Seinast broytt: 
7. apríl 2016
Viðmerking: 
Tíðarkarmarnir og øll gongdin um skrivligu próvtøkuna eru gjørd greiðari
Námsætlan sum word-skjal: 

1. Samleiki

Støddfrøðin er partur av alheims mentanararvinum. Støddfrøðin er alla tíðina ment við tí fyri eyga at granska alheimin, fyri at vit skulu kunna skipa okkara royndir, og fyri at vit skulu kunna lýsa og skilja sambond í náttúruni og í samfelagnum. Ein onnur kelda til íblástur at menna støddfrøðina er sjálv gleðin við støddfrøðini. Støddfrøðin ger vart við seg á so mongum týdningarmiklum samfelagsøkjum, eitt nú í medisini, búskapi,  tøkni, samskifti, orkuumsiting og byggivirksemi. Tað merkir, at hollur førleiki í støddfrøði er ein fortreyt fyri menning av samfelagnum.

Í einum virknum, demokratiskum samfelagi krevja borgararnir at kunnu seta seg inn í, skilja og kritiskt meta um rúgvismikla kunning, hagfrøðiligar greiningar og fíggjarligar forsøgnir. Í hesum sambandi er støddfrøðiligur førleiki neyðugur fyri at kunna skilja og hava ávirkan á mannagongdir í samfelagnum.

Til tann støddfrøðiliga førleikan hoyrir eisini at loysa uppgávur. Tað er at lýsa og umskapa ein trupulleika til eina støddfrøðiliga uppgávu, loysa hana og meta um týdningin av henni. Í støddfrøðini nýtir ein bæði hjálpartól og tøknitól. Førleiki í støddfrøði er eitt týdningarmikið amboð, og lærugreinin kann vera grundarlag fyri víðari útbúgving og harumframt vera partur av yrkis- og frítíðarlívinum. Støddfrøðin liggur eisini sum grund fyri týdningarmiklum pørtum av okkara mentanararvi og fyri menning av skilvísari hugsan. Soleiðis hevur lærugreinin stóran týdning fyri almenna mentan, tí hon ávirkar samleika, hugsanarhátt og sjálvkenslu okkara.


2. Endamál

Undirvísingin í støddfrøði hevur til endamáls, at næmingurin

  • mennir sín støddfrøðiliga førleika so, at hann við fyrimuni kann standa seg í støddfrøðiligum umstøðum sum viðvíkja gerandislívi, samfelagslívi og náttúruviðurskiftum
  • ognar sær kunnleika um tann partin av støddfrøðini, sum hevur týdning fyri mentan, vísindi og tøkni
  • fær greiða fatan av, at samskifti og samstarv um støddfrøðilig viðurskifti eggja til og eru mennandi fyri skapandi virksemi
  • fær greiðu á, hvussu støddfrøðin kann vera við til at fremja fatan, seta orð á og viðgera trupulleikar á ymiskum fakøkjum, umframt geva innlit í støddfrøðiliga umhugsan
  • verður tilvitaður um, hvussu støddfrøðin kann verða nýtt, tá ið vit taka ábyrgd og fremja ávirkan í demokratiskum felagsskapi
  • betur gerst førur fyri meta um og taka støðu, tá ið onnur nýta støddfrøðina í sínum virksemi
  • fær tann førleika, ið krevst, fyri at hann skal megna at greiða úr hondum eina útbúgving, sum støddfrøðin er partur av.

3. Stig og tímatal

Lærugreinin Støddfrøði røkkur frá 1. flokki í fólkaskúla til A-stig í miðnámsskúla. Lærugreinin er kravd í 1. til og við 9. flokki, og er vallærugrein í 10. flokki. Harumframt verður undirvíst í støddfrøði á miðnámsskúlastigi á hesum breytum: Búskaparbreyt (C-, B- og A-stig), Hugbreyt og Fyrireikingarbreyt (C- og B-stig), Náttúrubreyt (C-, B- og A-stig) og á Tøkni- og Tilfeingisbreyt (C-, B- og A-stig).  Førleikamálini í støddfrøðini verða mett eftir 2., 4., 6., 9., 10. í fólkaskúlanum og eftir C-stig, B-stig og A-stig í miðnámsútbúgvingunum.

 

Stig

1.fl.

2.fl.

3.fl.

4.fl.

5.fl.

6.fl.

7.fl.

8.fl.

9.fl.

10.fl.

Klokkutímar

210

210

180

150

150

150

150

150

150

120


4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingurin fer til skrivliga próvtøku í kjarnaøkjunum og til munnliga próvtøku í bæði kjarnaøkjum og ískoytisøki.

Kjarnaøki

Kjarnaøkini í støddfrøði eru 4 í tali: 1. Tøl og algebra, 2. Geometri og trigonometri, 3. Støddfrøði í brúki og 4. Samskifti og greiðsluevni.

Tøl og algebra

Kjarnaøkið tal og algebra er um talfatan. Undirvísingin skal dýpa kunnleika næmingsins til tøl, talviðgerð og talhugtakið. Vant verður at rokna bæði við tølum og bókstavum so at grundarlag verður lagt undir undirvísingina í hinum kjarnaøkjunum. Tøl fevna bæði um heil tøl, brot og reell tøl, roknireglur fyri brot og reell tøl, potens og rót, umframt prosentrokning. Algebra verður serliga nýtt í kjarnaøkjunum geometri og funktiónum.

Undirvísingin kann fara fram við kanningum, spæli, spølum og við at rokna uppgávur við greiðsluevnum. Í byrjanini verður arbeitt við at menna talfatanina og at styrkja kunnleikan um tað sum bindur mongd, talorð og taltekn saman. Eindir verða taldar, og funnið verður fram til eindir við at leggja saman og draga frá. Tøl verða býtt, og roknað verður við einføldum brotum og kommatølum. Hugtøk sum "flest" og "fæst", "dupult" og "helvtin", at býta, talfylgdir, brot og kommatøl verða umrødd og viðgjørd. Roknimaskina og KT verða nýtt í hóskandi mun.

Geometri og trigonometri

Geometri snýr seg um at greina eginleikar hjá tvey- og trídimensionalum skapum, og at gera tekningar og útrokningar. Í hesum arbeiði brúkar næmingurin KT-amboð. Spegling, snaring og flyting av skapum eru eisini partur av undirvísingini í geometri. At byrja við eru viðrakingar av lutum og fyribrigdum í gerandisdegnum týðandi partur av samtaluni um geometri. Í hesum kjarnaøki verður eisini arbeitt við geometrisk hugtøk so sum stødd, skap og symmetri, umframt at tættir úr gerandisdegnum verða endurgivnir í tekning. Lutir verða skipaðir eftir skapi, stødd og øðrum eginleikum, og mátingar verða gjørdar av fjarstøðu, flata, rúmi og vekt.

Við at rita/tekna, lýsa og kanna ymiskar figurar og mynstur, verður støði lagt undir samrøðu um geometriskar mannagongdir og hugtøk. Í hesum sambandi verður arbeitt við evni og hugtøk so sum vinkulhugtakið, vinkulsummar í tríkantum og øðrum polygonum, linjuparalellitetur, umframt sambandið millum ummátið og diameturin í einum sirkli, og symmetri.

Støddfrøði í nýtslu

Kjarnaøkið støddfrøði í nýtslu snýr seg um, at næmingurin skal ogna sær kunnleika og fimi, sum ger hann føran fyri at velja rættan roknihátt í givnum støðum. Her verður støddfrøðin nýtt sum amboð at meta um ella lýsa eina gongd ella hending. Eisini verður arbeitt við ritmyndan og hagfrøði, umframt at mett verður um hagfrøðiligar upplýsingar og líkindi. Støddfrøðiligir møguleikar og avmarkingar verða staðfest í sambandi við hagfrøðiligar myndlar.

Samskifti og greiðsluevni

Í kjarnaøkinum samskifti og greiðsluevni verður arbeitt við at greina dátur og upplýsingar og í tí sambandi at orða og loysa greiðsluevni, umframt at orða próvgrundir og fakligar grundgevingar fyri funnum loysnum. Arbeitt verður eisini við sambandinum millum greiðsluevni og loysn, har næmingurin skal meta um og taka støðu.

Kjarnaøkið fevnir somuleiðis um hagfrøðilig greiðsluevni og kanningar, umframt samskipan og hugsan til at loysa greiðsluevni og seta í almenn høpi. Skift verður ímillum gerð og ástøði, viðkomandi faklig orðing og samskifti verður nýtt við neyvleika á hóskandi stigi.

Ískoytisøki

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum semjast um í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleikar næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.


5. Førleikamál

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning, fyri at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri læru­greinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg í Støddfrøði um at virða tær grundleggjandi reglur, ið náttúran og tað náttúruskapta umhvørvi hava at laga seg eftir. Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað nátturutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, eins og hann skal hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

Førleikin at samskifta snýr seg í Støddfrøði um at bera fram sína hugsan og sína vitan munnliga og skrivliga, og at lesa. Lærugreinin Støddfrøði hevur ein týðandi leiklut í at menna førleika næmingsins at samskifta um støddfrøðiligar spurningar so, at hann dugir at nýta støddfrøðilig hugtøk um hesar spurningar og viðurskifti. At samskifta um støddfrøðilig mál snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna sum heild.

Førleikin at orða seg munnliga snýr seg í Støddfrøði um at gera sær eina hugsan, seta spurningar, próvføra og greiða frá eini hugsan, grundaðari á støddfrøði. Tað merkir at vera við í samrøðum, samskifta um hugskot og røða um spurningar og møguligar loysnir saman við øðrum.

Førleikin at orða seg skrivliga snýr seg í Støddfrøði um at loysa eina uppgávu við støddfrøði, lýsa og greiða frá eini hugsan og orða viðrakingar og hugskot. Harumframt snýr førleikin seg um at gera tekningar, skitsur, skap, talvur og ritmyndir, umframt at nýta støddfrøðilig tekn og formligt mál í lærugreinini.

Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot; at lesa er at skyna á og tulka. Í lærugreinini skal næmingurin tí frá fyrsta degi verða vandur við at lesa støddfrøðiligar uppgávur og at gera grein fyri sínum eygleiðingum og viðrakingum á skrift. Næmingurin skal duga at lesa og skilja vegleið­ingar, talvur, farmyndir, farstrikur og ímyndir. At megna at lesa í støddfrøði er tí at tulka og gagnnýta tekstir við støddfrøðiligum innihaldi úr gerandis- og arbeiðslívi.

Førleikin at rokna snýr seg í Støddfrøði um førleikan at loysa uppgávur og gera kanningar við støði í praktiskum gerandisstøðum og í støddfrøðiligum spurdómum, umframt at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og úrtøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa greiðsluevni. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mong gerandismál, og tí hevur undirvísingin í síni heild ein avgerandi leiklut í hesi menning. Fyri at megna hetta, er umráðandi at kenna og verða førur fyri at nýta roknihættirnar, megna at nýta fjølbroyttar mannagongdir, ætla um og meta um, um svarið er rímiligt.

Førleikin at nýta tøknilig amboð er í Støddfrøði at duga at nýta kunningartøkni, ið er ein fortreyt fyri øllum fjarskifti, umframt at nýta hesa tøkni til spæl, kanning, avmyndan og framløgu. Eisini snýr hesin førleiki seg um at kenna og meta um talgild amboð til uppgávuloysn, simulering og myndan. Harafturat er týdningarmikið at finna upplýsingar, greina og viðgera og leggja fram dátur við hóskandi hjálparamboðum og vera vandin við keldum, greiningum og úrslitum.

At kanna

Førleikin at kanna er ein íborin førleiki. Vit kanna umhvørvið fyri at klára okkum í lívinum. At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna snýr seg í Støddfrøði um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara til at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um støddfrøðilig viðurskifti. Næmingurin skal læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan og kunnleika í bókmentum, handbókum, tíðarritum, á internetinum, umframt at gera verkligar royndir í starvsstovu og úti í náttúruni. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta vísindaliga framferðarháttin og at handfara keldutilfar á sakligan, siðiligan og munadyggan hátt.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læring.

Førleikin at skapa snýr seg í Støddfrøði um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so at hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu náttúruvísindini saman við støddfrøðini hava verið við til at broytt náttúru, lívsáskoðan, mentan og samfeløg.

Næmingurin evnar at orða spurningar og at seta fram tilhugsanir, sum kunnu verða kannaðar, próvføra og skifta orð um hetta við atliti at øðrum støddfrøðiligum upplýsingum. Tað merkir, at næmingurin skal vera við í samrøðum, samskifta við onnur um hugskot og tosa um spurningar og hugsandi loysnir.

Næmingurin skal læra, at verkligar royndir og frágreiðingar um støddfrøðilig viðurskifti eru ein partur av skapandi tilgongdini, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflog. Við at arbeiða við myndlum lærir næmingurin at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.


Fakligir førleikar

2. floksstig

Tøl og algebra

Næmingurin dugir

  • teljitølini og at skyna á støðubundnu talskipanini við einarum, tíggjarum og hundrarum
  • at flokka og seta tøl á mongdir
  • mannagongdir, tá ið talt verður saman og drigið verður frá, bæði munnliga og á pappíri
  • at falda smá tøl, t.e. tøl við í mesta lagi tveimum talteknum, og vita raðfylgjuna av rokniháttunum
  • at finna tað dupulta og helvtina og kenna desimaltøl, t.d. í sambandi við pening
  • at nýta lummaroknara at loysa uppgávur úr gerandisdegnum.

Geometri

Næmingurin dugir

  • at greiða frá einføldum skapum so sum tríkantum, fýrkantum og sirklum
  • at flyta, spegla og broyta stødd á skapum
  • at samanbera longd og vídd við hóskandi mátum
  • at máta ummál og vídd á einføldum trí- og fýrkantum.

Støddfrøði í brúki

Næmingurin dugir

  • vikudagarnar, mánaðirnar og einfaldar klokkutíðir
  • at rokna gjaldoyra og nýta tað í sambandi við keyp og sølu
  • at savna og skipa dátur og hagtøl, umframt lesa og greiða frá farmyndum.

Samskifti og spurdómar

Næmingurin dugir

  • at lýsa støddfrøðiligar mannagongdir og greiða frá teimum, harímillum at lýsa egin uppskot til loysnir
  • at meta um úrslit
  • at arbeiða saman um greiðsluevni, sum hava í sær fleiri loysnir.

4. floksstig

Tøl og algebra

Næmingurin dugir

  • at skyna á støðubundnu talskipanini við einarum, tíggjarum og hundrarum
  • at kenna mun á makaðum og støkum tølum og positivum og negativum tølum
  • einføld brot og desimaltøl og at runda
  • mannagongdir, tá ið tøl við fleiri talteknum verða løgd saman ella drigin frá, bæði í høvdinum og á pappíri
  • at nýta lítlutabell og at falda tøl, ið hava fleiri taltekn
  • einfalda býting, t.d. við ítøkiligum tilfari og dømum úr gerandisdegnum
  • raðfylgjuna á rokniháttunum
  • krossskipanina og sambandið millum tøl og tekning
  • loysa einfaldar líkningar, sum hava  samanlegging, frádrátt og falding í sær
  • at nýta lummaroknara at loysa uppgávur úr gerandisdegnum.

Geometri

Næmingurin dugir

  • at greiða frá eyðkennum hjá tríkantum, fýrkantum og sirklum
  • at rokna ummál og vídd á tríkantum og fýrkantum
  • at vaksa og minka skap í støddarlutfalli
  • at spegla og flyta einføld skap og kenna samskap og allíki
  • at meta um og máta rúmd og vekt.

Støddfrøði í brúki

Næmingurin dugir

  • at savna og skipa dátur og hagtøl og vísa tey við ritmyndum
  • at loysa praktiskar uppgávur um keyp og sølu, umframt einfalda renturokning
  • grundleggjandi hugtøk í talgildum rokniarki.

Samskifti og spurdómar

Næmingurin dugir

  • at lýsa støddfrøðiligar mannagongdir og greiða frá teimum, har ímillum at lýsa egin uppskot til loysnir
  • at meta um úrslit
  • at arbeiða saman um greiðsluevni, sum hava í sær fleiri loysnir.

6. floksstig

Tøl og algebra

Næmingurin dugir

  • at skyna á støðubundnu talskipanini
  • at kenna positiv og negativ tøl umframt makað og støk tøl
  • at kenna desimaltøl, t.d. í sambandi við pening og at runda
  • at rokna í teimum fýra rokniháttunum, í høvdinum, á pappíri og við lummaroknara
  • raðfylgjuna á rokniháttunum
  • at leggja saman, draga frá og falda brot
  • at rokna einfalda prosentrokning
  • loysa einfaldar líkningar og vísa á dømi um nýtslu av brigdli í einføldum líkningum og formlum
  • krossskipanina og sambandið millum tøl og tekning
  • at nýta lummaroknara at loysa uppgávur og greiðsluevni.

Geometri

Næmingurin dugir

  • at arbeiða við hugtøkini punkt, linjustykki, rættar linjur og vinklar.
  • hugtøkini radius, tvørmát og vinkulmát.
  • at neyvtekna tríkantar, fýrkantar og sirklar
  • at spegla, snara og javnflyta
  • nýta krossskipan m.a. til at lýsa staðseting og flyting
  • at brúka mátilutfall til at rokna fjarstøðu og gera einføld kort og arbeiðstekningar
  • at máta við hóskandi mátieindum og umrokna frá einari eind til aðra, t.d. cm, m og km, g, kg og tons umframt dl og l.

Støddfrøði í brúki

Næmingurin dugir

  • at velja roknihátt og rokna í teimum fýra rokniháttunum
  • at umrokna frá okkara peningi til fremmant gjaldoyra
  • at rokna í sambandi við keyp og sølu, so sum avslátt, vinning og tap
  • einfalda renturokning, t.d. av innistandandi peningi og láni
  • at savna og skipa dátur og hagtøl, og vísa tey við ritmyndum
  • grundleggjandi hugtøk í talgildum rokniarki.

Samskifti og spurdómar

Næmingurin dugir

  • at savna og skipa dátur í sambandi við eygleiðingar, spurnarkanningar og royndir
  • at leggja úrslit fram í talvum og ritmyndum, at lesa og greina tær bæði munnliga, á pappíri og við hentleikunum í talgildum rokniarki
  • at arbeiða saman um greiðsluevni, sum hava í sær fleiri loysnir.

9. floksstig

Tøl og algebra

Næmingurin dugir

  • at skyna á støðubundnu talskipanini
  • at skilja og rokna prosent og promillu
  • at samanbera og umrokna heil tøl, desimaltøl, brot, prosent og promillu
  • at rokna í teimum fýra rokniháttunum og vita raðfylgjuna á rokniháttunum
  • at leggja saman, draga frá, falda og deila brot
  • at brúka potensar og røtur í útrokningum
  • at loysa líkningar og líkningsheildir við algebra og ritloysn. At kenna frummongd, virðismongd, størsta og minsta virði
  • at loysa einfaldar ólíkningar
  • at skilja og rokna við brigdlum
  • beint og øvut lutfall
  • at nýta formlar m.a. í sambandi við útrokning av rúmd og rentu
  • at nýta teldu og framkomnan lummaroknara til útrokningar og til at loysa greiðsluevni.

Geometri

Næmingurin dugir

  • at greiða frá eyðkennum hjá tvey- og trídimensjonellum skapum
  • at rokna ummál, vídd og rúmd
  • at arbeiða við støddarlutfalli, einsskapi og allíki
  • at gera einfaldar geometriskar útrokningar, t.d. við Pytagoras, sinus og cosinus
  • at spegla, snara, flyta og javnflyta
  • at nýta krossskipan at lýsa staðseting og flyting og duga at rokna longdir og fjarstøður í krossskipan
  • at neyvtekna einføld skap eftir givnum fortreytum
  • at arbeiða við einføldum geometriskum prógvum
  • at máta við hóskandi mátieindum og umrokna frá einari eind til aðra, eisini vídd og rúmd
  • at nýta teldu til tekning, kanning og útrokningar í sambandi við geometrisk skap.

Støddfrøði í brúki

Næmingurin dugir

  • at velja roknihátt, nýta prosenthugtakið og nýta býtisrokning í ymiskum høpi
  • at umhugsa fíggjarviðurskifti í gerandisdegnum so sum keyp, ferðing, løn og skatt
  • at umrokna frá okkara peningi til fremmant gjaldoyra og øvut, umframt at umrokna ímillum fremmand gjaldoyru
  • at savna, meta um og brúka dátur í støddfrøðiligum høpi, at skipa og bólka upplýsingar (einkultar og bólkaðar eygberingar) og at finna miðaltal, miðju og mestið
  • at kenna rentuhugtakið og duga einfalda renturokning t.d. av innistandandi peningi og láni og í sambandi við keyp við gjaldsfreist
  • at arbeiða við einfalda teingjan og líkindarokning
  • at nýta teldu til kanning, útrokning og framløgu.

Samskifti og spurdómar

Næmingurin dugir

  • at skilja og taka støðu til upplýsingar, sum innihalda støddfrøðiligar orðingar
  • at meta um gildið av úrslitum og framløguhátti
  • at orða spurdómar, lýsa mannagongdir og siga frá loysnum munnliga og skrivliga
  • at arbeiða saman um greiðsluevni, sum hava í sær fleiri loysnir.

10. floksstig

Tøl og algebra

Næmingurin dugir

  • at skyna á støðubundnu talskipanini. Vita um menningina av tølunum sum skrivingarhátt.
  • at rokna í teimum fýra rokniháttunum og vita raðfylgjuna av rokniháttunum
  • at samanbera og umrokna heil tøl, desimaltøl, brot, prosent og promillu
  • at leggja saman, draga frá, falda og deila brot
  • at brúka potensar og røtur í útrokningum
  • at velja háttalag at loysa líkningar og líkningaheildir og einfaldar ólíkningar
  • at kenna frummongd, virðismongd, størsta og minsta virði
  • at skilja og brúka brigdilshugtakið
  • at skilja og brúka prosenthugtakið
  • at skyna á beinum og øvutum lutfalli
  • at nýta kendar og ókendar formlar m.a. í sambandi við útrokning av rúmd og rentutilskriving
  • tekna funktiónir á 2. stigi og rokna nullpunkt eftir leiðarriti (forskrift)
  • at nýta teldu og lummaroknara, sum hevur súmbolmanipulatión til útrokningar og til at loysa greiðsluevni.

Geometri

Næmingurin dugir

  • at kenna og greiða frá eyðkennum hjá ymiskum geometriskum skapum
  • at rokna ummál, vídd og rúmd
  • at kenna og arbeiða við støddarlutfalli, einsskapi og allíki
  • at gera einfaldar geometriskar útrokningar, t.d. við Pytagoras, sinus og cosinus
  • at spegla, snara, flyta og javnflyta
  • at nýta krossskipan at lýsa staðseting og flyting og duga at rokna longdir og fjarstøður í krossskipan.
  • at neyvtekna einføld skap eftir givnum fortreytum
  • at arbeiða við einføld geometrisk prógv
  • at nýta teldu til tekning, kanning og útrokningar í sambandi við geometrisk skap.

Støddfrøði í nýtslu

Næmingurin dugir

  • at velja roknihátt, nýta prosenthugtakið og nýta býtisrokning í ymiskum høpi
  • at umhugsa fíggjarviðurskifti í gerandisdegnum so sum keyp, ferðing, løn og skatt
  • at nýta støddfrøði til greiðsluevni viðvíkjandi samfelag, náttúru og mentan
  • at kanna sambond millum privatbúskap og samfelagsbúskap
  • at savna, meta um og brúka dátur í støddfrøðiligum høpi, og at skipa og bólka upplýsingar (einkultar og bólkaðar eygberingar) og at finna miðaltal, miðju og mestið
  • at arbeiða við og meta um viðurskifti í samband við samansparing og  lán og í sambandi við keyp við gjaldsfreist, so sum rentu, renturentu og avdrátt
  • at arbeiða við einfalda teingjan og líkindarokning
  • at nýta teldu til kanning, útrokning og framløgu.

Samskifti og greiðsluevni

Næmingurin dugir

  • at skilja og taka støðu til upplýsingar, sum innihalda støddfrøðiligar orðingar
  • at meta um gildið av úrslitum og framløguhátti
  • at orða spurdómar, lýsa mannagongdir og siga frá loysnum munnliga og skrivliga
  • at arbeiða saman um greiðsluevni, sum hava í sær fleiri loysnir.

6. Eftirmeting og próvtøka

9. flokkur

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal ávegis í undirvísingargongdini eftirmetast við støði í fakliga avrikinum í lærugreinini. Næmingurin skal hava eina greiða meting av fakligu støðuni hjá sær í mun til ásettu málini, og hvat hann skal arbeiða við, um málini ikki eru rokkin. Eftirmetingarnar kunnu vera av ymiskum slagi, t.d. støðukanningar, testir, munnligar framløgur og skrivligar royndir. Í eftirmetingini av einstaka næminginum skal eisini tilskilast, hvussu fakliga arbeiðslag og arbeiðssemi næmingsins eru, bæði viðvíkjandi einsæris avriki og avriki í bólki. Eftirmetingin skal eisni fevna um eina vegleiðing til einstaka næmingin um, hvat arbeiðast skal við í lærugreinini fyri at lúka málini.

Eftirmetingarnar skulu skjalfestast skrivliga.

Einstaki skúlin ger skrivligar reglur fyri, nær og hvussu eftirmetingarnar verða framdar, og hvussu eftirmetingarnar verða latnar næmingunum.

Próvtøkuhættir

Skrivliga próvtøkan fevnir um  greiðslurokning og fimisrokning.

Uppgávurnar verða settar við støði í kjarnaøkjunum í lærugreinini.

Tíðarkarmarnir fyri royndirnar eru hesir:

  • Greiðslurokning 4 tímar
  • Fimisrokning 1 tími

Uppgávuparturin til greiðslurokninga er at finna á svar.fo

Næmingaavrikið verður skannað inn og latið próvdómara talgilt.

Fimisrokning verður avgreidd á svar.fo

Næmingur kann leita sær hjálp á internetinum, í lærubókum, uppgávum og øðrum lærutilfari.

Næmingi er ikki loyvt at samskifta við onnur enn umsjónarfólk, sum eru stødd í hølinum.

Næmingurin hevur ikki loyvi til at brúka lummaroknara í fimisrokning í 8. og 9. flokki. Tað er  ikki loyvt at brúka lummaroknara á telduni/netinum.

Heldur ikki er loyvt at nýta avritingarforrit t.d. (Photomath) til loysn av uppgávum í støddfrøði.

Skúlastjórin kann bjóða serligar próvtøkutreytir til næming við skerdum virkisførleika, tíðarkarmurin til royndina kann tá tó í mesta lagi verða øktur við 1/3 av tíðini.

Eitt próvtal verður givið fyri greiðslurokning og eitt fyri fimisrokning.

Dømingargrundarlag

Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur tey málini, sum eru sett í lærugreinini.

Dentur verður lagdur á, at próvtakarin

  • dugir at bera hugsanarhátt sín fram, m.a. í millumrokningunum
  • hevur góðan rokniførleika í teimum ymisku rokniháttunum
  • dugir at rokna rætt
  • sýnir fakligt hegni

Givið verður eitt próvtal í greiðslurokning og eitt í fimisrokning við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

Próvtalslýsingar

Skrivlig próvtøka - 9. floksstig

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Próvtøkusvarið er greitt, samanhangandi og væl skipað, og próvtakarin vísir, at hann hevur gott innlit í tilfarið, sum próvtøkan er grundað á. Próvtakarin endurgevur, greinar og viðger spurningarnar framúr væl, og vísir sera gott innlit í próvtilfarið. Hann brúkar trygt og sjálvstøðugt tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini.Viðløgdu útrokningar og tilfar annars stuðlar próvtøkusvarinum sera væl. Fá og týdningarleys lýti kunnu koma fyri.

7

Gott

Próvtøkusvarið er samanhangandi og væl skipað. Próvtakarin vísir, at hann hevur góða hylling á próvtilfarinum, og hann brúkar tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini. Viðlagda útrokningartilfarið stuðlar próvsvarinum væl. Onkur lýti koma fyri.

02

Nóg gott

Próvtøkusvarið er heldur trilvandi og hongur ikki væl saman, er so dánt væl skipað, skilligt, men fakligir veikleikar og týðandi lýti, villur og misskiljingar koma fyri. Endurgevingin og viðgerðin eru somuleiðis veikar.


10. flokkur

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal ávegis í undirvísingargongdini eftirmetast við støði í fakliga avrikinum í lærugreinini. Næmingurin skal hava eina greiða meting av fakligu støðuni hjá sær í mun til ásettu málini, og hvat hann skal arbeiða við, um málini ikki eru rokkin. Eftirmetingarnar kunnu vera av ymiskum slagi, t.d. støðukanningar, testir, munnligar framløgur og skrivligar royndir. Í eftirmetingini av einstaka næminginum skal eisini tilskilast, hvussu fakliga arbeiðslag og arbeiðssemi næmingsins eru, bæði viðvíkjandi einsæris avriki og avriki í bólki. Eftirmetingin skal eisini fevna um eina vegleiðing til einstaka næmingin um, hvat arbeiðast skal við í lærugreinini fyri at lúka málini.

Eftirmetingarnar skulu skjalfestast skrivliga.

Einstaki skúlin ger skrivligar reglur fyri, nær og hvussu eftirmetingarnar verða framdar, og hvussu eftirmetingarnar verða latnar næmingunum.

Próvtøkuhættir

Hildnar verða ein skrivlig og ein munnlig próvtøka.

Skrivliga próvtøkan

Skrivliga próvtøkan varir 4 tímar, og uppgávurnar í próvtøkuraðnum verða settar innan kjarnaevnini í lærugreinini.

Munnliga próvtøkan

Próvhoyringin varir 20 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 40 minuttir íroknað útflýggjan av tilfari og vegleiðing.

Próvtøkuspurningarnir verða settir við støði í evnum, økjum o.tíl., bæði úr kjarnatilfarinum og ískoytistilfarinum. Próvhoyringin er ein faklig samtala millum próvtakara og próvhoyrara, og tekur samtalan støði í framløgu próvtakarans av tilfari og próvtøkuspurningi, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini.

Støðið undir próvtøkuni er alt tilfarið, sum er nýtt í undirvísingini í 10. flokki.

Próvtøkutilfar og próvtøkuspurningar verða send próvdómaranum til góðkenningar sambært próvtøkukunngerðini.

Dømingargrundarlag

Skrivliga próvtøkan

Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur tey málini, sum eru sett í lærugreinini.

Dentur verður lagdur á, at próvtakarin

  • dugir at bera hugsanarhátt sín fram, m.a. í millumrokningunum, og at hugsanarháttur próvtakarans greitt sæst  aftur í svarinum, og at rætt er roknað
  • dugir at loysa uppgávurnar á greiðan og skilagóðan hátt
  • sýnir fakligt hegni

Munnliga próvtøkan

Próvhoyrt verður í ókendum, ótillagaðum tilfari, og tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað tematisk ella á annan hátt er knýtt at evnum, økjum o.tíl., sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini. Tilfarið, ið er grundarlag undir munnligu próvtøkuni, skal í síni heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað.

Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd og støðisførleikunum sýna evni sjálvstøðugt at leggja fram og viðgera tilfar við støði í próvtøkuspurningi/um. Hann skal sýna, at hann dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir í undirvísingini og síggja próvtøkutilfarið í frásjón.

Dentur verður lagdur á, at próvtakarin

  • sýnir eitt fakligt hegni
  • dugir at bera hugsanarhátt sín fram, og at hugsanarháttur próvtakarans greitt sæst  aftur í svarinum, og at rætt er roknað
  • hevur fatan av, hvussu støddfrøði kann nýtast í gerandisdegnum
  • evnar at síggja uppgávuna í frásjón

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

Próvtalslýsingar

Skrivliglig próvtøka - 10. floksstig

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Próvtøkusvarið er greitt, samanhangandi og væl skipað, og próvtakarin vísir, at hann hevur gott innlit í tilfarið, sum próvtøkan er grundað á. Próvtakarin endurgevur, greinar og viðger spurningarnar framúr væl, og vísir sera gott innlit í próvtilfarið. Hann brúkar trygt og sjálvstøðugt tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini.Viðløgdu útrokningar og tilfar annars stuðlar próvtøkusvarinum sera væl. Fá og týdningarleys lýti kunnu koma fyri.

7

Gott

Próvtøkusvarið er samanhangandi og væl skipað. Próvtakarin vísir, at hann hevur góða hylling á próvtilfarinum, og hann brúkar tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini. Viðlagda útrokningartilfarið stuðlar próvsvarinum væl. Onkur lýti koma fyri.

02

Nóg gott

Próvtøkusvarið er heldur trilvandi og hongur ikki væl saman, er so dánt væl skipað, skilligt, men fakligir veikleikar og týðandi lýti, villur og misskiljingar koma fyri. Endurgevingin og viðgerðin eru somuleiðis veikar.

Munnlig próvtøka - 10. floksstig

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað, og próvtakarin vísir, at hann hevur gott innlit í tilfarið, sum próvtøkan er grundað á. Próvtakarin endurgevur og greinar próvtøkutilfarið sera væl og viðgerðin er sera væl grundað, við neyvum og greinandi eygleiðingum. Næmingurin brúkar trygt og sjálvstøðugt tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini. Sjónarmiðini eru væl lýst og vísa gott innlit í lærugreinina. Fá og týdningarleys lýti kunnu koma fyri.

7

Gott

Framløgan er samanhangandi og væl skipað. Frágreiðingin er skillig og fjølbroytt, og próvtakarin vísir, at hann hevur góða hylling á próvtøkutilfarinum, og brúkar tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini. Hann er virkin í fakligu samrøðuni. Sjónarmiðini eru týðilig, og meting næmingsins av próvtilfarinum er væl grundað. Framsetingin er hóskandi skipað. Onkur lýti koma fyri.

02

Nóg gott

Framløgan er heldur trilvandi og hongur ikki væl saman. Frágreiðingin er so dánt væl skipað, skillig, men fakligir veikleikar og týðandi lýti og misskiljingar koma fyri. Próvtakarin er tó við í fakligu samrøðuni.


7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støði undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Í undirvísingini er umráðandi, at førleikarnir at lurta, at tala, at lesa og at skriva renna saman í eina heild. Í teirri ávísu undirvísingargongdini ber til at leggja høvuðsdent á eitt av kjarnaøkjunum. Av stórum týdningi er tað, at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til, og tá ið tað verður mett at vera hóskandi.

Munnligi tátturin í lærugreinini skal vera raðfestur høgt, og samrøðan er kjarnin í hesum tátti. Munnligar framløgur skulu skipast inn í undirvísingargongdina, so næmingurin stigvíst venur seg við at leggja fram. Dentur verður lagdur á, at næmingurin sameinir munnligar framløgur við egin skrivlig verk, nýtslu av KT-amboðum, ymiskar samskiftishættir o.s.fr. Á tann hátt verður retoriski førleikin hjá næminginum mentur.

Skrivligi tátturin skal eins og tann munnligi vera skipaður inn í undirvísingina í Støddfrøði. Á henda hátt kann næmingurin ogna sær góðar skriviførleikar og menna teir. Somuleiðis verður arbeitt miðvíst við at menna førleikan at rokna í undirvísingini í Støddfrøði. Umframt at hetta styrkir um tvørfakliga samstarvið, fer næmingurin so hvørt at fáa eina greiðari fatan av týdninginum, hesir førleikar hava fyri alt skrivligt og formligt samskifti, og samstundis mennir hetta evnini hjá næminginum at orða seg bæði munnliga og skrivliga.

Stigvøkstur

Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat ið er best at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á egnu læring.

Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt, at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram móti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis so, at næmingurin veit frammanundan, hvørji áveigsmálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.

At læra at læra

Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir, og hvat endamálið við læringini er.

Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgondin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur skal eisini leggjast á heimaarbeiði, og tann týðandi leiklut, hetta hevur í fakligu menningini.

Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja týdningin av lærugreinini Støddfrøði. Tá ið arbeitt verður við ymiskum evnum og táttum, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, eisini uttan fyri skúlans gátt. Undirvísingin í Støddfrøði skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at arbeiða greinandi og kritiskt við teimum ymisku evnunum og táttunum, sum arbeitt verður við. Eisini skal næmingurin verða tilvitaður um, at hann í lærugreinini mennir sær førleikarnar at koma til orðanna í nógvum ymiskum viðurskiftum, ið so ella so eru knýtt at evnafrøðiligum spurningum.

Arbeiðshættir

Arbeiðshættir skulu veljast so, at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis so, at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður. Hetta verður m.a. gjørt við, at týðandi evni og viðurskifti verða tikin upp í undirvísingina.

Í Støddfrøði verða ymiskir arbeiðshættir nýttir so, at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Arbeiðshættir kunnu fevna um lærarafyrilestur, einstaklingsverkevni, næmingaframløgu, samrøður í flokkinum, bólka- og toymisarbeiði, verkætlanarevni o.tíl. Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarhættunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt sum næmingarnir búnast og gerast meira sjálvstøðugir, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarformur at minka.

Næmingarnir skulu ikki einans duga at fyrihalda seg til boðskap frá lærara og floksfeløgunum, men í eins stóran mun duga at miðla vitan og boðskap til lærara, floksfelagar og móttakarar uttan fyri flokshølið umframt skúlans gátt.

Arbeiðshættirnir eru tískil neyvt samantvinnaðir við serligum atliti at, hvussu arbeiðsuppgávurnar og venjingarnar hjá næminginum verða útintar.

Endamálið við teimum ymsu arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at kanna gjølla, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at brúka ymisk háttaløg, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing.

Lærari skal altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.

Samstarv

Støddfrøði er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinar. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinar um ymisk evni, eitt nú menning av skapandi evnum og KT-førleikum, undirvísing í evnum, sum spretta úr nærumhvørvinum, knýtt at náttúrufrøðiligum fyribrigdum, ið kunnu stuðla upp undir og geva íblástur til evni at arbeiða við í øðrum lærugreinum.

Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi – frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinar við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning, um somu tíð.

Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir.

Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinarnar sum partar av størri heild, og tað letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin. Tí er umráðandi, at undirvísingin í støddfrøði verður sjónliga skipað, so at næmingurin er kunnaður og vitandi um tann stigvøkstur, sum er ætlaður at vera millum floksstigini.

Avrik

Skrivligi og skapandi parturin av lærugreinini letur upp fyri tvørfakligum samstarvi, og við tí øðrvísi skrivligum avrikum. Heldur enn at lata eitt avrik inn bara í støddfrøði, kann talan verða um tvørfakligt samstarv, t.d. eina hagfrøðiliga frágreiðing ella ritgerð.

Ein grundgeving fyri at skrivligt og skapandi arbeiði kann vera partur av tvørfakligum samstarvi er, at næmingurin lærir, at tað at skriva væl (t.e. greitt og uttan stórvegis villur) ikki bara er eitt krav í lærugreinini Føroyskum, men eitt alment krav, ið er knýtt at øllum skrivligum samskifti í øllum lærugreinum.

Næmingurin skal hava venjing í at skriva so, at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivlig upprit, sum verða løgd fram á mennandi hátt. Kunningartøknin letur harumframt upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.

Samrøða

Munnlig framseting hevur reglur og lýsingar, sum næmingurin skal duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð, og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri móðurmálinum sum intellektuellum amboði, ið skal víðka sjónarringin hjá næminginum. Umráðandi er, at næmingurin fær venjing í at brúka móðurmáli í lærugreinini, eitt nú við sínámillum tosi og við tí at siga frá.

Skúlin skal vera so rúmur, at til ber at tosa um kenslur, evni, hugtøk og hendingar í gerandisdegnum. Næmingurin skal arbeiða við at lurta og at vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðaval og talugávur mennast. Næmingurin skal sleppa at royna veruligar eins væl og gjørdar (tilevnaðar) samrøður. Floks- og bólkakjak skal javnan eftirmetast so, at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið og samrøðuna ella orðaskiftið at rigga og ganga væl.

Lesing

Næmingurin skal haldast til at lesa nógv. Eitt gott lesiumhvørvi í skúlanum er ein treyt fyri at menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Hetta verður skapt í flokkinum við nógvum ymiskum lesitilfari og góðum vanum. Skúlabókasavnið er ein sjálvsagdur partur av hesum góðu vanum. Fyri at røkka góðum lesiumhvørvi er av stórum týdningi, at skúlabókasavnið er ein natúrligur partur av skúlagongdini. Umráðandi er, at lesingin verður løgd til rættis samsvarandi tí førleikastigi, næmingurin er á. Allir næmingar skulu lesa eina aldurshóskandi skaldsøgu ella samsvarandi tekstmongd um mánaðin øll skúlaárini.

Lívlong læring

Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.