Seinast broytt: 
5. januar 2016
Viðmerking: 
Ískoyti um mannarættindi sett inn í støðisførleikan "at virða"

1. Samleiki

Rørsla er grundleggjandi fyri menniskjað. Lærugreinin ítróttur tekur tí í høvuðsheitum støði í kropsligari rørslu. Rørsluliga menningin tekur støði í náttúruvísindaligu, humanistisku og skapandi økjunum. Itróttaligir førleikar, rørslugleði og royndir við rørslu eru við til at menna vitanarstøðið sum grundalag fyri almennandi, fakligari og sosialari menning, til frama fyri tann einstaka og samfelagið sum heild. Gleðin við rørslu er gundleggjandi fyri menniskjað. Rørslumentan, sum kemur til sjóndar í spæli, ítrótti, dansi og útilívi er ein týðandi partur av felags mentan og samleika.


2. Endamál

Endamálið við undirvísingini í ítrótti er:

  • við fjølbroyttum læringartilgongdum í ítrótti at geva næminginum upplivingar og royndir, og vekja áhuga fyri kropsligari venjing og menning
  • at næmingurin ognar sær førleika og vitan, sum ger hann føran fyri at mennast kropsliga og sum heild
  • at geva næminginum gleði og hug at íðka ítrótt og at menna fortreytir sínar at skilja týdningin av at mennast kropsliga í samspæli við náttúru, mentan og samfelag
  • at geva næminginum innlit í viðurskifti, ið snúgva seg um heilsu og kropsmentan
  • at geva næminginum neyðugu førleikarnar at taka ábyrgd av sær sjálvum, umframt at verða partur av einum bindandi felagsskapi.

3. Stig og tímatal

Undirvísingin í ítrótti fevnir um øll árini. Klokkutímatalið, undirvíst verður, er 60 tímar á hvørjum floksstigi, tó 30 klokkutímar í 1. flokki.


4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingurin fer ikki til próvtøku í ítrótti.

Kjarnaøki

Kjarnaøkini í lærugreinini eru frælsur ítróttur, fimleikur, rørsla og tónleikur, útilív, bóltspæl og svimjing.

Frælsur ítróttur

Kjarnaøkið frælsur ítróttur fevnir um ítróttarligar leikir og spøl, bæði úti og inni, at arbeiða við at menna kropsligu førleikarnar. Dentur verður lagdur á at menna ábyrgdarkenslu og sjálvstøðugleika næmingsins.

Fimleikur

Kjarnaøkið fimleikur fevnir um at arbeiða við grundleggjandi førleikum í fimleiki, at menna kropsligu førleikarnar. Dentur verður lagdur á at menna tøkniligu førleikarnar og vitanina um, hvat kroppurin megnar.

Rørsla og tónleikur

Kjarnaøkið rørsla og tónleikur fevnir um rútmiska rørslu og dans.

Útilív

Kjarnaøkið útilív fevnir um at skipa, leggja til rættis og fremja ymisk sløg av útivirksemi, leiki, kapping, ferðing, gongutúrum, gisting úti og tílíkum.

Bóltspæl

Kjarnaøkið bóltspæl fevnir um bóltspøl av ymiskum slag. Dentur verður lagdur á at venja og menna førleikar næmingsins at handfara bóltin í bóltspæli.

Svimjing

Kjarnaøkið svimjing fevnir um førleikarnar at svimja, at styrkja evnini hjá næminginum at svimja. Eisini fevnir hetta kjarnaøki um kunning um viðurskifti í sambandi við venjing og í sambandi við vandar, ið eru knýttir at svimjing, eitt nú um grundleggjandi bjargingarhættir og fyrstuhjálp.

Ískoytisøki

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum semjast um í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleikar næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.


5. Førleikamál

Í lærugreinini ítrótti eru førleikamálini lutað sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni næmingsins at taka egnar avgerðir. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri læru­greinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin í ítrótti skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg har umframt um at virða og menna okkara evni at samskifta leik og spæl. Undirvísingin í fimleiki leggur eisini dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan.

Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað náttúrutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, har ímillum teir sáttmálar, ið Sameindu Tjóðir hava samtykt í sambandi við barnarættindi og mannarættindi annars. Eisini skal hann hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

At samskifta snýr seg um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga og at lesa og skriva. Lærugreinin ítróttur hevur ein týðandi leiklut í hesi menning. At samskifta snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna.

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. Næmingurin skal frá fyrsta degi verða vandur við at tala, skifta orð, lýða á, próvføra og bera fram egnar metingar. Lærugreinin ítróttur leggur har umframt dent á at menna evnini hjá næminginum at skilja og samskifta við onnur. Eisini gjøgnum ítrótt og leik lærir næmingurin at skilja, hvussu samskifti millum menniskju fer fram og virkar. Skrivlig avrik eru avmarkað í ítrótti. Í fólkaskúlanum verða einans smærri skrivligar uppgávur loystar í lærugreinini, eina mest tá ið talan er um at leggja til rættis og skipa fyri leikum, túrum og útferðum. Á miðnámsstøði skulu næmingarnir læra at skriva frágreiðingar um verkevni síni.

Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot, at lesa er at skyna á og tulka. Á 2. floksstigi skal næmingurin duga bæði at lesa og skriva lættari tekstir. Lesing er ein avmarkaður partur av lærugreinini ítrótti. Tó skulu næmingarnir lesa nakað av tilfari um ítrótt og heilsu.

Førleikin at rokna snýr seg um evnini at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og úrtøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa vandamál. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mangar gerandistekstir, og tí hevur undirvísingin í ítrótti eisini sín týðandi lut í hesi menning. Rokning kemur bert í avmarkaðan mun lærugreinini ítrótti til góðar. Tó er brúk fyri talførleika, tá ið ítróttatiltøk, útferðir o.a.m. verða løgd til rættis.

Førleikin at nýta tøknilig amboð er í fyrstu atløgu at duga at nýta kunningartøkni. Í undirvísingini í ítrótti hevur kunningartøknin ein minni leiklut. KT verður nýtt til samskifti og vitanarbýti í undirvísingini sum heild, eins og til innsavnan, viðgerð av og meting um kunningartilfar frá ymsum keldum, har ímillum internetinum. KT amboð verða eisini nýtt í skapandi arbeiðinum, eitt nú í sambandi við at ítróttatiltøk verða løgd til rættis.

At kanna

At kanna er ein íborin førleiki. Børn kanna umhvørvið fyri at klára seg í lívinum. At granska er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna snýr seg í ítrótti um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara at taka virknan lut í leiki og spæli.

Í ítrótti verður stórur dentur lagdur á, at næmingurin, sum fer til próvtøku í ítrótti, fær ástøðiligan førleika í viðurskiftum knýtt at ítrótti.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læringartilgongd.

Førleikin at skapa snýr seg í ítrótti um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er, og at megna at vísa síni evni. Næmingurin skal læra, hvussu ítróttur er við til at mynda samfelag og mentan. Við at gera sær fyrimyndir skal næmingurin læra at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.


Fakligir førleikar

1.-2. flokkur

Frælsur ítróttur

Næmingurin dugir:

  • at gera einføld lop og køst
  • at renna.

Fimleikur

Næmingurin dugir:

  • at nýta lopfjøl, seta av, sveima og lenda
  • at bólta rút
  • at standa á høvdinum og hondunum
  • at gera lop um bleyt skúmamboð.

Rørsla og tónleikur

Næmingurin dugir:

  • at gera einfaldar grundrørslusamansetingar til tónleik
  • at kenna mun á spenning/avspenning
  • at gera einfaldar javnvágir og krossfunktiónir
  • at brúka rúmi uttan ampa fyri onnur (rúmfatan )
  • at dansa einfaldar fólkadansir (føroyskt stev og ........).

Útilív

Næmingurin dugir:

  • nøkur gomul føroysk útispøl
  • spøl, ið ger fríløturnar stuttligar og avbjóðandi
  • spøl í fjøruni og haganum.

Bóltspæl

Næmingurin dugir

  • at kasta og lofta
  • at sparka
  • einføld bóltspøl við fáum reglum.

Svimjing

Næmingurin dugir:

  • vatntryggleika og sjálvbjargni
  • at taka svimjiroyndina Nósi, har møguleiki er fyri tí.

3.-4. flokkur

Frælsur ítróttur

Næmingurin dugir:

  • at gera samansetingar við renning og lop
  • avsett og lending
  • renning, lop og køst.

Fimleikur

Næmingurin dugir:

  • at gera grundleggjandi venjingar á ymiskum amboðum.

Rørsla og tónleikur

Næmingurin dugir:

  • vanligar javnvágir og krossvenjingar
  • at nýta spenni/avspenni í rútmiskum samansetingum
  • at gera smáar samansetingar
  • at kenna endamálið við upphitan
  • grundleggjandi venjingar í upphitan
  • at sveiggja og vríggja
  • at nýta rúmi.

Útilív

Næmingurin dugir:

  • at brúka kort í kendum øki
  • gongd í haga (varða).

Bóltspæl

Næmingurin dugir:

  • at flyta ymisk sløg av bóltum við hondum og fótum (slagamboð)
  • at vera við í minibóltspølum og øðrum smáspølum
  • at síggja, hvønn týdning reglar hava í bóltspæli
  • einfalt samanspæl.

Svimjing

Næmingurin dugir:

  • at vísa á og greiða frá um ymiskar bjargingarhættir og fyrstuhjálp
  • og kennir til ymiskar mátar at bjarga sær sjálvum.

5-6. flokkur

Frælsur ítróttur

Næmingurin dugir:

  • fleiri renningarhættir (síðu/kross/lakk/forðarenning, 100m, 400m, 1000m)
  • fleiri lop (hæddar, longdar, trýstøkk)
  • samansetingar við renning/lop, renning/kast, avsett og lending.

Fimleikur

Næmingurin dugir:

  • at brúka spenni/avspenni
  • krossrørslur
  • einfaldar samansetingar við og á amboðum.

Rørsla og tónleikur

Næmingurin dugir:

  • at brúka trin, hopp, lop, javnvág, snúning, sveiggj og bendan í samansetingum við tónleiki
  • at brúka rúm, rætning, tíð, rútmu, við ella við ongum tónleiki
  • ella kennir týdningin av upphitan og dugir tær grundleggjandi venjingarnar í hesum sambandi
  • at taka hvílu- og arbeiðspuls og skilja munin.

Útilív

Næmingurin dugir:

  • at brúka kort og kumpass í ókendum øki
  • og veit um týdningin av reinum umhvørvi og væl frágingnari náttúru
  • at ferðast í fjøru og haga og er vitandi um, hvørji vandamál, ið har kunnu standast.

Bóltspæl

Næmingurin dugir:

  • grundleggjandi bóltvenjingar bæði við hondum og fótum
  • at brúka slagamboð, ketjara, hokkistav og ymisk sløg av battum
  • at taka lut í minispølum í hond-, fót-, flog- ella kurvabólti
  • at brúka torførari reglugerðir í bóltspølum.

Svimjing

Næmingurin dugir:

  • ella kennir bjargingar/sjálvbjargingarhættir
  • ella veit, hvussu hann kann hjálpa, um vanlukka hendir, uttan at seta seg sjálvan í vanda
  • bringusvimjing, crawl, ryggcrawl, sjálvbjargingarsvimjing, bjarging av troyttum svimjara.

7-9. flokkur

Frælsur ítróttur

Næmingurin dugir:

  • at nýta ymiskar førleikar í sambandi við renning, sporing og kast
  • at samskipa kropsligar rørslur og rørslumynstur og gera grein á teimum
  • at meta um kropsligar rørslur og rørslumynstur
  • at gera longdarlop, hæddarlop, 100 m og 2 kast (?)
  • at kenna munin á úthaldni, liðiligleika, styrki, s og konditión.

Fimleikur

Næmingurin dugir:

  • at nýta hóskandi koordinatión og kropsstýring í amboðsfimleiki
  • at taka medábyrgd, tá ið hann tekur ímóti øðrum, ið loypa
  • at taka trygt ímóti øðrum, ið loypa
  • at vísa tryggleika í fimleikaførleikum sínum
  • at seta saman og fremja fimleikarøðir, einsæris og í bólki
  • eini tvey-trý lop.

Rørsla og tónleikur

Næmingurin dugir:

  • at nýta ymisk stíl- og fimleikasløg í sambandi við rútmiskan fimleik
  • at finna upp á dansir og rútmiskar fimleikarøðir og vísa tær fram
  • at brúka tónleik í fleiri sløgum av fimleikaíðkan
  • ella veit um grundreglurnar í upphiting, strekking og køling
  • at gera einfaldar upphitanarskráir
  • at kenna munin á úthaldni, liðiligheit, styrki, koordinatión og konditión
  • at brúka tónleik í samband við upphitan og grundvenjing
  • at gera upphitanarskráir til ávísar ítróttargreinar, s.s. frælsan ítrótt, bóltspøl o.s.fr.

Útilív

Næmingurin dugir:

  • at kunna seg í sambandi við renning og ferðing í ókendum øki við korti og kumpass
  • at útinna ymiskar mátar av útilívi í ymiskum umstøðum og veðri
  • at kenna munin á úthaldni, liðiligleika, styrki, koordinatión og konditión.

Bóltspæl

Næmingurin dugir:

  • at skipa og fullføra ymiskar ítróttarleikir, -spøl og virksemi
  • at nýta tøkniligar førleikar í ymiskum leikum og spølum
  • at skapa egin bóltspøl og ítróttarleikir við givnum eins væl og egnari regluskipan
  • at nýta tøkniligar førleikar úr einsæris ítróttaroyndum og úr liðítrótti
  • at leggja til rættis taktisk upplegg í ymiskum ítróttum.

Svimjing

Næmingurin dugir:

  • at virka og bera seg trygt at í vatni og á floti.

10. flokkur

Frælsur ítróttur

Næmingurin dugir:

  • at leggja til rættis og útinna 5 km renning umframt at menna førleikarnar av undanfarnum stigum víðari.

Fimleikur

Næmingurin dugir:

  • at menna sínar førleikar av undanfarnum stigum víðari.

Rørsla og tónleikur

Næmingurin dugir:

  • at menna sínar førleikar av undanfarnum stigum víðari.

Útilív

Næmingurin dugir:

  • at útinna ymsar mátar av útilívi í ymiskum náttúruumstøðum
  • at kunna seg við korti og kumpassi í ymiskt háttaðum lendi, umframt at greiða frá ymiskum háttum at kunna seg uppá
  • at leggja til rættis og fremja túrar ymiskar árstíðir umframt at gista úti í náttúruni.

Bóltspæl

Næmingurin dugir

  • at menna sínar førleikar av undanfarnum stigum víðari.

Svimjing

Næmingurin dugir:

  • at menna sínar førleikar av undanfarnum stigum víðari.

Eftirmeting og próvtøka

9. og 10. flokkur

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal ávegis og javnan í undirvísingargongdini eftirmetast við støði í fakliga avrikinum í lærugreinini, so næmingurin fær eina greiða meting av fakligu støðuni hjá sær í mun til ásettu málini, og hvat hann skal arbeiða við, um málini ikki eru rokkin. Eftirmetingarnar kunnu vera av ymiskum slagi, t.d. støðukanningar, testir, upplegg og royndir. Í eftirmetingini av einstaka næminginum skal eisini tilskilast, hvussu fakliga arbeiðslag og arbeiðssemi næmingsins eru, bæði viðvíkjandi einsæris avriki og avriki í bólki. Eftirmetingin skal eisini fevna um eina vegleiðing til einstaka næmingin um, hvat arbeiðast skal við í lærugreinini fyri at lúka málini. Eftirmetingarnar skulu skjalfestast skrivliga.

Einstaki skúlin ger skrivligar reglur fyri, nær og hvussu eftirmetingarnar verða framdar, og hvussu eftirmetingarnar verða latnar næmingunum.

Próvtøkuhættir

Eingin próvtøka verður hildin.

Eftirmetingargrundarlag

Í sambandi við eftirmeting, har ímillum eisini av likamliga virkseminum, eru hesi virkisøki grundarlag undir metingini:

Likamligt virksemi

  • duga grundleggjandi ítróttarligt fimi og virkisligar rørslur
  • duga við støði í vali av fleiri ítróttargreinum og teirra virksemi í hesum sambandi tekniskt og taktiskt fimi innan ymisk sløg av bóltspæli
  • koreograferaðar og fríar rørslur til tónleik og ljóð
  • tekniskt fimi innan klassiskar eins og nýggjar ítróttargreinar
  • evni at arbeiða sjálvstøðugt og vera partur av arbeiðssambondum

Ástøðisfatan

  • Evni at samansjóða ástøði, verklig viðurskifti og venjingar
  • Vitan um góðan og sunnan kost, og hvat hetta hevur at týða í virknishøpi

Venjing

  • Likamligt áhaldni
  • Ráðlegging og fremjan av upphitingarskráum og grundleggjandi venjingarskráum

Næmingarnir skulu eisini eftirmetast við støði í bæði kynssamasjóðaðari og kynstillagaðari undirvísing. Evni teirra at sameina ástøðilig og verklig evni telja eisini við í eftirmetingini.


7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støði undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Í undirvísingini er umráðandi, at førleikarnir at lurta, at tala, at lesa og at skriva renna saman í eina heild. Í teirri ávísu undirvísingargongdini ber til at leggja høvuðsdent á eitt av kjarnaøkjunum.

Av stórum týdningi er tað, at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til, og tá ið tað verður mett at vera hóskandi. Á tann hátt verður førleikin og vitan í einum kjarnaøki við til at økja um fatanina av evnum í einum øðrum kjarnaøki.

Munnligi tátturin skal vera raðfestur høgt, og samrøðan er kjarnin í hesum tátti. Munnligar framløgur skulu skipast inn í undirvísingartilgongdina, so næmingurin stigvíst venur seg við at leggja fram. Dentur verður lagdur á, at næmingurin sameinir munnligar framløgur við egin skrivlig verk, nýtslu av KT-amboðum, ymiskar samskiftishættir o.s.fr. Á tann hátt verður retoriski førleikin hjá næminginum mentur.

Skrivligi tátturin skal eins og tann munnligi í stóran mun vera skipaður inn í dagligu undirvísingina og í fakligu heildina. Á henda hátt kann næmingurin menna seg í skrivitilgongdini og í stigum ogna sær góðar skriviførleikar. Somuleiðis skal verða borið so í bandi, at skrivlig avrik í øðrum lærugreinum eisini kunnu vera partur av skrivligum avrikum í lærugreinini føroyskum. Umframt at hetta styrkir um tvørfakliga samstarvið, gevur tað næminginum eina greiðari fatan av tí týdningi, skriviførleiki hevur fyri alt skrivligt samskifti, og samstundis mennir tað evnini hjá næminginum at orða seg bæði munnliga og skrivliga.

Stigvøkstur

Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat ið er best at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á egnu læring.

Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt, at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram ímóti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji ávegismálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.

At læra at læra

Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra, og hvat endamálið við læringini er. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir.

Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgongdin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur skal eisini leggjast á heimaarbeiði, og tann týðandi leiklut hetta hevur í fakligu menningini.

Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja tann týdning, sum lærugreinin ítróttur hevur. Tá ið arbeitt verður við ymiskum spurningum í sambandi við ítrótt, rørslu og heilsu, og tá ið ítróttur verður framførdur, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa greiða fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til. Undirvísingin í ítrótti skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennir sínar kropsligu og andligu førleikar.

Arbeiðshættir

Arbeiðshættir skulu veljast so, at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis so, at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður.

Í ítrótti skulu ymiskir arbeiðshættir verða nýttir so, at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis í ítrótti, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarhættunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt sum førleiki næminganna økist, og teir gerast meira sjálvstøðugir í lærugreinini, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarformur at minka.

Endamálið við teimum ymsu arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at brúka ymisk háttaløg, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing.

Lærari má altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.

Samstarv

Lærugreinin ítróttur er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinar. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinar um ymisk evni, eitt nú menning av skapandi evnum.

Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi – frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinar við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning.

Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir.

Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinarnar sum partar av størri heild og letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin.

Skrivlig avrik

Skrivligi parturin í einari lærugrein letur upp fyri tvørfakligum samstarvi og við tí øðrvísi skrivligum avrikum. Umframt at skipa fyri ítróttaligum spølum og leikum, verður týdningurin av leiki og rørslu umrøddur í flokkinum, og í ávísan mun kann skrivligi førleikin hjá næminginum eisini koma til sjóndar í lærugreinini ítrótti.

Ein grundgeving fyri, at skrivligt arbeiði kann vera partur av tvørfakligum samstarvi, er, at næmingurin lærir, at tað at skriva væl (t.e. greitt og uttan stórvegis villur) ikki bara er eitt krav í lærugreinini føroyskum, men eitt alment krav, ið er knýtt at øllum skrivligum samskifti.

Næmingurin skal hava venjing í at skriva so, at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivligu uppritini, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.

Samrøða

Munnlig framseting hevur reglur og lýsingar, sum næmingurin skal duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð, og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri móðurmálinum sum eitt intellektuelt amboð, ið skal víðka sjónarringin hjá næminginum. Allir flokkar skulu tí gera royndir við málinum, eitt nú við sínámillum tosi og við tí at siga frá.

Skúlin skal vera so rúmur, at til ber at tosa um kenslur, evni, hugtøk og hendingar í gerandisdegnum. Næmingurin skal arbeiða við at lurta og at vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðatilfeingi og talugávur verða ment. Næmingurin skal sleppa at royna veruligar eins væl og gjørdar samrøður. Floks- og bólkakjak skal javnan eftirmetast so, at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið og samrøðuna ella orðaskiftið at rigga og ganga væl.

Lesing

Næmingurin skal haldast til at lesa nógv. Eitt gott lesiumhvørvi í skúlanum er ein treyt fyri at menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Hetta verður skapt í flokkinum við nógvum ymiskum lesitilfari og góðum vanum. Skúlabókasavnið er ein sjálvsagdur partur av hesum góðu vanum. Fyri at røkka góðum lesiumhvørvi er av stórum týdningi, at skúlabókasavnið er ein natúrligur partur av skúlagongdini. Í byrjanini kunnu næmingarnir t.d. lesa eina stutta bók um dagin. So hvørt sum bøkurnar gerast longri, má meira tíð setast av til at lesa eina bók. Umráðandi er, at lesingin verður løgd til rættis samsvarandi tí førleikastigi, næmingurin er á. Allir næmingar skulu lesa eina aldurshóskandi skaldsøgu ella samsvarandi tekstmongd um mánaðin øll skúlaárini.

Lívlong læring

Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.