1. Samleiki

Menniskjan hevur til allar tíðir gjørt myndir, og myndir hava tískil altíð verið við í mál- og hugaheimi menniskjanna. Í myndum og myndlist eru tískil einastandandi møguleikar at granska og grunda um menniskjanna hættir at hugsa, skapa og uppliva seg sjálva og umheimin, í ymiskum tíðum  og mentanum. At arbeiða við myndir er ein týðandi partur av tí mentanararvi, sum skúlin skal bera fram. Myndir og myndaskapan eru av tí sama eitt amboð til menning og læring.

Kunnleiki um myndir og myndagerð hevur alstóran týdning fyri arbeiðið í skúlanum og fyri virkan og veru næminganna. Myndamálið er ein av mongu leiðunum til kunnleika, sannkenning og persónliga menning. Tá ið arbeitt verður við myndir, fáa royndirnar  heildarskap, og kunnleikin gerst sjónligur, ítøkiligur og møguligur at samskifta um. Í sínum estetiska og samtalandi eginleika kann myndevnið vera við til at varðveita og menna skapanarhugin hjá næminginum. Somuleiðis kann tað vera við til at stuðla næminginum í at finna sítt egna støði í einum veruleika við stórum visuellum upplýsingarfloymi og at menna skúlan sum mentanarumhvørvi.


2. Endamál

Undirvísingin í myndlist hevur til endamáls:

  • at næmingurin mennir og styrkir síni skapandi evni
  • at næmingurin við at uppliva, sansa, skapa og greina myndamál mennir síni evni á fjølbroyttan hátt at nýta og skilja myndamál sum ein persónligan frásøgu- og samskifismiðil
  • at næmingurin, í arbeiði við flatar, rúmligar myndir og margmiðlamyndir, ognar sær vitan, innlit og førleikar til at málbera seg í og við myndum
  • at næmingurin styrkir sín førleika at kunna ogna sær vitan um og innlit í føroyska og altjóða listasøgu
  • at stimbra næmingin at finna sær egið støði í einum veruleika við stórum visuellum upplýsingarfloymi
  • at næmingurin við eitt nú myndagreining og umrøðu mennir sínar førleikar og síni evni at bera fram egnar áskoðanir og soleiðis vera við til at økja um tali- og skrivifrælsið í samfelagnum
  • at fremja í verki, at skúlin verður fataður sum mentanarumhvørvi.

3. Stig og tímatal

Lærugreinin myndlist fevnir um 1.-7. floksstig í fólkaskúlanum, sum kravd lærugrein, við 30 klokkutímum á hvørjum stigi, ella samanlagt 180 klokkutímum í 6 ár, umframt sum valgrein í 7. flokki við 60 klokkutímum. Harumframt er lærugreinin myndlist valgrein í 8., 9. Og 10. flokki í fólkaskúlanum við 180 klokkutímum samanlagt.

Stig

1. fl.

2. fl.

3. fl.

4. fl.

5. fl.

6. fl.

7. fl.

8. fl.

9. fl.

10. fl.

Klokkutímatal

30

30

30

30

30

30

(60)

60

60

60


4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingurin fer til munnliga próvtøku í bæði kjarnaøkjum og ískoytisøki.

Kjarnaøki

Lærugreinin myndlist hevur trý kjarnaøki, ið eru tey somu frá lægsta til hægsta stig. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini. Tey eru:

Stig

Kjarnaøki

1. fl. - B

At gera myndir

At lesa myndir

Visuelt samskifti

 

At gera myndir

At gera myndir fevnir um at framleiða myndir í flatum og trídimensjonalum formum umframt margmiðlaformi. Í undirvísingini verður miðað ímóti, at næmingarnar ogna sær handaligar førleikar, soleiðis at teir, alt eftir stigi, gerast førir fyri, í fjølbroyttum myndaformum, og við at brúka og fáa íblástur frá listarligum- mentanarligum- og visuellum fyribrigdum og tilburðum lokalt og globalt, at framleiða og bera fram egnar upplivingar, eygleiðingar, hugskot, kenslur, hugflog og almennar og egnar meiningar.

At lesa myndir

Undirvísingin miðar ímóti, at næmingarnir ogna sær kunnleika um og førleikar í at lesa myndir, soleiðis at teir, alt eftir stigi, gerast førir fyri at brúka, tulka, fata og greiða frá fjølbroyttum myndamáli. Umframt hetta skal undirvísingin miða ímóti, at næmingarnir ogna sær tilvit um og vandni í at meta um myndamál sum persónligur og mentanarligur frásøgu-lýsingar- og samskiftismiðil.

Visuelt samskifti

Í undirvísingini verður strembað eftir, at næmingarnir ogna sær førleikar og royndir í visuellum samskifti, við at teir javnan sjálvir bera fram og taka ímóti myndamáli frá øðrum í og uttan fyri skúlan, soleiðis at teir á fjølbroyttan hátt menna egnar framberingar og sjálvir duga at taka ímóti, meta um og gera vandnar viðmerkingar.

Ískoytisøki

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum semjast um í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleikar næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.


5. Førleikamál

Í lærugreinini myndlist eru førleikamálini lutað sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni næmingsins at taka egnar avgerðir. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri læru­greinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg harumframt um at virða og menna okkara evni at samskifta um mentan og vitan. Undirvísingin í myndlist leggur harumframt dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað náttúrutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, og meginreglurnar um upphavsrætt. Eisini skal næmingurin hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

At samskifta snýr seg um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga og at lesa og skriva. Lærugreinin myndlist hevur ein týðandi leiklut í hesi menning. At samskifta snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna.

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. Næmingurin skal frá fyrsta degi verða vandur við at tala, skifta orð, lýða á, próvføra og bera fram egnar metingar.

Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot, at lesa er at skyna á og tulka. Á 2. floksstigi skal næmingurin duga bæði at lesa og skriva lættari tekstir.

Í myndlist verður stórur dentur lagdur á, at næmingurin lærir at síggja myndir sum frásøgu- og samskiftismiðil. Hetta lærir hann m.a. við at hava framløgur og at gera eftirmetingar, sum javnan verða skipaðar í tímunum. Næmingurin lærir eisini tað myndamál, myndir verða bygdar upp við, m.a. um symbolik og boðskap, og hann skal duga at lesa boðskapin, annaðhvørt gjøgnum skrivligan ella meiri duldan symbolikk,  ið er skipaður í myndunum.

Førleikin at rokna snýr seg um evnini at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og úrtøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa vandamál. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mangar gerandistekstir, og tí hevur undirvísingin í myndlist eisini sín týðandi lut í hesi menning. Í myndlist lærir næmingurin at byggja myndir upp. Her verður miðað ímóti, at næmingurin dugir at perspektivera lutirnar í myndini í mun til hvønn annan fyri at fáa djúpd o.a. í myndina.

Førleikin at nýta tøknilig amboð er í myndlist at duga at nýta kunningartøkni, ið er ein fortreyt fyri øllum fjarskifti. At kenna og virða etisku reglurnar, tá ið samskift verður við kunningartøkni. Við venjingum skal næmingurin á 2. floksstigi duga at nýta teldu til tekstframleiðslu og sum leitingaramboð. Í myndlist arbeiðir næmingurin við kunningartøkni, har hann m.a. lærir at arbeiða við myndum, og harafturat savnar sær kunnleika og íblástur at nýta, tá ið hann skapar síni egnu verk.

At kanna

At kanna er ein íborin førleiki. Børn kanna umhvørvið fyri at klára seg í lívinum. At granska er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna snýr seg í myndlist um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um mál og bókmentir. Frá 1. floksstigi skal næmingurin læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan á bókasøvnum, í bókmentum, handbókum, á internetinum o.s.fr. Næmingurin skal eggjast til at síggja gagn og gleði í yrkis- og fagurbókmentum og til at fregnast um mál- og bókmentafrøðiligar spurningar, sum bjóða forvitninum av. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta vísindaliga framferðarháttin og at handfara keldutilfar á ein sakligan og siðiligan hátt.

Í myndlist verður stórur dentur lagdur á, at næmingurin fær ástøðiligan førleika í at lesa myndir, og hetta verður m.a. gjørt við at kenna listasøguna og harafturat kenna listarfólk rundan um okkum, við teirra tilgongdum til myndir. Ástøðiligi parturin verður at síggja sum ein lutur í undirvísingini í myndlist.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læringartilgongd.

Førleikin at skapa snýr seg í myndlist um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu mentanarlig og listarlig nýbrot hava broytt lívsáskoðanir og samfeløg. Næmingurin skal læra, at myndagerð og myndatulking er ein skapandi tilgongd, sum byggir á hugflog, íblástur, áhuga og áhaldni. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflogið. Við at gera sær fyrimyndir skal næmingurin læra at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.


Fakligir førleikar

Lærugreinin myndlist hevur ávegismál fyri 2., 4. og 6. floksstig í fólkaskúlanum, og endalig førleikamál fyri 9. og 10. floksstig, umframt C- og B-stig í miðnámi. Ávegismálini eru vegleiðandi, tó soleiðis at skilja, at um munandi frávik koma fyri, skal hetta fráboðast leiðslu skúlans, sum við støði í lýsta tørvinum hevur skyldu til at seta neyðug tiltøk í verk. Um endaligu málini verða eftirmett við próvtøku, eru tey bindandi.

2. flokkur

At gera myndir

Næmingurin dugir at:

  • framleiða myndir út frá kenslum, ímynding og forteljing (frásøgn, sí seinni)
  • nýta egnar sansaupplivingar frá nærumhvørvinum í myndaarbeiði
  • tekna og mála við turrum og vátum litum í flatum myndum við einfaldum teknikkum innan tekning, grafikk, málarí, kollage
  • arbeiða við einfaldar rúmligar formar, m.a. í modelleraðum og samansettum formi og installatión
  • nýta forrit við myndaskapandi møguleikum á telduni, goyma og heinta myndafílur í sambandi við myndaarbeiði
  • greiða frá høvuðslitunum
  • arbeiða við formi, litum, kompositión við denti á myndaforteljing (-frásøgn, sí seinni)
  • arbeiða við einføldum teknikkum, tilfari og amboðum
  • nýta føroysku náttúruna sum tilfeingi í arbeiðinum við myndum
  • luttaka í myndagerð sjálvstøðugt og í bólkum.

At lesa myndir

Næmingurin dugir at:

  • lýsa innihald og søgu í myndum
  • tosa um egnar myndir og myndir hjá øðrum
  • kenna aftur ymisk motivøki, so sum landsløg, portrett (andlitsmyndir) og familjumyndir
  • kenna ymiskar myndamiðlar so sum teknirøðir, plakatir, postkort, heimasíður umframt aðrar.

Visuelt samkifti

Næmingurin dugir at:

  • nýta myndir sum persónligan samskiftismiðil
  • nýta myndir úr ymiskum miðlum so sum teknirøðum, plakatum, postkortum og talgildum miðlum
  • arbeiða við einføldum samansetingum av teksti og myndum
  • vísa egnar myndir fram fyri flokkinum, foreldrum ella í sambandi við tiltøk og framsýningar í skúlanum
  • nýta myndir sum frásøgumiðil í felags verkætlanum, so sum floksblaði, skúlablaði, evnisvikum og framsýningum í nærumhvørvinum.

4. flokkur

At gera myndir

Næmingurin dugir at:

  • framleiða skitsur og myndir út frá kenslum, upplivingum, hugskotum, meiningum og beinleiðis eygleiðingum
  • nýta grundleggjandi kunnleika í teknikkum, hættum og tilfari í tekning, málningi, kollasju, grafikki, foto og í talgildum forritum, tá ið myndir verða viðgjørdar
  • arbeiða við ljósi, skugga, rørslu og dýpd í myndum
  • arbeiða við standmyndir við denti á grundleggjandi rúmlig formmál
  • arbeiða við einføldum tilgongdum til installatión sum frásøgn
  • nýta talgilt fototól og skannara, m.a. til at myndprýða illustratión og dokumentatión
  • nýta litir til at skapa kontrastir, dýpd og huglag í myndum
  • arbeiða við striku, flatu, formi, kompositión, rytmu, spenningi og rørslu
  • eksperimentera við teknikkum, tilfari og amboðum
  • nýta og skyna ímillum ymiskar myndamiðlar: teknirøðir, plakatir, postkort, heimasíður, instruktiónstekningar og aðrar myndamiðlar
  • nýta føroysku náttúruna sum tilfeingi í arbeiðinum við myndum
  • arbeiða við einføldum arkitektur- og design modellum
  • heinta íblástur úr myndlistini, egnari og annara mentan m.a. á framsýningum,  filmi, myndasøvnum og ymiskum umhvørvi í samfelagnum
  • luttaka í myndagerð sjálvstøðugt og í bólkum.

At lesa myndir

Næmingurin dugir:

  • at lýsa og nýta grundleggjandi faklig hugtøk í greining av myndum.
  • á grundleggjandi stigi at vísa sín kunnnleika um myndir sum frásøgu- og samskiftismiðil.
  • á grundleggjandi stigi at kanna, greina, bólka og meta um egin og annara myndamál
  • hevur tilvitan um søvn, framsýningar, almen rúm og margmiðlar, sum tilfeingi í egnari myndagerð
  • er førur fyri at bólka ymisk motivøki og myndasløg.
  • dugir at greiða frá einføldum myndabygnaði og sjónarhorni, bæði í myndum í 2D og 3D
  • at vísa sín kunnleika um fjølbroytnið, ið finst innan myndlist og visuella mentan.

Visuelt samskifti

Næmingurin dugir:

  • at nýta sína vitan um myndir sum frásøgu- og samskiftismiðil
  • at nýta teldugrafik í sambandi við layout
  • at málbera seg í ymiskum myndaformi, bæði í flatum, rúmligum og talgildum myndum
  • at vísa egnar myndir fram fyri flokkinum, foreldrum ella í sambandi við tiltøk og framsýningar í skúlanum og í nærumhvørvinum.

6. flokkur

At gera myndir

Næmingurin dugir:

  • at framleiða skitsur sum part av størri verkætlan
  • at menna eygleiðingarevnini við at læra seg at síggja ymiskar formar sum t.d. figur/grund, heilan form/part av formi og positivan form/negativan form og umhvarv (siluett)
  • at arbeiða við og kombinera ymiskar teknikkir og hættir í tekning, málningi, kollage, grafikki, foto í talgildum forritum til viðgerð av myndum
  • at nýta litir til at skapa kontrastir, dýpd og huglag í myndum
  • at arbeiða við einføldum grafiskum teknikkum og teirra serliga formmáli, t.d. svart/hvítar myndakontrastir
  • at eksperimentera við striku, flata, formi, kompositión, rytmu, spenningi og rørslu
  • at arbeiða við einføldum rúmligum modellum
  • at modellera, samanføra ella úthøgga formar, har næmingurin leggur dent á eitt ávíst formmál
  • at arbeiða tilvitað við litlæruni í egnum verkum
  • tilvitað at velja teknik og tilfar, sum hóskar til eitt ávíst úttrykk
  • at arbeiða við installatiónum.

At lesa myndir

Næmingurin dugir:

  • at tosa og meta um egnar myndir og myndir hjá øðrum við at greina og tulka og kenna fakligu hugtøkini
  • at vera tilvitaður um skitsuna sum liður í myndaarbeiði
  • at í avmarkaðan mun at greiða frá síni vitan um ymisk tíðarskeið í myndlistasøgu
  • at vera tilvitaður um, at myndlist og aðrar keldur kunnu vera íblástur til egin verk
  • at greiða frá sínum kunnleika um litlæru
  • at stilla seg spyrjandi og undrandi til arkitektur og sniðgeving
  • í ávísan mun at greiða frá um myndamál úr ymiskum mentanum.

Visuelt samskifti

Næmingurin dugir:

  • at nýta myndir sum frásøgu- og samskiftismiðil
  • at seta tekstir og myndir saman í layout fyri at stuðla undir samskiftið
  • at velja ímillum og nýta ymiskar visuellar framløgu- og framsýningarformar, og at nýta ymiskar visuellar miðlar í sambandi við samskifti.

9. flokkur

Í 8. og 9. flokki arbeiða næmingarnir við somu grundleggjandi førleikum á øllum trimum økjunum: at gera myndir, at lesa myndir og fremja visuelt samskifti, sum teir hava nomið sær í teimum yngru flokkunum. Sum heild verður dentur lagdur á gjølligari viðgerð og víðari menning av førleikunum.

At gera myndir

Næmingurin dugir:

  • metingarsamt at arbeiða við myndamáli við ávísum útvaldum myndaformum og øðrum myndaformum, sum næmingurin sjálvur er hugtikin av og sum stava frá t.d. egnum gerandisdegi, heimligum og alheimsligum íblástri, frá miðlum sum t.d. bókum, teknirøðum, internetinum, filmum, sangi/sjónleiki, tíðindasendingum, øðrum upplýsandi sendingum, spølum/telduspølum, myndlist o.ø. listarligum og visuellum fyribrigdum.
  • á myndamáli at bera fram eygleiðingar, hugflog, kenslur og meiningar úr gerandislívi, persónligum lívi, sosialrealismu, samfelags-/alheimsrákum, og utopium.
  • metingarsamt at velja ímillum tilfar, hættir og teknikkir sum íkast og stuðul til frambering av tí evni/tema, sum arbeitt verður við
  • í skapanartilgongdini at eksperimentera innan m.a. økini, sum fevna um tilfar, kompositión, litir, mynstur og symbol
  • í myndaframleiðslu at nýta margmiðlar sum t.d.myndir á teldu, videoupptakara, fototól, skannara, kopimaskinu og uppvørpu
  • at samansjóða stillar og livandi myndir, tekstir og ljóð
  • sjálvstøðugt at taka upp, redigera og framleiða smáar videoupptøkur
  • finna sær íblástur úr føroysku náttúruni til myndaevni/tema og sum tilfeingi í arbeiðinum við myndum
  • at arbeiða við ávísum tilgongdum um byggilist og sniðgávu, sum gevur honum møguleika at gera sjálvstøðugar metingar og at taka avgerðir um evni
  • at finna sær íblástur úr myndlistini, egnari mentan eins væl og øðrum mentanum, m.a. frá framsýningum, filmum, myndasøvnum og ymiskum umhvørvum í samfelagnum
  • luttaka í myndagerð sjálvstøðugt og í bólkum.

At lesa myndir

Næmingurin dugir:

  • at greiða frá sínari vitan um listasøgu, bæði føroyska listasøgu og heimslistasøgu
  • at síggja, at list kann avmynda samfelagsrák/paradigmur
  • at vera tilvitaður um, hvussu máttmikið myndir kunnu samskifta, har undir hvørja jaliga ella neiliga ávirkan myndir kunnu hava sum samskiftismiðil
  • metingarsamt at lýsa, greina og tulka myndir út frá ymiskum greiningarfrymlum
  • at vera tilvitaður um framsýningar, almenn rúm og aðra visuella mentan sum tilfeingi og íblástur í egnari myndagerð.

Visuelt samskifti

Næmingurin dugir:

  • at ogna sær førleikar við at samrøða um egin verk og verk hjá øðrum
  • at vísa á innlit í grundleggjandi ástøði um visuelt samskifti, her undir at seta upp eina framsýning, har hann ger brúk av fagurfrøðiligum meginreglum
  • at fyrireika og prýða eitt avmarkað øki í skúlanum, t.d. ein vegg, eina hurð ella eina forstovu
  • í møguligum tvørfakligum samstarvi at standa fyri tí visuella partinum av verkætlanini.

10. flokkur

Í 10. flokki arbeiða næmingarnir við somu grundleggjandi førleikum á øllum trimum økjunum: at gera myndir, kunnleiki um myndir og visuelt samskifti, sum teir hava ognað sær frammanundan í yngru flokkunum. Sum heild verður dentur lagdur á gjølligari viðgerð og víðari menning av teimum førleikunum, sum settir eru upp fyri 9. flokk.

Við tí í huga, at 10. flokkur vanliga verður skipaður í breytir við væl fleiri tímum í myndlist enn árini frammanundan, er møguleiki hjá næminginum at fáa sera nógv burtur úr hetta árið.

At gera myndir

Næmingurin dugir:

  • sjálvur at seta sær mál fyri alla arbeiðsgongdina, t.e. at fyrireika, útinna og eftirmeta arbeiðið
  • sjálvur at leita sær vitan og vegleiðing
  • at byggja víðari á og eksperimentera við teimum formmálum og førleikum, sum hann hevur ognað sær frammanundan
  • at fordjúpa seg og arbeiða áhaldandi, bæði við kravdum og sjálvvaldum uppgávum
  • at arbeiða áhaldandi, leitandi, grundandi og eksperimenterandi frá skitsu til liðugt arbeiði
  • metingarsamt, fjølbroytt og eksperimenterandi at arbeiða við myndamáli við ymiskum temaum innan ávís evni, bæði við kravdum uppgávum og uppgávum, sum næmingurin sjálvur er bergtikin av, sum stava frá t.d. egnum gerandisdegi, heimligum og altjóða íblástri, frá miðlum sum t.d. bókum, teknirøðum, alnótini, filmum, sangi/sjónleiki, tíðindasendingum, øðrum upplýsandi sendingum, spølum/telduspølum, myndlistini o.ø. listarligum og visuellum fyribrigdum
  • at fyrihalda seg til og arbeiða í myndamáli við eldri list og nútíðarlist
  • í myndamáli at bera fram eygleiðingar, hugflog, kenslur og meiningar úr gerandislívi, persónligum lívi, sosialrealismu, samfelags-/alheimsrákum, og utopium
  • metingarsamt at velja ímillum tilfar, hættir og teknikkir sum íkast og stuðul til frambering av tí evni/tema, sum arbeitt verður við
  • at gera brúk av grafikkteknikkum, sum krevja ávísar førleikar
  • í myndskapanartilgongdini at eksperimentera innan t.d. økini tilfar, kompositión, litir, mynstur og symbol
  • at arbeiða eksperimenterandi við lagdeildum málningi, sampling, parafrasum og installatiónum
  • í myndaframleiðslu at nýta margmiðlar sum t.d. teldu, fototól, videoupptakara, skannara, kopimaskinu og uppvørpu
  • at samanseta stillar- og livandi myndir, tekstir og ljóð
  • sjálvstøðugt at taka upp, redigera og framleiða smáar videoupptøkur
  • at fáa íblástur frá føroysku náttúruni til myndaevni/tema og sum tilfeingi í arbeiðinum við myndum
  • at arbeiða við ávísum tilgongdum um byggilist og sniðgávu, sum gevur honum møguleika at gera sjálvstøðugar metingar og at taka avgerðir um evni
  • at finna sær íblástur úr myndlistini, bæði føroyskari og heimslistini, egnari og øðrum mentanum m.a. frá framsýningum, filmum, bókum, myndasøvnum og ymiskum umhvørvum í samfelagnum
  • at luttaka í myndagerð sjálvstøðugt og í bólkum.

At lesa myndir

Næmingurin dugir:

  • at vísa á raðfest innlit í listasøgu, bæði føroyska og alheimsliga listasøgu, og at brúka hesa vitan í sínum arbeiði við myndir
  • at vísa á, at hann hevur ástøðiliga vitan um visuelt samskifti
  • tað ástøðiliga grundarlagið undir estetiskum lærutilgongdum
  • tað ástøðiliga grundarlagið undir fagurfrøðini
  • ástøði um visuella mentan sum eina tilgongd til at gera og lesa myndir
  • at síggja, at list kann avmynda samfelagsrák/paradigmur, og at hann megnar at gera brúk av hesi vitan í sínum arbeiði við myndir
  • at vera tilvitaður um, hvussu máttmikið myndir kunnu samskifta, har undir at síggja ta positivu og negativu ávirkanina, myndir kunnu hava sum samskiftismiðil
  • at greiða frá um evni og tema í myndum
  • at lesa nútíðarlist og aðra list
  • og veit um ymiskar fjølbroyttar mátar at lesa myndir
  • metingarsamt dugir at lýsa, greina og tulka myndir, við at brúka ymiskar kravdar og sjálvvaldar greiningarfrymlar, sum hóska til nútíðarlist og aðra list
  • at vera tilvitaður um framsýningar, almenn rúm og aðra visuella mentan sum tilfeingi og íblástur í egnari myndgerð

Visuelt samskifti

Næmingurin dugir:

  • at ogna sær førleikar við at samrøða um egin verk og verk hjá øðrum
  • at gera brúk av síni vitan um myndalestur í samrøðum um egin verk og verk hjá øðrum
  • at gera eina framløgu, har hann brúkar fagurfrøðiligu meginreglurnar og ástøði um visuelt samskifti.
  • at fyrireika og seta upp eina ella fleiri kravdar framsýningar uttan fyri lærugreinahølið, har hann ger brúk av fagurfrøðiligum meginreglum og ástøði um visuelt samskifti
  • at gera brúk av vitjanum á framsýningum
  • at fyrireika og prýða eitt avmarka øki í skúlanum, sum t.d. ein vegg, eina hurð ella eina forstovu
  • í møguligum tvørfakligum samstarvi at standa fyri tí visuella partinum av einari verkætlan
  • at gera kravdu verkætlanina í 10. flokki.

6. Eftirmeting og próvtøka

9. floksstig

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal ávegis og javnan í undirvísingargongdini eftirmetast við støði í fakliga avrikinum í lærugreinini, so næmingurin fær eina greiða meting av fakligu støðuni hjá sær í mun til ásettu málini, og hvat hann skal arbeiða við, um málini ikki eru rokkin. Eftirmetingarnar kunnu vera av ymiskum slagi, t.d. støðukanningar, testir og royndir. Í eftirmetingini av einstaka næminginum skal eisini tilskilast, hvussu fakliga arbeiðslag og arbeiðssemi næmingsins eru, bæði viðvíkjandi einsæris avriki og avriki í bólki. Eftirmetingin skal eisini fevna um eina vegleiðing til einstaka næmingin um, hvat arbeiðast skal við í lærugreinini fyri at lúka málini.

Eftirmetingarnar skulu skjalfestast skrivliga.

Einstaki skúlin ger skrivligar reglur fyri, nær og hvussu eftirmetingarnar verða framdar, og hvussu eftirmetingarnar verða latnar næmingunum.

Próvtøkuhættir

Hildin verður ein munnlig próvtøka.

Próvhoyringin varir 20 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 20 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari og vegleiðing.

Uppgávuspurningarnir verða settir við støði í evnum, økjum o.tíl., bæði úr kjarnaøkjum og ískoytisøkjum. Próvhoyringin er ein faklig samtala millum próvtakara og próvhoyrara, og tekur samtalan støði í framløgu próvtakarans av tilfari og próvtøkuspurningi, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini.

Grundarlagið undir próvtøkuni er alt tilfar, ið er gjøgnumgingið í undirvísingini umframt skjalamappa próvtakarans.

Próvtøkutilfar og próvtøkuspurningar verða send próvdómaranum til góðkenningar sambært próvtøkukunngerðini

Dømingargrundarlag

Próvhoyrt verður í kendum, ótillagaðum tilfari, og tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað tematisk ella á annan hátt er knýtt at evnum, økjum, tíðarskeiðum o.tíl. sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini. Tilfarið, ið er grundarlag undir munnligu próvtøkuni, skal í sínari heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað.

Próvtakarin skal við støði í fakligu tilgongdini og støðisførleikunum sýna evni sjálvstøðugt at leggja fram og viðgera tilfar við støði í próvtøkuspurningi/um. Hann skal sýna, at hann dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir í undirvísingini og síggja próvtøkutilfarið í frásjón.

Dentur verður í próvdømingini lagdur á, at próvtakarin

  • hevur eitt grundleggjandi listasøguligt yvirlit
  • dugir at nýta grundlegggjandi listarlig hugtøk
  • dugir at greiða frá egnum arbeiðum, har ímillum at umrøða myndbygnað (motiv, komposisjón og litaval)

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

Próvtalslýsingar

9. flokkur munnlig próvtøka

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað, og næmingurin vísir, at hann hevur gott innlit í tilfarið, sum próvtøkan er grundað á. Málið í framløguni er neyvt, tulkingin er sera væl grundað, við neyvum og greinandi eygleiðingum. Næmingurin brúkar trygt og sjálvstøðugt tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini myndlist. Sjónarmiðini eru væl lýst og vísa gott innlit í lærugreinina. Fá og týdningarleys brek kunnu koma fyri.

7

Gott

Framløgan er samanhangandi og væl skipað. Málið í framløguni er skilligt og fjølbroytt. Tulkingin er góð, við greinandi eygleiðingum. Næmingurin brúkar tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini myndlist, og er virkin í fakligu samrøðuni. Sjónarmiðini eru týðulig, og meting næmingsins av próvtilfarinum er væl grundað. Framsetingin er hóskandi skipað. Onkur brek koma fyri.

02

Nøktandi

Framløgan er heldur trilvandi og hongur ikki væl saman. Framløgan er so dánt væl skipað, skillig, men bæði fak- og málsliga veik. Greiningin er veik og tulkingin ógreið. og fakliga eygleiðingin veik. Næmingurin er við í fakligu samrøðuni, týðandi brek koma tó fyri.

 


10. floksstig

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal ávegis og javnan í undirvísingargongdini eftirmetast við støði í fakliga avrikinum í lærugreinini, so næmingurin fær eina greiða meting av fakligu støðuni hjá sær í mun til ásettu málini, og hvat hann skal arbeiða við, um málini ikki eru rokkin. Eftirmetingarnar kunnu vera av ymiskum slagi, t.d. støðukanningar, testir og royndir. Í eftirmetingini av einstaka næminginum skal eisini tilskilast, hvussu fakliga arbeiðslag og arbeiðssemi næmingsins eru, bæði viðvíkjandi einsæris avriki og avriki í bólki. Eftirmetingin skal eisini fevna um eina vegleiðing til einstaka næmingin um, hvat arbeiðast skal við í lærugreinini fyri at lúka málini.

Eftirmetingarnar skulu skjalfestast skrivliga.

Einstaki skúlin ger skrivligar reglur fyri, nær og hvussu eftirmetingarnar verða framdar, og hvussu eftirmetingarnar verða latnar næmingunum.

Próvtøkuhættir

Hildin verður ein munnlig próvtøka.

Próvhoyringin varir 20 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 40 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari og vegleiðing.

Uppgávuspurningarnir verða settir við støði í evnum, økjum o.tíl., bæði úr kjarnatilfarinum og ískoytistilfarinum. Próvhoyringin er ein faklig samtala millum próvtakara og próvhoyrara, og tekur samtalan støði í framløgu próvtakarans av tilfari og próvtøkuspurningi, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini.

Grundarlagið undir próvtøkuni er alt tilfar, sum er brúkt í undirvísingini, har ímillum eisini skjalamappan hjá tí einstaka próvtakaranum. Alt tilfar í skjalamappuni hjá einstaka próvtakaranum er partur av próvtøkutilfarinum og kann verða tikið uppí próvtøkuna.

Próvtøkutilfar og próvtøkuspurningar verða send próvdómaranum til góðkenningar sambært próvtøkukunngerðini.

Dømingargrundarlag

Próvhoyrt verður í kendum, ótillagaðum tilfari, og tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað tematisk ella á annan hátt er knýtt at evnum, økjum o.tíl., sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini. Tilfarið, ið er grundarlag undir munnligu próvtøkuni, skal í sínari heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað.

Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd og støðisførleikunum sýna evni sjálvstøðugt at leggja fram og viðgera tilfar við støði í próvtøkuspurningi/um. Hann skal sýna, at hann dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir í undirvísingini og seta próvtøkutilfarið í frásjón.

Dentur verður í próvdømingini lagdur á, at próvtakarin

  • sýnir listasøguligt yvirlit
  • dugir at nýta listalig hugtøk í sambandi við myndlistalig fyribrigdi
  • dugir at greiða frá tilfarinum í skjalamappuni og lýsa hugskotini aftanfyri
  • dugir at greiða frá innihaldi og hugskoti í verki ella avriki, sum próvtakarin hevur gjørt, og sum hann hevur fyrireikað seg til í fyrireikingartíðini.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

Próvtalslýsingar

10. flokkur munnlig próvtøka

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað, og næmingurin vísir, at hann hevur gott innlit í tilfarið, sum próvtøkan er grundað á. Málið í framløguni er neyvt, tulkingin er sera væl grundað, við neyvum og greinandi eygleiðingum. Næmingurin brúkar trygt og sjálvstøðugt tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini myndlist. Sjónarmiðini eru væl lýst og vísa gott innlit í lærugreinina. Fá og týdningarleys brek kunnu koma fyri.

7

Gott

Framløgan er samanhangandi og væl skipað. Málið í framløguni er skilligt og fjølbroytt. Tulkingin er góð, við greinandi eygleiðingum. Næmingurin brúkar tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini myndlist, og er virkin í fakligu samrøðuni. Sjónarmiðini eru týðulig, og meting næmingsins av próvtilfarinum er væl grundað. Framsetingin er hóskandi skipað. Onkur brek koma fyri.

02

Nøktandi

Framløgan er heldur trilvandi og hongur ikki væl saman. Framløgan er so dánt væl skipað, skillig, men bæði fak- og málsliga veik. Greiningin er veik og tulkingin ógreið. og fakliga eygleiðingin veik. Næmingurin er við í fakligu samrøðuni, týðandi brek koma tó fyri.

 


7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støðið undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Í undirvísingini er umráðandi, at førleikarnir at lurta, at tala, at lesa og at skriva renna saman í eina heild. Í teirri ávísu undirvísingargongdini ber til at leggja høvuðsdent á eitt av kjarnaøkjunum, tað kann vera at gera myndir, at lesa myndir ella visuelt samskifti.

Av stórum týdningi er tað, at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til, og tá ið tað verður mett at vera hóskandi. Sum dømi kundu partar úr kjarnaøkinum At gera myndir verið samskipaðir við pørtum úr kjarnaøkinum Visuelt samskifti. Á tann hátt kundi førleikin at framleiða myndir verið mentur, samstundis sum tann samskiftisligi parturin og boðskapurin í sjálvari myndagerðini varð viðgjørdur úr einum ástøðiligum sjónarhorni.

Munnligi tátturin skal vera raðfestur høgt, og samrøðan er kjarnin í hesum tátti. Munnligar framløgur skulu skipast inn í undirvísingartilgongdina, so næmingurin stigvíst venur seg við at leggja fram. Dentur verður lagdur á, at næmingurin sameinir munnligar framløgur við egin skrivlig verk, nýtslu av KT-amboðum, ymiskar samskiftishættir o.s.fr. Á tann hátt verður retoriski førleikin hjá næminginum mentur.

Skrivligi tátturin skal eins og tann munnligi í stóran mun vera skipaður inn í dagligu undirvísingina og í fakligu heildina. Á henda hátt kann næmingurin menna seg í skrivitilgongdini og í stigum ogna sær góðar skriviførleikar. Somuleiðis skal verða borið so í bandi, at skrivlig avrik í øðrum lærugreinum eisini kunnu vera partur av skrivligum avrikum í lærugreinini føroyskum. Umframt at hetta styrkir um tvørfakliga samstarvið, gevur tað næminginum eina greiðari fatan av tí týdningi, skriviførleiki hevur fyri alt skrivligt samskifti, og samstundis mennir tað evnini hjá næminginum at orða seg bæði munnliga og skrivliga.

Stigvøkstur

Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini  verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat ið er best at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á egnu læring.

Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt, at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram ímóti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji ávegismálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.

At læra at læra

Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra, og hvat endamálið við læringini er. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir.

Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgongdin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur skal eisini leggjast á heimaarbeiði og tann týðandi leiklut hetta hevur í fakligu menningini.

Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja tann týdning sum lærugreinin myndlist hevur. Tá ið arbeitt verður við ymiskum spurningum  í sambandi við myndlist, og tá ið myndlist verður framleidd, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa greiða fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, eisini uttan fyri skúlans gátt. Undirvísingin í myndlist skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at arbeiða greinandi og kritiskt við teimum ymisku kjarnaøkjunum, ið lærugreinin byggir á. Eisini skal næmingurin verða tilvitaður um, at hann í lærugreinini mennir sær førleikarnar at koma til orðanna í nógvum ymiskum viðurskiftum og samskiftisstøðum, tá ið um myndlist ræður.

Arbeiðshættir

Arbeiðshættir skulu veljast so, at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis so, at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður. Hetta verður m.a. gjørt við, at týðandi tekstir og tekstsløg verða tikin upp í undirvísingina.

Í myndlist skulu ymiskir arbeiðshættir verða nýttir so, at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Arbeiðshættir kunnu fevna um lærarafyrilestur, einstaklingsverkevni, næmingaframløgu, samrøður í flokkinum, bólka- og toymisarbeiði, verkætlanarevni o.tíl. Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarhættunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt sum førleiki næminganna økist, og teir gerast meira sjálvstøðugir í lærugreinini, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarformur at minka.

Næmingarnir skulu ikki einans duga at fyrihalda seg til boðskap úr tekstum, frá lærara og floksfeløgunum, men í eins stóran mun duga at miðla vitan og boðskap til lærara, floksfelagar og móttakarar uttan fyri flokshølið umframt skúlans gátt.

Arbeiðshættirnir eru tískil neyvt samantvinnaðir við serligum atliti at, hvussu bæði munnligi og skrivligi tátturin verða útintir.

Endamálið við teimum ymsu arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at granska, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at brúka ymisk háttaløg, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing.

Lærari má altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.

Samstarv

Lærugreinin myndlist er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinar. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinar um ymisk evni, eitt nú menning av skapandi evnum og KT-førleikum, undirvísing í søgu, tekstframleiðslu, bókmentaligum hugtøkum, málsøgu og samfelag.

Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi – frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinir við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning.

Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir.

Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinirnar sum partar av størri heild og letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin.

Skrivlig avrik

Skrivligi parturin letur upp fyri tvørfakligum samstarvi og við tí øðrvísi skrivligum avrikum. Heldur enn at lata eitt avrik inn, bara í myndlist, kann talan verða um tvørfakligt samstarv, t.d. blaðútgávu, eina tvørfakliga ritgerð, ella eina heimasíðu.

Ein grundgeving fyri, at skrivligt arbeiði kann vera partur av tvørfakligum samstarvi, er, at næmingurin lærir, at tað at skriva væl (t.e. greitt og uttan stórvegis villur) ikki bara er eitt krav í lærugreinini føroyskum, men eitt alment krav, ið er knýtt at øllum skrivligum samskifti.

Næmingurin skal hava venjing í at skriva so, at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivligu uppritini, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.

Samrøða

Munnlig framseting hevur reglur og lýsingar, sum næmingurin skal duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð, og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri móðurmálinum sum eitt intellektuelt amboð, ið skal víðka sjónarringin hjá næminginum. Allir flokkar skulu tí gera royndir við málinum, eitt nú við sínámillum tosi og við tí at siga frá.

Skúlin skal vera so rúmur, at til ber at tosa um kenslur, evni, hugtøk og hendingar í gerandisdegnum. Næmingurin skal arbeiða við at lurta og at vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðatilfeingi og talugávur verða ment. Næmingurin skal sleppa at royna veruligar eins væl og gjørdar samrøður. Floks- og bólkakjak skal javnan eftirmetast so, at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið og samrøðuna ella orðaskiftið at rigga og ganga væl.

Lesing

Næmingurin skal haldast til at lesa nógv. Eitt gott lesiumhvørvi í skúlanum er ein treyt fyri at menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Hetta verður skapt í flokkinum við nógvum ymiskum lesitilfari og góðum vanum. Skúlabókasavnið er ein sjálvsagdur partur av hesum góðu vanum. Fyri at røkka góðum lesiumhvørvi er av stórum týdningi, at skúlabókasavnið er ein natúrligur partur av skúlagongdini. Í byrjanini kunnu næmingarnir t.d. lesa eina stutta bók um dagin. So hvørt sum bøkurnar gerast longri, má meira tíð setast av til at lesa eina bók. Umráðandi er, at lesingin verður løgd til rættis samsvarandi tí førleikastigi, næmingurin er á. Allir næmingar skulu lesa eina aldurshóskandi skaldsøgu ella samsvarandi tekstmongd um mánaðin øll skúlaárini.

Lívlong læring

Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.