Viðfest skjal: 

Lærugreinin føroyskt A er kravd á øllum útbúgvingarbreytum í breytaskipanini sbr. ll. nr. 62 frá 15. mai 2012, § 4 stk. 3. Føroyar hava tó bundið seg at halda norðurlendska avtalu um “uddannelsesfællesskab på gymnasialt niveau” frá 4. mars 1992. Í avtaluni er staðfest, at londini skulu leggja seg eftir, at næmingar skulu kunna “uddanne sig og aflægge eksaminer ved de øvrige nordiske uddannelsesinstitutioner”. Tí eigur skúlin taka upp næming úr øðrum Norðurlandi uttan at leggja forðingar og veita viðkomandi reellan møguleika at fáa eitt gymnasialt miðnámsprógv í Føroyum. Næmingur úr øðrum landi eigur at fáa somu sømdir og líknandi viðgerð. 

Heimildin er ásett í próvtøkukunngerðini nr. 8 frá 22. januar 2013 § 53. “Mentamálaráðið kann eftir umsókn frá útbúgvingarstovni góðkenna frávik frá ásetingunum í hesi kunngerð, tá ið umsóknin er grundað á óvanlig viðurskifti.”

Mál av hesum slagi skulu tí fyrisitast soleiðis:

Fyri teir útlendingar, sum ikki megna ella partvís ikki megna at taka føroyskt,  ger skúlin eitt uppskot til frávik. Í fleiri førum snýr frávikið seg um at veita næminginum eitt prógv uttan føroyskt A, og tá má næmingurin  taka aðra lærugrein í staðin fyri føroyskt. Skúlin søkir so Mentamálaráðið um, at frávikið verður góðkent.

Dømi um frávik hjá næmingi, sum “partvís megnar”,  kundi verið, at næmingur fylgir frálæruni (møtiskylda) í føroyskum – A, sleppur undan skrivligari próvtøku, men kann koma upp í munnligum (við møguleika at styðja seg til annað mál). Í staðin fyri skrivligu próvtøkuna kemur so onnur próvtøka.

Frávikið skal lúka nakrar ásetingar. Tær eru:

Samlaða talið av A- og B-stigum í endaliga próvnum skal lúka treytirnar í § 3 í løgtingslógini um gymnasialar miðnámsútbúgvingar t.v.s. einstaki næmingurin skal hava í minsta lagi

1)   4 A-stig og 3 B-stig á búskaparbreytini,

2)   4 A-stig og 3 B-stig á hugbreytini,

3)   4 A-stig og 3 B-stig á náttúrubreytini,

4)   3 A-stig og 4 B-stig á tilfeingisbreytini og

5)   3 A-stig og 4 B-stig á tøknibreytini.

6)   2 A-stig og 3 B-stig á fyrireikingarbreytini.

Samlaða klokkutímatalið skal í minsta lagi vera tað í undirvísingarkunngerð nr. 9 frá 22. januar 2013 § 15 stk. 1 (í løtuni 2450 3-ára útb./1600 2-ára útb.)

Samlaða talið av próvtøkum skal í minsta lagi vera tað, sum er ásett í løgtingslóg nr. 62 frá 15. mai 2012 § 18 (í løtuni 9 íroknað breytaverkætlan).

Onnur viðurskifti:

1) Næmingur, sum ikki tekur føroyskt A, og sum ætlar sær undir framhaldslestur í Danmark, velja Danskt A.

2) Næmingur skal ikki hava eina eyka lærugrein “øll trý árini”, men hann kann.

3) Næmingur skal ikki skifta føroyskt út við eina mállærugrein, men hann kann, og

4) frávikið má ikki “minka um møguleikar næminganna at nýta teirra útbúgving í hægri framhaldsútbúgvingum ella rættindi teirra í øðrum førum”, t.v.s. ætlar næmingurin at søkja um upptøku, har treytin er “et yderligere fremmedsprog”, so má tað havast í huga.

Prógvið: fær skúlin góðkenning frá Mentamálaráðnum, skal frávikið viðmerkjast í próvnum í teigin “viðmerkingar”.

 

Mentamálaráðið

 

Olaus Jespersen (sign.)

deildarstjóri

/

Sámal í Skorini (sign.)

verkætlanarleiðari