Mentamálaráðið hevur við støði í námsætlanunum og fakligum tilmælum frá lærarum dagført skrivligu próvtøkur fólkaskúlans. Dagføringarnar eru gjørdar sambært fakligu málunum í námsætlanunum, og samstundis eru tillagingar gjørdar í partinum um eftirmetingar og próvtøkur í námsætlanunum í føroyskum, donskum og enskum.

Broytingarnar eru settar í gildi frá skúlaárinum 2013/14. Sostatt verða skrivligu próvtøkuuppgávurnar á vári 2014 skipaðar eftir broyttu ásetingunum í partinum um eftirmetingar og próvtøkur í námsætlanunum. Niðan fyri er yvirlit yvir, hvørjar tillagingar eru gjørdar:

Í føroyskum í 9. flokki

Skrivliga próvtøkan fatar um máluppgávu og framseting, har máluppgávan er broytt og fatar um tríggjar tættir: málførleika (mállæru), staviførleika (fyrisøgn) og lesifatan.

Í føroyskum í 10. flokki
Eingin broyting er í føroyskum í 10. flokki.

Í donskum í 9. flokki
Skrivliga próvtøkan fatar um máluppgávu og framseting, har máluppgávan, sum fyrr var ein innsetingarfyrisøgn, er broytt og fatar um tríggjar tættir: málførleika (mállæru), staviførleika (fyrisøgn) og lesifatan.

Í donskum í 10. flokki
Eingin broyting er í donskum í 10. flokki.

Í enskum í 9. flokki
Skrivliga próvtøkan fatar um máluppgávu og framseting, har máluppgávan er broytt og fatar um mál- og staviførleika. Givið verður eitt sjálvstøðugt  próvtal í máluppgávuni.

Í enskum í 10. flokki
Máluppgávan  er strikað, og sostatt fevnir próvtøkan um framseting.

Hjálparmiðlar eru loyvdir til skrivligu próvtøkurnar í 9. og 10. flokki.

Próvstovan hevur sent skúlunum fráboðan um tíðarkarmin í sambandi við skrivligu próvtøkurnar.

Latið inn hevur JD hin