sjúkur og sjúkufyribyrging
  4. framleiðsla og tøkni
  5. úrtøkumeting, virkisrakstur og fíggjarstýring

Landbúnaður

Valtemað landbúnaður snýr seg um hesi kjarnaøki:

  1. lívfrøði og náttúru
  2. plantur, nyttuvøkstur og jarðarrøkt
  3. djórahald, djóravælferð og húsdjórasløg
  4. framleiðsla og tøkni
  5. úrtøkumeting, virkisrakstur og fíggjarstýring

Fiskiskapur og veiða

Valtemað fiskiskapur og veiða snýr seg um hesi kjarnaøki:

  1. veiða í søguligum høpi
  2. veiða á landi
  3. fiskiskapur og veiða í vatni og sjógvi
  4. fiskifrøði og umsiting av fiskastovnum
  5. veiðuamboð og fiskireiðskapur

Framleiðsla úr náttúrutilfeingi

Valtemað framleiðsla úr náttúrutilfeingi snýr seg um hesi kjarnaøki:

  1. úrdráttir, evnis- og orkuframleiðsla
  2. framleiðsluumstøður, reinføri, spillframleiðsla og umhvørvi
  3. framleiðslustýring og logistikkur
  4. vørumenning
  5. tøkniligar umstøður, útbúnaður og útgerð
  6. góðskustýring og krøv í sambandi við framleiðslur

Náttúrunýtsla

Valtemað náttúrunýtsla snýr seg um hesi kjarnaøki:

  1. drekkivatn og nýtslu av náttúruni í heilsufremjandi høpi
  2. viðarlundir og urtagarðsrøkt
  3. ferða- og upplivingarvinnu
  4. avmarkaðar og varandi orkukeldur
  5. náttúruvernd, margfeldi og fjølbroytni í sambandi við náttúrunýtslu

Ískoytisøki

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum semjast um í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum, og tey skulu vera við til at menna førleikar næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.


5. Førleikamál

Í tilfeingi eru førleikamálini lutað sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg í tilfeingi um at virða náttúru, náttúrutilfeingi og umhvørvi, tað materiella umframt tað mentanarliga tilfeingið og tey sereyðkenni, sum koma til sjóndar í nærumhvørvinum. Í undirvísingini verður dentur lagdur á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og virðir tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin virðir eisini sín egna tørv og tað náttúrutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann virðir eisini tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, eins og hann hevur virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

At samskifta snýr seg um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga og at lesa og skriva. Lærugreinin tilfeingi er við til at fremja hesa menning. At samskifta snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna.

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. Næmingurin verður frá fyrsta degi vandur við at tosa, skifta orð, lurta, próvføra og bera fram egnar metingar.

Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot, at lesa er at skyna á og tulka. Næmingurin skal duga at lesa og skilja vegleiðingar, talvur, farmyndir, farstrikur og ímyndir. Førleikin at skriva snýr seg í tilfeingi um at duga at orða seg á einum rímiliga fjøltáttaðum, samanhangandi máli, ið evnar at knýta saman einfaldar samanhangir.

Førleikin at rokna snýr seg um førleikan at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og úrtøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa vandamál. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mong og ymisk gerandismál, og tí hevur undirvísingin í tilfeingi ein týðandi lut í hesi menning.

Førleikin at nýta tøknilig amboð er at duga at nýta kunningartøkni, ið er ein fortreyt fyri øllum fjarskifti, umframt at nýta starvsstovuútgerð, ið er ætlað hesum floksstigi. Við venjingum skal næmingurin læra at nýta útgerðina rætt og trygt. Ein vandalig meting av upplýsingum av internetinum er eisini partur av støðisførleikunum.

At kanna

Førleikin at kanna er ein íborin førleiki. Vit kanna umhvørvið fyri at klára okkum í lívinum. At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir.

Førleikin at kanna snýr seg um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara til at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um náttúru, náttúrutilfeingi og umhvørvi. Í tilfeingi styrkir næmingurin síni evni at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan á bókasøvnum, í bókmentum, handbókum, tíðarritum, á internetinum o.s.fr. Næmingurin verður eggjaður til at síggja gagn og gleði í náttúru og náttúrutilfeingi og at meta um, hvussu hesi kunnu gagnnýtast burðardygt til frama fyri fólk og samfelag.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin mennir síni evni at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt, eins og hann mennir síni hugskot.  Hann skal kenna seg at hava virknan lut í egnari menning og læring.

Førleikin at skapa snýr seg í tilfeingi um, at næmingurin gerst tilvitaður og lítur á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin lærir, hvussu gagnnýtsla av náttúrutilfeinginum hevur broytt náttúru, umhvørvi, samfeløg og mentan.

Næmingurin lærir, at eygleiðing og ítøkiligar royndir eru ein skapandi tilgongd, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflog. Við at gera sær fyrimyndir skal næmingurin læra at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.

Fakligir førleikar

Valtemu

Náttúrutilfeingi

Næmingurin dugir:

  • at lýsa náttúrutilfeingi í føroysku náttúruni
  • at lýsa framleiðsluhættir og úrdráttir úr náttúrutilfeingi
  • at greiða frá  umhvørvistrupulleikum við dømum og hagtølum og at meta um úrslit av umhvørviskanningum
  • at meta um møguleikar í ikki gagnnýttum náttúrutilfeingi
  • at meta um týdningin av burðardygd í sambandi við gagnnýtslu

Aling

Næmingurin dugir:

  • at lýsa og greina viðurskifti sum eyðkenna vælskipaða aling og sum hava týdning fyri framleiðsluføri
  • at greiða frá um útgerð og vanligar framleiðsluhættir
  • at meta um heilsulig viðuskifti, trivnað og týdningin tey hava fyri burðardygga aling
  • at meta um viðurskifti sum hava týdning fyri góðskuna á aliúrdráttum
  • at meta um rakstrarætlanir og viðurskifti, sum ávirka fíggjarliga úrslitið

Landbúnaður

Næmingurin dugir:

  • at lýsa og greina viðurskifti, sum hava týdning fyri framleiðsluføri innan landbúnað
  • at greiða frá um útgerð og vanligar framleiðsluhættir
  • at greiða frá um týdningin av djóravælferð
  • at meta um viðurskifti, sum ávirka góðskuna á landbúnaðarúrdráttum
  • at meta um umhvørvislig atlit í sambandi við landbúnað
  • at meta um rakstrarætlanir og viðurskifti, sum ávirka fíggjarliga úrslitið

Fiskiskapur og veiða

Næmingurin dugir:

  • at lýsa munin millum veiðu/fiskiskap og aling
  • at viðgera spurningar um trygd og umdømi í sambandi við fiskiskap/veiðu.
  • at greiða frá um virkisháttin hjá ymsum veiðuamboðum/fiskireiðskapi
  • at meta um vanligar fiskifrøðiligar arbeiðshættir og stovnsmetingar
  • at meta um týdningin av burðardyggum fiskiskapi/veiðu

Framleiðsla úr náttúrutilfeingi

Næmingurin dugir:

  • at greiða frá um orku, evni og úrdráttir burtur úr náttúrutilfeingi
  • at eyðmerkja viðurskifti sum hava týdning fyri nyttuvirði á lidnum úrdráttum
  • at ráðleggja og framleiða vørur úr náttúrutilfeingi
  • at meta um fíggjarlig og umhvørvislig viðurskifti í sambandi við framleiðslu
  • at meta um týdningarmiklar faktorar í framleiðslu

Náttúrunýtsla

Næmingurin dugir:

  • at lýsa nyttuvirði av náttúruni í heilsufrøðiligum høpi
  • at lýsa týdningin av margfeldi og fjølbroytni í náttúruni
  • at lýsa viðurskifti í sambandi við viðarlundir og urtagarðsrøkt
  • at meta um serlig viðurskifti, sum hava týdning fyri upplivingar- og ferðavinnu
  • at meta um tiltøk og gera kanningar, sum kunnu menna upplivingar- og ferðavinnu
  • at meta um framtíðar útlit innan sløg av orkukeldum, orkutørvi og -nýtslu

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini og eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Eftirmetingin verður skjalfest.

Próvtøkuhættir

Hildin verður ein munnlig próvtøka.  Próvhoyringin varir 30 minuttir íroknað próvdøming. Eingin fyrireikingartíð er.

Próvtøkan fevnir um munnliga próvtøka, sum tekur støði í einari skrivligari verkætlarfrágreiðing. Undan munnligu próvtøkuni sendir skúlin frágreiðingina til próvdómaran. Próvhoyrari og próvdómari umrøða undan munnligu próvtøkuni, hvørji greiðsluevni próvtakarin skal dýpa til próvtøkuna.

Próvhoyringin tekur støði í framløgu próvtakarans av verkætlanini. Próvhoyringin fer fram sum ein dýpandi samrøða millum próvtakara og próvhoyrara, og kann fevna um viðkomandi evni bæði úr kjarnatilfarinum og ískoytistilfarinum.

Dømingargrundarlag

Dømingin er ein meting av, hvussu avrik próvtakarans samsvara við fakligu førleikamálini.

Í próvdømingini verður dentur lagdur á:

  1. handfaring av greiðsluevnum í verkætlanini
  2. ráðlegging, fremjan og meting av verkætlanargongdini
  3. skjalfesting og samskiftisvirði í verkætlanarfrágreiðingini
  4. brúk av viðkomandi arbeiðshættum í sambandi við valdu arbeiðsgongdina
  5. framløgu av verkætlanini og frágreiðing um verkætlanargongdina
  6. frágreiðing um valdar loysnir
  7. hvussu próvtakarin evnar at svara útgreinandi spurningum
  8. hegni at samantvinna ástøðiligt og praktiskt arbeiði í verkætlanini
  9. hvussu próvtakarin dugir at samansjóða og brúka vitan úr øðrum lærugreinum.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarfatan av avriki próvtakarans, verkætlanarfrágreið­ingini og munnligu próvtøkuni.

Próvtalslýsingar

A stig munnlig próvtøka

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Munnliga framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað. Málið í framløguni er fjølbroytt, gott og neyvt. Próvtakarin er sera virkin og skarar framúr í fakligu samrøðuni. Verkætlanin er væl løgd til rættis, fullførd og mett við sjálvstøðugum arbeiði, hegni og yvirliti, og vitan frá øðrum lærugreinum í útbúgvingini er tikin við. Próvtakarin vísir, at hann hevur gott tak á háttalagi, hevur gott innlit í lærugreinina og dugir hegnisliga at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. Hann megnar at flyta seg úr tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga.

7

Gott

Munnliga framløgan er samanhangandi og rímiliga væl skipað. Málið í framløguni er rímiliga fjølbroytt og gott. Próvtakarin er virkin undir fakligu samrøðuni. Verkætlanin er væl løgd til rættis, fullførd, og mett við ávísum manglum, og vitan frá øðrum lærugreinum er í rímiligt mát tikin við. Próvtakarin vísir, at hann hevur gott tak á háttalagi, hevur gott innlit í lærugreinina og dugir væl at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. Hann megnar rímiliga lættliga at flyta seg úr tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga.

2

Nøktandi

Munnliga framløgan er trilvandi og hongur ikki væl saman. Framløgan er skillig, men málsliga veik. Próvtakarin er ikki serliga virkin undir samrøðuni. Verkætlanin er fullførd og lýst, men vitanin frá øðrum lærugreinum er í lítlan mun tikin við. Próvtakarin vísir, at hann hevur ikki heilt tak á háttalagi og dugir heldur ikki væl at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini.


7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støði undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Í undirvísingini er umráðandi, at førleikarnir at lurta, at tosa, at lesa og at skriva renna saman í eina heild. Í teirri ávísu undirvísingargongdini ber til at leggja høvuðsdent á eitt av kjarnaøkjunum.

Av stórum týdningi er tað, at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til, og tá ið tað verður mett at vera hóskandi.

Munnligi tátturin í lærugreinini, ið er umrøða og viðgerð, skal vera raðfestur høgt, og samrøðan er kjarnin í hesum tátti. Munnligar framløgur skulu skipast inn í undirvísingargongdina, so næmingurin stigvíst venur seg við at leggja fram. Dentur verður lagdur á, at næmingurin sameinir munnligar framløgur við egin skrivlig avrik, nýtslu av KT-amboðum, ymiskar samskiftishættir o.s.fr. Á tann hátt verður retoriski førleikin hjá næminginum mentur.

Skrivligi tátturin skal eins og tann munnligi vera skipaður inn í undirvísingina í tilfeingi. Á henda hátt kann næmingurin ogna sær góðar skriviførleikar og menna teir. Somuleiðis verður arbeitt miðvíst við at menna førleikan at rokna í undirvísingini í tilfeingi. Umframt at hetta styrkir um tvørfakliga samstarvið, fer næmingurin so hvørt at fáa greiðari fatan av týdninginum, hesir førleikar hava fyri alt skrivligt og formligt samskifti, og samstundis mennir tað evnini hjá næminginum at orða seg bæði munnliga og skrivliga.

Stigvøkstur

Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virkna luttøku. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat er best at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á egnu læring.

Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt.

Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt, at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram ímóti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji ávegismálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.

At læra at læra

Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir, og hvat endamálið við læringini er.

Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgongdin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur skal eisini leggjast á heimaarbeiði, og tann týðandi leiklut hetta hevur í fakligu menningini.

Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja týdningin av lærugreinini tilfeingi. Tá ið arbeitt verður við ymiskum táttum í lærugreinini, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, eisini uttan fyri skúlans gátt. Undirvísingin í tilfeingi skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at arbeiða greinandi og kritiskt við teimum ymisku evnunum og táttunum, sum arbeitt verður við. Eisini skal næmingurin verða tilvitaður um, at hann í lærugreinini tilfeingi mennir sær førleikarnar at koma til orðanna í nógvum ymiskum viðurskiftum, ið so ella so eru knýtt at umhvørvisligum spurningum, serliga í sambandi við tilfeingi.

Arbeiðshættir

Í tilfeingi verða ymsir arbeiðshættir nýttir, so fjølbroytni í lærugreinini miðvíst kann verða framt. Undirvísingin fer tó í stóran mun fram sum verkætlanararbeiði stuðlað av undirvísing í evnum, sum hava týdning fyri aktuellar verkætlanir. Frálæran er veruleikanær og kann skifta ímillum ástøði og verkligt arbeiði. Næmingarnir kunnu samstarva við virki og/ella stovnar, sum arbeiða við náttúrutilfeingi, og kunnu taka lut í verkætlanum og starvsstovuroyndum á hesum virkjum og stovnum. Framleiðsla av úrdráttum og  vørum kunnu vera partar av lærugreinini. Virkis-, stovns- og savnsvitjanir eiga at vera partur av undirvísingini.

Arbeiðshættir skulu veljast, so at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis, so at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður. Hetta verður m.a. gjørt við, at viðkomandi og tíðarbær evni og viðurskifti verða tikin upp í undirvísingina.

Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarháttunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt sum næmingarnir búnast og gerast meira sjálvstøðugir, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarformur at minka.

Næmingarnir skulu ikki einans duga at fyrihalda seg til boðskap frá lærara og floksfeløgunum, men í eins stóran mun duga at miðla vitan og boðskap til lærara, floksfelagar og móttakarar uttan fyri flokshølið umframt skúlans gátt.

Arbeiðshættirnir eru tískil neyvt samantvinnaðir við serligum atliti at, hvussu arbeiðsuppgávurnar og venjingarnar hjá næminginum verða útintar.

Endamálið við teimum ymisku arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at kanna gjølla, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at brúka ymisk háttaløg, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing.

Lærari má altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.

Samstarv

Lærugreinin tilfeingi er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinar. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinar um ymisk evni, eitt nú burðardygga menning, at menna skapandi evnini og KT-førleikar hjá næminginum, undirvísing í evnum, sum spretta úr nærumhvørvinum, knýtt at náttúrufrøðiligum fyribrigdum, ið kunnu stuðla upp undir og geva íblástur til evni at arbeiða við í øðrum lærugreinum.

Lærugreinin tilfeingi er skipað soleiðis, at neyðugt er at samantvinna vitan úr fleiri lærugreinum fyri at  røkka fakligu førleikamálunum. Verkætlanaruppleggini eiga at menna samstarv millum lærugreinir, og fleiri lærugreinir í útbúgvingini eiga at verða tiknar við í verkætlanum, har tað er náttúrligt.

Í verkætlanargongdum skulu næmingarnir brúka vitan frá øðrum lærugreinum í sambandi við perspektivering og tilevning av uppgávuorðingum. Eisini skulu næmingarnir brúka aðrar lærugreinir sum amboðslærugreinir, tá fakligir spurningar og ivamál skulu  loysast.

Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir.

Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinarnar sum part av størri heild, og tað letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin.

Skrivlig avrik

Næmingarnir skulu hava venjing í at skriva, so at teir kunnu vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Næmingarnir skulu mennast til at fáa og lata viðmerkingar til skrivlig upprit, sum teir skulu leggja fram á ein mennandi hátt.

Næmingarnir skulu í sambandi við hvørja verkætlanargongd skriva eina verkætlanarfrágreiðing. Onnur skrivlig avrik kunnu vera smærri frágreiðingar frá t.d. virkis- og stovnsvitjanum og framløgur.

Av tí at stórur partur av undirvísingini í tilfeingi A er skipaður sum verkætlanararbeiði, mugu næmingarnir fáa grundleggjandi undirvísing og vitan um, hvussu verkætlanarfrágreiðingar skulu skrivast. Góðskan av eini verkætlanarfrágreiðing kann m.a. metast út frá hesum ásetingum:

  • tað fakliga stigið er í lagi m.a. tá tað ræður um málsliga dygd, samskiftisvirði og uppseting
  • gott samsvar er ímillum uppgávuorðing og niðurstøðu
  • skjalprógv er fyri úrslitum, eygleiðingum og upplýsingum
  • næmingurin dugir í málsliga røttum vendingum at skifta orð um og perspektivera úrslit og upplýsingar
  • skjalprógv er fyri verkætlanarráðlegging og fremjan

Ein serstøk verkætlan verður gjørd í sambandi við verkætlanarpróvtøkuna í lærugreinini. Verkætlanin verður gjørd í ávísum verkætlanartíðarskeiði, sum partvíst er fevnt av undirvísingartíðini í lærugrein­ini. Brúktir verða umleið 50 undirvísingartímar og 50 klokkutímar av næmingatíð til hesa verkætlan. Próvtøkuverkætlanartíðarskeiðið er umleið 7 vikur.  Í verkætlanartíðarskeiðnum verður næmingurin knýttur at einum verkætlanarveg­leiðara.

Próvtøkuverkætlanin verður gjørd innan karmarnar av verkætlanarupplegginum, sum skúlin ger við góðkenning av Mentamálaráðnum. Próvtøkuuppleggið verður skipað soleiðis, at tað fevnur um kjarnu- og ískoytisøki, og lýsir hvørjir fakligir spurningar og ivamál skulu loysast.

Næmingurin velur eina verkætlan millum teir møguleikar sum verkætlanaruppleggið gevur. Verkætl­anararbeiðið byrjar við, at hvør næmingur ella bólkur við í mesta lagi 3 næmingum ger eina uppgávu­orðing, sum skúlin skal góðkenna. Orðingin skal vísa, at fakliga innihaldið og støðið eru í lagi, og at verkætlanin er hóskandi og er møgulig at gjøgnumføra á einum fakliga hóskandi grundarlagi.

Próvtøkuverkætlanin skal latast inn í seinasta lagi eina viku undan seinasta undirvísingardegi.  Tá skal næmingurin lata inn eina skrivliga verkætlanarfrá­greiðing.

Lýsing av yvirskipaðari ársætlan

Myndin niðanfyri vísir, hvussu ein ársætlan í tilfeingi A kann síggja út. Verkætlanargongd 1 kann gerast í bólkum, meðan verkætlanargongd 3  2 skal gerast einsæris, so einstaki næmingurin fær venjing í øllum pørtum av eini verkætlanargongd undan próvtøkuverkætlanini. Í hvørjari verkætlanargongd skal næmingurin skriva eina verkætlanarfrágreiðing.

Lýsing av verkætlanargongd

Undirvísingin eigur at taka støði í einum ítøkiligum spurningi, sum bæði næmingar og lærarar hava áhuga fyri, soleiðis at næmingarnir uppliva at spurningarnir, sum tey arbeiða við, hava týdning.

Verkætlanararbeiði setir krøv til næmingin at nýta vitan og førleikar, sum eru fingnir til vega í øðrum sambandi og í øðrum lærugreinum. Næmingarnir arbeiða sjálvstøðugt við verkætlanum, ráðleggja, orða spurningar og loysa teir. Lærarin skal vegleiða, geva íblástur, stuðla og eggja næmingunum, og fylgir gongdini í arbeiðnum.

Verkætlanararbeiði mennir førleikarnar hjá næmingunum at ráðleggja og fremja eina gongd, samstarva, skapa, arbeiða sjálvstøðugt, taka ábyrgd, hava yvirlit, meta um, fordjúpa seg umframt at arbeiða skipað.

Niðanfyri er dømi um hvussu ein verkætlanargongd kan fremjast.

Verkætlanargongd

Viðmerking

Hugarok

 

Val av verkætlanarevni

 

Uppgávuorðing

G,S, (F)

Skipan (dispositión)

 

Útvegan av tilfari/upplýsingum

G,S

 Val av arbeiðshættum

G

Arbeiðsætlan:

Tilfarslisti

Tíðarætlan

Netverk

G, S, (F)

Viðgerð av úrslitum

 

Dagføring av arbeiðshættum

 

Feilkeldir

 

Skrivi- og framløgutíðarskeið

F, S, G

Meting/viðgerð/perspektivering

 

Niðurstøða

 

Keldur

 

Fylgiskjøl

 

Viðmerkingar og meting hjá næminginum av   verkætlan og verkætlanarfrágreiðing

S

Liðug verkætlanarfrágreiðing

S, G

 

G: Góðkenning og persónlig vegleiðing. Avtalur eiga at verða gjørdar um fastar vegleiðingargongdir, sum bæði lærari og næmingur eiga at fylgja.

S: Skrivligt

F: Framløga

Samrøða

Munnlig framseting hevur reglur og lýsingar, sum næmingurin skal duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð, og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri móðurmálinum sum eitt intellektuelt amboð, ið skal víðka sjónarringin hjá næminginum. Umráðandi er, at næmingurin fær venjing í at brúka móðurmálið í lærugreinini, eitt nú við sínámillum tosi og við at siga frá.

Skúlin skal vera so rúmur, at til ber at tosa um kenslur, evni, hugtøk og hendingar í gerandisdegnum. Næmingurin skal arbeiða við at lurta og vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðaval og talugávur mennast. Næmingurin skal sleppa at royna veruligar eins væl og tilevnaðar samrøður. Floks- og bólkakjak skal javnan eftirmetast, so at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið, og samrøðuna ella orðaskiftið at rigga og ganga væl.

Lesing

Næmingurin skal haldast til at lesa nógv. Eitt gott lesiumhvørvi í skúlanum er ein treyt fyri at menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Hetta verður skapt í flokkinum við nógvum ymiskum lesitilfari og góðum vanum. Skúlabókasavnið er ein sjálvsagdur partur av hesum góðu vanum. Fyri at røkka góðum lesiumhvørvi er av stórum týdningi, at skúlabókasavnið er ein natúrligur partur av skúlagongdini. Umráðandi er, at lesingin verður løgd til rættis samsvarandi tí førleikastigi, næmingurin er á.

Lívlong læring

Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.