Seinast broytt: 
Mai 2017
Námsætlan sum word-skjal: 
Leiðbeining sum Word-fíla: 

1. Samleiki

Samfelagsfrøði í fólkaskúlanum er ein lærugrein, har næmingarnir verða kunnaðir um ymiskar týðandi tættir av samfelagnum. Nakað av ástøðislesnaði er, men lærugreinin skal taka støði í gerandisdegnum hjá næminginum og týðandi evnum, sum eru uppi í tíðini. Eisini hevur tað stóran týdning, at næmingarnir læra at finna sær týðandi og álítandi vitan um samfelagið, ið gevur teimum møguleika at taka lut í samfelagslívinum. Sum heild er samfelagsfrøði í fólkaskúlanum ein lærugrein, har farið verður út í samfelagið, og sum lærir næmingarnar at standa seg í samfelagnum.


2. Endamál

Endamálið við undirvísingini í samfelagsfrøði er:

  • At næmingurin ognar sær vitan um samfelagið
  • At næmingurin sær samfelagsliga vitan frá fleiri sjónarhornum
  • At næmingurin sær samfelagið sum eitt úrslit av søguligari broyting
  • At menna tilvit næmingsins sum demokratiskan medborgara, so hann kennir síni rættindi og sínar skyldur
  • At geva næminginum amboð at luttaka í fólkaræðisligum og samfelagsligum viðurskiftum.

3. Stig og tímatal

Undirvísingin í samfelagsfrøði fevnir um 7.-9. flokk í fólkaskúlanum. Undirvísingin fevnir um 60 klokkutímar um árið.

Stig

7

8

9

Klokkutímar

60

60

60


4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Námsætlanin er skipað í 12 kravd temu (ella undirvísingargongdir), ið hvørt eigur at fylla umleið 20% av undirvísingini á hvørjum floksstigi. Hesi temu kunnu tó eftir tørvi umskipast, samskipast ella møguliga lesast saman við einum ískoytisøki.

Kjarnaøki

Lærugreinin samfelagsfrøði hevur trý kjarnaøki. Tey eru búskapur, sosiologi og politikkur, ið kunnu samantvinnast, bæði í kjarnagongdum og ískoytisgongdum. Arbeiðshættir eru ikki eitt sjálvstøðugt kjarnaøki, men verða bygdir inn í undirvísingina í øllum kjarnaøkjum. Sí nærri í broti um fakligar førleikar.

Búskapur

Sosiologi

Politikkur

Búskapur

Kjarnaøkið búskapur er býtt sundur í fýra temu:

  • Privatbúskapur og arbeiði
  • Vælferðarskipanir
  • Tilfeingi og útflutningur
  • Búskaparpolitikkur og tjóðarbúskapur

“Privatbúskapur og arbeiði” snýr seg um at læra næmingarnar at handfara pengar, m.a. at skilja týdningin av inntøku, uppsparing, rentu, lántøku o.tíl. Somuleiðis læra næmingarnir at skilja samanhangin millum útbúgving og inntøku, umframt leiklutirnar hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Eisini eigur dentur at verða lagdur á fortreytirnar hjá ymiskum húsarhaldum, eitt nú við atliti at fátækadømi.

“Vælferðarskipanir” fevnir fyrst og fremst um at útgreina føroyska almenna geiran. Hugt verður eftir, hvørjar vælferðarveitingar og tænastur verða fíggjaðar við skatti, hvørjar verða fíggjaðar umvegis grunnar, og hvørjar verða fíggjaðar við beinleiðis nýtslugjaldi. Nomið verður eisini við skattabygnaðin í Føroyum. Týðandi er at geva næmingunum ítøkiligt innlit í tey rættindi og skyldur, teir hava.

“Tilfeingi og útflutningur” snýr seg um ymisku vinnugreinarnar í samfelagnum. Serligur dentur verður lagdur á útflutningsvinnur sum fiskivinnu og alivinnu, men eisini aðrar vinnugreinar verða viðgjørdar. Víst verður á munir og samanhangir millum tilfeingisvinnur, framleiðsluvinnur og tænastuvinnur. Hugt verður eftir, hvussu ymiskar vinnur eru tengdar saman og tengdar at orkuveiting, infrakervi og flutningstænastum. Somuleiðis verður farið inn á umhvørvisligu avleiðingarnar av vinnulívinum. Eisini verður hugt eftir, hvørji lond, føroyingar handla við.

“Búskaparpolitikkur og tjóðarbúskapur” snýr seg um at skilja búskaparrenslið og hvussu tjóðarbúskapurin er samansettur. Eisini verður farið inn á konjunkturar, útboðs- og eftirspurningsviðurskifti, umframt at hugt verður eftir, hvørji politisk átøk kunnu fremjast fyri at fáa búskapin at javnviga. Hugt verður eisini eftir teimum inntøkum, Føroyar fáa frá umheiminum, m.a. lønir og veitingar.

Sosiologi

Kjarnaøkið sosiologi er býtt sundur í fýra temu:

  • Samfelagsbroytingar
  • Sosialisering og samleiki
  • Sosialir munir og integratión
  • Demografiskar broytingar og globalisering

“Samfelagsbroytingar” snýr seg um, hvussu føroyska samfelagið er broytt gjøgnum tíðirnar. Ymiskir samfelagsbygnaðir eru, alt eftir um lond eru framkomin ella ikki. Hetta ávirkar millum annað familjubygnaðir, útbúgvingarstøði, og hvussu vit skipa okkum í samfelagnum. Men eisini millum framkomin lond er ymiskt, hvussu nógv statur, marknaður og felagsskapir hava at siga. Í hesum kjarnaøki ber til at umrøða og viðgera føroysk samfelagsviðurskifti, sum tey vóru fyrr, umframt samfelagsligar munir millum landslutir.

“Sosialisering og samleiki” snýr seg um, hvussu ymiskir normar, virði og leiklutir verða skapað í samfelagnum. Hugt verður bæði eftir familjum, stovnum, lokalsamfeløgum og miðlum. Í dag eru fríari møguleikar at skapa sær sín egna samleika, og samstundis hevur hetta aðrar avbjóðingar við sær. Serligur dentur verður lagdur á, hvussu fólkaskúlin skapar karmar um sosialiseringina og samleikamenningina hjá børnum og ungum.

“Sosialir munir og integratión” snýr seg um ymiskar bólkingar av fólki. Fólk verða bólkað á ymiskan hátt, bæði við støði í stættum, lívsháttum, staðseting og mentanarmunum. Hetta hevur stóra ávirkan á, hvussu lívsmøguleikarnir eru hjá ymiskum samfelagsbólkum. Nemast kann eisini við sosialan arv, sosiala inklusión/eksklusión og mentanar- og virðismunir millum samfelagsbólkar.

“Demografiskar broytingar og globalisering” snýr seg um broytingar í familjumynstrum, burðartíðleika, deyðstíðleika, umframt um flytingar innlendis og millum lond. Eisini eigur næmingurin at skilja, hvussu hesar broytingar eru avleiddar av ymiskum samfelagsbroytingum. Her kunnu t.d. verða tikin upp ymisk mentanarmót, eitt nú millum føroyingar og tilflytarar, men eisini hvussu nýggir samskiftishættir broyta støðu føroyinga í heiminum.

Politikkur

Kjarnaøkið politikkur er býtt sundur í fýra temu:

  • Politiskir flokkar og hugsjónir
  • Fólkaræði og mannarættindi
  • Fólkaskúlin í politisku skipanini
  • Kommununali geirin

“Politiskir flokkar og hugsjónir” snýr seg um at skilja teir høvuðstvídráttir, ið eru í føroyskum politikki. Umskaringarnar millum loysing og samband, og millum høgra og vinstra eigur at viðgerast, men eisini verður farið inn á aðrar umskaringar so sum átrúnað og sekularisering, umhørvi og ídnað, bygd og bý o.tíl. Týðandi er at taka upp tvídráttir, sum eru uppi í tíðini, so hvørt sum teir koma fram í miðlunum. Eisini læra næmingarnir, at nógvir tvídráttir eru hugsjónaligir, og sum minsta mát eiga grundhugsjónirnar konservatisma, liberalisma og sosialisma at viðgerast.

“Fólkaræði og mannarættindi” snýr seg um at kenna ymisk sløg av fólkaræði, m.a. beinleiðis og óbeinleiðis fólkaræði, eins væl og ymiskar grundfatanir av, hvat fólkaræði er. Støði verður tikið í føroyskum fólkaræði, og hetta eigur at verða viðgjørt heilt avs ríkis- og landspolitiskum stigi niður á stovnsstig. Eisini eigur týdningurin av miðlum og áhugamálsbólkum at verða tikin við. Næmingarnir eiga at kenna til mannarættindini og yvirskipað at kenna tey rættindi og tær skyldur, ein hevur sum borgari í einum fólkaræðisligum samfelag. Tí eigur eisini at verða nomið við leiklutin hjá dómsvaldinum, sum er at tryggja rættindini hjá borgaranum.

“Fólkaskúlin í politisku skipanini” snýr seg um politiska stýring. Fólkaskúlin er eitt gott og viðkomandi stakdømi um, hvussu løgtingið og landsstýrið taka avgerðir gjøgnum lóggávu og fíggjarlóggávu. Næmingarnir læra at skilja, ikki bara hvussu teirra skúli er eitt úrslit av politiskum avgerðum, men eisini, at skúlin verður ávirkaður av fakfeløgum, kommunum, skúlastýrum og ymiskum áhugamálsbólkum. Næmingarnir fáa innlit í, hvussu kringviðurskifti ávirka skúlans arbeiði í gerandisdegnum og hvussu hesi viðurskifti kunnu ávirkast fólkaræðisliga. Á henda hátt fáa næmingarnir innlit í eitt sera torført evni á ein ítøkiligan og viðkomandi hátt.

Kommunugeirin er alsamt vaksandi partur av føroyska almenna geiranum, ið átekur sær alsamt fleiri uppgávur. Eisini eru kommunumál ofta borgaravend og ítøkilig og tískil løtt at viðgera í undirvísingarhøpi. Næmingarnir eiga at skilja, hvørji mál verða loyst í kommununi og hví. Nomið verður eisini við ymisk ítøkilig mál úr nærumhvørvinum hjá næminginum.

Ískoytisøki

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum semjast um í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki úr øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleikar næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.

Ein týðandi partur í lærugreinini er, at farið verður út í samfelagið. Ein møguleiki er partvíst at nýta ískoytisøki til útferðir ella verkætlanir.


5. Førleikamál

Í lærugreinini samfelagsfrøði eru førleikamálini lutað sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar. Fakligir førleikar eru førleikar, ið eru serligir fyri samfelagsfrøði, meðan støðisførleikar eru meiri yvirskipaðir førleikar, ið verða mentir í øllum lærugreinum.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at førleikar, kunnleiki og vitan verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri samfelagsfrøði. Í øllum lærugreinum eigur næmingurin at læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at granska
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samspæli millum menniskju og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning og læring. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg í samfelagsfrøði um at virða tann fakliga samleika og teir arbeiðshættir, ið eru galdandi. Undirvísingin skal leggja dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit, uppruna, lívsáskoðan ella politisku áskoðan. Hann eigur at læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, eins og hann eigur at hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu. Næmingurin eigur tó eisini at virða sín egna tørv og duga at seta mørk.

At virða snýr seg harumframt um at virða umhvørvið og tað nátturutilfeingið, vit øll eru bundin at.

At samskifta

At samskifta er ein yvirskipaður førleiki, ið snýr seg um at bera fram sínar hugsanir og vitan fram til onnur, umframt at ogna sær vitan frá øðrum. Hetta kann bæði vera skrivliga, munnliga, gjøgnum lestur, rokning og gjøgnum kunningartøkni og samskiftistøkni.

Næmingurin lærir at leggja fram samfelagsfrøði bæði munnliga og skrivliga. Eisini skal hann duga at geva og taka ímóti kritikki, ið kann gera arbeiðið betri. Eisini lærir næmingurin at skilja týdningin av góðum málburði, grundgevingum, og at styðja seg til ymisk sløg av keldum. Týðandi er eisini at skilja, nær formligur og óformligur málburður er hóskandi. Umframt hetta eigur næmingurin at gerast tilvitaður um, hvønn hann skrivar til og hvørjum tekstasløgum, hann arbeiðir við.

Næmingurin skal gerast varugur við, at til eru ymisk sløg av teksti á ymiskum torleikastigum og á ymiskum taksonomiskum stigum. Umráðandi er at velja sær ymiskar lesihættir alt eftir, hvat slag av teksti, talan er um. Eisini hevur tað týdning, at næmingurin fær høvi at lesa nógv ymisk sløg av teksti og miðlum, so at hann megnar at handfara eitt breitt úrval av keldum. Eisini eigur næmingurin at kunna halda seg kritiskt til keldur. Serliga nú, tá nógvir tekstir eru at finna á internetinum, er týðandi at duga at leita í allari rúgvunu, eins og tað mangan kann vera torført at finna út av, hvørjar síður eru góðar og hvørjar eru minni góðar. Eisini skal hugsast um atburðin á internetinum, bæði tá tað snýr seg um at verja seg sjálvan, og tá ið talan er um at vera tilvitaður um, ikki at gera seg inn á onnur. Næmingurin skal læra at hava virðing fyri øðrum á internetinum, eins og í veruliga lívinum. Tað er ein sannroynd, at alsamt fleiri amboð liggja á netinum, umframt alt tað tilfar, sum ger, at kunningartøkniligir førleikar eru vorðnir alneyðugir fyri at kunna kanna og skapa í samfelagsfrøði.

At rokna er ein støðisførleiki, ið leggur upp til kvantitativu arbeiðshættirnar í samfelagsfrøði. Væntast má, at næmingarnir duga grundleggjandi roknihættir, áðrenn tey fara undir lærugreinina samfelagsfrøði. At hava eina grundleggjandi tal- og støddarfatan er eisini avgerandi fyri aðrar lærugreinar.

At kanna

Í samfelagsfrøði er umráðandi at kanna umheimin í lærugreinini. Samfelagsfrøði er bæði ástøðilig vitan og breið almenn vitan um samfelagið. At kanna snýr seg um at læra at eygleiða, undrast, spyrja og gera kanningar, ið kunnu fáa til vega vitan um samfelagið. At kanna snýr seg eisini um at leita sær vitan í bókum, tekstum, miðlum, netsíðum o.tíl.

At kanna merkir eisini at skipa og gjøgnumføra kanningarverkætlanir, har lært verður at fara frá einari óítøkiligari undran móti alsamt betri grundaðari vitan um ymisk samfelagsviðurskifti. Her eigur næmingurin at læra ymiskar arbeiðshættir, so hann kann ogna sær nýggja vitan.

At kanna byggir á hugflog og forvitni, men eisini á eina fólkaræðisliga skyldu, um at seta seg inn í samfelagslig viðurskifti, so at til ber at hava meiri grundaðar støður um ymisk viðurskifti. Sostatt er kanningarførleikin ikki bert ein samfelagsfrøðiligur førleiki, men ein almennur støðisførleiki, ið er gagnligur í fleiri av lívsins viðurskiftum.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru eginleikar, ið eiga at koma til gagns í undirvísingini. Førleikin at skapa verður mentur gjøgnum lærdóm, men lærdómur verður eisini mentur gjøgnum skapan. Næmingurin verður eggjaður til at hugsa og orða sjálvstøðug hugskot, so at hann kennir seg hava ein virknan lut í egnari menning og læring.

Út frá hesum verður næmingurin tilvitaður um egin evni og skapanarmátt, so at hann sjálvur kann byggja víðari á sín lærdóm. Hann skal eisini læra, hvussu tøknilig menning og samskiftismenning, bæði søguliga og í dag, eru við til at broyta møguleikarnar fyri at fremja síni hugskot í verki.

Næmingurin megnar at orða sær sjálvum spurningar, ið kunnu loysast gjøgnum kanningar, samskifti og virðing. Hann lærir, at hugskot og loysnir kunnu mennast gjøgnum virðiligt samstarv við onnur, eins og tað kann vera neyðugt at ogna sær vitan frá øðrum samstarsvpørtum.

Næmingurin lærir, at skapandi tilgondir kunnu mennast gjøgnum bæði hugflog, íblástur, áhaldni og treystleika. Tað er týðandi at kunna taka støði í hugskotum, men eisini halda fast um tær gongdir, ið skulu til fyri at fremja hugskotini í verki. At leggja ætlanir og fremja hesar í verki er harumframt ein avgerandi partur av tí at skapa.


Fakligir førleikar

9. flokkur

Samfelagsfrøðligu førleikarnir eiga at verða vandir í sambandi við øll kjarnaøkini. Hóast allir førleikar sjálvandi ikki kunnu verða vandir alla tíðina, eiga allir fakligir førleikar at verða vandir á hvørjum ári, so at næmingarnir fáa høvi at byggja víðari á undanfarnar royndir.

Førleikarnir niðan fyri eru orðaðir í tveimum setningum. Tann fyrri setningurin orðar grundleggjandi fakligar førleikar, meðan tann seinni orðar eina víðkaða fatan av førleikunum. Dugnaligastu næmingarnir eiga at megna tað seinna, meðan allir eiga at megna tað fyrra. Hetta eggjar til, at undirvísingin verður tillagað og ger hana meira fjøltáttaða. T.d. kann verða arbeitt við sama evni, har næmingarnir fáa hóskandi venjingar, sum førka teir víðari. Nevnast skal somuleiðis, at tað eru sera ymiskir hættir at menna hesar førleikar, og tað er tann einstaki lærarin, sum velur hóskandi háttalag.

Næmingurin dugir:

(Førleikarnir niðan fyri eru orðaðir í tveimum. Fyrri partur er minsta krav, ið allir næmingar skulu duga. Seinni partur er til teir næmingar, sum megna meira t.d at samanbera og greina)

  • At lesa samfelagsfakligar tekstir. At samanbera og meta um samfelagsfakligar tekstir.
  • At lesa einfaldar hagtalsmyndir og tabellir. At lesa størri, torskildari hagtalstilfar, umframt at samanbera ymisk hagtøl.
  • At lesa og endurgeva einfaldar hugtaksmyndlar. At knýta hugtaksmyndlar til kvantitativa og kvalitativa vitan.
  • At orða fakligar ivamálsorðingar og svara teimum. At skilja millum ivamálsorðingar og háttaløg á ymiskum taksonomiskum stigum (Bloom).
  • At fremja samfelagsfrøðiligar kanningar, bæði av kvalitativum og kvantitativum slagi. At skilja, nær teir ymisku kanningarhættirnir eru hóskandi at brúka.
  • At leggja fram faklig úrslit munnliga. At brúka ymiskar framløguhættir, m.a. eisini at brúka KT at stuðla framløgur við.
  • At eygleiða einfaldar samfelagsligar samanhangir í nærumhvørvinum. At gera kanningararbeiði úti í samfelagnum, har smærri einfaldar samrøður ella spurnakanningar verða nýttar.
  • At leita sær týðandi og álítandi vitan, bæði gjøgnum internetið og fysiskar miðlar. At nýta grundleggjandi keldukritikk.

6. Eftirmeting og próvtøka

9. flokkur

Eftirmeting

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini, og hann eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Týðandi er, at allir næmingar verða hoyrdir í undirvísingini, soleiðis at tryggjað verður, at allir næmingar hava eina nøktandi fakliga menning. Lærarin eigur javnan at kunna einstaka næmingin um, hvørji førleikamál eru rokkin. Eisini skal samtala við einstaka næmingin tryggja, at hann gerst  tilvitaður um, hvat hann megnar, og hvørjar førleikar, hann eigur at styrkja.

Einstaki skúlin ger skrivligar reglur fyri, nær og hvussu eftirmetingarnar verða framdar, og hvussu eftirmetingarnar verða latnar næmingunum.

Próvtøka

Hildin verður ein munnlig próvtøka við støði í framløguætlan – sonevnd synopsupróvtøka, sum fevnir um tveir partar:

  1. Framløga av sjálvvaldum evni við støði í framløguætlan
  2. Samtala við støði í próvtøkuspurningi í kendum tilfari

Próvtøkan varir í 20 minuttir, íroknað próvdøming. Eingin fyrireikingartíð verður givin.

Sjálvvalda evnið

Sjálvvalda evnið tekur støði í skjalfestu undirvísingargongdunum í 8. og 9. flokki. Próvtakarin leggur fram sjálvvalda evnið munnliga, við støði í framløguætlanini, sum lærarin hevur góðkent undan próvtøkuni. Próvtakarin kann harumframt stuðla seg til sínar egnu viðmerkingar, men ikki at lesa beinleiðis burturúr, hvørki framløguætlan ella viðmerkingum.

Próvhoyringin í sjálvvalda evninum varir í umleið 6-8 minuttir.

Til fyrra partin av munnligu próvtøkuni ger næmingurin eina ætlan, ið er støði undir framløguni.

Framløguætlanin skal innihalda:

  • Navn/nøvn, flokkur og skúli
  • Heitið á yvirskipaða evninum, ið sjálvvalda evnið hoyrir til
  • Heitið á sjálvvalda evninum
  • Stutt grundgeving fyri, hví evnið er valt
  • Høvuðstættir, sum næmingurin fer at viðgera
  • Keldulisti

Framløguætlanin er skrivlig. Hon er eitt yvirlit yvir sjónarmið, sum próvtakarin fer at viðgera í sínari framløgu, og skal í mesta lagi fevna um eina A4 síðu.

Í samráð við læraran fara næmingarnir í holtur við sjálvvalda evnið og framløguætlanina í mars mánaði. Næmingurin skal lata læraranum góðkendu framløguætlanina í talgildum líki í seinasta lagi 14 dagar áðrenn seinasta undirvísingardag.

Próvhoyrari og próvdómari kunnu seta dýpandi spurningar til framløguna.

Kenda tilfarið

Seinni partur av próvtøkuni snýr seg um samtalu millum próvtakara og próvhoyrara, sum tekur støði í próvtøkuspurningi í kendum tilfari, sum næmingurin hevur fingið við lutakasti, beint eftir, at fyrri partur av próvtøkuni er av. Próvtøkuspurningurin skal knýta seg at teksti og keldum úr skjalfestari undirvísingargongd í 9. flokki og skal taka støði í øðrum yvirskipaðum høvuðsevni enn tí, sum próvtakarin hevur valt at leggja fram í sjálvvalda evninum.

Próvhoyringin í kenda tilfarinum varir í umleið 5-7 minuttir.

Próvtøkutilfar, framløguætlan og próvtøkuspurningar verða send próvdómaranum til góðkenningar sambært kunngerð um próvtøkur fólkaskúlans.

Dømingargrundarlag

Próvhoyrt verður í kendum tilfari, ið er knýtt at teimum økjum, sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini. Tilfarið, ið er grundarlag undir munnligu próvtøkuni, skal í sínari heild síggja til, at øll førleikamál í lærugreinini eru umboðað. Av hesi orsøk má tilfarið, ið næmingurin skal viðgera til próvtøkuna, vera ymiskt hættað, soleiðis at bæði tekstir, tøl, myndlar o.a. verða viðgjørd í próvtøkuni. Próvhoyrarin tryggjar, at næmingurin fær møguleika at førka seg av tí endurgevandi stiginum upp á tað viðgerandi og metandi stigið.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

Próvtalslýsingar

9. flokkur munnlig próvtøka

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Munnliga framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað. Málið í framløguni er fjølbroytt og neyvt. Próvtakarin er sera virkin í fakligu samrøðuni. Próvtakarin kemur framúr væl kring evnið, við bert fáum ella ongum týðandi manglum. Próvtakarin vísir, at hann hevur gott innlit í vitan og hugtøk í lærugreinini og dugir at nýta fleiri arbeiðshættir til at viðgera og meta um. Hann megnar eisini væl at flyta seg úr tí ítøkiliga í tað úrtøkiliga.

7

Gott

Munnliga framløgan er greið, rímiliga samanhangandi og hampuliga væl skipað. Málið í framløguni er hampuliga fjølbroytt og gott. Próvtakarin er virkin undir fakligu samrøðuni. Próvtakarin kemur kring evnið, tó við fleiri manglum. Próvtakarin vísir innlit í vitan og hugtøk í lærugreinini og dugir at nýta arbeiðshættir til at viðgera og meta um. Hann megnar í ávísan mun at flyta seg úr tí ítøkiliga í tað úrtøkiliga.

02

Nøktandi

Munnliga framløgan er rímiliga væl skipað. Málið í framløguni er nøktandi. Próvtakarin er við í fakligu samrøðuni. Stuðlaður kemur próvtakarin nøktandi runt í evninum. Próvtakarin hevur avmarkað innlit í vitan og hugtøk í lærugreinini og megnar nærum ongar arbeiðshættir. Tó megnar hann nøktandi at hugleiða um ítøkilig viðurskifti í lærugreinini.


7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støðið undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Í allari undirvísing eiga støðisførleikarnir at virða, at samskifta, at kanna og at skapa at vera í fokus. Hvussu hetta verður framt í verki, er tó ymiskt frá lærugrein til lærugrein. Støðisførleikarnir verða mentir við at venja fakligu førleikarnar í mun til kravdu kjarnaøkini og ískoytisøkini.

Undirvísingin í samfelagsfrøði fevnir um trý ár, og tey trý kjarnaøkini eru útgreinað í tólv temu. Tað kann vera freistandi at býta tey trý kjarnaøkini út á hvørt sítt ár. Heldur eiga øll trý kjarnaøki at verða umleið javnt vigað og umboðað á hvørjum ári, soleiðis at undirvísingin verður innihaldsliga fjølbroytt og gevur næminginum høvi at menna seg yvir tíð. Her er týðandi, at lærarin hjálpir næminginum at knýta sambond millum nýggj og áður viðgjørd evni, so næmingurin mennir eina samfelagsfrøðiliga heildarfatan, umframt eina fatan av, at samfelagið er í støðugari broyting.

Tað er ikki gagnligt at gjøgnumganga hugtøk og ástøði uttan samanhang við veruliga heimin. Heldur eigur undirvísingin at taka støði í veruligum hendingum, ið síðani kunnu skiljast breiðari og djypri við at nýta samfelagsfrøðilig hugtøk og ástøði. Tí er tað heldur ikki avgerandi, hvussu nógv hugtøk, næmingarnir læra, men hvussu hugtøkini verða nýtt til at viðgera týðandi hendingar. Tað hevur størri týdning, at næmingarnir læra at nýta hugtøk og ástøði, heldur enn bert at kenna til hesi. Í samfelagsfrøði eru hugtøk og ástøði heldur ikki at meta sum avgjørdar sannroyndir, men meira sum eitt útgangsstøði at skilja heimin. Tað eru fleiri ástøði, sum kappast um somu evni, so neyðugt er at skilja hendingar út frá fleiri ástøðiligum sjónarhornum.

Miðað verður ímóti, at næmingarnir við at nýta samfelagsfrøðilig hugtøk og ástøði, sjálvir megna at síggja munir og samanhangir millum hendingar, ið fara fram í ymiskum tíðarskeiðum og ymiskum støðum. Til dømis kunnu samanhangir vera millum tað, ið hendir lokalt og tað, ið hendir á landsstøði ella heimsstøði. Í hesum viðfangi er samstarv við lærugreinir sum m.a. søgu, landafrøði og átrúnað ein møguleiki.

Eisini skal miðast ímóti, at næmingurin fær eina fatan av, at hann bæði verður ávirkaður av samfelagnum, men eisini kann ávirka samfelagið. Hetta merkir m.a., at næmingurin fær eina holla fatan av fólkaræðisligum virðum og mannagongdum, eins og næmingurin eigur at skilja, at ymisk menniskju, eins og ymiskir næmingar, kunnu síggja og skilja somu viðurskifti sera ymiskt, og at til ber at fáa breiðari felags innlit gjøgnum fakliga samtalu. Næmingurin eigur at gerast greiður um, at einstaklingar og felagsskapir mynda samfelagið, og at størri skipanir og mynstur eisini ávirka, hvussu hesi virka saman. Somuleiðis eigur næmingurin at fáa innlit í tey standandi stríðsmál og ósemjur, sum eru í samfelagnum, men eisini, at samfelagið er ein felagsskapur við semjum og samanhaldi.

Hóast temuni eru sett greitt upp, ber tó væl til at tillaga tey, eins og til ber at samantvinna temu við onnur temu ella við ískoytisøki. Tó er týðandi, at øll temu í síðsta enda verða nøkulunda javnt vigað, so at ávís fakøki ikki detta niðurímillum.

Fakligu førleikarnir skulu ikki gjøgnumgangast í sambandi við hvørt einasta tema, men týðandi er, at allir fakligu førleikarnir verða vandir í hvørjum skúlaári soleiðis, at næmingarnir fáa høvi at endurtaka og tillaga førleikarnar og seta teir í samband við onnur evni. Sum dømi eiga næmingar á øllum floksstigum at gera samrøður og spurnakanningar. Tá ber til at krevja meiri av næmingunum tað síðsta árið. Millum annað eigur at verða miðað ímóti, at næmingarnir kenna seg tryggar at leggja síni úrslit og meiningar fram fyri øðrum næmingum. Tí eigur at vera møguligt hjá næmingum at koma við fakligum viðmerkingum og egnum meiningum. Lærarin eigur saman við næmingunum at menna eina undrandi, forvitna og skapandi floksmentan, har tað er loyvt at hugsa fjølbroytt heldur enn at avmarka seg til ávísar arbeiðshættir. Best er, um næmingarnir fáa høvi at menna sína egnu vitan við støði í síni undran, og her eigur lærarin eisini at stuðla og vegleiða næmingunum í at arbeiða sjálvstøðugt, bæði tá talan er um at gera kanningar, savna dátur og tá framløgur verða fyrireikaðar.

Samfelagsfrøði er ein lærugrein, sum vendir sær úteftir. Næmingarnir eiga at sleppa út í samfelagið at gera kanningar og eygleiðingar. Eisini skal bera til at skipa fyri útferðum, og mælt verður til at nýta tíðina, sum er sett av til ískoytisøkini til hetta endamál. Hóskiligt er at undirvísa umleið ein fimtapart av tíðini uttan fyri skúlagátt. Tó ber eisini til at arbeiða meiri verkætlanarkent í skúlanum ístaðin. Eisini ber til at arbeiða við tvørfakligum ískoytisøkjum í samstarvi við aðrar lærugreinar t.d. við at skipa fyri heildagsútferðum til t.d. fyritøkur, politiskar stovnar, áhugamálsfelagsskapir o.tíl. Hetta kann eisini síggjast sum ein liður í at menna møguleikarnar hjá næminginum sjálvum at vinna sær ávirkan í samfelagnum.

Ongar innlatingar eru í samfelagsfrøði, men næmingarnir eiga at arbeiða við ymiskum venjingum í skúlanum. Slíkar venjingar kunnu bæði gerast hvør sær ella í bólkum. Hesar eiga í stóran mun at verða lagdar fram fyri øðrum næmingum, soleiðis at øll kunnu læra av hvør øðrum, eins og munnlig framløga í sær sjálvum er ein týðandi fakligur førleiki. Hóast til ber at gera førleikavenjingar á pappíri, eiga næmingarnir eisini at læra at nýta telduforrit at seta upp tøl, myndlarl o.tíl. Týðandi er eisini, at næmingarnir ikki fáa alt tilfar frá læraranum, men eisini sleppa at leita fram tilfar sjálvir m.a. á internetinum ella á skúlabókasavninum. At skjalfesta og vísa á keldur er ein sjálvsagdur táttur, sum næmingarnir eiga at skilja í mun til ta vitan, teir útvega sær. Eisini eigur at vera tosað um keldukritikk í mun til tilfarið, næmingarnir finna.

Í tann mun skúlin ella einstaki lærarin metir tað vera hóskiligt ber eisini til at geva næminginum heimaarbeiði. Tó má heimaarbeiðið altíð vera knýtt at einum endamáli, ið verður gjørt næminginum greitt, tá hann fær arbeiði fyri at gera heima.

Samstarv

Lærugreinin er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinir. Hóast skrivligar innlatingar ikki eru partur av samfelagsfrøði ber til at samstarva við aðrar lærugreinar um skrivligar uppgávur ella verkætlanir t.d. við føroyskt, søgu ella støddfrøði. Eisini kann slíkt tvørfakligt samstarv vera við til at menna skapandi evni og KT-førleikar.

Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi, frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinar við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning.

Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir.

Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinirnar sum partar av størri heild, og tað letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin.

Stigvøkstur

Hóast førleikamálini fyri samfelagsfrøði eru ásett fyri, hvat næmingurin megnar eftir loknan 9. flokk og harvið ikki eru skipað í ávegismál fyri hvørt skúlaár sær, eigur undirvísingin at verða fyriskipað, so at torleikastigið økist gjøgnum tey trý árini. Hóast arbeitt verður á fleiri taksonomiskum stigum gjøgnum øll árini, kann hetta gerast á ymiskum torleikastigum. Verður hugt eftir fakligum førleikunum í hesi námsætlan sæst, at til ber at menna førleikar bæði á grundleggjandi og framhaldandi stigi. Við at endurtaka fakligu førleikarnar, verða førleikarnir bæði neyvari, fjølbroyttari og meira nýskapandi. Serligur dentur verður lagdur á at menna sjálvstøðuga arbeiðslagið hjá næminginum.

Tað er ein sannroynd, at allir næmingar ikki hava somu fortreytir, og tískil er neyðugt, at lærarin loyvir, at venjingar kunnu loysast á ymiskum stigum, tó at dugnaligastu næmingarnir altíð mugu hava møguleika at røkka einari fullfíggjaðari førleikamenning, ið vil geva besta støðumetið ella próvmetið. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta sær mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.

Næmingurin eigur at gerast tilvitaður um, hvat tað at læra í grundini er. Eisini eigur næmingurin at gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir, og hvat endamálið við læringini er. Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um sína egnu læring. Næmingurin verður regluliga gjørdur varugur við týdningin av førleikamálunum, og hvussu hann kann røkka málunum.

Arbeiðshættir

Góð undirvísing er fjølbroytt og mennir næmingin á ymiskan hátt. Arbeiðshættir taka støði í fakligu førleikunum og kunnu m.a. fevna um lærarafyrilestur, einstaklingsvenjingar, næmingaframløgur, kjak í flokkinum, bólkaarbeiði, rolluspøl, fakliga lesing, verkætlanir og at kanna og leita sær vitan. Hevur lærarin tøkniligan førleika til tað, ber eisini til at arbeiða við heimasíðum, umframt við ljóð- ella kykmyndatilfari (audio/video). Miðast skal ímóti, at næmingarnir bæði læra at arbeiða við tekstasløgum og við taltilfari. Kvalitativir og kvantitativir arbeiðshættir eiga at vigast rímiliga javnt.

Sum nevnt, eru ongar skrivligar innlatingar. Kortini verður nógv ymiskt tilfar framleitt í undirvísingini, og eigur lærarin at síggja til, at tilfarið verður goymt á ein slíkan hátt, at tað lættliga kann fáast til vega aftur seinni. Hetta kann gerast gjøgnum talgildar mappuskipanir, men kann eisini leggjast í fysiskar mappur. Hesin mátin at brúka skjalamappu kann bæði nýtast til seinni verkætlanir ella próvtøkur, men er eisini ein liður í venjingini hjá næminginum at menna seg fakliga.

Endamálið við teimum ymisku arbeiðsháttunum er fyrst og fremst at menna fakligu førleikarnar og harvið ogna sær vitan um kjarnaøki og ískoytisøki, samstundis sum næmingarnir gerast tilvitaðir um sína egnu læring.

Av tí at samfelagsfrøði er ein tíðarbær lærugrein, eigur dentur at verða lagdur á hendingar, sum eru uppi í tíðini, ið m.a. kunnu taka støði í upplivingum hjá næmingunum ella fjølmiðlafrásøgn. Tí skulu hendingar, sum eru uppi í tíðini, knýtast at ástøðiligum hugtøkum og myndlum. Flestu mál kunnu síggjast úr ymiskum sjónarhornum, og harvið kunnu ymisk hugtøk og myndlar knýtast at hendingunum. Tað er sera avgerandi, at næmingarnir ikki bert síggja samfelagsliga veruleikan úr sínum egna sjónarhorni, men gjøgnum hugtøk fáa innlit í viðurskifti, teir annars ikki høvdu fingið.

Eisini hevur tað týdning, at mál ikki einans verða umrødd og viðgjørd sundurskild, men verða sett í ein størri samanhang og knýtt at teimum rákum, sum eru. Flestu samfelagsligar hendingar eru ikki stakhendingar, men ein liður í eini longri søguligari gongd. Næmingarnir eiga at skilja, at ein hending ikki bert er ein endalig støða, men ein liður í eini broyting. Úr einum fólkaræðisligum sjónarmiði eigur næmingurin sostatt at skilja, at núverandi samfelagsstøða er eitt úslit av fortíðar gerðum og avgerðum, og at næmingurin í framtíðini sjálvur kann vera við til at ávirka, hvar rákið fer. Samfelagsfrøði er tó ikki søga, og tað snýr seg tí ikki um at samanseta langar søgugongdir, men heldur um at knýta verandi støði til myndlar, ið sýna ymisk samfelagslig menningarstøði.

Lívlong læring

Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí verða næmingarnir eggjaðir til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.