Arbeitt hevur verið við at leggja SIT útbúgvingarnar og yrkisútbúgvingarnar saman í eina skipan, soleiðis at skúlagongdin tær fyrstu 40 vikurnar er tann sama, líkamikið um tú er næmingur ella lærlingur á læruplássi. Nýggja skipanin fer at virka frá august 2013.

Við jøvnum millumbilum er neyðugt at endurskoða allar útbúgvingar. Seinasta veruliga broytingin á yrkisskúlaøkinum varð framd í 1992, tá ið núverandi SIT skipanin fór at virka. Í 1998 kom núverandi yrkisútbúgvingarlóg og FHS lóg.

Karmurin um verandi yrkisútbúgvingar økið er 7 lógir, 14 kunngerðir, 9 útbúgvingarkunngerðir og til hvørja útbúgving sær skulu lesiætlanir gerast til almennu og yrkislærugreinarnar.

Í 2008 setti táverandi landsstýrismaður bólk at endurskoða alla yrkisútbúgvingarskipanina. Bólkurin kom við áliti í april 2010. Í august 2010 setti landsstýrismaðurin enn ein bólk at samskipa útbúgvignarnar innan tekniska økið, og er tað hetta arbeiði sum førdi til broytingar í SIT lógini, so skúlaparturin verður samskipaður við yrkisútbúgvignarskipanina.

Nýggja skipanin umfatar í fyrsta umfarið hesar breytir á teknisku skúlunum

  1. Maskinsmiðútbúgving
  2. Smiðjuútbúgving
  3. Elektrikaraútbúgving
  4. Timburútbúgving
  5. Hárfríðkanarútbúgving
  6. Bilsmiðútbúgving

Hvør einstøk breyt, sum hevur sín egna profil, verður skipað við: almennum-, yrkis- og vallærugreinum.

Almennu lærugreinarnar eru allar á E- stigið tvey tey fyrstu skúlaskeiðini.

Tvey tey fyrstu skúlaskeiðini eru 20 vikur hvørt, og umfatar yrkisútbúgvingarpartin í viðkomandi yrkisútbúgving. Hevur tú lærusáttmála skal tú taka eitt 3. skúlaskeið á 10 vikur umframt eitt sveinaroyndarskeið á 5 vikur.

Hevur tú ikki lærusáttmála er møguleiki at fara frá 2. skúlaskeiði til eitt 4. skúlaskeið, har tú kanst lesa almennar lærugreinar á C stigi. Hetta gevur tær møguleika til at fara til styttri víðari útbúgvingar ella á Vinnuháskúlan at lesa til maskinmeistara.

Í nýggju námsætlanunum verður stýrt eftir førleikum og ikki eftir pensum. Nýggju námsætlanirnar og próvtalsstigi eru longu gjørd og sett í verk fyri fólkaskúlaskipanina frá skúlaársbyrjan 2011 at rokna.

Námsætlanirnar fyri yrkisútbúgvingar økið, sum byggja víðari á námsætlanirnar fyri fólkaskúlan, verða ritstjórnaðar í løtuni, og verða saman við nýggja próvtalsstiganum settar í verk við nýggju breytaskipanini frá skúlaársbyrjan 2013.