Námsætlan sum word-skjal: 

NÁMSÆTLAN í FØROYSKUM SUM FREMMANDAMÁL

1. INNGANGUR

Føroyskt sum fremmandamál (hereftir FFM) er undirvísing í føroyskum máli og kunning um føroyska mentan og samfelag fyri vaksnar útlendingar, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál.  Undirvísingin eigur í størst møguligan mun at taka atlit til mentan og støði hjá útlendinginum.

At duga eitt mál fevnir um hesar førleikar: at skilja onnur, at tosa skilligt og nøkulunda neyvt og flótandi, og at lesa og skriva. Hesir førleikar verða mentir við at arbeiða miðvíst við serliga munnligum, men eisini skrivligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. Næmingurin skal frá fyrsta degi venjast við at fá eina góðu úttalu, at lýða á og at skilja, at tala og skifta orð, og sum frá líður at bera fram egnar hugsanir og metingar.

2. ENDAMÁL

2.1. Málsligt

Endamálið við undirvísingini í FFM er, at útlendingurin kann klára seg í føroyska samfelagnum, serliga í arbeiðslívinum, men eisini í útbúgvingarhøpi. Undirvísingin skal gera útlendingin føran fyri

  • at tosa og skriva skilliga og rætt (við bert heilt fáum villum, sum ikki darva samskiftið)
  • at hava eitt fjølbroytt orðatilfeingi fyri at kunna málbera seg neyvt
  • at samskifta nøkulunda flótandi á føroyskum í ymsum sosialum høpi
  • at skifta ímillum ymisk sløg av samskifti við atliti til, hvønn samskift verður við

2.2. Mentanarligt og samfelagsligt

Endamálið við at veita innlit í mentan og samfelag er, at útlendingurin er førur fyri:

  • at røkja eitt starv í Føroyum, sum í størst møguligan mun samsvarar við útbúgving, hann/hon hevur
  • at luttaka í eftirútbúgving, sum gevur størri møguleikar á føroyska arbeiðsmarknaðinum
  • at kenna síni rættindi og skyldur í samfelagnum og at vera partur av okkara fólkaræði við ávirkan og ábyrgd
  • at taka lut í føroyska mentanarlívinum og at ávirka mentanartilboð og upplivingar – t.d. við at greiða frá síni egnu mentan og sínum royndum 
  • at kenna bygnað og stovnar í føroyska samfelagnum, at duga at leita sær hjálp og at gerast virkin fólkaræðisliga og mentanarliga.

3. LÆRUGREININ FØROYSKT SUM FREMMANDAMÁL

3.1.Førleikakrøv

  1. Við upptøku metir útbjóðarin um førleikastøðið hjá útlendinginum.
  2. Undirvísarar í FFM skulu í minsta lagi hava føroyska læraraútbúgving við føroyskum sum linjufak ella samsvarandi útbúgving í føroyskum.
    Undirvísarar skulu helst eisini at hava annan málkunnleika enn føroyskt.
    Undirvísarin eigur at hava hollan kunnleika í enskum fyri eisini at kunna greiða frá á øðrum máli enn føroyskum.
    MMR skipar fyri, at undirvísari fær møguleika at taka skeið í fremmandamálsundirvísing.
  3. Útlendingurin hevur skyldu at luttaka aktivt í undirvísingini.
  4. Skúli, ið fyriskipar FFM hevur skyldu til at skráseta, um útlendingurin er aktivt til staðar.

3.2.Undirvísingarskipan

Uppbýti í torleikastig

Undirvísingin er býtt í tríggjar partur: FFM1, FFM2 og FFM3.

FFM1: Undirvísingin er ætlað útlendingum við lítlari og ongari skúlagongd, og sum hava vantandi lesi og skriviførleika, og sum ikki duga latínska alfabetið. Støðið svarar til um leið  fyrsta undirvísingarpart fólkaskúlans.

FFM2: Undirvísingin er ætlað útlendingum við stuttari skúlagongd, og sum kunnu væntast at læra lutfalsliga seint. Støðið svarar um leið annan undirvísingarpart fólkaskúlans.

FFM3: Undirvísingin er ætlað útlendingum við longri skúlagongd, og sum kunnu væntast at læra lutfalsliga skjótt. Støðið svarar um leið til triðja undirvísingarpart fólkaskúlans.

Hvørt skeið byggir á tað undarfarna, og næmingur skal hava staðið eitt skeið ella hava tilsvarandi kunnleika fyri at kunna fara á næsta skeiðið. Eftir lokið FFM3 ber til hjá næmingum, sum ynskja tað, at fara longur í føroysku skúlaskipanini.

Hvør partur hevur umleið 350 tímar og endar við roynd. FFM1 og FFM2 enda við innanhýsis roynd, sum skúlin sjálvur skipar fyri. FFM3 hevur roynd, sum er eins um alt landið, sum MMR skipar fyri, og næmingarnir fáa einsháttaða skeiðsváttan.

FFM 1

Endamálið:

Endamálið við FFM1 er, at skeiðsluttakarin

  • dugir føroyska stavraðið og veit, hvat ljóð hvør bókstavur umboðar
  • lærir føroyskt á orðastøði og uppbyggir eitt orðatilfeingi við teim mest nýttu orðunum
  • fær samskift munnliga á sera einfaldum máli í fáum sera vanligum samskiftisstøðum, har
  • umstøður og innihald eru kend frammanundan.
  • skilir høvuðsinnihaldið í sera einføldum samskifti um ítøkilig og vanlig gerandisviðurskifti.
  • fær greitt frá við einfaldum, stuttum setningum
  • dugir at lesa einfaldan tekst og skilir høvuðsinnihaldið
  • dugir at finna upplýsingar í einum stuttum teksti
  • dugir at útfylla einføld oyðubløð við persónligum upplýsingum
  • hevur fingið nakað av innliti í samfelag og mentan í Føroyum

Undirvísingin:

Lurta og tala: Venja at lurta og tala. Dentur eigur at verða lagdur á at arbeiða við úttaluni, so útlendingurin tosar við minst møguligari aksent og fær góðar úttaluvanar so skjótt sum til ber.

Lesa og skriva: lesa tekstir við myndum ella læra sangir fyri at lætta um læringina at læra orðum. Lesa heilt stuttar gerandisligar tekstir, kanska barnabøkur og tekstir gjørdar til endamálið. Skriving verður í fyrstu syftu bara nýtt sum hjálp til tað munnliga.

Mállæra: Teir størstu orðaflokkarnir - navnorð og sagnorð - verða umrødd, so at útlendingurin fær evnað heilt einfaldar setningar. Málið er, at útlendingurin er tryggur í at nýta navnorð í eintali og fleirtali í hvør-, hvønn- og hvørjumfalli, og í at nýta sagnorðini í nútíð og tátíð í øllum persónum. Annars verður kunnað um lýsingarorð, persónsfornøvn og kenniorð. Tó verður á hesum stigi ikki miðað eftir, at útlendingurin dugir at nýta øll bendingarmynstur.

Mentan: Kunnað verður um siðir og gerandislív í Føroyum, útferðir og stovnsvitjanir kunna vera partur av hesi kunning. Temu eru t.d. gerandislív, familja, samdøgrið, tølini, máltíðir, til handils, prísir, bústaðir, barnagarðar, skúli, heilsuviðurskifti, tónleikur.

Roynd:

Royndin er munnlig og skipað sum ein samrøða millum lærara og næming um mynd, tekst ella evni. Skúlin skipar sjálvur fyri hesi roynd.

FFM 2

Endamálið:

Endamálið við FFM2 er, at skeiðsluttakarin skal 

  • lúka øll førleikakrøvini í FFM1
  • kenna orðaflokkarnar sagnorð og navnorð, kenniorð, lýsingarorð og persónsfornøvn
  • duga at brúka eintal og fleirtal
  • duga at brúka sagnorð í nútíð og tátíð
  • nýta talumálið klárt í upplestri og samrøðu.
  • lurta eftir einum samrøðupartnara ella upplestri og endurgeva tað hoyrda.
  • lesa upp, seta spurningar og svara spurningum í samband við tekstin
  • duga at nýta teldu sum amboð
  • duga at nýta teldutøkar orðabøkur og aðrar leitskipanir á teldu.

Undirvísingin:

Lurta og tala: Hoyri– og talivenjingar, sum miðvíst venja rættan framburð, so at útlendingurin er førur fyri at samanbera tað hann/hon sigur við úttaluna hjá føroyingunum.

Lesa og skriva: Skriva stutt skrivlig avrik sum t.d. brøv ella teldubrøv til skúla ella barnagarð. Byrjað verður við fyrisagnum við rættskriving fyri eyga.

Lesa autentiskar tekstir, t.d. tíðindi, veðurtíðindi ella brøv frá myndugleikum og stovnum, møguliga saman við upplestri. Lættar stuttsøgur og krabbabøkur kunna eisini nýtast.

Mállæra: Framhald av mállæruundirvísing við navnorðabending í føllum og eintali og fleirtali. Sagnorðini verða gjøgnumgingin í øllum tíðum (sterk/veik). Lýsingarorð  og persónsfornøvn verða gjøgnumgingin.

Setningsgreining verður gjøgnumgingin, og næmingurin lærir at gera høvuðs- og eykasetningar.

Mentan: Temu eru t.d. nærumhvørvið, her verður hugsað um stovnar, arbeiðspláss, barnaansing, frítíðartilboð, heilsuverk, rættindi og skyldur hjá einstaka borgaranum, útbúgving, ítróttur, mentan, søga, ferðing, bókasavn, Føroya landalæra, veður, árstíðir, ”vesturlendsk” virði, javnrættur millum menn og kvinnur, barnauppaling, trúarfrælsi, skriva CV.

Roynd:

Royndin er munnlig og skrivlig. Tann munnliga royndin verður skipað sum samrøða um ókendan tekst. Tann skrivliga royndin umfatar partvíst mállæru og partvíst framseting ella innsetingarstykki. Skúlin skipar sjálvur fyri royndini.

FFM 3

Endamálið:

Endamálið við FFM3 er, at skeiðsluttakarin skal

  • lúka øll førleikakrøvini í FFM2
  • duga at tosa við fólk og at svara aftur á føroyskum við passaliga longum og samansettum
  • setningum og rættiliga fjølbroyttum orðatilfari.
  • tosa nøkulunda rætt føroyskt og kunna práta um øll evni.
  • hava hylling á føroyskari mállæru, t.e. orðaflokkum og setningsbygging.
  • lesa vanligan føroyskan tekst, bæði fagrar bókmentir og yrkisbókmentir og duga at greiða
  • frá innihaldi og í vissan mun at greina tekstin.
  • skriva vanligt føroyskt mál nøkulunda rætt.

Undirvísingin:

Lurta og tala: Lesa fagrar bókmentir sum søgur, sangir, leikir og yrkingar. Ynskiligt er, at næmingarnir uppliva og møguliga lesa sjónleik og læra seg nógv sungnar føroyskar sangir og sálmar uttanat.

Lesa og skriva: Lesa yrkisbókmentir við denti á samtíðartekstir, eins og samansettir tekstir. Tekstirnir skula geva meining í næmingsins huga, hava samband við støð, hendingar ella kenslur, sum næmingarnir kenna seg aftur í. Tekstirnir skula eisini spegla føroysk viðurskifti og føroyska mentan. Altjóða mentan er eisini partur av føroyska samfelagnum, og tekstatilfar skal eisini umboða hana.

Mælt verður til at lesa einar 30 síður av føgrum bókmentum, einar 15 síður av yrkisbókmentum, og at næmingarnir skriva í minsta lagi skriva 8 stutt skrivlig avrik.

Mállæra: Mállæra verður gjøgnumgingin. Allir orðaflokkar verða viðgjørdir.

Mentan: Ynskiligt er, at næminarnir uppliva konsertir í kirkjum, samkomum og mentanarhúsum, at teir ferðast í Føroyum og læra um sagnir á staðnum og vitja forkunnugar bygningar eins og Norðurlandahúsið, Forngripasavnið og Kristianskirkjuna.

Roynd:

FFM3 endar við eini munnligari og eini skrivligari roynd.

Tann munnliga royndin byggir á samrøðu um ókendan tekst, sum skal vísa, at næmingurin skilir tekstin og dugir at greiða frá innihaldinum á føroyskum. Fyrireikingartíðin er 30. min.

Tann skrivliga royndin varir 3 tímar og er:

  • Stutt framseting (uml. 250-350 orð) um eitt givið evni.
  • Roynd í at ”Lesa og skilja”, sum er tekstur ella mynd við hóskandi fatanarspurningum.

Mentamálaráðið hevur yvirumsjón við royndini og ger royndartilfarið við støði í undirvísingarkrøvunum, og tekur avgerð um, hvussu royndin verður skipað. Mentamálaráðið tryggjar t.d. í samráð við lærarar, sum undirvísa í FFM, at royndin er í samsvari við tað, ið lært er.

Royndin verður dømd eftir nýggja próvtalsstiganum við einum próvtali fyri munnligu royndina og einum fyri skrivligu royndina.

Krøvini fyri at fáa 12 eru hesi:

Upplesturin er flótandi, úttalan sera góð og skillig. Munnliga framløgan av tekstinum er greið og væl skipað, málið er samanhangandi, sum heild rætt, og orðatilfeingið er fjølbroytt í mun til stigið. Próvtakarin vísir góða tekstfatan og dugir at seta ókenda tekstin í samband við tey evni, ið eru knýtt at tekstinum, og tekur sum heild allar viðkomandi tættir inn í viðgerðina. Samtalan um myndina gongur væl, próvtakarin skilir væl vanligt gerandismál og dugir at samskifta sjálvstøðugt um gerandisevni.

Námsætlanin verður sett í verk sum ein royndarskipan í 2 skúlaár og verður eftirmett á vári  2019.