Broytingar eru gjørdar í lýsingini av skrivliga próvtøkuháttinum í føroyskum á A stigi. Nýggja lýsingin av próvtøkuháttinum nágreinar, hvat skrivliga próvtøkan snýr seg um og hvussu fram verður farið í sambandi við at próvtøkutilfar verður gjørt, hvat tað skal fevna um, og á hvønn hátt førleikamálini eiga at verða partur av skrivligu próvtøkuni. Námsætlan fyri føroyskt A (3 ára gongd) sæst her og føroyskt A (2 ára gongd) her.