Viðfest skjal: 

”Vert at vita um nýggja próvtalsstigan í gymnasialu miðnámsútbúgvingunum”

Nýggjar námsætlanir og próvtalsstigi komu í gildi í miðnámsskúlunum  1. august 2013. Í hesum sambandi hevur Mentamálaráðið tillagað danska vegleiðing til próvtalsstigan til nýtslu í føroysku miðnámsskúlunum. Vegleiðingin er eitt gott amboð hjá  leiðslum og lærarum, nú nýggi próvtalsstigin er tikin í nýtslu í miðnámsskúlunum kring landið.

”Vert at vita ….” er ein roynd at vísa á nøkur hent ráð í sambandi við nýtslu av nýggja próvtalsstiganum.

Tað er øllum greitt – eins og við tí gamla stiganum – at fleiri av hugtøkunum krevja eina tulking, og í fakbólkunum er neyðugt at skapa ein fakligan konsensus.

Tað kemur ikki eftir einum degi, og tí miðar Mentamálaráðið eftir at fáa fakráðgevar at taka hetta upp í øllum lærugreinabólkum, so hvørt vit hava teir á vitjan.

Tak vegleiðingina niður her: