Myndatakari: Gulakur Zachariasen

Í nógv ár hava vit brúkt tann sonevnda 13-talsstigan, tá ið próvtøl hava verið givin.Frá skúlaárinum 2011-2012 er hetta broytt, so at teir næmingar, sum fóru í 8. flokk í 2011 og tóku 9. floksprógv á sumri 2013, fingu sum teir fyrstu próvtøl sambært nýggja próvtalsstiganum.

Nýggi próvtalsstigin, sum fevnir um 7 próvtøl, er avgjørdur. Tað merkir, at próvtølini í nýggja próvtalsstiganum verða beinleiðis borin saman við tey førleikamál, sum eru sett í námsætlanini fyri ta ávísu lærugreinina. Nýggi próvtalsstigin samsvarar við altjóða ECTS-próvtalsstigan.

Í 2007 varð nýggjur próvtalsstigi settur í gildi í Danmark, so at danska próvtalsskipanin gjørdist líkari teirri í hinum evropeisku londunum. Nýggja próvtalsskipanin byggir á altjóða ECTS-próvtalsskipanina, sum nýtir bókstavirnir A-F sum próvtalsvirði.

Hví nýggjan próvtalsstiga?

Fleiri orsøkir eru til at vit skulu hava nýggjan próvtalsstiga, ECTS-stigan, sum hann eisini verður nevndur. Ein av orsøkunum er, at vit betur skulu kunna samanbera føroysk próvtøl við altjóða próvtøl, sum flestu grannalond okkara nýta.

Hetta fer at gera tað einfaldari hjá lesandi føroyingum at søkja inn á útlendskar útbúgvingar.

13-talsstigin hevur verið trupul at samanbera við próvtalsstigar í øðrum londum, einamest tí at tann stigi, ið mest verður nýttur í Evropa (ECTS-stigin), hevur sjey próvtøl. Nýggi próvtalsstigin hevur sjey próvtøl, sum eru tey somu sum í ECTS-stiganum.

Á fleiri hægri lærustovnum kring heimin er hægsta próvtal avgerandi fyri at verða upptikin. Sambært 13-talsstiganum var 13-talið tað hægsta próvtalið, men samstundis var hetta eitt sokallað “undantakspróvtal”, sum sjáldan varð givið. Í nýggja próvtalsstiganum eru eingi undantakspróvtøl.

Ein onnur orsøk til at ganga frá 13-talsstiganum er hon, at hesin próvtalsstigi kundi verða nýttur á sera ymiskan hátt, frá einari lærugrein til aðra, og frá einari útbúgving til aðra.

Vegleiðing í at nýta nýggja 7-talsstigan

Vegleiðingar í at nýta nýggja próvtalsstigan eru gjørdar.

Vegleiðingin til fólkaskúlan sæst her.

Vegleiðingin til miðnámsskúlarnar sæst her.