Námsætlan sum word-fíla: 

1. Samleiki

Náttúrulæra er læran um, hvussu náttúran er uppbygd, hvussu menniskju kunnu ávirka náttúruna við teirra  lívsumstøðum. Náttúrulæra er læran um, hvussu evnafrøðiligu evnini samstarva, hvussu umhvørvi og liðkam verða ávirkaði av ringrásini hjá jørðini, hvussu mannakropurin virkar og ávirkast ímun til orku og innihaldi í kosti, og brúkaraháttum í sambandi við framleiðslu og vitan, arbeiðshátti, arbeiðsrørslum í mun til fysiskar lógir og reinføri.

Eisini er náttúrulæra læran um ringrásina í náttúruni, fotosyntesu og mýl, og um orsøkir og ávirkanina av hesum evnum.

Náttúrulæra byggir á vísindalig ástøði og nýtir náttúruvísindalig og samfelagsvísindalig háttaløg. Úrslit frá gransking innan hesi øki verða nýtt, so at vit kunnu skilja, hvussu menniskjað og náttúran eru uppbygd og virka sínámillum.

Náttúrulæra er samansett av pørtum úr alisfrøði, evnafrøði, støddfrøði og lívfrøði. Teir støddfrøðiligu partarnir verða brúktir í undirvísingini í samband við frágreiðingar og útrokningar.


2. Endamál

Endamálið við undirvísingini í náttúrulæru er, at næmingurin við at arbeiða við ymiskum náttúrufrøðiligum fyribrigdum mennir førleika sín at lýsa og greina ymisk náttúrufrøðilig evni við støði í náttúruvísindaligum hugsanarhátti.

Næmingurin skal menna evni síni at viðgera og arbeiða við heilsufakligum greiðsluevnum, heilsufakligum hugtøkum, og at nýta náttúruvísindaligar arbeiðshættir. Næmingurin skal hava nomið sær eitt fakmál, so hann megnar at orða seg greitt og neyvt í yrkisfakligum høpi.


3. Stig og tímatal

Náttúrulæra á C-stigi fevnir um 105 klokkutímar.


4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingurin fer til munnliga próvtøku bæði í kjarnaøkjum og ískoytisøkjum.

Kjarnaøki

Kjarnaøki

Orka og føðsluevni

Vætubýtið, vætujavnvágur og nýruni

Blóðið

Sýru og lútjavnvágin

Ergonomi og rørsluskipanin

 

Kjarnaøki

Mikroverur, lívsumstøður og fyribyrging av endemi, epidemi og pandemi

Heilivágur og útrokningar

Ljóð og ljós

Hoyrn og sjón og aðrir sansir

Heilakyknan og psykofarmaka

 

Royndir við náttúfakligum evnum og háttaløgum

Orka og føðsluevni
  • Orkugevandi evni, evnafrøðiliga samansetingin, mettaðar og ómettaðar feittsýrur, mono-, di- og polysaccaridir, eggjahvítaevni og alkohol í mati og blóðið
  • Føðsluevnini í blóðrenslinum, osmosa, diffussión og orka
  • Útrokningar av føðsluevnum og orkutørvur
  • Samanseting av føðslu
  • Vegleiðing í samband við diabetis og blóðtøppar

Vætubýtið, vætujavnvágur og nýruni

  • Týdningurin av vætujavnvágini, intracellurlært og ekstracellulært, sølt í vætuni, ávirkan á heilaskipanina og vøddar. Týdningurin av nýrunum í samband við vætujavnvágina.
  • Hitaviðurskifti í kroppinum, hitatøka og hitamissur og mátingar

Blóðið

  • Samanseting av blóðinum, virkan av blóðlikamun, ferðsla og blóðtypur
  • Kolloidosmotiska trýstið og kyknurnar
  • Moler koncentratión / molaritetur

Sýru og lútjavnvágur

  • Ph-virði, buffarar og erytrocyttar
  • Nýru og lungu
  • Máta og rokna Ph-virði

Ergonomi og rørsluskipanin

  • Fysisk viðurskifti, sum gera seg galdandi tá fólk og lutir skulu flytast rætt
  • Munurin á dynamiskum og statiskum vøddaarbeiði
  • Ergonomiskt rættar arbeiðsrørslur og hjálpitól

Mikroverur, lívsumstøður og fyribyrging av endemi, epidemi og pandemi

  • Virus, bakteriur og soppar og teirra ávirkan á fólk og heilsuumhvørvið
  • Farsóttir og smitta í heilsuhøpi
  • Verja og fyribyrging
  • Mikroverur og heiluvágur
  • Eksponentiellur vøkstur og logaritmiskar funktiónir í sambandi við nøring av smáverum

Heilivágur og útrokningar

  • Skamtan av viðgerðarfyriskipaðum heilivági
  • Viðgerðarfyriskipan og styrki av heilivági
  • Massa- og volumenprosent
  • Eygleiðing av árini og hjáárini av heilivági

Ljóð og ljós, hoyrn og sjón og aðrir sansir

  • Ljós- og ljóðbylgjur
  • Hvussu sjón (eygu) og hoyrn (oyru) eru bygd upp og hvussu tey virka
  • Aldursbroytingar í sambandi við óljóð og ljósbrot
  • Heilin og hvussu sansafatan verður mett og tulkað
  • Máting av ljóðstyrki í dB

Heilakyknan og psykofarmaka

  • Nervalagið og boð millum heilakyknur
  • Heilaimpulsir og neuronir
  • Aktivur transportur og neurotransmittarar
  • Týdningurin av psykofarmaka

Royndir við náttúrufakligum evnum og háttaløgum

  • At gera, skjalfesta og bera fram úrslit av royndararbeiði við náttúrufakligum evnum

Ískoytisøki

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleikar næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.

Kjarnaøkini eru ikki nóg mikið til, at næmingurin skal røkka teimum ásettu førleikamálunum. Við ískoytistilfari og viðkomandi tvørfakligum samstarvi verður farið meira í dýpdina. Á tann hátt verður kjarnatilfarið sett inn í eitt størri høpi. Ískoytisøki kunnu eitt nú vera evni ella temu sum t.d. umhvørvi, føðsla, farsóttir o.s.fr.

Í minsta lagi ein undirvísingargongd verður løgd til rættis við einum ískoytisøki.

Ískoytistilfarið skal saman við kjarnatilfarinum leggjast til rættis soleiðis, at eyðkennið hjá ymisku skúlaformunum kemur til sjóndar.


5. Førleikamál

Í lærugreinini náttúrulæru eru førleikamálini lutað sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvið. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg í náttúrulæru um at virða tær reglur og mannagongdir, ið eru galdandi fyri tað fakliga arbeiðslagið og samstarv í lærugreinini, tað verði seg ástøði, háttaløg o.tíl. Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað náttúrutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, eins og hann skal hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

Førleikin at samskifta snýr seg í náttúrulæru um førleikan at bera fram sína hugsan og sína vitan munnliga og skrivliga. Lærugreinin náttúrulæra hevur ein týðandi leiklut í at menna førleika næmingsins at nýta faklig hugtøk um spurningar innan náttúrulæru. At samskifta um spurningar innan náttúrulæru snýr seg eisini um at rokna, t.d at hyggja at talvum og hagtølum og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna sum heild.

Førleikin at bera fram meiningar sínar munnliga í lærugreinini náttúrulæru ber í sær at mælta málið verður nýtt til at samskifta, lurta, tala og at greiða frá spurningum og viðurskiftum viðvíkjandi endurbúgving. Munnligir førleikar sum t.d. samtala, tvírøða, frágreiðing, frásøgn v.m. eru amboð í sambandi við undran, grundan og próvførslu. Stórur dentur verður lagdur á munnlig førleikamál í lærugreinini náttúrulæru.

At orða seg skrivliga í lærugreinini náttúrulæru ber í sær at duga at nýta vitan og sjónarmið í spurningum og viðurskiftum um endurmenningini. Skriving er ein háttur at skipa hugsan, royndir og meiningar, og er eitt amboð til at læra, tulka, próvføra og samskifta.

Førleikin at lesa snýr seg í náttúrulæru um at seta seg inn í, kanna, tulka og grundgeva um fakligar tekstir við vaksandi torleikastigi. At duga at lesa í náttúrulæru snýr seg eisini um at viðgera og nýta fjølbroytta vitan, ein hevur ogna sær úr filmum, ritmyndum, talvum o.s.fr. Fyri at skilja og virkin taka lut í egnum samfelag er eisini neyðugt at duga at lesa og leita sær vitan í handbókum, skrivligum keldum (bløðum, tíðarritum) og internetinum og meta kritiskt um hesi.

Førleikin at nýta KT snýr seg í náttúrulæru um at leita sær vitan, kanna heimasíður og kelduvirði teirra og velja út viðkomandi vitan um yrkislig evni/temu. Kunningartøkni er ein nátúrligur partur at brúka sum amboð í undirvísing og læring m.a. tá leitað verður eftir tilfari á netinum, so sum myndum, tónleiki, teksti og filmum. Kunningartøkni verður eisini nýtt í sambandi við framløgur. Undirvísingin skal fevna um fakliga at taka støðu til ymisk sløg av telduskráum og náttúrufakligum innihaldi. Dentur verður lagdur á, at kunningartøkni verður nýtt skapandi og keldukritiskt. KT-førleikar merkir eisini at kenna persónsvernd og upphavsrætt og duga at nýta og fylgja reglum og mannagongdum fyri samskifti á internetinum. At nýta talgild samskiftis- og samstarvstól merkir harumframt at framleiða og vísa kt-framleiðslu, eitt nú framløgur ella framsýningar.

At kanna

Førleikin at kanna er ein íborin førleiki. Vit kanna umhvørvið fyri at klára okkum í lívinum. At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir stigvíst.

Førleikin at kanna snýr seg um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara til at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um arbeiða við rehabilitering. Næmingurin skal læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan og kunnleika í bókmentum, handbókum, tíðarritum, á internetinum, umframt at gera verkligar uppgávur.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læring.

Førleikin at skapa snýr seg um, at næmingurin gerst tilvitaður um og lítir á síni egnu evni, so at hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu tøknin saman við samskiftisloysnum hevur verið við til at broytt lívsáskoðan, mentanir og samfeløg.

Næmingurin evnar at orða spurningar og at seta fram tilhugsanir, sum kunnu verða kannaðar, próvføra og skifta orð um hetta við atliti at øðrum tilhugsanum. Tað merkir, at næmingurin skal vera við í samrøðum, samskifta um hugskot og tosa um spurningar og hugsandi loysnir við onnur.

Næmingurin skal læra, at verkligar royndir og frágreiðingar um tøknilig viðurskifti eru ein partur av skapandi tilgongdini, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflog. Við at arbeiða við myndlum lærir næmingurin at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.

Fakligir førleikar

Við støði í kjarnaøkjunum í lærugreinin megnar næmingurin:

  1. At vísa kunnleika til náttúrufakligu kjarnaøkini.
  2. At lýsa munir og broytingar í náttúrufakligu menning menniskjans, serliga í mun til normalt virkandi menniskjað
  3. At greiða frá náttúrfakligu ástøði, hugtøkum og kanningum
  4. At finna og handfara viðkomandi náttúrufakliga vitan til ítøkiligar uppgávur og viðkomandi tilfar, og somuleiðis kritiskt meta um hesa vitan á fakligum grundarlagi
  5. At lýsa ymiskar náttúrfakligar spurningar út frá ymiskum sjónarhornum
  6. At vísa kunnleika á byrjanarstøði um náttúrufakligar granskingarhættirnar og kunnleika um siðfrøðiligar spurningar í náttúrufakligari gransking
  7. Duga at skilja mun á gerandisligari náttúrulæru í verki og granskingargrundaðari náttúrufakligar vitan
  8. At meta um týdningin av mentanarligum tættum í mun til atferð hjá menniskjum
  9. Munnliga nýta náttúrfaklig hugtøk.

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í annaðhvørt hansara skrivligu ella munnligum avrikum. Eftirmetingin skal altíð gerast eftir hvørt skúlaskeið, og skal úrslitið av hesari eftirmeting latast næmingunum skrivliga.

Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini og skal hava vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Próvtøkuhættir

Hildin verður ein munnlig próvtøka. Talan kann vera um annahvørt próvtøkuhátt A ella B. Lærarin tekur í samráð við næmingarnar, áðrenn annað skúlaskeiði endar, avgerð um, hvørjum próvtøkuhátti flokkurin fer til próvtøku sambært. Allir næmingar í hvørjum flokki fara til próvtøku eftir sama próvtøkuhátti.

Próvtøkuháttur A

Próvhoyringin varir 25 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 50 minuttir íroknað útflýggjan av próvtøkuspurningi, tilfari og vegleiðing.

Próvtøkuspurningarnir verða settir við støði í evnum, økjum o.tíl., bæði úr kjarnaøkjum og ískoytisøkjum. Próvhoyringin er ein faklig samtala millum próvtakara og próvhoyrara, og tekur samtalan støði í framløgu próvtakarans av tilfari, ið er tengt at próvtøkurspurningi, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini.

Próvtøkurspurningurin kann hava leiðbeinandi undirspurningar. Próvtøkurgrundarlagið er ókent tilfar, sum próvhoyrarin hevur valt. Próvtøkurgrundarlagið skal hava kelduávísing.

Próvtøkuháttur B

Próvtøkurháttur B tekur støði í einum stakdømi (case), har próvtakarin tekur eina uppgávu, sum hann skal arbeiða við. Í mesta lagi 3 próvtakarar kunnu arbeiða saman í bólki um sama stakdømi.

Stakdømið, sum próvtakarin ella bólkurin tekur, skal nágreiniliga lýsa eina fjøltáttaða støðu hjá einum borgara ella einum bólki av borgarum. Saman við stakdøminum verða arbeiðsfrymil ella arbeiðsspurningar útflýggjaðir.

Próvtakarin fær útflýggjað stakdømisuppgávuna eina viku undan próvtøkudegi.

Próvhoyringin varir 20 minuttir, íroknað próvdøming. Eingin fyrireikingartíð er. Framløga próvtakarans tekur støði í einum skrivligum uppriti um stakdømið og um arbeiðsfrymil/arbeiðsspurningar, í longd einar 2-3 síður. Próvhoyrari og próvdómari hava rætt at síggja uppritið. Próvtakari skal m.a. greiða frá ymiskum støðum hjá borgara í stakdøminum og frá teimum loysnunum, sum próvtakarin er komin fram til við støði í arbeiðsøkinum hjá einum heilsuhjálpara. Próvtakarin skal tengja ástøði í lærugreinini at stakdøminum.

Í próvtøkuhætti A verða próvtøkugrundarlagið og próvtøkurspurningarnir í talgildum líki send próvdómaranum til góðkenningar í seinasta lagið 5 dagar undan próvtøkudegi.

Í próvtøkuhátti B verða stakdømi og frymil/arbeiðsspurningar send próvdómaranum til kunningar samstundis sum næmingarnir fáa tilfarið útflýggjað.

Dømingargrundarlag

Próvtøkuháttur A

Próvhoyrt verður í ókendum, ótillagaðum tilfari, og tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað í tema ella á annan hátt er knýtt at evnum, økjum o.tíl., sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini. Tilfarið, ið er grundarlag undir munnligu próvtøkuni, skal í sínari heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað.

Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd og støðisførleikunum sýna evni sjálvstøðugt at leggja fram og viðgera tilfar við støði í próvtøkuspurningi. Hann skal sýna, at hann dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir í undirvísingini og síggja próvtøkutilfarið úr frásjón.

Próvtøkuháttur B

Próvtakarin skal í sambandi við stakdømið sjálvstøðugt greiða frá teimum atlitum, sum ein heilsuhjálpari má taka, fyri at borgarin kann varðveita sína sálarligu og likamligu heilsustøðu. Próvtakarin skal greiða frá møguligum loysnum í stakdøminum. Próvtakarin skal eisini meta um sínar egnu loysnir við støði í førleikamálunum. Próvtakarin skal sýna, at hann dugir at nýta hugtøk og ástøði úr arbeiðsfrymilinum/arbeiðsspurningunum.

Dømingin verður grundað á, í hvønn mun próvtakarin lýkur fakligu førleikamálini. Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

Próvtalslýsingar

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Munnliga framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað. Málið í framløguni er fjølbroytt og neyvt. Próvtakarin er sera virkin í fakligu samrøðuni. Próvtakarin viðger og troytir evnið framúr væl, og evnisviðgerðin er væl grundað við bert fáum ella ongum týðandi lýtum. Próvtakarin vísir, at hann hevur gott tak á háttalagi, hevur gott innlit í lærugreinina og dugir væl at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. Hann megnar væl at flyta seg úr tí ítøkiliga til tað óítøkiliga.

7

Gott

Munnliga framløgan er greið, rímiliga samanhangandi og hampiliga væl skipað. Málið í framløguni er hampiliga fjølbroytt og gott. Próvtakarin er virkin undir fakligu samrøðuni. Próvtakarin viðger evnið væl, og evnisviðgerðin er rímiliga væl grundað, tó við fleiri manglum. Próvtakarin vísir, at hann hevur tak á háttalagi, hevur innlit í lærugreinina og dugir at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. Hann megnar at flyta seg úr tí ítøkiliga til tað óítøkiliga.

02

Nøktandi

Munnliga framløgan er rímiliga væl skipað. Málið í framløguni er nøktandi. Próvtakarin er við í fakligu samrøðuni. Evnisviðgerðin er grunn og heldur illa grundað; tó er hon nøktandi. Próvtakarin vísir lítið innlit í vitan og hugtøk í lærugreinini.


7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglunum, ið eru støðið undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar. Tað er ábyrgd lærarans at skipa undirvísingina.

Didaktiskar meginreglur

Í undirvísingini er umráðandi, at førleikarnir at lurta, at tala, at lesa og at skriva renna saman í eina heild. Í teirri einstøku undirvísingargongdini ber til at leggja høvuðsdent á eitt av kjarnaøkjunum, tað kann vera kost mikroverur og vætujavnvágina.

Av stórum týdningi er tað, at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til, og tá ið tað verður mett at vera hóskandi. Á tann hátt verður vitan í einum kjarnaøki roynd saman við vitan úr einum øðrum, og er sostatt við til at gera fatanina av náttúrulæruni meira fjøltáttaða.

Munnligi tátturin skal vera raðfestur høgt, og samrøðan er kjarnin í hesum tátti. Munnligar framløgur skulu skipast inn í undirvísingartilgongdina, so næmingurin stigvíst venur seg við at leggja fram. Dentur verður lagdur á, at næmingurin sameinir munnligar framløgur við egin skrivlig verk, nýtslu av KT-amboðum, ymiskar samskiftishættir o.s.fr. Á tann hátt verður retoriski førleikin hjá næminginum mentur.

Skrivligi tátturin skal eins og tann munnligi í stóran mun vera skipaður inn í dagligu undirvísingina og í fakligu heildina. Á henda hátt kann næmingurin menna seg í skrivitilgongdini og í stigum ogna sær góðar skriviførleikar. Somuleiðis skal verða borið so í bandi, at skrivlig avrik í øðrum lærugreinum eisini kunnu vera partur av skrivligum avrikum í lærugreinini náttúrulæru. Umframt at hetta styrkir um tvørfakliga samstarvið, gevur tað næminginum eina greiðari fatan av týdninginum, skriviførleiki hevur fyri alt skrivligt samskifti, og samstundis mennir tað evnini hjá næminginum at orða seg bæði munnliga og skrivliga.

Kanningararbeiði kann vera partur av tvørfakligum samstarvi og gera sítt til at menna skrivligu førleikarnar hjá næmingunum.

Stigvøkstur

Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat er best at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á sína egnu læring.

Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt, at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram móti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji ávegismálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.

At læra at læra

Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað at læra í grundini er. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir, og hvat endamálið við læringini er.

Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgondin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur verður eisini lagdur á kunna um týdningin av heimaarbeiði og tann leiklut, tað hevur í fakligu menningini.

Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja týdningin av lærugreinini náttúrulæru. Tá ið arbeitt verður við ymiskum táttum í lærugreinini, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, eisini uttan fyri skúlans gátt. Undirvísingin í náttúrulæru skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at arbeiða greinandi og sjálvstøðugt. Eisini skal næmingurin verða tilvitaður um, at hann í lærugreinini mennir sær førleikarnar at koma til orðanna í ymiskum samskiftisstøðum.

Arbeiðshættir

Arbeiðshættir skulu veljast so at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið soleiðis til rættis, at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður.

Undirvísingin verður løgd tilrættis, soleiðis at royndararbeiði og ástøði eru samantvinnaði, samstundis sum:

  • dagliga undirvísingin skiftir millum ymisku læringsrúmini
  • valdi arbeiðshátturin ger næmingin mest møguliga virknan og sjálvstøðugan
  • næmingurin sjálvur ger flestar møguligar royndir
  • næmingurin arbeiðir sambært bæði tí induktiva og hypotetisk-deduktiva-falsifikatiónsháttinum
  • næmingurin leggur munnliga fram til kjak
  • næmingurin eygleiðir í starvstovuni
  • næmingurin skrivliga skjalprógvar arbeiði, sum t.d. frágreiðingar og starvsstovuloggbók.

Í minsta lagi 1/3 av undirvísingini verður nýttur at gera kanningar og royndir. Íroknað er bæði arbeiðið undan og eftir kanningina ella royndina. Frágreiðingar verða altíð skrivaðar.

Náttúrulæra er náttúruvísindalig lærugrein, har undirvísingin skiftir millum ástøði og royndir, og royndararbeiðið er altíð ein fastur partur av undirvísingini. Tað merkir, at samstundis sum ástøðiligi parturin verður gjøgnumgingin, verður royndararbeiðið gjørt í royndarstovuni. Tí skal tætt samband vera millum tað ástøðiliga og tær royndir, ið tema/evni vilja lýsa. Í flestu førum er tað ein fyrimunur, at næmingurin ger royndararbeiðið, sum síðan verður støði undir einum tema, heldur enn at næmingurin fyrst lýsir temað ástøðiliga, fyri síðan at gera royndararbeiðið. Starvsstovuarbeiðið fevnir m.a. um at gera royndir:

  • ið verða gjørdar við støði í givnari (útflýggjaðari) vegleiðing
  • sum eru venjing við ítøkiligum kanningahættum
  • sum skulu testa hypotesu í sambandi við eina givna roynd
  • og um sjálvstøðugt at leggja til rættis royndir, testa hypotesur og viðgera úrslit frá egnum royndum.

Næmingarnir skulu í sambandi við royndararbeiði ogna sær vanligar royndarstovuførleikar, umframt læra um vanlig trygdarviðurskifti í royndarstovu. Hugtakið royndararbeiðið fatar um ymiskt virksemi hjá næminginum, sum t.d.:

  • at venja ítøkiligar arbeiðshættir og at nýta tøkni
  • at eygleiða, kanna og máta, bæði í royndarstovuni og í náttúruni
  • royndir, ið skulu testa og/ella endurskoða hypotesur.

Sýnisroyndir og greiningar av royndarúrslitum frá øðrum keldum kunnu nýtast sum íblástur í undirvísingini, men verða ikki roknaðar sum partur av næmingaroyndararbeiðinum.

Eyðsýnt er at byrja eina undirvísingargongd við eini kvalitativari roynd, fyri at eggja og kveikja forvitni næmingsins. Seinni kann royndin verða víðkað til eina kvantitativa roynd ella lagast á annan hátt.

Allar royndir skulu skjalprógvast í einari loggbók. Hesar skulu innihalda fullfíggjaðar viðmerkingar, ið styðja eina møguliga vegleiðing, soleiðis at alt frá royndini er skjalfest. Loggbókin skal vera soleiðis háttað, at hon kann verða nýtt sum egið viðkomandi tilfar í sambandi við eina próvtøku. Loggbókin verður eisini nýtt sum støði undir møguligum royndarstovufrágreiðingum.

Við at nýta myndatól og/ella videoupptakara kann næmingurin skapa eitt visuelt úrslit, ið seinni kann verða nýtt sum skjalprógv í sambandi við framløgur av ymiskum slag, royndarstovufrágreiðingar o.tíl.

Umframt at arbeitt verður við ymiskum sløgum av royndum, skulu hesar bæði vera kvalitativar og kvantitativar. Í sambandi við kvantitativu royndirnar skal dentur verða lagdur á rokning/meting av úrslitunum, óvissur av mátingum, umframt møguleikan at endurtaka royndina.

Í náttúrulæru skulu ymiskir arbeiðshættir verða nýttir so, at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Arbeiðshættir kunnu fevna um

  • lærarafyrilestur
  • einstaklingsverkevni
  • næmingaframløgur
  • samrøður í flokkinum
  • bólka- og toymisarbeiði
  • verkætlanarevni o.l.

Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarhættunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt sum næmingurin búnast og gerst meira sjálvstøðugur, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarformur at minka.

Næmingurin skal ikki einans duga at fyrihalda seg til boðskap úr tekstum, frá lærara og floksfeløgunum, men í eins stóran mun duga at miðla vitan og boðskap til lærara, floksfelagar og móttakarar uttan fyri flokshølið umframt skúlans gátt.

Arbeiðshættirnir eru tískil neyvt samantvinnaðir við serligum atliti at, hvussu bæði munnligi og skrivligi tættirnir verða útintir.

Endamálið við teimum ymsu arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d.

  • at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan
  • at granska, at arbeiða sjálvstøðugt
  • at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst
  • at arbeiða tíðaravmarkað
  • at samstarva
  • at samhugsa
  • at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi
  • at leggja til rættis og evna til eitt avrik
  • at gera uppgávuorðingar
  • at brúka ymisk háttaløg
  • at hugsa nýtt og verkseta
  • at hugsa djypri og breiðari um ávíst evni
  • umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing.

Kanningararbeiði kann vera gjørt í sambandi við skrivlig avrik. Kanningin skal fevna um í minsta lagi eina verkætlan við ítøkiligum úrsliti. Næmingarnir skulu sjálvstøðugt fordjúpa seg í ein fakligan spurning. Smærri kanningararbeiði, royndir, verða framdar og viðgjørdar.

Lærari má altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.

Samstarv

Lærugreinin náttúrulæra er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinar. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinar um ymisk evni, eitt nú menning av skapandi evnum og KT-førleikum og evnum úr lærugreinini náttúrulæru.

Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi – frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinar við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning.

Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir.

Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinarnar sum partar av størri heild og letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin.

Skrivlig avrik

Skrivligi parturin letur upp fyri tvørfakligum samstarvi og við tí øðrvísi skrivligum avrikum. Heldur enn at lata eitt avrik in, sum bert fevnir um náttúrulæru, eigur talan verða um tvørfakligt samstarv.

Næmingurin skal hava venjing í at skriva so, at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivligu uppritini, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.

Arbeitt verður við uppgávum og verkætlanum, har dentur bæði verður lagdur á arbeiðsgongd og úrslit. Hetta kann samlast í skjalamappu (portfolio) hjá hvørjum einstøkum næmingi, so at undirvísingargongdir og fakliga menningin hjá næminginum verða skjalfest.Næmingurin skal í minsta lagi lata inn 3 sjálvstøðug, skrivlig avrik í lærugreinini.

Samrøða

Munnlig framseting hevur reglur og lýsingar, sum næmingurin skal duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð, og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri móðurmálinum sum vitborið amboð, ið skal víðka sjónarringin hjá næminginum. Allir flokkar skulu tí gera royndir við málinum, eitt nú við sínámillum tosi og við tí at siga frá.

Skúlin skal vera so rúmur, at til ber at tosa um kenslur, evni, hugtøk og hendingar í gerandisdegnum. Arbeiðast skal við tí at lurta og tí at vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðaval og talugávur mennast. Næmingurin skal sleppa at royna veruligar eins væl og gjørdar samrøður. Floks- og bólkakjak skal javnan eftirmetast so, at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið, og samrøðuna ella orðaskiftið at rigga og ganga væl.

Lesing

Næmingurin skal haldast til at lesa nógv. Eitt gott lesiumhvørvi í skúlanum er ein treyt fyri at menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Hetta verður skapt í flokkinum við nógvum ymiskum lesitilfari og góðum vanum. Skúlabókasavnið er ein sjálvsagdur partur av hesum góðu vanum. Fyri at røkka góðum lesiumhvørvi er av stórum týdningi, at skúlabókasavnið er ein natúrligur partur av skúlagongdini. Í byrjanini kunnu næmingarnir t.d. lesa eina stutta bók um dagin. So hvørt sum bøkurnar gerast drúgvari, má meira tíð setast av til at lesa eina bók. Umráðandi er, at lesingin verður løgd til rættis samsvarandi tí førleikastigi, næmingurin er á. Allir næmingar skulu lesa eina aldurshóskandi skaldsøgu ella samsvarandi tekstmongd um mánaðin øll skúlaárini.

Lívlong læring

Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.