Ferðslulæra er kravt undirvísingarevni í fólkaskúlanum. Ferðslulæra er ikki ein lærugrein, men kann verða partur av fleiri lærugreinum í fólkaskúlanum.

Saman við Ferðslutrygd og Námi hevur Mentamálaráðið gjørt nýggja námsætlan fyri ferðslulæru. Afturat sjálvari námsætlanini er eisini gjørd ein læraravegleiðing, sum greidliga lýsir, hvussu tey ymisku førleikamálini í námsætlanini verða rokkin og nær. Víst verður á, hvussu tey ymisku førleikamálini verða knýtt at tí nýggja undirvísingartilfarinum, sum er at finna á www.snar.fo/ferdsla

Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur hetta seinasta árið arbeitt við at fáa til vega og lagt til rættis egið og norðurlendskt tilfar til ferðslulæru í fólkaskúlanum í Føroyum.  Hetta arbeiði er gjørt í samstarvi við m.o. Nám, skúlalærarar og aðrar avvarðandi partar. Tilfarið er teldutøkt, so at tað er lætt atkomiligt hjá lærarum, foreldrum og næmingum, og tað er óheft av fígging, tíð og staði.

Tað er í ljósinum av hesum umfatandi arbeiði, at nýggj námsætlan og læraravegleiðing eru gjørdar fyri hetta kravda undirvísingarevni.

Námsætlan og læraraleiðbeining eru at finna her.

Latið inn hevur JD hin