Viðfest skjal: 

Afturat ásetingini í §14 í próvtøkukunngerðini um at:

Stk. 2. Próvtakarin kann nýta hjálparmiðlar og telduútgerð til próvtøkuna. Reglurnar í námsætlanunum fyri lærugreinarnar og umstøðurnar annars kunnu tó avmarka nýtsluna.
   Stk. 3. Útbúgvingarstovnurin ger ítøkiligar mannagongdir um verklig viðurskifti í sambandi við próvtøkuumstøðurnar og í sambandi við nýtslu av hjálparmiðlum til próvtøkuna, sbr. § 6.”

verður ásett henda regla:

Til próvtøkur, har vaktareftirlit skal vera, hava próvtakarar bert atgongd til internetið, um talan er um egið lærutilfar, egnar notur og egin avrik.

Viðmerkingar:

Tá tað snýr seg um nýtslu av interneti, eru 3 møguleikar:

  1. Eingin netnýtsla
  2. Avmarkað netnýtsla
  3. Frí netnýtsla

Til flestu próvtøkur er nýtsla av interneti als ikki loyvd, tí netatgongd er at meta sum “óætlað samskifti”. Hetta svarar til møguleika 1) “eingin netnýtsla”.

Rundskrivið leggur upp til “avmarkaða netnýtslu” – møguleiki 2). Avmarkingin liggur í, at nýtslan bert fevnir um “egið lærutilfar”, “egnar notur” og “egin avrik”. Nýtsla út yvir hesa avmarking er framvegis ikki loyvd. Tað er ikki loyvt at leita eftir øðrum upplýsingum á netinum.

Møguleiki 3) “frí netnýtsla” er ikki upp á tal enn.

Í sambandi við netnýtslu finnast nakrar almennar ásetingar og nakrar serligar ásetingar.

Tær almennu ásetingarnar eru (§14):

  • Tað skal vera “ómøguligt hjá próvtakara at samskifta óætlað.”
  • Próvtakarin kann nýta loyvdar hjálparmiðlar og telduútgerð til próvtøkuna.
  • Stovnurin skal gera “ítøkiligar mannagongdir um verklig viðurskifti í sambandi við próvtøkuumstøðurnar og í sambandi við nýtslu av hjálparmiðlum.”

Tær serligu ásetingarnar eru at finna í

  1. Hesum rundskrivi
  2. Avvarðandi námsætlan
  3. Skrivinum “Loyvdir hjálparmiðlar...”
  4. Í ítøkiligum ásetingum frá uppgávunevndunum
  5. Mannagongdum stovnsins

Eftirlit:

Tað er hvørki gjørligt ella ynskiligt at elta ein próvtakara niður í minsta smálut undir eini próvtøku. Hetta órógvar og gevur heldur onga meining. Skrivligar próvtøkuuppgávur verða vanliga gjørdar til ávísar fortreytir (net/ikki net/geyma, hjálpitól). Eftirlit snýr seg í stuttum um, at laga karmarnar soleiðis at samlaða próvtøkan fer fram undir nevndu fortreytum. Sum nevnt oman fyri eru fortreytirnar lýstar í teimum almennu og teimum serligu ásetingunum. Avbjóðingin er at umsita reglurnar við skili, t.e. at samlaða próvtøkan lýkur fortreytirnar. Allir luttakarar skulu kenna fortreytirnar, og allir luttakarar skulu kenna avleiðingarnar av at fara út um fortreytirnar. Grundin til yvirhøvur at tosa um avleiðingar, er ein ásannan av, at tað ikki hava funnist ella fara at finnast “fullkomnir karmar” og heldur ikki “fullkomið eftirlit”.

Í sambandi við tær ítøkiligu mannagongdirnar, sum útbúgvingarstovnurin skal gera, verða niðanfyri nevnd nøkur dømi um viðurskifti, sum skúlar við somu próvtøkufortreytum sum okkara hava tikið við í teirra mannagongdir.

  1. Stakroyndir av teldum
  2. Netsamband skal bert vera umvegis skúlans net
  3. Ferðslan á skúlanetinum verður loggað
  4. Misteinkilig atferð á netinum undir próvtøkuni verður skrivað niður og send við uppgávusvarinum til próvdómara. Staðfestir próvdómari “stolið tilfar”, fær rektarin boð og “sakin” fer á rull.
  5. Stakroyndir við forritum at fanga plagiering
  6. Forboð um at skriva í skjøl, sum hava ligið á netinum
  7. Forboð um at uploada/goyma skjøl á netinum

“Egið lærutilfar”:

Til ta einstøku próvtøkuna er tað ikki næmingurin, men skúlin, sum avger, hvat er fevnt av hugtakinum “egið lærutilfar”. Talan skal vera um ítøkiligt lærutilfar t.d. e-, og s-bøkur, orðabøkur, databøkur, frymlasavn, sum flokkurin/bólkurin eftir lærarans boðum hevur nýtt í frálæruni.  Er tað ikki gjørligt hjá skúlanum at fremja neyðuga eftirlitið við, at næmingarnir nýta netið á lógligan hátt, skal góðkenda lærutilfarið nevnt oman fyri vera tøkt hjá næmingunum á annan hátt (papír, á geyma, o.s.fr.)

Dømi:

Næmingar í einum flokki/bólki hava í frálæruni nýtt Infomedia (eina ávísa grein). Næmingarnir hava bert loyvi at nýta netið til júst ta ávísu greinina. Hetta gevur ikki næminginum lógliga atgongd at nýta aðrar greinar frá Infomedia. 

Næmingar í einum flokki/bólki hava í frálæruni nýtt hagtøl frá hagtalsgrunnum t.d. Hagstovuni, Surveybanken, Statistikbanken. Næmingarnir hava bert loyvi at nýta netið til júst hesi hagtøl. Hetta gevur ikki næminginum loyvi at nýta onnur hagtøl úr hagtalsgrunnunum.

Næmingar í einum flokki/bólki hava nýtt Wolfram Alpha. Næmingarnir hava bert loyvi at nýta netið til júst tey amboðini, sum hava verið nýtt í frálæruni. Hetta gevur ikki næminginum loyvi at nýta alt annað á Wolfram Alpha, men bert tey áður nýttu amboðini. 

Næmingar í einum flokki/bólki hava nýtt ávís amboð eitt nú video úr ”Restudy”, ”FriViden” og líknandi. Næmingarnir hava bert loyvi at nýta netið til júst hesi amboð, sum hava verið nýtt í frálæruni. Hetta gevur ikki næminginum loyvi at nýta alt annað úr ”Restudy”, ”FriViden” og líknandi, men bert tey áður nýttu video. 

Næmingar í einum flokki/bólki hava nýtt netið í sambandi við system- og forritsmenningarverkætlanir (t.d. MIT Scratch, App-inventor, SeattleClouds, nemprogrammering.dk og líknandi). Næmingarnir hava sostatt bert loyvi at nýta menningaramboð á netinum, sum hava verið nýtt í frálæruni. Hetta gevur ikki næminginum loyvi at nýta onnur netamboð, men bert tey, sum áður eru nýtt. 

Um næmingar í einum flokki/bólki hava nýtt eina ávísa grein og tulking av eini stuttsøgu hjá t.d. Karen Blixen, er tað at skilja sum ”egið lærutilfar”, og kann tí nýtast online. Hetta gevur ikki næminginum lógliga atgongd at leita eftir og nýta aðrar greinar og tulkingar.

Næmingar í einum flokki/bólki hava í frálæruni nýtt Google, ”Studieportalen” og líknandi og á tann hátt funnið fram til ávíst tilfar/greinar. Næmingarnir hava sostatt bert loyvi at nýta júst tað nettilfarið. Hetta gevur ikki næminginum loyvi at nýta Google, ”Studieportalen” og líknandi óavmarkað. 

“egnar notur”:

Tað er loyvt próvtakara at taka fram egnar notur, sum hann hevur havt liggjandi á sínum egna staði á netinum, Google-docs, FirstClass, Dropbox ella líknandi. Lærarans talvunotur frá teimum samvirknu talvunum er eisini at skilja sum “egnar notur”.

“egin avrik”:

Tað er loyvt at taka fram egnar uppgávur, egnar frágreiðingar, egnar framløgur, egnar filmar, egin videoklipp. 

Aðrar viðmerkingar: Tað er loyvt at nýta oyratelefonir undir próvtøkuni, (uttan at órógva onnur). Lesiveik kunnu fáa loyvi at nýta lesipenn. Tað er ikki loyvt at nýta umsetingarforrit, um slík ikki eru loyvd sambært námsætlanini.

Mentamálaráðið

Martin Næs (sign.) deildarstjóri /

Sámal í Skorini (sign.) verkætlanarleiðari