Nýggir próvtøkuhættir eru gjørdir í tilfeingisfrøði á B stigi í gymnasialu miðnámsskipanini. Lærarar kunnu nú velja ímillum tveir próvtøkuhættir til munnligu próvtøkuna.

Høvuðsmunurin á teimum báðum próvtøkuháttunum er, at annar próvtøkuhátturin er knýttur at spurningum, har próvtakarin fyrireikar seg í hálvan tíma, meðan hin próvtøkuhátturin er knýttur at próvtøkuevnum, sum próvtakarin fyrireikar seg til í umleið 24 tímar. Próvhoyringartíðin er tann saman fyri báðar próvtøkuhættirnar, umleið 30 minuttir. Les námsætlanina fyri tilfeingisfrøði B her.