Seinast broytt: 
1. juni 2015
Viðmerking: 
Nýggj námsætlan fyri støddfrøði D
Námsætlan sum Word-fíla: 

1. Samleiki

Støddfrøðin ger vart við seg á so mongum týdningarmiklum samfelagsøkjum, eitt nú í medisini, búskapi, tøkni, samskifti, orkuumsiting og byggivirksemi. Tað merkir, at hollur førleiki í støddfrøði er ein fortreyt fyri menning av samfelagnum. Somuleiðis er støddfrøðiligur førleiki neyðugur fyri at kunna skilja og hava ávirkan á mannagongdir í samfelagnum.

Til tann støddfrøðiliga førleikan hoyrir eisini at loysa uppgávur. Tað er at lýsa og umskapa ein trupulleika til eina støddfrøðiliga uppgávu, loysa hana og meta um týdningin av henni. Í støddfrøðini nýtir ein bæði hjálpartól og tøknitól. Førleiki í støddfrøði er eitt týdningarmikið amboð, og lærugreinin kann vera grundarlag fyri víðari útbúgving og harumframt vera partur av yrkis- og frítíðarlívinum.


2. Endamál

Undirvísingin í støddfrøði á D stigi í FHS hevur til endamáls, at næmingurin

  • ognar sær kunnleika um tann partin av støddfrøðini, sum hevur týdning innan handil og búskap
  • mennir sínar førleikar at kenna aftur støddfrøðiligar ivaspurningar, bæði yrkisfakliga og í almennum høpi
  • fær kunnleika til støddfrøðiligar hugsanarhættir, so at støddfrøðin kann vera honum til hjálpar og eitt hent amboð í øðrum lærugreinum og í framhaldandi útbúgving
  • gerst førur fyri at arbeiða við tøl, brigdlar og einføld støddfrøðitekn
  • gerst førur fyri at nýta støddfrøði til at lýsa og loysa einfaldar uppgávur í gerandisdegnum og í verkligum høpi
  • gerst førur fyri at greiða frá loysnarháttum í munnligum og skrivligum avrikum
  • gerst førur fyri at nýta viðkomandi hjálparmiðlar.

3. Stig og tímatal

Undirvísingin í støddfrøði á D-stigi í FHS fevnir um 45 klokkutímar, ið svarar til 60 pultstímar.


4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi.

Kjarnaøki

Kjarnaøkini í støddfrøði á D-stigi í FHS eru 5 í tali: 1. Tal- og teknrokning, 2. Handilsrokning við skiftispunkti, 3. Renturokning, 4. Vísitøl og hagtøl og 5. Yrkisfakligt verkevni:

Tal- og teknrokning

Kjarnaøkið tal- og teknrokning fevnir um talfatan, vanligar roknihættir við tal- og frymlaheildum, prosentrokning, rokning við broti, umframt funktiónir og funktiónshugtøk, ið eru ætlað at lýsa samanheingi og broytingar. Harumframt fevnir økið um linjurættar funktiónir og rangt lutfall við teimum grafisku lýsingum, ið hartil hoyra, umframt at loysa líkningar, har ímillum líkningar við tveimum ókendum.

Handilsrokning og skiftispunkt

Kjarnaøkið handilsrokning og skiftispunkt snýr seg um mest vanligu útrokningarnar í handilsligum høpi. Mest vanligu hugtøkini, so sum søluinntøka, fastur og broytiligur kostnaður, og skiftisíkast og rakstrarvinningur eru partar av pensum. Eisini eru mest vanligu avkastini eru umfatað, herundir skiftisavkast, brutto- og nettoavkast. Hettar merkir at prosentrokning eisini er ein náttúrligur partur av hesum øki. Skiftispunkt skal roknast og skljast frá ymsum vinklum.

Renturokning

Kjarnuøkið renturokning umfatar lýsing av rentu hugtakinum. Renturokning sum grundarlag fyri íløgum og fígging verður umrødd. Pensum umfatar rentuhugtakið, Samansparing og lán. Arbeitt verður við verðuligum dømum, sum vísa hvat útrokningarnar verða brúktar til.

Vísitøl og hagtøl

Kjarnuøkið vísitøl og hagtøl inniheldur vanliga prosentrokning, rokning við vísitølum og hagtølum. Fyrsti partur av pensum umfatar prosentrokning, vigað miðal, vísitøl og prístal. Arbeitt verður við verðuligum dømum. Annar partur av pensum umfatar óflokkað hagtøl og flokkað hagtøl. Arbeitt verður við mest viðkomandi hugtøkum innan hagfrøðina, herundir títtleika og tídd, eisini samanlagdum títtleika. Arbeitt verður við mátum fyri miðalvirði og spjaðing. Verulig dømi verða nýtt at skilja evnið, bæði í talvum og myndum.

Verkætlan

Kjarnuøkið snýr seg um verkætlanararbeiði, ið fevnir um á leið 30% av undirvísingartíðini. Fakligu spurningarnir í verkætlanini skulu geva møguleika fyri at arbeiða við evnum innan øll kjanruøki á einum praktiskum grundarlagið. Næmingarnir velja í samráð við læraran eitt evni, og valda evnið verður grundarlag undir verkætlanararbeiðinum. Næmingarnir kunnu arbeiða við verkætlanarevni einsæris ella í bólki. Næmingarnir skulu, hvør sær ella í smærri bólkum skrivliga gera eina endamálsorðing og nakrar spurningar í sambandi við verkætlanina. Verkætlanin verður latin inn sum skrivligt avrik, og hon skal í vavi svara til umleið trý skrivlig uppgávurøð.

Ískoytisøki

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum semjast um í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleikar næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.


5. Førleikamál

Førleikamálini eru býtt sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning, fyri at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri læru­greinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg í støddfrøði um at virða tær grundleggjandi reglur, ið náttúran og tað náttúruskapta umhvørvi hava at laga seg eftir. Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað nátturutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, eins og hann skal hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

Førleikin at samskifta snýr seg í støddfrøði um at bera fram sína hugsan og sína vitan munnliga og skrivliga, og at lesa. Lærugreinin støddfrøði hevur ein týðandi leiklut í at menna førleika næmingsins at samskifta um støddfrøðiligar spurningar so, at hann dugir at nýta støddfrøðilig hugtøk um hesar spurningar og viðurskifti. At samskifta um støddfrøðilig mál snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna sum heild.

Førleikin at orða seg munnliga snýr seg í støddfrøði um at gera sær eina hugsan, seta spurningar, próvføra og greiða frá eini hugsan, grundaðari á støddfrøði. Tað merkir at vera við í samrøðum, samskifta um hugskot og røða um spurningar og møguligar loysnir saman við øðrum.

Førleikin at orða seg skrivliga snýr seg í støddfrøði um at loysa eina uppgávu við støddfrøði, lýsa og greiða frá eini hugsan og orða viðrakingar og hugskot. Harumframt snýr førleikin seg um at gera tekningar, skitsur, skap, talvur og ritmyndir, umframt at nýta støddfrøðilig tekn og formligt mál í lærugreinini.

Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot; at lesa er at skyna á og tulka. Í lærugreinini skal næmingurin tí frá fyrsta degi verða vandur við at lesa støddfrøðiligar uppgávur og at gera grein fyri sínum eygleiðingum og viðrakingum á skrift. Næmingurin skal duga at lesa og skilja vegleið­ingar, talvur, farmyndir, farstrikur og ímyndir. At megna at lesa í støddfrøði er tí at tulka og gagnnýta tekstir við støddfrøðiligum innihaldi úr gerandis- og arbeiðslívi.

Førleikin at rokna snýr seg í støddfrøði um førleikan at loysa uppgávur og gera kanningar við støði í praktiskum gerandisstøðum og í støddfrøðiligum spurdómum, umframt at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og úrtøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa greiðsluevni. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mong gerandismál, og tí hevur undirvísingin í síni heild ein avgerandi leiklut í hesi menning. Fyri at megna hetta, er umráðandi at kenna og verða førur fyri at nýta roknihættirnar, megna at nýta fjølbroyttar mannagongdir, ætla um og meta um, um svarið er rímiligt.

Førleikin at nýta tøknilig amboð er í støddfrøði at duga at nýta kunningartøkni, ið er ein fortreyt fyri øllum fjarskifti, umframt at nýta hesa tøkni til spæl, kanning, avmyndan og framløgu. Eisini snýr hesin førleiki seg um at kenna og meta um talgild amboð til uppgávuloysn, simulering og myndan. Harafturat er týdningarmikið at finna upplýsingar, greina og viðgera og leggja fram dátur við hóskandi hjálparamboðum og vera vandin við keldum, greiningum og úrslitum.

At kanna

Førleikin at kanna er ein íborin førleiki. Vit kanna umhvørvið fyri at klára okkum í lívinum. At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna snýr seg í støddfrøði um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara til at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um støddfrøðilig viðurskifti. Næmingurin skal læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan og kunnleika í bókmentum, handbókum, tíðarritum, á internetinum, umframt at gera verkligar royndir í starvsstovu og úti í náttúruni. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta vísindaliga framferðarháttin og at handfara keldutilfar á sakligan, siðiligan og munadyggan hátt.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læring.

Førleikin at skapa snýr seg í støddfrøði um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so at hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu náttúruvísindini saman við støddfrøðini hava verið við til at broytt náttúru, lívsáskoðan, mentan og samfeløg.

Næmingurin evnar at orða spurningar og at seta fram tilhugsanir, sum kunnu verða kannaðar, próvføra og skifta orð um hetta við atliti at øðrum støddfrøðiligum upplýsingum. Tað merkir, at næmingurin skal vera við í samrøðum, samskifta við onnur um hugskot og tosa um spurningar og hugsandi loysnir.

Næmingurin skal læra, at verkligar royndir og frágreiðingar um støddfrøðilig viðurskifti eru ein partur av skapandi tilgongdini, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflog. Við at arbeiða við myndlum lærir næmingurin at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.


Fakligir førleikar

Næmingurin dugir

  • At arbeiða við tal-, tekn- og formulviðgerð á grundstøði
  • at greiða frá støddfrøðiligum allýsingum, hugtøkum og háttalagi í sambandi við at hann orðar og loysir støddfrøðiligar uppgávur og spurningar á einum hóskandi støði
  • at finna og avmarka, kanna og loysa eina samansetta støddfrøðiliga uppgávu
  • at samskifta munnliga og skrivliga um støddfrøði og nýtslu av støddfrøði við skiftandi at nýta gerandismál og støddfrøðiligt teknmál
  • at nýta hóskandi hjálparmiðlar, harímillum teld.

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini og eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Eftirmetingin skal skjalfestast.

Tá ið undirvísingin er lokin, fær næmingurin ársmet sambært 7-próvtalsstiganum. Næmingurin verður mettur í mun til førleikamálini í lærugreinini, og talmetið verður givið við støði í einari heildarmeting av fakligu førleikum næmingsins.

Próvtøkuhættir

Við støði í próvtøkuspurningi og verkætlanarevninum, sum næmingurin hevur arbeitt við í undirvísingini, verður hildin ein munnlig próvtøka. Próvtøkuspurningar skulu fjølbroytt umboða tað, sum undirvísingin í lærugreinini hevur fevnt um. Næmingurin fær 24 minuttir fyrireikingartíð. Próvhoyringin varir 24 minuttir, íroknað próvdøming.

Próvhoyringin er tvíbýtt. Fyrri partur av próvhoyringini er ein framløga av verkætlanarevni próvtakarans. Seinni parturin av próvhoyringini fevnir um próvtøkuspurningin, sum próvtakarin hevur tikið við lutakasti, og sum hann hevur fyrireikað seg til í fyrireikingartíðini. Próvtøkuspurningurin er ein støddfrøðilig uppgáva, sum næmingurin skal loysa.

Dømingargrundarlag

Próvtakarin skal kunna greiða frá teimum støddfrøðiligu evnunum, sum eru fevnd av verkætlanarevni próvtakarans. Eisini skal tann ítøkiliga verkliga ivamálsorðingin, verkætlanarevnið fevnir um, koma greitt til sjóndar í framløguni. Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd og støðisførleikunum sýna evni sjálvstøðugt at leggja fram og viðgera tilfar við støði í verkætlanini. Hann skal sýna, at hann dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir í undirvísingini og síggja próvtøkutilfarið í frásjón. Undir próvhoyringini kann próvtakarin nýta sjálva verkætlanina at stuðla seg til, umframt talvur, myndir og annað tilfar, sum hevur verið nýtt í undirvísingini, og uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini.

Í sambandi við próvtøkuspurningin, skal próvtakarin vísa, at hann dugir at nýta grundleggjandi støddfrøðiligar roknihættir umframt støddfrøðiligan hugsanarhátt.

Dentur verður lagdur á, at próvtakarin

  • sýnir fakligt hegni
  • dugir at bera hugsanarhátt sín fram
  • hevur fatan av, hvussu støddfrøði kann verða nýtt í yrkisfakligum høpi
  • evnar at síggja uppgávuna í frásjón

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

Próvtalslýsingar

Munnligt D-stig

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað, og næmingurin vísir, at hann hevur gott innlit í tilfarið, sum próvtøkan er grundað á. Málið í framløguni er neyvt, tulkingin er sera væl grundað, við neyvum og greinandi eygleiðingum. Próvtakarin brúkar trygt og sjálvstøðugt tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini evnafrøði. Sjónarmiðini eru væl lýst og vísa gott innlit í lærugreinina. Fá og týdningarleys brek kunnu koma fyri.

7

Gott

Framløgan er samanhangandi og væl skipað. Málið í framløguni er skilligt og fjølbroytt. Tulkingin er góð, við greinandi eygleiðingum. Næmingurin brúkar tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini støddfrøðifrøði, og er virkin í fakligu samrøðuni. Sjónarmiðini eru týðulig, og meting næmingsins av próvtilfarinum er væl grundað. Framsetingin er hóskandi skipað. Onkur brek koma fyri.

02

Nøktandi

Framløgan er heldur trilvandi og hongur ikki væl saman. Framløgan er so dánt væl skipað, skillig, men bæði fak- og málsliga veik. Greiningin er veik og tulkingin ógreið og fakliga eygleiðingin veik. Próvtakarin er tó við í fakligu samrøðuni, týðandi brek koma tó fyri.


7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støðið undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Í undirvísingini er umráðandi, at førleikarnir at lurta, at tala, at lesa og at skriva renna saman í eina heild. Í teirri ávísu undirvísingargongdini ber til at leggja høvuðsdent á eitt av kjarnaøkjunum. Av stórum týdningi er tað, at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til, og tá ið tað verður mett at vera hóskandi.

Munnligi tátturin í lærugreinini skal vera raðfestur høgt, og samrøðan er kjarnin í hesum tátti. Munnligar framløgur skulu skipast inn í undirvísingargongdina, so næmingurin stigvíst venur seg við at leggja fram. Dentur verður lagdur á, at næmingurin sameinir munnligar framløgur við egin skrivlig verk, nýtslu av KT-amboðum, ymiskar samskiftishættir o.s.fr. Á tann hátt verður retoriski førleikin hjá næminginum mentur.

Skrivligi tátturin skal eins og tann munnligi vera skipaður inn í undirvísingina í støddfrøði. Á henda hátt kann næmingurin ogna sær góðar skriviførleikar og menna teir. Somuleiðis verður arbeitt miðvíst við at menna førleikan at rokna í undirvísingini í støddfrøði. Umframt at hetta styrkir um tvørfakliga samstarvið, fer næmingurin so hvørt at fáa eina greiðari fatan av týdninginum, hesir førleikar hava fyri alt skrivligt og formligt samskifti, og samstundis mennir hetta evnini hjá næminginum at orða seg bæði munnliga og skrivliga.

Stigvøkstur

Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat ið er best at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á egnu læring.

Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt, at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram móti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis so, at næmingurin veit frammanundan, hvørji áveigsmálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.

At læra at læra

Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir, og hvat endamálið við læringini er.

Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgondin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur skal eisini leggjast á heimaarbeiði, og tann týðandi leiklut, hetta hevur í fakligu menningini.

Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja týdningin av lærugreinini støddfrøði. Tá ið arbeitt verður við ymiskum evnum og táttum, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, eisini uttan fyri skúlans gátt. Undirvísingin í støddfrøði skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at arbeiða greinandi og kritiskt við teimum ymisku evnunum og táttunum, sum arbeitt verður við. Eisini skal næmingurin verða tilvitaður um, at hann í lærugreinini mennir sær førleikarnar at koma til orðanna í nógvum ymiskum viðurskiftum, ið so ella so eru knýtt at evnafrøðiligum spurningum.

Arbeiðshættir

Arbeiðshættir skulu veljast so, at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis so, at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður. Hetta verður m.a. gjørt við, at týðandi evni og viðurskifti verða tikin upp í undirvísingina.

Í støddfrøði verða ymiskir arbeiðshættir nýttir so, at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Arbeiðshættir kunnu fevna um lærarafyrilestur, einstaklingsverkevni, næmingaframløgu, samrøður í flokkinum, bólka- og toymisarbeiði, verkætlanarevni o.tíl. Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarhættunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt sum næmingarnir búnast og gerast meira sjálvstøðugir, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarformur at minka.

Næmingarnir skulu ikki einans duga at fyrihalda seg til boðskap frá lærara og floksfeløgunum, men í eins stóran mun duga at miðla vitan og boðskap til lærara, floksfelagar og móttakarar uttan fyri flokshølið umframt skúlans gátt.

Arbeiðshættirnir eru tískil neyvt samantvinnaðir við serligum atliti at, hvussu arbeiðsuppgávurnar og venjingarnar hjá næminginum verða útintar.

Endamálið við teimum ymsu arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at kanna gjølla, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at brúka ymisk háttaløg, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing.

Lærari skal altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.

Samstarv

Støddfrøði er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinar. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinar um ymisk evni, eitt nú menning av skapandi evnum og KT-førleikum, undirvísing í evnum, sum spretta úr nærumhvørvinum, knýtt at náttúrufrøðiligum fyribrigdum, ið kunnu stuðla upp undir og geva íblástur til evni at arbeiða við í øðrum lærugreinum.

Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi – frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinar við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning, um somu tíð.

Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir.

Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinarnar sum partar av størri heild, og tað letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin. Tí er umráðandi, at undirvísingin í støddfrøði verður sjónliga skipað, so at næmingurin er kunnaður og vitandi um tann stigvøkstur, sum er ætlaður at vera millum floksstigini.

Avrik

Skrivligi og skapandi parturin av lærugreinini letur upp fyri tvørfakligum samstarvi, og við tí øðrvísi skrivligum avrikum. Heldur enn at lata eitt avrik inn bara í støddfrøði, kann talan verða um tvørfakligt samstarv, t.d. eina hagfrøðiliga frágreiðing ella ritgerð.

Ein grundgeving fyri at skrivligt og skapandi arbeiði kann vera partur av tvørfakligum samstarvi er, at næmingurin lærir, at tað at skriva væl (t.e. greitt og uttan stórvegis villur) ikki bara er eitt krav í lærugreinini føroyskum, men eitt alment krav, ið er knýtt at øllum skrivligum samskifti í øllum lærugreinum.

Næmingurin skal hava venjing í at skriva so, at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivlig upprit, sum verða løgd fram á mennandi hátt. Kunningartøknin letur harumframt upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.

Samrøða

Munnlig framseting hevur reglur og lýsingar, sum næmingurin skal duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð, og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri móðurmálinum sum intellektuellum amboði, ið skal víðka sjónarringin hjá næminginum. Umráðandi er, at næmingurin fær venjing í at brúka móðurmáli í lærugreinini, eitt nú við sínámillum tosi og við tí at siga frá.

Skúlin skal vera so rúmur, at til ber at tosa um kenslur, evni, hugtøk og hendingar í gerandisdegnum. Næmingurin skal arbeiða við at lurta og at vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðaval og talugávur mennast. Næmingurin skal sleppa at royna veruligar eins væl og gjørdar (tilevnaðar) samrøður. Floks- og bólkakjak skal javnan eftirmetast so, at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið og samrøðuna ella orðaskiftið at rigga og ganga væl.

Lesing

Næmingurin skal haldast til at lesa nógv. Eitt gott lesiumhvørvi í skúlanum er ein treyt fyri at menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Hetta verður skapt í flokkinum við nógvum ymiskum lesitilfari og góðum vanum. Skúlabókasavnið er ein sjálvsagdur partur av hesum góðu vanum. Fyri at røkka góðum lesiumhvørvi er av stórum týdningi, at skúlabókasavnið er ein natúrligur partur av skúlagongdini. Umráðandi er, at lesingin verður løgd til rættis samsvarandi tí førleikastigi, næmingurin er á.

Lívlong læring

Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.