Tey, sum fara undir eina gymnasiala miðnámsútbúgving í 2013, fara at ganga á einari nýggjari breytaskipan. Talan er um eina broytta miðnámsskúlaskipan, soleiðis at nú ganga øll í somu skipan, men á ymiskum breytum. Breytirnar eru 6 í tali.

Tær eru:

  • Búskaparbreyt
  • Hugbreyt
  • Náttúrubreyt
  • Tilfeingisbreyt
  • Tøknibreyt
  • Fyrireikingarbreyt

Hvør einstøk breyt, sum hevur sín egna profil, verður skipað við: felagslærugreinum, breytalærugreinum og vallærugreinum.

Breytaútbúgvingarnar eru javnsettar, tá ið talan er um faklig stig, og tær geva allar atgongd til hægri lestur. Tær taka 3 ár. Tó tekur fyrireikingarbreytin bert 2 ár, og er ætlað tilkomnum – 18 ár og eldri.

Í ávísan mun hava breytirnar røtur í teim gomlu skúlunum, soleiðis at búskaparbreytin minnir um hægri handilsskúla, hugbreytin um málsligu deild, náttúrubreytin um matematisku deild, tilfeingisbreytin um Fiskivinnuskúlan, tøknibreytin um HT-útbúgvingina og fyrireikingarbreytin um HF.

Til ber at fáa meira at vita um nýggju skipanina við at lesa faldaran “Gymnasialar útbúgvingar” her á heimasíðuni. Trýst her ella far undir útgávur og kunningarfaldarar.

Inni á www.breyt.net kanst tú royndarvelja á øllum breytunum, og tú kanst longu nú gera tær eina mynd av, hvussu tú kundi hugsað tær títt prógv kom at síggja út, tá tey 3 árini eru lokin.

Umsóknarblað
Tó skulu øll, eins og undanfarin ár, framvegis nýta eitt vanligt umsóknarblað. Tað liggur her.

Vegleiðingin til umsóknarblaðið kann takast niður her.