Viðfest skjal: 

Næmingur, ið hevur niðursett virkisføri, sbrt. § 17 kann fáa serligar próvtøkuumstøður, sum javnseta hann við aðrar próvtakarar.

1. Serlig fyriskipað próvtøka

 

a)

Skúlastjórin skal bjóða næmingi, sum hevur niðursett virkisføri serligar royndarumstøður.

 

b)

Serligar royndarumstøður kunnu fevna um próvtøkuhættir og karmar fyri próvtøkuna, m.a. at nýta serligar hjálparmiðlar, eyka tíð og/ella øðrvísi uppgávur.

 

c)

Hóast serligar royndarumstøður verður hildið fast við, at próvtøkustigið ikki verður lækkað. Um ein partur av próvtøkutilfarinum skal tillagast, skal annað koma í staðin, sum lýkur sama mál og støði.

 

d)

Ítøkilig meting verður gjørd í hvørjum einstøkum føri, og kann talan vera um at nýta hesar hjálparmiðlar:

1.

Eyka tíð. Sum meginregla verður í mesta lagi givið 25% afturat vanligu tíðini í eyka tíð til skrivligar próvtøkur. Tá ið talan er um munnligar royndir verður eyka tíðin ásett eftir tørvi og tá kann talan bæði vera um eyka tíð til fyrireiking og til sjálva próvtøkuna.

2.

Hjálp til at lesa/talgildur upplestur.  Talan kann vera um teldutalu/ljóðfílar á øllum málum ella hjásitara, sum lesur upp fyri næminginum.

3.

Rættstavara.

4.

CD-orð og/ella orðabanka.

5.

Skanning/tala. Talan kann t.d. vera um sokallaðan “c-penn” , sum “lesur” skannaðan tekst upp.

6.

Tala til tekst. Forrit eru sum virka frá talu til tekst. Um hesi ikki eru tøk á tí máli, próvtøkan er í, kann nýtast skrivandi hjásitari.

7.

Punktskrift.

8.

Stórskrift.

9.

Verklig hjálp.

10.

Taktilir hjálparmiðlar.

11.

Lummaroknari við upplestri. Rokniappir við upplestri kunnu eisni nýtast.

12.

Hjálpartól, sum styrkja talu og skerja óljóð (t.d. Comfort Audio).

13.

Tulkur, teknmál og/ella munn/hond skipanin.

14.

Steðgir.

15.

Hjálparforrit og

16.

Samsvarandi hjálparmiðlar

   

 

e)

Próvtøkan verður fyriskipað eftir somu treytum, sum undirvísingin hevur verið løgd til rættis eftir, og skal endurspegla undirvísingartilgongdina hjá næminginum.

2. Mannagongdir

 

a)

Leiðari útbúgvingarstovnsins setir lestrarvegleiðara ella annan skikkaðan persón, ið starvast innan serøki, í samráð við hinar lærararnar at meta, um næmingur hevur tørv á serligum royndarumstøðum í einari ella fleiri próvtøkulærugreinum. Tey, sum hava foreldramyndugleikan og næmingurin verða kunnað um niðurstøðuna og um møguleikarnar hjá næminginum at fara til próvtøku við serligum royndarumstøðum.

 

b)

Ynskir næmingur at fara til próvtøku við serligum royndarumstøðum, letur tann, sum metti um tørvin á serligum royndarumstøðum skúlastjóranum eina tilráðing um, hvussu próvtøkan kann verða skipað.

 

c)

Grundað á tilráðingina og í samráð við tey, ið hava foreldramyndugleikan, og lærararnar í viðkomandi lærugreinum, tekur skúlastjórin avgerð um serligu royndarumstøðurnar. Serligar royndarumstøður kunnu eisini vera grundaðar á eina námsfrøðiliga og/ella sálarfrøðiliga meting, um næmingur vegna trupulleikar ikki kann fáa próvtøkuúrslit, sum endurspegla fakliga støði hansara. Onnur sernámsfrøðilig meting kann eisini verða nýtt.

 

d)

Avgerð um próvtøkur eftir serligari fyriskipan skal vera tikin fyri 1. februar fyri próvtøkurnar í mai-juni mánaði sama árið.

3. Próvdøming

 

a)

Próvdømingin skal fylgja somu meginreglum og vera á sama fakliga støði, sum galdandi er fyri hinar næminganar. Próvdómarin skal vera tann sami sum hjá hinum næmingum. Í sambandi við skrivliga próvtøku, har næmingur hevur nýtt ávíst hjálpartól, kann tó verða neyðugt, at lærari við serkunnleika innan økið próvdømir.

 

b)

Skúlin søkir Mentamálaráðið um at útvega serligar uppgávur til næmingar við serligum tørvi. Umsókn verður send fyri 1. februar til próvtøkurnar í mai-juni mánaði sama árið.

 

c)

Upplýsingar um serligar próvtøkutreytir skulu ikki standa á endaliga próvnum sbr. § 31 í kunngerðini.

 

Mentamálaráðið

 

Olaus Jespersen (sign.)

deildarstjóri

 

/

                                                                                                                                                                                                    Sámal í Skorini (sign.)

  verkætlanarleiðari