Seinast broytt: 
1. des. 2015
Viðmerking: 
Øll námsætlanin er endurskoðað, serliga við atliti at tí ástøðiliga partinum og próvtøkupartinum
Námsætlan sum Word-fíla: 

1. Samleiki

Ítróttur B snýr seg um kropsligt virkni og íðkan av ítróttargreinum. Kropslig avrik eru aðalmál, og kapping er ein natúrligur partur. Hetta verður stuðlað við náttúruvísindaligari, humanistiskari og samfelagsligari vitan.  At nema sær rørsluligar førleikar gevur rørslugleði og stimbrar hugin at spenna seg út kropsliga. Lærugreinin gevur eisini innlit í, hvønn heilsufremjandi týdning, íðkan hevur, og eina fatan av, hvønn mentanarligan týdning, ítróttur hevur.


2. Endamál

Gjøgnum fjøltáttaða undirvísing verða næmingarnir kropsliga væl fyri. Lærast skal um kropslig venjingarøki og kropslig avrik umframt at lærast skal, hvussu okkara fysiologi broytist, tá vit fara frá hvílandi til arbeiðandi støðu og arbeiða undir ymiskum viðurskiftum. Kanningar, royndir og arbeiðsfysiologiskar mátingar eru sjálvsagdir partar av endamálinum. Við at sameina íðkan og ástøðiliga vitan lærir næmingurin, hvønn avgerandi týdning tað hevur at vera væl fyri, bæði kropsliga og sosialt. Næmingurin verður gjøgnum rørslugleði eggjaður til framhaldandi kropsligt virkni og ein virknan lívsstíl. Í ítróttaundirvísingini  fáa næmingarnir góðar kropsligar førleikar og munagott ítróttaligt fimi. Lærugreinin gevur ástøðiligan kunnleika um venjing og heilsu og ger næmingarnar førar fyri at meta um, hvussu ymisk venjing ávirkar kroppin. Næmingarnir læra um týdningin av at vera í góðari venjing, og læra at skilja tann týdning, ítróttur hevur fyri persónligan samleika og samarbeiðsevni.


3. Stig og tímatal

Undirvísingin í ítrótti á B stigi fevnir um 125 klokkutímar, sum byggja á ítrótt og heilsu á C stigi.


4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum.

4.1. Kjarnaøki

Kjarnaøki eru:

  • kropsligt virkni, sum fremur kropslig arbeiðsevni
  • fjølbroyttar ítróttagreinar og -virksemi, sum fremja kropstamarhald og bóltførleika
  • ítróttagreinar og -virksemi, umframt venjingar, sum liggja til grund fyri  hugdýpan í tí ástøðiliga partinum av ítróttalærugreinini
  • náttúru- og heilsuvísindalig, umframt humanistisk og samfelagsvísindalig ástøði og háttaløg um venjing, lívsstíl og ítróttavanar
  • ítróttir, sum leggja dent á samarbeiði og etikk og at menna sjálvsvirði og sjálvsálit
  • undirvísingarliga viðkomandi ástøðilig háttaløg.

4.2. Ískoytisøki

Næmingarnir lúka ikki treytirnar í teimum fakligu málunum einans við kjarnaøkjunum. Umframt kjarnaøki eru ískoytisøki, møguliga saman við øðrum lærugreinum, sum vísa kjarnaøkini í størri høpi. Á tann hátt verður fakligi sjónarringur næmingsins víðkaður, og hann gerst tilvitaður um teir møguleikar, lærugreinin hevur at bjóða.

4.3. Verklig undirvísingarøki

  1. Liðítróttur
  2. Einstaklingaítróttur
  3. Tónleikur og rørsla
  4. Grundvenjing
  5. Upphiting við tónleiki

5. Førleikamál

5.1. Støðisførleikar

Undirvísingin í ítrótti B hevur teir fýra støðisførleikarnar: at virða, at samskifta, at kanna og at skapa. Ítøkiliga síggjast hesir førleikar aftur í hesum økjunum í lærugreinini: At skilja fysiologiskar broytingar, at læra rørslu, at læra um rørslu og at læra við rørslu. Lærarin skal í ráðleggingini av undirvísingini og ávegis í teimum einstøku undirvísingartímunum leggja høvuðsdent á eitt av økjunum:

  • At kanna og skilja fysiologiskar broytingar frá hvílandi støðu til arbeiði, árin, sum kropslig venjing hevur á fysiologiskar afturboðanir, meðan arbeitt verður, og sambandið millum íðkan og heilsustøðu.
  • At læra rørslu snýr seg um vanligan kropsførleika og um teir ítróttaligu førleikar, sum m.a. knýta seg at eitt nú bóltleiki, fimleiki, dansi og frælsum ítrótti. At læra rørslu snýr seg eisini um tær kropsligu og sosialu upplivingar í einum ítróttaligum felagsskapi, har kropsligar og sálarligar reaktiónir og møguleikar fyri broytingum koma upp.
  • At læra um rørslu snýr seg um teoretiskan kunnleika um eitt nú reglur fyri bóltspæli, kropsbygnaði, ítróttasøgu og viðurskiftum, sum snúgva seg um týdningin, rørsla og lívsstílur hava fyri at vera frískur til likams. At læra um rørslu snýr seg eisini um at hava áskoðanir, tilvitan og hugsan um til dømis fair play í dysti og kapping og estetiska framførslu í dansi.
  • At læra við rørslu snýr seg um egið virði hjá ítróttafakinum og við fakinum sum amboð at menna fakligu, sosialu, mentanarligu og persónligu førleikar næmingsins.

5.2. Fakligir førleikar

Fakligir førleikar kunnu lýsast sum evnini at

  • menna og hava tamarhald á kroppinum og sínum kropsrørslum
  • spæla saman við øðrum við kropsligum virksemi
  • hugsa við støði í egnum kropsupplivingum
  • bera seg fram og sansa við kroppinum
  • at samantvinna ástøðiligan kunnleika og kropsligt virkni.

6. Eftirmetingar og próvtøka

6.1. Ávegis eftirmetingar

Fakligu málini, sí kap. 4, eru grundarlag undir ávegis eftirmetingini. Við støði í eini fjølbroyttari undirvísing, har bæði kynini eru saman ella hvørt kynið sær,  fáa næmingarnir eitt heildarstøðumet.

6.2. Próvtøkuháttur

Hildin verða ein verklig og ein munnlig próvtøka, har 45 minuttir verða settir av til hvønn próvtakara.

Tann verkligi parturin av próvtøkuni tekur um 21 minuttir fyri fyri hvønn próvtakara. Próvhoyringin í sambandi við tann munnliga partin av próvtøkuni er 24 minuttir. Fyrireikingartíðin til munnliga partin er 48 minuttir.

Í verkliga partinum av próvtøkuni verður próvtakarin mettur eftir sínum ítróttaliga hegni og fjølbroytni, sum er partur av undirvísingargongdunum hjá flokkinum. Hesar undirvísingargongdir skulu fevna um tvey av kjarnaøkjunum í kap. 4.3 nr.1, 2 ella 3, harumframt antin kjarnuøkið nr. 4 ella 5. Próvtøkan, sum kann verða einsæris ella í bólkum, verður løgd til rættis alt eftir, hvørjar undirvísingargongdir, próvtakarin ella bólkurin hevur valt at fara upp í.

Sum partur av próvtøkutilfarinum skal hvør próvtakari í tí verkliga partinum gera eitt skrivligt próvtøkuhandrit til undirvísingargongdirnar. Skjøl næmingsins skulu handast próvhoyraranum, so hann kann senda tey til próvdómara saman við øðrum próvtilfari (caseuppgávur og tíðarætlan fyri próvtøkuna).

Um brúk verður fyri hjálparfólki til próvtøkuna, skulu hesi finnast ímillum aðrar næmingar í flokkinum. Í føri, har flokkur er ov lítil, kann undantak gerast í samráð við próvdómara.

Í munnliga partinum av próvtøkuni skal próvtakarin taka ein spurning, sum er orðaður sum ein case, ið gevur møguleika fyri kritiskari umhugsan hjá próvtakaranum og at vísa evni at gagnnýta sín breiða ástøðiliga kunnleika í einum verkligum spurningi. Próvhoyrarin tekur støði í egnu greining próvtakarans av caseuppgávuni, sum síðan mennist til eina samrøðu millum próvtakara og próvhoyrara, har próvdómarin hevur møguleika at seta nærri spurningar. Sjálvlesandi verða próvhoyrd eftir lutakast á sjálvum próvtøkudegnum um tvey av teimum trimum fimisøkjum nr. 1, 2 ella 3, umframt antin nr. 4 ella 5 í kap. 4.3.

Fylgiskjølini í hvørjari caseuppgávu skulu fevna um bæði kent og ókent tilfar.

Hvør uppgáva kann endurnýtast eina ferð.

Í tíðini ímillum seinasta undirvísingartíma og próvtøkuna møtir lærarin næmingunum eina ella tvær ferðir fyri at halda við líka ítróttaliga fimið, sum skal vísast fram til próvtøkuna.


7. At skipa undirvísingina

7.1. Didaktiskar meginreglur

Í undirvísingini verður dentur lagdur á, at tær praktisku ítróttagreinirnar í fakinum fella inn í eina heild saman við ástøði um kropsligt virkni, venjing og góða heilsu. Íðkan er aðalmálið hjá fakinum, har venjingarsjónarmiðið saman við viðkomandi sambandi við náttúru- og heilsuvísindalig umframt humanistisk og samfelagsvísindalig umráði skulu gera næmingarnar meira tilvitaðar í tí praktisku undirvísingini. Arbeitt verður við fysiskum mátingum ávegis í undirvísingargongdini, har næmingarnir fáa vegleiðing ein og ein ella í smáum bólkum um, hvussu teir kunnu bøta um teirra kropsliga førleika.

Undirvísingin verður skipað sum eitt ávíst tal av undirvísingargongdum, sum vara í minsta lagi 15 tímar hvør, har rúm er fyri fakligari hugdýping. Í minsta lagi í tveimum av hesum gongdum skal vera eitt tematisk samband ímillum tað ástøðiliga og tað verkliga. Í undirvísingini annars kann talan verða um at skilja undirvísingargongdir í ástøði og/ella íðkan, men miðað verður í størstan mun ímóti at tvinna ástøðið beinleiðis við sjálva rørsluundirvísingina. Arbeitt verður við, at næmingarnir duga at nágreina og umhugsa – bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum.

Arbeiðast skal við stigvøkstri, fjølbroytni, tryggleika og fysiologiskum kynsmuni.

7.2. Arbeiðshættir

Ástøðiligi lesnaðurin verður gjøgnumgingin bæði sum floksundirvísing og sum verklig royndarundirvísing. Næmingarnir skulu arbeiða bæði sjálvstøðugt og í bólkum, og skrivast skal eitt tal av frágreiðingum, sum kann fevna um fleiri av vísindaøkjunum í fakinum, sambært tillutaðari næmingatíð í undirvísingarkunngerðini. Skrivligi luturin í ítrótti B er umráðandi, skulu fakligu málini verða rokkin, og skal:

  • venja evnini hjá næmingunum at binda saman ástøðið og íðkanina
  • venja háttalagið hjá fakinum
  • styrkja evnini hjá næmingunum beinrakið at bera fram ítróttafakliga kunning.

Skrivligi parturin umfatar:

  • frágreiðingar um dátuinnsavnan og royndararbeiði – íroknað venjingarverkætlanina
  • uppgávur av ymiskum slag fyri at styrkja lærutilgongdina.

Í hvørjum einstøkum tíma í praktiskari íðkan skal skipast so fyri, at í meginpartinum av tímunum eru í minsta lagi 20 minuttir, har einstaki næmingurin skal kýta sín kropp.

Næmingarnir arbeiða í tíðarskeiðum við verkætlanum, har ymisk sløg av tilfari til framløgur verða nýtt. Framd verður ein einstaklinga- ella bólkavenjingargongd – venjingarverkætlanin – sum varir 8 til 10 vikur. At enda letur hvør næmingur inn eina frágreiðing, har hann skal:

  • prógva sín førleika at seta saman, fremja og meta um eina hóskandi persónliga venjingarætlan
  • verða førur fyri at brúka ástøðiliga vitan til sína persónligu venjingarskrá
  • duga at brúka frøðiorð rætt.

Undirvísingargongdirnar (sí stk. 7.1.) skulu geva næmingunum eina fjøltáttaða uppliving av teimum møguleikum, fakið hevur, og undirvísingargongdirnar skulu tryggja, at bæði kyn framhaldandi íðka. Undirvísingin skal sostatt fevna um bæði tey sjálv- og ikki-skipaðu ítróttatilboðini, eins og tey skipaðu og handilsligu ítróttatilboðini.

7.3. KT

Í undirvísingini í ítrótt B skulu næmingarnir brúka kt-amboð og samskifta um sína vitan. Eisini skulu næmingarnir savna inn, duga á at skyna og meta um tilfar frá ymsum keldum. Í venjingarverkætlanini skulu hóskandi KT-amboð nýtast til t.d. talviðgerð og tá leitað verður eftir upplýsingum.

7.4. Samstarv við aðrar lærugreinir

Ítrótt B er partur av almenna kravinum um samanspæl millum lærugreinarnar.  Ástøðiliga breiddin og dýpdin hjá ítrótt B gevur góðar møguleikar fyri samstarvi innan og tvørtur um tað náttúru- og heilsuvísindaliga, tað humanistiska og samfelagsvísindaliga og tað listarliga og kreativa fakøkið. Eitt slíkt samanspæl tryggjar, at næmingarnir gerast tilvitaðir um tey breiðaru høpini, sum kropsligt virkni og venjing hevur, tá tað snýr seg um lívsstíl, kropsfyrimyndir og almannamentan.