Broytingar eru gjørdar í námsætlanunum í sambandi við próvtøkurnar í føroyskum, donskum og enskum í fólkaskúlanum.
Í sambandi við munnligu próvtøkurnar í føroyskum og donskum er gjørdur ein nýggjur próvtøkuháttur, so at skilja, at nú kann skúlin velja, um flokkur skal upp til munnliga próvtøku sambært próvtøkuhátti A ella próvtøkuhátti B. Sami møguleiki er eisini galdandi í enskum.
Eisini er nú ásett í námsætlanini, hvussu nógvar normalsíður skulu verða grundarlag undir teimum próvtøkuspurningum, ið settir verða til tær munnligu próvtøkurnar í nevndu lærugreinum í 9. og 10. flokki.
Somuleiðis eru gjørdar vegleiðingar til próvtøkuhátt B – synopsupróvtøkuháttin – í føroyskum, donskum og enskum.
Námsætlanir og vegleiðingar til próvtøkuhátt B eru á heimasíðuni www.namsaetlanir.net