Mentamálaráðið hevur avgjørt, at munnliga próvtøkan í føroyskum og donskum í 9. og 10. flokki skal verða fevnd av tveimum próvtøkuháttum: Próvtøkuhátti A og próvtøkuhátti B, tí sonevnda synopsupróvtøkuháttinum.

Saman við Námi hevur Mentamálaráðið orðað vegleiðingar og mannagongdir í sambandi við nýggja synopsupróvtøkuháttin. Hesar vegleiðingar eru nú almennar hjá skúlum kring landið at taka í nýtslu.

Vegleiðing í sambandi við kelduyvirlit

Umframt nýggja synopsupróvtøkuháttin hevur Mentamálaráðið saman við Námi gjørt vegleiðing at nýta í sambandi við skráseting og skipan av nýttum bókmentum og keldum. Mælt verður øllum skúlum til at vegleiða næmingunum í nýta hesa vegleiðing, tá ið uppgávur, ritgerðir og synopsa skulu gerast.

Video-upptøkur av próvtøkum

Mentamálaráðið hevur saman við Námi latið gera video-upptøkur av fiktivum próvtøkum í munnligum føroyskum, har synopsupróvtøkuhátturin verður nýttur. Gevið gætur, at hesar próvtøkur vórðu hildnar og upptiknar áðrenn avgerð varð tikin um, at munnligu próvtøkurnar í føroyskum ikki skulu vera fevndar av mállæruspurningi. Í hesum sambandi verður víst til námsætlanina og vegleiðingina til synopsupróvtøkuháttin.

Dømi um synopsuupplegg og video-upptøkur av synopsupróvtøkum: 1. dømi, 2. dømi, 3. dømi, 4. dømi, 5. dømi, 6. dømi

Latið inn hevur JD hin