1. Samleiki

Í landbúnaðinum og garðyrkinum liggja ótroyttir møguleikar, sum kunnu vera til gagns fyri húsarhaldið og til gleði fyri hin einstaka. Nógv grundleggjandi lívsviðurskifti eru knýtt at gróðri, grøði og landbúnaði, og tilfar og dømi haðani stinga seg upp so at siga í øllum lærugreinum í fólkaskúlanum, samstundis sum búnaðarvørur uttan úr heimi geva okkum ríkar keldur at oysa úr í dagliga arbeiðinum í skúlanum.


2. Endamál

Undirvísingin í lærugreinini landbúnaði hevur til endamáls:

  • at næmingurin ognar sær innlit í, hvussu landbúnaður og garðyrki hava tikið seg fram umframt tær fortreytir og samfelagsliga týdning landbúnaður og garðyrki hava fyri alheims matvøruspurningar
  • at næmingurin ognar sær kunnleika um, hvussu føroyskur landbúnaður hevur tikið seg fram, hvussu hann er skipaður, og hvønn týdning hann hevur
  • at næmingurin ognar sær innlit í námsfrøðiligu møguleikarnar í lærugreinini.

3. Stig og tímatal

Landbúnaður er vallærugrein í 8.,9. og 10. flokki. Undirvíst verður 60 klokkutímar á hvørjum stigi ella 120 klokkutímar á einum av stigunum.


4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi.

 

Kjarnaøki

Lærugreinin landbúnaður verður býtt sundur í fýra kjarnaøki: landbúnaður og garðyrki í søguligum høpi, vistfrøðiligar fortreytir, landbúnaður, urtagarðsbrúk og djórahald og velting og dyrkingarhættir. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini:

Landbúnaður og garðyrki í søguligum høpi

Føroysk viðurskifti og í grannalondunum, bónda- og fiskimannasamfelagið og menning tess. Landbúnaðurin og garðyrki nú á døgum, eigaraviðurskifti og markatal í bø og haga og tann týdningur, lendisskipanin hevur á landbúnaðarøki.

Vistfrøðiligar fortreytir

Vandamál hjá landbúnaðinum, eingrøði, skaðiligar verur, oyðimarkartiltøk, taðing, troyting av haga í sambandi við seyðaskipan og nýtslu annars, moldviðgerð og vandamál í hesum sambandi

Landbúnaður, urtagarðsbrúk og djórahald

Úrdráttir til matna, seyður, neyt, gæs, høsn, dunnur, hoygging, korn, røtur, epli o.a.

Velting og dyrkingarhættir

Nývelting, urtagarðar, vakstrarhús, gróðurseting av trøum, viðarlundir. lógir og reglugerðir í hesum sambandi, amboð at velta og dyrka við.

Ískoytisøki

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum semjast um í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleikar næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.


5. Førleikamál

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni næmingsins at taka egnar avgerðir. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri læru­greinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

 

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg um at virða náttúru og umhvørvi, umframt tað mentanarliga tilfeingið og tey sermerki, ið koma til sjóndar í nærumhvørvinum. Í undirvísingini verður dentur lagdur á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og virðir tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin virðir eisini sín egna tørv og tað náttúrutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann virðir tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, eins og hann hevur virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

At samskifta snýr seg um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga og at lesa og skriva. Lærugreinin landbúnaður er við til at fremja hesa menning. At samskifta snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna.

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. Næmingurin verður frá fyrsta degi vandur við at tala, skifta orð, lurta, próvføra og bera fram egnar metingar.

Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot, at lesa er at skyna á og tulka. Í landbúnaði merkir hetta m.a. at lesa tekstir á ávísum torleikastigi, at lesa myndlar og ritmyndir, ið sýna støður og einfaldar broytingar í tíð og í rúmd. Førleikin at skriva snýr seg um at duga at orða seg á einum rímiliga fjøltáttaðum, samanhangandi máli, ið evnar at knýta saman einfaldar samanhangir.

Førleikin at rokna snýr seg um førleikan at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og úrtøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og at loysa greiðsluspurningar. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mong og ymisk gerandismál, og tí hevur undirvísingin í landbúnaði ein týðandi lut í hesi menning.

Førleikin at nýta tøknilig amboð er at duga at nýta kunningartøkni, ið er ein fortreyt fyri øllum fjarskifti. Við venjingum ognar næmingurin sær vitan og mennir síni evni at skriva tekstir. Hesin førleiki snýr seg í stóran mun um at duga at finna viðkomandi upplýsingar á internetinum og at taka niður tilfar ella avrita tilfar inn í eitt tekstskjal ella rokniark og at goyma sítt tilfar  í skipaðum skjáttubygnaði, so at til ber at handfara eina ávísa mongd av ymiskum tilfari.

At kanna

At kanna er íborin førleiki. Børn rannsaka umhvørvið fyri at klára seg í lívinum. At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna snýr seg um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara til at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um náttúru, umhvørvi og mentanarlig viðurskifti. Í lærugreinini styrkir næmingurin síni evni at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan í bókmentum, handbókum, á internetinum o.s.fr. Næmingurin verður eggjaður til at síggja gagn og gleði í náttúrufrøðiligum og mentanarligum viðurskiftum og til at fregnast um spurningar av nevnda slag, sum bjóða forvitninum av. Við dømum og venjingum lærir næmingurin at nýta vísindaliga framferðarháttin og at handfara keldutilfar á ein sakligan og siðiligan hátt.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin mennir síni evni at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt, eins og hann mennir síni hugskot. Hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læring.

Førleikin at skapa snýr seg um, at næmingurin gerst tilvitaður um og lítur á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin lærir, hvussu náttúruvísindalig, tøknilig og vinnulig nýbrot hava broytt náttúru, umhvørvi, samfeløg og mentan. Næmingurin lærir, at eygleiðing og ítøkiligar royndir eru ein skapandi tilgongd, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflog. Við at gera sær fyrimyndir skal næmingurin læra at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.

 

Fakligir førleikar

9. flokkur

Landbúnaður og garðyrki í søguligum høpi

Næmingurin dugir:

  • at greiða frá søguni hjá landbúnaðinum og búnaðarsamfelagnum
  • at greiða frá um markatalsbygdina, útskifting og grannastevnu
  • at greiða frá um lunnindi.

Vistfrøðiligar fortreytir

Næmingurin dugir

  • at greiða frá sambandinum millum troyting og nýtslu av lendi og náttúru og ta vistskipan, landbúnaðurin er knýttur at og virkar í.

Landbúnaður, urtagarðsbrúk og djórahald

Næmingurin dugir

  • at greiða frá teimum úrdráttum, ið fáast burtur úr neytahaldi, seyðahaldi, húsdýrahaldi annars og úr velting og gróðurvirki
  • at vísa á møguleikar og avmarkingar við føroyskari urtagarðs- og garðyrkisvinu í Føroyum og samanbera við umheimin.

Velting og dyrkingarhættir

Næmingurin dugir

  • at greiða frá teimum atlitum, ið skulu verða tikin í sambandi við at dyrkað verður upp úr nýggjum umframt teirri lóggávu, sum er galdandi
  • at vísa á ymiskar dyrkingarhættir, ið nýttir verða, bæði her á landi og aðrastaðni.

6. Eftirmeting og próvtøka

8.-10. flokk

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal ávegis og javnan í undirvísingargongdini eftirmetast við støði í fakliga avrikinum í lærugreinini, so næmingurin fær eina greiða meting av fakligu støðuni hjá sær í mun til ásettu málini, og hvat hann skal arbeiða við, um málini ikki eru rokkin. Eftirmetingarnar kunnu vera av ymiskum slagi, t.d. støðukanning, testir og royndir. Í eftirmetingini av einstaka næminginum skal eisini tilskilast, hvussu fakliga arbeiðslagið og arbeiðssemið hjá næminginum eru, bæði viðvíkjandi einsæris avriki og avriki í bólki. Eftirmetingin skal eisini fevna um eina vegleiðing til einstaka næmingin um, hvat arbeiðast skal við í lærugreinini fyri at lúka málini.

Eftirmetingarnar skulu skjalfestast skrivliga.

Einstaki skúlin ger skrivligar reglur fyri, nær og hvussu eftirmetingarnar verða framdar, og hvussu eftirmetingarnar verða latnar næmingunum.

Eingin próvtøka er í landbúnaði.

 


7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støðið undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Í undirvísingini er umráðandi, at førleikarnar at lurta, at tala, at lesa og at skriva renna saman í eina heild. Av stórum týdningi er tað eisini, at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til og tá ið tað verður mett at vera hóskandi.

Munnligi og skrivligi tættirnir í lærugreinini vera raðfestir eins væl og tann verkligi. Munnligar framløgur skulu skipast inn í undirvísingartilgongdina, so næmingurin stigvíst venur seg við at leggja fram og at greiða frá. Endamálið er at styrkja um tvørfakliga samstarvið, og tað gevur næminginum eina greiðari fatan av týdninginum, skriviførleiki hevur fyri alt skrivligt samskifti, og samstundis mennir tað evnini hjá næminginum at orða seg bæði munnliga og skrivliga.

Stigvøkstur

Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini  verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat ið er best at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á egnu læring.

Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt.

Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram ímóti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji ávegismálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.

At læra at læra

Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir, og hvat endamálið við læringini er.

Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgondin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur skal eisini leggjast á heimaarbeiði, og tann týðandi leiklut hetta hevur í fakligu menningini.

Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja týdningin av lærugreinini landbúnaði. Tá ið arbeitt verður við ymiskum táttum í lærugreinini, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, eisini uttan fyri skúlans gátt. Undirvísingin í landbúnaði skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at loysa verkligar uppgávur í sambandi við landbúnað og garðyrki.

Arbeiðshættir

Arbeiðshættir skulu veljast so, at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis so, at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður. Hetta verður m.a. gjørt við, at týðandi evni og viðurskifti verða tikin upp í undirvísingina.

Næmingarnir arbeiða við tøkniligum trupulleikum, og dentur verður lagdur á ástøði og verkligt arbeiði. Tann verkliga undirvísingin fer fram á einum stigi, sum sýnir dygdir skúlans innan ávísu økini í lærugreinini landbúnaði. Vitjan á støðum, har landbúnaður og garðyrki fara fram, eigur at vera partur av undirvísingini.

Samstarv

Lærugreinin landbúnaður er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinir. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinir um ymisk evni, eitt nú øktan kunnleika í lívfrøði.

Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi – frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinir við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning.

Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir.

Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinirnar sum partar av størri heild og letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin.

Skrivlig avrik

Skrivligi parturin letur upp fyri tvørfakligum samstarvi og við tí øðrvísi skrivligum avrikum. Heldur enn at lata eitt avrik inn, bara í samskiftistøkni, kann talan verða um tvørfakligt samstarv.

Næmingurin skal hava venjing í at skriva so, at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivligu uppritini, sum verða løgd fram, á mennandi hátt.

Samrøða

Munnlig framseting hevur reglur og lýsingar, sum næmingurin skal duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð, og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri móðurmálinum sum eitt intellektuelt amboð, ið skal víðka sjónarringin hjá næminginum. Allir flokkar skulu tí gera royndir við málinum, eitt nú við sínamillum tosi og við tí at siga frá.

Skúlin skal vera so rúmur, at til ber at tosa um kenslur, evni, hugtøk og hendingar í gerandisdegnum. Arbeiðast skal við tí at lurta og tí at vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðaval og talugávur mennast. Næmingurin skal sleppa at royna veruligar eins væl og gjørdar samrøður. Floks- og bólkakjak skal javnan eftirmetast so, at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið og samrøðuna ella orðaskiftið at rigga og ganga væl.

Lesing

Næmingurin skal haldast til at lesa nógv. Eitt gott lesiumhvørvi á skúlanum er ein treyt fyri at menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Hetta verður skapt í flokkinum við nógvum ymiskum lesitilfari og góðum vanum. Skúlabókasavnið er ein sjálvsagdur partur av hesum góðu vanum. Fyri at røkka góðum lesiumhvørvi er av stórum týdningi, at skúlabókasavnið er ein natúrligur partur av skúlagongdini.

Lívlong læring

Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.