1. Samleiki

Landafrøði er lærugrein, ið sameinir fatan okkara av grundleggjandi tilgongdum og samanhangum í náttúru og umhvørvi við ta fatan, vit hava av samfelags- og mentanarligum tillagingum at náttúru og umhvørvi.

Lærugreinin roynir at lýsa, hvussu til ber at skipa, gagnnýta, broyta og laga náttúruumhvørvið, og hvussu menniskjan á hin bógvin noyðist at laga seg til broyttu umstøðurnar, sum kunnu vera íkomnar, bæði av náttúru- og menniskjaávum. Avgerandi er í hesum viðfangi spurningurin um burðardygga menning. Fyri at skilja hetta er neyðugt at kenna grundleggjandi alheimsligar jarðartilgongdir, bæði í langtíðarhøpi og nútíðar, umframt at fata, hvussu náttúru- og menniskjaskapt fyribrigdi verða staðfest í mun til ymiskar landafrøðiligar fortreytir.

Lærugreinin umrøður jarðfrøðilig og landafrøðilig mynstur og munir á teimum, alheimsliga og í økjum. Lærugreinin byggir á skipaða eygleiðing av, undran og djúphugsan viðvíkjandi umstøðunum kring okkum.


2. Endamál

Undirvísingin í landafrøði hevur til endamáls, at

1.     næmingurin ognar sær innlit í, hvussu materielli heimurin í roynd og veru er háttaður, og hvussu menniskjan byggir síni lívskor á hesi viðurskifti

2.     næmingurin ognar sær førleika at skilja, hvussu fyrisiting og vísindaumhvørvi starva við at lýsa tey ymisku landafrøðiligu fyribrigdini og umsita tey

3.     næmingurin ognar sær vitan og kunnleika um jørðina og skilir, at hon er býtt sundur í øki av alskyns støddum og vavi, og at knýtt verða sterk búskaparlig, politisk og sosial áhugamál at hesum økjum, ið kunnu avmarkast bæði horisontalt við kortum og planum, men eisini við tvey- ella trýdimensionellum yvirlitsmyndum, sum vísa vertikalar samanhangir og avmarkingar

4.     næmingurin fær eina fatan av, at hesi øki ikki einans eru tómar víddir og rúm, men at tey hava alskyns eginleikar knýttar at sær, ið krevja bæði kvantitativar og kvalitativar førleikar, skulu teir verða lýstir

5.     næmingurin ognar sær førleika at skilja, hvussu nýggj vitan og tøkni kunnu nýtast til at betra um stýringina, gagnnýtsluna og tillagingina av náttúruumhvørvinum

6.     næmingurin fær kunnleika um og innlit í hugtøk, arbeiðshættir og sannkenningar í lærugreinini

7.     næmingurin fær innlit í, hvussu landafrøði og landafrøðilig gransking saman við hinum náttúrulærugreinunum stuðlar undir fatan okkara av heiminum

8.     næmingurin mennir sín áhuga og forvitni fyri náttúru- og mentanarlandafrøði, náttúrufrøði og tøkni, so at hann fær hug at læra meira

9.     næmingurin styrkir sína fatan av fremmandum mentanum, so at teir síggja tann týðandi leiklut, náttúru- og mentanarlandafrøði hava fyri heimsskoðan okkara.


3. Stig og tímatal

Í landafrøði verður undirvíst í 7.-9. flokki. Stigini og tímatalið er býtt sundur í flokksstig:

Stig

7. fl.

8. fl

9. fl

Klokkutímatal

30

60

60

 

4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi.

Kjarnaøki

Landafrøði verður býtt sundur í fýra kjarnaøki: landafrøðiligar keldur og amboð, Land, hav og veðurlag, Tilfeingi og vinnuvegir, Fólkafrøði og menning, ið eru tey somu frá lægsta til hægsta stig. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini:

Stig

Kjarnaøki

7. fl. -B

Landafrøðiligar
keldur og amboð

Land, hav
og veðurlag

Tilfeingi
og vinnuvegir

Fólkafrøði
og menning

Landafrøðiligar keldur og amboð

Kjarnaøkið landafrøðiligar keldur og amboð fevnir um at nýta kort, myndir, myndlar, hagfrøði og landafrøðiligar kunningarskipanir (GIS).

Land, hav og veðurlag

Kjarnaøkið land, hav og veðurlag snýr seg um innaru og ytru máttir jarðar, og tann týdning, hesir hava fyri tey landsløg, ið eru og verða gjørd.

Jarðfrøði, havfrøði og veðurfrøði eru partar av hesum kjarnaøki. Undirvíst verður í plátutektonikki, grótsløgum og sedimentering, umframt niðurbróting av lívrunnum evnum og kolvetnisjarðfrøði.

Veður, veðurlag, veðurlagsøki og gróðurbelti, trýst, hiti og eginleikar hjá vatni eru fevnd av hesum øki, eins og havið, havstreymar og gróður í sjónum, ozonlagið og alheims upphitingin (vakstrarhúsárinið), og hugt verður eftir, hvønn týdning hesi hava fyri lívskorini ymsastaðni í heiminum.

Jørðin og himmalrúmið eru somuleiðis fevnd av hesum kjarnaøki.

Tilfeingi og vinnuvegir

Í kjarnaøkinum tilfeingi og vinnuvegir verður undirvíst í evnum so sum landbúnaði, havbúnaði, fiskivinnu, tilfeingisstýring, vinnuvegum, oljuleiting, námsvinnu, orkukeldum, orkutøkni og orkuframleiðslu, bæði varandi og farandi. Alheims kolevnaringrásin er fevnd av hesum kjarnaøki.

Dentur verður lagdur á sambandið millum framleiðslu og tað tøknifrøðiliga og búskaparliga støðið, umframt tær politisku fortreytirnar. Framleiðsla, forbrúk, umhvørvisárin og burðardygg menning verða umrødd og viðgjørd í hesum sambandi.

Avleiðingar og árin á umhvørvið, ið standast av, at náttúrutilfeingið verður gagnnýtt, verða viðgjørd og mett í mun til kravið um burðardygga menning. Sum grundleggjandi tilfeingi og lívsneyðugt føðsluevni verða vatn, vatnnýtsla og umsiting av vatntilfeinginum viðgjørd í hesum høpi.

Fólkafrøði og menning

Kjarnaøkið fólkafrøði og menning fevnir m.a. um búseting og undirstøðukervi, fólkafrøði og flyting, lendistillaging og menningarlond. Somuleiðis fevnir hetta øki um viðurskifti og sambond millum lond og øki, herundir sambandið millum menningarlond og ídnaðarlond, og Føroya støða í altjóða høpi verður viðgjørd.

Ískoytisøki

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum semjast um í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleikar næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.


5. Førleikamál

Í landafrøði eru førleikamálini lutað sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni næmingsins at taka egnar avgerðir. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri læru­greinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg í landafrøði um at virða náttúru og umhvørvi, umframt tað mentanarliga tilfeingið og tey sermerki, ið koma til sjóndar í nærumhvørvinum. Í undirvísingini verður dentur lagdur á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og virðir tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin virðir eisini sín egna tørv og tað náttúrutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann virðir tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, eins og hann hevur virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

At samskifta snýr seg um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga og at lesa og skriva. Lærugreinin landafrøði er við til at fremja hesa menning. At samskifta snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna.

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. Næmingurin verður frá fyrsta degi vandur við at tala, skifta orð, lurta, próvføra og bera fram egnar metingar.

Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot, at lesa er at skyna á og tulka. Í landafrøði merkir hetta m.a. at lesa tekstir á ávísum torleikastigi, at lesa myndlar og ritmyndir, ið sýna støður og einfaldar broytingar í tíð og í rúmd. Harumframt fevnir førleikin at lesa um at duga at kunna seg í topografiskum kortum eins væl og í einføldum, tematiskum kortum, umframt at duga at lesa størri tvídimensjonalar talvur og skema. Førleikin at skriva í landafrøði snýr seg um at duga at orða seg á einum rímiliga fjøltáttaðum, samanhangandi máli, ið evnar at knýta saman einfaldar samanhangir.

Førleikin at rokna snýr seg í landafrøði eins og í náttúrulærugreinum um førleikan at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og úrtøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og at loysa vandamál. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mong og ymisk gerandismál, og tí hevur undirvísingin í landafrøði ein týðandi lut í hesi menning.

Førleikin at nýta tøknilig amboð er í landafrøði at duga at nýta kunningartøkni, ið er ein fortreyt fyri øllum fjarskifti. Við venjingum ognar næmingurin sær vitan og mennir síni evni at skriva tekstir. Hesin førleiki snýr seg í stóran mun um at duga at finna viðkomandi upplýsingar á internetinum og at taka niður tilfar ella avrita tilfar inn í eitt tekstskjal ella rokniark og at goyma sítt tilfar  í skipaðum skjáttubygnaði, so at til ber at handfara eina ávísa mongd av ymiskum tilfari.

At kanna

At kanna er íborin førleiki. Børn rannsaka umhvørvið fyri at klára seg í lívinum. At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna snýr seg í landafrøði um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara til at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um náttúru, umhvørvi og mentanarlig viðurskifti. Í landafrøði styrkir næmingurin síni evni at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan á bókasøvnum, í bókmentum, handbókum, á internetinum o.s.fr. Næmingurin verður eggjaður til at síggja gagn og gleði í náttúrufrøðiligum og mentanarligum viðurskiftum og til at fregnast um spurningar av nevnda slag, sum bjóða forvitninum av. Við dømum og venjingum lærir næmingurin at nýta vísindaliga framferðarháttin og at handfara keldutilfar á ein sakligan og siðiligan hátt.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin mennir síni evni at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt, eins og hann mennir síni hugskot. Hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læring.

Førleikin at skapa snýr seg í landafrøði um, at næmingurin gerst tilvitaður um og lítur á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin lærir, hvussu náttúruvísindalig, tøknilig og vinnulig nýbrot hava broytt náttúru, umhvørvi, samfeløg og mentan. Næmingurin lærir, at eygleiðing og ítøkiligar royndir eru ein skapandi tilgongd, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflog. Við at gera sær fyrimyndir skal næmingurin læra at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.


Fakligir førleikar

Landafrøði hevur ávegismál fyri 8. floksstig og endalig mál fyri 9. floksstig, C- og B-stig. Ávegismálini eru vegleiðandi, tó soleiðis at skilja, at um munandi frávik koma fyri, skal hetta fráboðast leiðslu skúlans, sum við støði í lýsta tørvinum hevur skyldu til at seta neyðug tiltøk í verk. Um endaligu málini verða eftirmett við próvtøku, eru tey bindandi.

8. flokkur - ávegismál

Landafrøðiligar keldur og amboð

Næmingurin dugir

  • at lesa og endurgeva yvirlitsmyndir, ið sýna bæði støður og tilgongdir, eitt nú hita- og avfalsyvirlit og veðurkort
  • at lesa og endurgeva tematisk búsetingarkort og kort yvir vinnuvegir
  • at lesa og tekna ritmyndir og yvirlitsmyndir, eitt nú fólkafrøðipyramidur,  sum siga frá vinnuvegum og búsetingum
  • at staðfesta tilgongdir, rák og flutning á viðkomandi kortum, harímillum streympílar á vanligum heimskortum
  • at lesa signaturar (tekn/merki) og hava kunnleika til skipanina við longdar- og breiddarstigum, umframt kunnleika til tíðarsonur, miðkring, vendikring, støddarlutfall, hæddar- og dýpislinjur, umframt at kenna høvuðsprojektiónirnar
  • at nýta kort og globus í arbeiðinum at skapa yvirlit
  • at kunna seg við GPS-ara.

Land, hav og veðurlag

Næmingurin dugir

  • at vísa dømi um orsøkir og sambond ímillum plátutektonikk, fjallarøðir, gosvirksemi og jarðskjálvta
  • at lýsa alheims ringrásina hjá vatni
  • at vísa dømi um, hvussu ísur, vatn og vindur ávirka lendi og landsløg við lendismáan, flutningi og áløgu
  • at greiða frá okkara sólskipan í høvuðsheitum
  • at vísa dømi um ístíðarlandsløg á okkara leiðum
  • at greiða frá vanligum veðurlagsmunum umframt mannaskaptum veðurlagsbroytingum í sambandi við CO2-útlát og aðra dálking
  • at greiða frá havstreymum, sonevndu salt-/hitapumpuni (havsins kalda hjarta)
  • at greiða frá um gróður í sjónum.

Tilfeingi og vinnuvegir

Næmingurin dugir

  • at vísa dømi um vinnuliga og búskaparliga menning í ymsum økjum á jørðini
  • at vísa dømi um og greiða frá, hvussu ymisk dyrkingarmynstur eru knýtt at náttúruviðurskiftunum
  • at vísa dømi og greiða frá um ráevnavinnu í Føroyum
  • at greiða frá teimum vanligu ráevnunum, ið vunnin verða
  • at greiða frá orkuframleiðslu, bæði staðbundnari og á alheims stigi
  • at greiða frá, hvussu fiskivinnan hevur lagað seg til tær náttúrugivnu fortreytir, og hvussu fiskiskapurin verður skipaður við ymiskum amboðum, eitt nú kvotum og fiskidøgum
  • at greiða frá, hvussu vinnuvegir sum heild eru við til at skapa fortreytir fyri búseting og undirstøðukervi.

Fólkafrøði og menning

Næmingurin dugir

  • at greiða frá býargerð og býareginleikum í Føroyum og í okkara grannalondum
  • at greiða frá býarmenning í londum á ymiskum menningarstigum, sum fevnir um tann fólkafrøðiliga transitiónsmyndilin
  • at samanbera egin lívskor við lívskorini í tilafturskomnum londum
  • at greiða frá hugtøkum so sum bruttotjóðarúrtøka (BTÚ)
  • at greiða frá egnari mentan í mun til aðrar mentanir
  • at vísa dømi um handil, samskiftisvegir og samskiftishættir, umframt samvinnu um tænastuveitingar og arbeiðsmegi millum øki í heiminum og heimsins lond annars
  • at greiða frá búskaparligum, politiskum og hernaðarligum samstarvi millum lond og felagsskapir
  • at vísa á dømi um marknatrætur ymsastaðni í heiminum.

9. flokkur - endalig mál

Landafrøðiligar keldur og amboð

Næmingurin dugir

  • at lesa og greiða frá bæði tví- og trídimensionalum ritmyndum, ið sýna landafrøðiligar støður og tilgongdir
  • at kanna øki, global mynstur og viðurskifti, og við støði í landafrøðiligum keldum og hjálparmiðlum at meta um hesi
  • at lesa og tekna ritmyndir viðvíkjandi búseting og framleiðslu
  • at greiða frá gongdum, rákum og flutningi á viðkomandi kortum, og at lesa streymkort yvir Føroyar og greiða frá rákinum kring oyggjarnar
  • at lesa signaturar (tekn/merki) og greiða frá skipanini við longdar- og breiddarstigum, tíðarsonum, miðkringi, vendikringi, støddarlutfalli, hæddar- og dýpislinjur, umframt at kenna høvuðsprojektiónirnar
  • at nýta kort og globus, harímillum talgild kort og fylgisveinamyndir, umframt talgild tøl og dátu sum amboð í arbeiðinum at skapa  yvirlit og samanheingi
  • at greiða frá, hvussu GPS-arin virkar.

Land, hav og veðurlag

Næmingurin dugir

  • at lýsa innaru og ytru jarðfrøðiligu ringrásina
  • at greiða frá týdninginum, vatn hevur fyri lív og menning ymsastaðni á jørðini
  • at lýsa og greiða frá, hvussu ísur, vatn og vindur ávirka, broyta og gera landsløg
  • at greiða frá og lýsa ytru umstøður jarðar sum livandi gongustjørna í sólskipanini
  • at greiða frá ístíðarlandsløgum á okkara leiðum, og við einføldum hugtøkum lýsa skap av landsløgum oman- og niðansjóvar
  • at lýsa týðandi viðurskifti, sum snúgva seg um veður, veðurlag og veðurlagsbroytingar á jørðini
  • at greiða frá streymi á landgrunninum og á firðum og sundum og vísa á, hvørji náttúruviðurskifti gera seg galdandi
  • at greiða frá og viðgera, hvussu gróðurin í sjónum er treytaður av ytri umstøðum.

Tilfeingi og vinnuvegir

Næmingurin dugir

  • at greiða frá og samanbera vinnuliga og búskaparliga menning í ymsum økjum á jørðini við støði í lívskorunum
  • at greiða frá og viðgera, hvussu ymisk dyrkingarmynstur eru knýtt at náttúruviðurskiftunum, og hvørja ávirkan tey kunnu hava á náttúruna
  • at greiða frá teimum vanligu ráevnunum, ið vunnin verða
  • at greiða frá orkuframleiðslu, bæði staðbundnari og á alheims stigi, og gera egnar metingar
  • at greiða frá, hvussu fiskivinnan hevur lagað seg til tær náttúrugivnu fortreytir, og hvussu fiskiskapurin verður skipaður við ymiskum amboðum, eitt nú kvotum og fiskidøgum
  • at greina og meta um, hvussu vinnuvegir eru við til at skapa fortreytir fyri búseting og undirstøðukervi.

Fólkafrøði og menning

Næmingurin dugir

  • at greiða frá býargerð og býareginleikum í Føroyum og í okkara grannalondum og gera egnar metingar og niðurstøður
  • at lýsa alheims íbúgva- og stórbýarmynstur og gera egnar niðurstøður
  • at lýsa og greiða frá týðandi viðurskiftum, sum hava ávirkan á íbúgva- og býarmenning við støði í føroyskum viðurskiftum
  • at greiða frá búskaparligum og fólkafrøðiligum hugtøkum sum t.d. BTÚ
  • at greiða frá og taka støðu til lívskor hjá fólki í egnum samfelag eins og í øðrum
  • at greiða frá og meta um handil, samskiftisvegir og –hættir, umframt samvinnu um tænastuveitingar og arbeiðsmegi millum øki í heiminum og heimsins lond annars
  • at greiða frá búskaparligum, politiskum og hernaðarligum samsamstarvi millum lond og felagsskapir, og meta um týdningin, tílík samvinna kann hava í sambandi við ósemjur, harímillum felagsskapir og samgongur sum t.d. ES, NATO, Heimsbankin og ST
  • at vísa á dømi um marknatrætur ymsastaðni í heiminum og viðgera og meta um, hvussu hesar koma í og verða loystar.

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal ávegis og javnan í undirvísingargongdini eftirmetast við støði í fakliga avrikinum í lærugreinini, so næmingurin fær eina greiða meting av fakligu støðuni hjá sær í mun til ásettu málini, og hvat hann skal arbeiða við, um málini ikki eru rokkin. Eftirmetingarnar kunnu vera av ymiskum slagi, t.d. støðumetingar, testir, munnlig upplegg og skrivligar royndir. Í eftirmetingini av einstaka næminginum skal eisini tilskilast, hvussu fakliga arbeiðslag og arbeiðssemi  næmingsins eru, bæði viðvíkjandi einsæris avriki og avriki í bólki. Eftirmetingin skal eisini fevna um eina vegleiðing til einstaka næmingin um, hvat arbeiðast skal við í lærugreinini fyri at lúka málini. Eftirmetingarnar skulu skjalfestast skrivliga.

Einstaki skúlin ger skrivligar reglur fyri, nær og hvussu eftirmetingarnar verða framdar, og hvussu eftirmetingarnar verða latnar næmingunum.

9. flokkur

Próvtøkuhættir

Hildin verður ein munnlig próvtøka.

Próvhoyringin varir 20 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 20 minuttir íroknað útflýggjan av tilfari og vegleiðing.

Uppgávuspurningarnir verða settir við støði í evnum, økjum o.tíl., bæði úr kjarnatilfarinum og ískoytistilfarinum, sum arbeitt hevur verið við í 8. og 9. flokki. Próvhoyringin er ein faklig samtala millum próvtakara og próvhoyrara, og tekur samtalan støði í framløgu próvtakarans av tilfari og próvtøkuspurningi, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini.

Próvtøkuspuningarnir skulu vera neyvlýsandi og hava undirspurningar umframt fylgiskjøl. Hvør próvtøkuspurningur hevur vanliga bæði kend og ókend fylgiskjøl. Royndararbeiði skal vera týðandi partur av próvtøkuspurninginum.

Próvtøkutilfar og próvtøkuspurningar verða send próvdómaranum til góðkenningar sambært próvtøkukunngerðini.

Dømingargrundarlag

Próvtøkutilfarið skal vera valt soleiðis, at tað í tema ella á annan hátt er knýtt at evnum, økjum o.tíl., sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini. Tilfarið, ið er grundarlag undir munnligu próvtøkuni, skal í sínari heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað.

Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd og støðisførleikunum sýna evni sjálvstøðugt at leggja fram og viðgera tilfar við støði í próvtøkuspurningi/um. Hann skal sýna, at hann dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir í undirvísingini og seta próvtøkutilfarið í frásjón.

Í próvdømingini verður dentur lagdur á evni próvtakarans at skipa landafrøðiligt tilfar við støði í útflýggjaða próvtøkuspurninginum, at próvtakarin skilir og tulkar landafrøðiligar upplýsingar á rættan hátt, nýtir háttaløg og úrslit frá uppgávum og undirvísingini, setir ókent tilfar í samband við landafrøðilig greiðsluevni, sær sína landafrøðiligu vitan í frásjón og evnar at meta um landafrøðilig greiðsluevni.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

Próvtalslýsingar

9. flokkur munnlig próvtøka

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað, og næmingurin vísir, at hann hevur gott innlit í tilfarið, sum próvtøkan er grundað á. Málið í framløguni er neyvt, tulkingin er sera væl grundað, við neyvum og greinandi eygleiðingum. Næmingurin brúkar trygt og sjálvstøðugt tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini landafrøði. Sjónarmiðini eru væl lýst og vísa gott innlit í lærugreinina. Fá og týdningarleys brek kunnu koma fyri.

7

Gott

Framløgan er samanhangandi og væl skipað. Málið í framløguni er skilligt og fjølbroytt. Tulkingin er góð, við greinandi eygleiðingum. Næmingurin brúkar tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini landafrøði, og er virkin í fakligu samrøðuni. Sjónarmiðini eru týðulig, og meting næmingsins av próvtilfarinum er væl grundað. Framsetingin er hóskandi skipað. Onkur brek koma fyri.

02

Nøktandi

Framløgan er heldur trilvandi og hongur ikki væl saman. Framløgan er so dánt væl skipað, skillig, men bæði fak- og málsliga veik. Greiningin er veik og tulkingin ógreið. og fakliga eygleiðingin veik. Næmingurin er við í fakligu samrøðuni, týðandi brek koma tó fyri.


7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støði undir tí at skipa undirvísingina. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Í undirvísingini er umráðandi, at førleikarnir at lurta, at tala, at lesa og at skriva renna saman í eina heild. Í teirri ávísu undirvísingargongdini ber til at leggja høvuðsdent á eitt av kjarnaøkjunum. Tað kann t.d. vera Landafrøðiligar keldur og amboð.

Av stórum týdningi er tað, at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til, og tá ið tað verður mett at vera hóskandi. Sum dømi kunnu partar úr kjarnaøkinum Landafrøðiligar keldur verða samskipaðir við pørtum úr kjarnaøkinum Tilfeingi og vinnuvegir. Vitan á hesum øki eru við til at gera fatanina av landafrøðini fjøltáttaða.

Munnligi tátturin í lærugreinini, ið er umrøða og viðgerð, skal vera raðfestur høgt, og samrøðan er kjarnin í hesum tátti. Munnligar framløgur skulu skipast inn í undirvísingartilgongdina, so næmingurin stigvíst venur seg við at leggja fram. Dentur verður lagdur á, at næmingurin sameinir munnligar framløgur við egin skrivlig verk, nýtslu av KT-amboðum, ymiskar samskiftishættir o.s.fr. Á tann hátt verður retoriski førleikin hjá næminginum mentur.

Skrivligi tátturin skal eins og tann munnligi vera skipaður inn í undirvísingina í landafrøði. Á henda hátt kann næmingurin ogna sær góðar skriviførleikar og menna teir. Somuleiðis verður arbeitt miðvíst við at menna førleikan at rokna í undirvísingini í landafrøði. Umframt at hetta styrkir um tvørfakliga samstarvið, fer næmingurin so hvørt at fáa eina greiðari fatan av týdninginum, hesir førleikar hava fyri alt skrivligt og formligt samskifti, og samstundis mennir hetta evnini hjá næminginum at orða seg bæði munnliga og skrivliga.

Stigvøkstur

Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat ið er best at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á egnu læring.

Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt, at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram ímóti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji áveigsmálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.

At læra at læra

Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir, og hvat endamálið við læringini er.

Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgongdin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur skal eisini leggjast á heimaarbeiði, og tann týðandi leiklut, hetta hevur í fakligu menningini.

Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja týdningin av lærugreinini landafrøði. Tá ið arbeitt verður við ymiskum evnum og táttum, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, eisini uttan fyri skúlans gátt. Undirvísingin í Landafrøði skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at arbeiða greinandi og kritiskt við teimum ymisku evnunum og táttunum, sum arbeitt verður við. Eisini skal næmingurin verða tilvitaður um, at hann í lærugreinini mennir sær førleikarnar at koma til orðanna í nógvum ymiskum viðurskiftum, ið so ella so eru knýtt at landafrøðiligum spurningum.

Arbeiðshættir

Arbeiðshættir skulu veljast so, at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis so, at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður. Hetta verður m.a. gjørt við, at viðkomandi og tíðarbær evni og viðurskifti verða tikin upp í undirvísingina.

Í landafrøði verða ymiskir arbeiðshættir nýttir so, at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Arbeiðshættir kunnu fevna um lærarafyrilestur, einstaklingsverkevni, næmingaframløgu, samrøður í flokkinum, bólka- og toymisarbeiði, verkætlanarevni o.tíl. Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarhættunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt sum næmingarnir búnast og gerast meira sjálvstøðugir, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarformur at minka.

Næmingarnir skulu ikki einans duga at fyrihalda seg til boðskap frá lærara og floksfeløgunum, men í eins stóran mun duga at miðla vitan og boðskap til lærara, floksfelagar og móttakarar uttan fyri flokshølið og skúlans gátt.

Arbeiðshættirnir eru tískil neyvt samantvinnaðir við serligum atliti at, hvussu arbeiðsuppgávurnar og venjingarnar hjá næminginum verða útintar.

Endamálið við teimum ymsu arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at kanna gjølla, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at brúka ymisk háttaløg, at hugsa nýtt og íverkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing.

Lærari skal altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.

Samstarv

Landafrøði er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinar. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinar um ymisk evni, eitt nú burðardygga menning, at menna skapandi evnini og KT-førleikarnar hjá næminginum, undirvísing í evnum, sum spretta úr nærumhvørvinum, knýtt at náttúrufrøðiligum fyribrigdum, ið kunnu stuðla upp undir og geva íblástur til evni at arbeiða við í øðrum lærugreinum.

Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi – frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinar við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði, t.d. við at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning, um somu tíð.

Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfaklig samanheingi.

Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinarnar sum part av størri heild, og tað letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanheingi avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin. Tí er umráðandi, at undirvísingin í Landafrøði verður sjónliga skipað so, at næmingurin veit, at lærugreinin er natúrligt framhald av lærugreinini Náttúru og tøkni í 6. flokki.

Avrik

Skrivligi og skapandi parturin av lærugreinini letur upp fyri tvørfakligum samstarvi, og við tí øðrvísi skrivligum avrikum. Heldur enn at lata eitt avrik inn, bara í Landafrøði, kann talan verða um tvørfakligt samstarv, t.d. eina staðbundna framsýning, eina røð av fyrilestrum ella framløgum, eina heimasíðu, eitt blað ella eina ritgerð.

Ein grundgeving fyri, at skrivligt og skapandi arbeiði kann vera partur av tvørfakligum samstarvi, er, at næmingurin lærir, at tað at skriva væl – t.e. greitt og uttan stórvegis villur –  ikki bara er eitt krav í lærugreinini Føroyskum, men eitt alment krav, ið er knýtt at øllum skrivligum samskifti í øllum lærugreinum.

Næmingurin skal hava venjing í at skriva so, at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivlig upprit, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur harumframt upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.

Samrøða

Munnlig framseting hevur reglur og lýsingar, sum næmingurin skal duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð, og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri føroyskum máli sum intellektuellum amboði, ið skal víðka sjónarringin hjá næminginum. Umráðandi er, at næmingurin fær venjing í at brúka móðurmáli í lærugreinini, eitt nú við sínámillum tosi og við tí at siga frá.

Skúlin skal vera so rúmur, at til ber at tosa um kenslur, evni, hugtøk og hendingar í gerandisdegnum. Næmingurin skal arbeiða við at lurta og at vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðaval og talugávur verða ment. Næmingurin skal sleppa at royna veruligar eins væl og tilevnaðar samrøður. Floks- og bólkakjak skal javnan eftirmetast so, at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið og samrøðuna ella orðaskiftið at rigga og ganga væl.

Lesing

Næmingurin skal haldast til at lesa nógv. Eitt gott lesiumhvørvi í skúlanum er ein treyt fyri at menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Hetta verður skapt í flokkinum við nógvum ymiskum lesitilfari og góðum vanum. Skúlabókasavnið er ein sjálvsagdur partur av hesum góðu vanum. Fyri at røkka góðum lesiumhvørvi er av stórum týdningi, at skúlabókasavnið er ein natúrligur partur av skúlagongdini. Umráðandi er, at lesingin verður løgd til rættis samsvarandi tí førleikastigi, næmingurin er á. Allir næmingar eiga at lesa í minsta lagi eina aldurshóskandi skaldsøgu ella samsvarandi tekstmongd um mánaðin øll skúlaárini.

Lívlong læring

Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin at læra nýtt alt lívið.