Nakrar dagføringar eru gjørdar í námsætlanini fyri føroyskt. Talan er um smærri broytingar í sambandi við bæði skrivligu og munnligu próvtøkurnar í føroyskum í 9. og 10. flokki. Broytingarnar fevna í høvuðsheitum um dagføringar av mannagongdum í sambandi við próvtøkurnar. Væntandi fara samsvarandi dagføringar eisini at verða gjørdar fyri lærugreinina danskt.

Dagføringin í sambandi við skrivligu próvtøkurnar í føroyskum snýr seg m.a. um, at próvtøkan, ístaðin fyri fyrisøgn og mállæru, í framtíðini skal fevna um mál- og lesifatan. Hetta hevur ávirkan á, hvussu tann skrivliga próvtøkan verður løgd til rættis frameftir.

Eisini í sambandi við munnligu próvtøkuna eru ávísar smærri dagføringar gjørdar. Sí dagførdu námsætlanina fyri føroyskt, undir eftirmetingar og próvtøkur.

Nýggjur próvtøkuháttur í munnligum føroyskum

Seinasta árið hevur Mentamálaráðið saman við Námi fyrireikað ein nýggjan próvtøkuhátt í føroyskum. Tað snýr seg um sonevnda synopsu-próvtøkuháttin, har næmingurin fær betri møguleikar at fara í dýpdina við próvtøkuspurninginum áðrenn farið verður til próvtøku. Vegleiðing at nýta í sambandi við nýggja synopsupróvtøkuhátting sæst her.

 

Latið inn hevur JD hin