1. Samleiki

Náttúra og tøkni er læran um náttúruna, samspæl menniskjunnar við náttúruna, hvussu menniskju hugsa sær náttúruna skipaða og samansetta, og hvussu tøkniliga framgongdin hevur ávirkan á okkum menniskju og náttúruna, vit liva í. Náttúrufrøðin hevur ment seg sum úrslit av menniskjunnar forvitni eftir og tørvi á at finna sannleikan um sín egna uppruna og sína tilveru í náttúruni og alheiminum. Sum slík er náttúrufrøðin ein partur av okkara mentan.

Undirvísingin í Náttúru og tøkni leggur grundstøði undir tey hugtøk og teir førleikar, ið næmingurin skal vera brynjaður við til undirvísingina í lærugreinunum landafrøði, alisfrøði, evnafrøði og lívfrøði á 7. floksstigi og uppeftir.

Lærugreinin Náttúra og tøkni er við til at fremja tann náttúru- og tøkniførleika, sum samfelagið og tann einstaki krevur. Fyri at røkka hesum krøvum mugu næmingarnir arbeiða bæði ítøkiliga og ástøðiliga.

Náttúruvísindaligu lógirnar og tey ástøði, ið náttúrufrøðin byggir á, eru fyrimyndir av einum veruleika, sum er gjørdur (tilevnaður, settur saman). Hesar fyrimyndir verða broyttar ella tillagaðar samsvarandi nýggjum eygleiðingum, royndum og hugsanum. Ein týðandi partur av tí almenna kunnleikanum er vitanin um, at náttúrufrøðin er í menning, og at gransking og nýggj vitan í náttúruvísindum og tøkni hevur alstóran týdning fyri samfelagsmenningina og lívsumhvørvið sum heild.


2. Endamál

Undirvísingin í Náttúru og tøkni hevur til endamáls:

  • at næmingurin mennir sínar førleikar at eygleiða neyvt og í tí sambandi at nýta mátitól og aðra royndarútgerð, har ímillum teldu, sum ein natúrligan part av undirvísingini
  • at næmingurin mennir sínar førleikar at arbeiða við náttúru- og tøknispurningum, bæði verkliga og ástøðiliga
  • at næmingurin gerst kunnugur við meginhugtøk og arbeiðshættir og sambandið teirra millum.

3. Stig og tímatal

Undirvísingin í Náttúru og tøkni røkkur frá 4. til 6. flokk. Undirvíst verður samanlagt øll trý árini 270 klokkutímar, ið svarar til 90 klokkutímar hvørt árið.


4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag.Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi.

Kjarnaøki

Lærugreinin náttúra og tøkni hevur 4 ymisk kjarnaøki. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini:

 

Stig

Kjarnaøki

4.-6

Heimstaðurin

Heimurin uttan um okkum

Samspæl menniskunnnar við nátúruna

Náttúrufrøði

 

 

Heimstaðurin

Kjarnaøkið Heimstaðurin fevnir um Føroyar og nærumhvørvið. Arbeitt verður við jarðfrøði og orkukeldum eins og ymiskum gróðuri. Komið verður eisini inn á náttúru, umhvørvi, djóralív og vinnulív í Føroyum.

Heimurin uttan um okkum

Kjarnaøkið Heimurin uttan um okkum fevnir um heimspartarnar, serliga Evropa og Norðurlond. Arbeitt verður eisini við veðurlagsbeltum, lofthavinum, høvuðsættunum og rúmdini.

Samspæl menniskjunnar við náttúruna

Kjarnaøkið Samspæl menniskjunnar við náttúruna fevnir sum heild um náttúruvernd. Arbeitt verður eitt nú við dálking, grundleggjandi vistfrøði, vakstrarhúsárini og varandi orkukeldum. Mannakroppurin og ávirkan á hann av t.d. rúsevnum og royking eru eisini partur av hesum kjarnaøkinum.

Náttúrufrøði og tøkni

Kjarnaøkið Náttúrufrøði og tøkni fevnir um ymiskt alis- og evnafrøði viðvíkjandi. Arbeitt verður við eitt nú el-læru, atomlæru, mýlmyndlum, mekanikki og loysingarføri.

Ískoytisøki

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleika næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.


5. Førleikamál

Í lærugreinini Náttúru og tøkni eru førleikamálini lutað sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni næmingsins at taka egnar avgerðir. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri læru­greinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

 

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg í náttúru og tøkni um at virða náttúru og umhvørvi, umframt tað mentanarliga tilfeingið og tey sermerki, ið koma til sjóndar í nærumhvørvinum. Í undirvísingini verður dentur lagdur á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað náttúrutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann lærir at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, eins og hann skal hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

At samskifta snýr seg um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga og at lesa og skriva. Lærugreinin náttúra og tøkni er við til at fremja hesa menning. At samskifta snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna.

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. Næmingurin verður frá fyrsta degi vandur við at tala, skifta orð, lurta, próvføra og bera fram egnar metingar.

Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot, at lesa er at skyna á og tulka. Á 2. floksstigi skal næmingurin duga bæði at lesa og skriva lættari tekstir.

Førleikin at rokna snýr seg í náttúru og tøkni eins og í náttúrulærugreinum á hægri stigi um førleikan at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og úrtøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa vandamál. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mong og ymisk gerandismál, og tí hevur undirvísingin í náttúru og tøkni ein týðandi lut í hesi menning.

Førleikin at nýta tøknilig amboð er í náttúru og tøkni at duga at nýta kunningartøkni, ið er ein fortreyt fyri øllum fjarskifti. Ein vandalig meting av upplýsingum av internetinum er eisini partur av støðisforleikunum.

Næmingurin dugir at nýta KT í náttúru og tøkni, eitt nú at fáa til vega, viðgera og leggja fram tilfar sum sína egnu eygleiðing, og fara í dýpdina við fakinum. Ein kritisk og sjálvstøðug meting av upplýsingum av internetinum er partur av støðisførleikunum

At kanna

Førleikin at kanna er ein íborin førleiki. Vit kanna umhvørvið fyri at klára okkum í lívinum. At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna er av alstórum týdningi í náttúru og tøkni og snýr seg um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara til at seta spurningar og royna, umframt at leita sær ráð og vitan um náttúrufrøðilig og tøknilig viðurskifti. Næmingurin skal gera verkligar royndir í starvsstovu og úti í náttúruni, umframt at læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan og kunnleika í bókmentum, handbókum, tíðarritum, á bókasavni og á internetinum. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta vísindaliga framferðarháttin, og at handfara keldutilfar á sakligan, siðiligan og munadyggan hátt.

Førleikin at kanna í náttúru og tøkni snýr seg harumframt um at duga at nýta starvsstovuútgerð, ið er ætlað hesum floksstigum og tí øki, arbeitt verður við. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta útgerðina rætt og trygt.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læring.

Førleikin at skapa snýr seg í náttúru og tøkni um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu náttúruvísindalig og tøknilig nýbrot hava broytt lívsáskoðanir og mentan. Næmingurin skal læra, at eygleiðing og ítøkiligar royndir eru ein skapandi tilgongd, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflogið. Við at gera sær fyrimyndir skal næmingurin læra at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.


Fakligir førleikar

6. flokkur ávegismál

Heimstaðurin

Næmingurin dugir

  • at eygleiða og greiða frá um ávís fuglasløg
  • at greiða frá um ávísar plantur og kenna vakstrarstøðini
  • at greiða frá og kenna ávís sløg av smákyktum á landi og í vatni
  • at greiða frá ymiskum fiskasløgum
  • at lýsa týdningin av alivinnu og ávirkan á umhvørvið
  • at greiða frá fiski og fiskivinnu
  • at greiða frá ymiskum veiðiháttum og hagreiðing
  • at greiða frá, hvussu Føroyar vóru til
  • at greiða frá grundleggjandi jarðfrøði
  • at skilja millum basalt og royðugrót – kolalindina
  • at greiða frá um eldgos
  • at greiða frá ymiskum orkukeldum
  • at greiða frá lívinum í fjøruni.

 

Heimurin uttan um okkum

Næmingurin dugir

  • at greiða frá Norðurlondum og sjálvstýrandi økjunum har
  • at greiða frá fløggum, høvuðsstaðum og høvum í Norðurlondum
  • greiða frá teimum evropeisku londunum
  • at nýta heimsatlas
  • at greiða frá veðri, hita, kulda, avfalli og vindi
  • at lesa einføld veðurkort
  • at samanbera egnar eygleiðingar og veðurforsagnir
  • at skyna á høvuðsættunum (tey fýra heimshornini).

 

Samspæl menniskjunnar við náttúruna

Næmingurin dugir

  • at ferðast í náttúruni
  • at fara væl um og vísa fyrilit fyri náttúruni
  • at geva dømi um, hvussu dálkingin ávirkar drekkivatn og seta fram uppskot at loysa náttúrutrupulleikar í egnum landi/og í øllum heiminum
  • at greiða frá vakstrarhúsárini
  • at meta um, hvussu CO2-útlát kann ávirka umhvørvi okkara og seta fram loysnir at minka útlátið
  • at greiða frá ymiskum sløgum av varandi orkukeldum
  • at greiða frá grundleggjandi vistfrøði
  • at greiða frá føðiketu og føðineti
  • at greina ein frískan mannakropp
  • at greiða frá ymiskari rúsevnisávirkan á mannakroppin
  • at greiða frá  heilsugóðum lívsstíli.

 

Náttúrufrøði og tøkni

Næmingurin evnar

  • at nýta ymisk mátitól og at greiða frá sambandinum millum ymisk mát
  • at greiða frá frysti- og kókipunkti hjá ymiskum evnum
  • at broyta frystipunktið hjá vatni
  • at greiða frá evniseginleikum hjá ymiskum evnum
  • at síggja mun á lutum, ið søkka ella flóta
  • at greiða frá ringrásini hjá vatni og gera myndlar av henni
  • grundleggjandi el-læru og at greiða frá el-framleiðslu
  • at greiða frá, hvussu ymsir lutir ferðast, og hvussu ferðin økist
  • at greiða frá mekanikki og lýsa møguleikar við tannhjólum
  • at greiða frá sýru og lúti
  • at nýta indikatorpappír
  • at greiða frá mýlmyndlum
  • at byggja myndlar av ávísum evnum
  • at greiða frá sápu og fyrimunum við at vaska sær við sápu
  • at greiða frá loysingarføri og kenna hugtakið ”metta”
  • at lesa fakligar tekstir á einum heldur samansettum máli, ið tó er á lágum abstraktiónsstigi
  • at lesa øll topografisk kort í Heimsatlasinum
  • at kunna seg við heimskorti, globusi, føroyakorti umframt atlasi, og gera av, hvar ávís støð eru í mun til onnur
  • at tekna einføld samanhang, ið kunnu metast sum einføld kort ella ritmyndir.

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal ávegis og javnan í undirvísingargongdini eftirmetast við støði í fakliga avrikinum í lærugreinini, so næmingurin fær eina greiða meting av fakligu støðuni hjá sær í mun til ásettu málini, og hvat hann skal arbeiða við, um málini ikki eru rokkin. Eftirmetingarnar kunnu vera av ymiskum slagi, t.d. støðukanningar, testir og royndir. Í eftirmetingini av einstaka næminginum skal eisini tilskilast, hvussu fakliga arbeiðslag og arbeiðssemi næmingsins eru, bæði viðvíkjandi einsæris avriki og avriki í bólki. Eftirmetingin skal eisini fevna um eina vegleiðing til einstaka næmingin um, hvat arbeiðast skal við í lærugreinini fyri at lúka málini.

Eftirmetingarnar skulu skjalfestast skrivliga.

Einstaki skúlin ger skrivligar reglur fyri, nær og hvussu eftirmetingarnar verða framdar, og hvussu eftirmetingarnar verða latnar næmingunum.

Próvtøkuhættir

Eingin próvtøka verður hildin í náttúru og tøkni.


7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støði undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Í undirvísingini er umráðandi, at førleikarnir at lurta, at tala, at lesa og at skriva renna saman í eina heild. Í teirri ávísu undirvísingargongdini ber til at leggja høvuðsdent á eitt av kjarnaøkjunum, tað kann vera heimstaðurin, heimurin uttan um okkum, samspæl menniskjunnar við náttúruna ella arbeiðs- og hugsanarhættir.

Av stórum týdningi er tað, at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til, og tá ið tað verður mett at vera hóskandi. Sum dømi kundu partar úr kjarnaøkinum heimstaðurin verið samskipaðir við pørtum úr kjarnaøkinum samspæl menniskjunnar við náttúruna. Vitan á hesum øki kundi verið við til at gjørt fatanina av náttúruni, vit liva í, meira fjøltáttaða.

Munnligi tátturin í lærugreinini skal vera raðfestur høgt, og samrøðan er kjarnin í hesum tátti. Munnligar framløgur skulu skipast inn í undirvísingartilgongdina, so næmingurin stigvíst venur seg við at leggja fram. Dentur verður lagdur á, at næmingurin sameinir munnligar framløgur við egin skrivlig verk, nýtslu av KT-amboðum, ymiskar samskiftishættir o.s.fr. Á tann hátt verður retoriski førleikin hjá næminginum mentur.

Skrivligi tátturin skal eins og tann munnligi verða skipaður inn í undirvísingina í Náttúru og tøkni. Á henda hátt kann næmingurin ogna sær góðar skriviførleikar og menna teir. Somuleiðis verður arbeitt miðvíst við at menna førleikan at rokna í undirvísingini í Náttúru og tøkni. Umframt at hetta styrkir um tvørfakliga samstarvið, fer næmingurin so hvørt at fáa eina greiðari fatan av týdninginum, hesir førleikar hava fyri alt skrivligt og formligt samskifti, og samstundis mennir hetta evnini hjá næminginum at orða seg bæði munnliga og skrivliga.

Stigvøkstur

Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat ið er best at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á egnu læring.

Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt, at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram móti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji ávegismálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.

At læra at læra

Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir, og hvat endamálið við læringini er.

Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgongdin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur skal eisini leggjast á heimaarbeiði og tann týðandi leiklut, hetta hevur í fakligu menningini.

Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja týdningin av lærugreinini Náttúru og tøkni. Tá ið arbeitt verður við ymiskum evnum og táttum, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, eisini uttan fyri skúlans gátt. Undirvísingin í Náttúru og tøkni skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at arbeiða greinandi og kritiskt við teimum ymisku evnunum og táttunum, sum arbeitt verður við. Eisini skal næmingurin verða tilvitaður um, at hann í lærugreinini mennir sær førleikarnar at koma til orðanna í nógvum ymiskum viðurskiftum, ið eru knýtt at náttúru, tøkni og samfelag.

Arbeiðshættir

Arbeiðshættir skulu veljast so, at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis so, at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður. Hetta verður m.a. gjørt við, at týðandi evni og viðurskifti verða tikin upp í undirvísingina.

Í Náttúru og tøkni verða ymiskir arbeiðshættir nýttir so, at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Arbeiðshættir kunnu fevna um lærarafyrilestur, einstaklingsverkevni, næmingaframløgu, samrøður í flokkinum, bólka- og toymisarbeiði, verkætlanarevni o.tíl. Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarhættunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt sum næmingarnir búnast og gerast meira sjálvstøðugir, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarformur at minka.

Næmingarnir skulu ikki einans duga at fyrihalda seg til boðskap frá lærara og floksfeløgunum, men í eins stóran mun duga at miðla vitan og boðskap til lærara, floksfelagar og móttakarar uttan fyri flokshølið umframt skúlans gátt.

Arbeiðshættirnir eru tískil neyvt samantvinnaðir við serligum atliti at, hvussu arbeiðsuppgávurnar og venjingarnar hjá næminginum verða útintar.

Endamálið við teimum ymsu arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at kanna gjølla, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at brúka ymisk háttaløg, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing.

Lærari má altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.

Samstarv

Náttúra og tøkni er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinar. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinar um ymisk evni, eitt nú menning av skapandi evnum og KT-førleikum, undirvísing í evnum, sum spretta úr nærumhvørvinum, knýtt at náttúrufrøðiligum fyribrigdum, ið kunnu stuðla upp undir og geva íblástur til evni at arbeiða við í øðrum lærugreinum.

Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi – frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinir við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning, sum somu tíð.

Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir.

Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinarnar sum partar av størri heild, og tað letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin. Tí er umráðandi, at undirvísingin í Náttúru og tøkni verður sjónliga skipað so, at næmingurin veit, at lærugreinin er framhald av lærugreinini Heimstaðarlæru og grundarlag undir lærugreinunum Alis- og evnafrøði og Lívfrøði í 7.-9. flokki.

Avrik

Skrivligi og skapandi parturin av lærugreinini letur upp fyri tvørfakligum samstarvi, og við tí øðrvísi skrivligum avrikum. Heldur enn at lata eitt avrik inn, bara í Náttúru og tøkni, kann talan verða um tvørfakligt samstarv, t.d. eina afturlýtandi framsýning, eina leiksýning, eina heimasíðu ella eina ritgerð.

Ein grundgeving fyri, at skrivligt og skapandi arbeiði kann vera partur av tvørfakligum samstarvi, er, at næmingurin lærir, at tað at skriva væl (t.e. greitt og uttan stórvegis villur) ikki bara er eitt krav í lærugreinini føroyskum, men eitt alment krav, ið er knýtt at øllum skrivligum samskifti í øllum lærugreinum.

Næmingurin skal hava venjing í at skriva so, at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivlig upprit, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur harumframt upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.

Samrøða

Munnlig framseting hevur reglur og lýsingar, sum næmingurin skal duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð, og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri móðurmálinum sum eitt intellektuelt amboð, ið skal víðka sjónarringin hjá næminginum. Umráðandi er, at næmingurin fær venjing í at brúka móðurmáli í lærugreinini, eitt nú við sínámillum tosi og við tí at siga frá.

Skúlin skal vera so rúmur, at til ber at tosa um kenslur, evni, hugtøk og hendingar í gerandisdegnum. Næmingurin skal arbeiða við at lurta og at vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðatilfeingi og talugávur verða ment. Næmingurin skal sleppa at royna veruligar eins væl og gjørdar (tilevnaðar) samrøður. Floks- og bólkakjak skal javnan eftirmetast so, at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið og samrøðuna ella orðaskiftið at rigga og ganga væl.

Lesing

Næmingurin skal haldast til at lesa nógv. Eitt gott lesiumhvørvi í skúlanum er ein treyt fyri at menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Hetta verður skapt í flokkinum við nógvum ymiskum lesitilfari og góðum vanum. Skúlabókasavnið er ein sjálvsagdur partur av hesum góðu vanum. Fyri at røkka góðum lesiumhvørvi er av stórum týdningi, at skúlabókasavnið er ein natúrligur partur av skúlagongdini. Í byrjanini kunnu næmingarnir t.d. lesa eina stutta bók um dagin. So hvørt sum bøkurnar gerast longri, má meira tíð setast av til at lesa eina bók. Umráðandi er, at lesingin verður løgd til rættis samsvarandi tí førleikastigi, næmingurin er á. Allir næmingar skulu lesa eina aldurshóskandi skaldsøgu ella samsvarandi tekstmongd um mánaðin øll skúlaárini.

Lívlong læring

Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.