Seinast broytt: 
17. august 2015
Viðmerking: 
Áseting um manna- og barnarættindasáttmála ST sett inn í støðisførleikan "at virða"

1. Samleiki

Heimstaðarlæra er lærugrein, ið serliga tekur sær av tí, ið fer fram í nærumhvørvinum. Hon viðger evni, ið næmingurin dagliga sær ella hoyrir um.

Næmingurin hevur ávísan kunnleika til evnini frammanundan, og lærugreinin byggir tí lutvíst á tað, ið næmingurin veit, á tað, ið hini vita, og tað, ið onnur kunnu leggja afturat.

Heimstaðarlæra gevur næminginum ans fyri tí, ið finst rundan um hann, og ger hann betur føran fyri at taka støðu til ymiskt, sum fer fram í heimi og huga hansara, at hann kann vera við til at finna einfaldar loysnir á gerandismálum í nærumhvørvinum.

Heimstaðarlæra leggur lunnar undir lærugreinina Náttúru og tøkni.


2. Endamál

Undirvísingin í Heimstaðarlæru hevur til endamáls:

  • at fáa næmingin at geva tí ans, ið fer fram í hansara nærumhvørvi, umframt at geva honum eina fatan av tí, sum røkkur út um nærumhvørvi hansara.

  • at fyrireika næmingin til tvørfakligt arbeiði
  • at venja næmingin at arbeiða í bólkum, bæði stórum og smáum
  • at læra næmingin at gera royndir og at hava framløgur, bæði munnligar og skrivligar
  • við práti, samrøðum, framløgum og kjaki at menna ta vitan, ið næmingurin longu hevur um sítt nærumhvørvi og samfelag.

3. Stig og tímatal

Lærugreinin heimstaðarlæra røkkur frá 1. til 3. flokk. Tey trý árini, lærugreinin fevnir um, verður undirvíst í til samans 180 klokkutímar, ið svarar til 60 klokkutímar hvørt árið.


4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi.

Kjarnaøki

Lærugreinin heimstaðarlæra hevur 5 ymisk kjarnaøki. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini:

Stig

Kjarnaøki

1.-3. fl.

Árið

Næmingurin og nærumhvørvið

Náttúra og umhvørvi

Mentan og siðir

Føroyar og heimurin uttan um okkum

 

Árið

Kjarnaøkið Árið fevnir um ymiskt, ið fer fram um somu tíð hvørt einasta ár. Talan er eitt nú um fuglar, sum koma og fara, fjallgongu, slakt, árstíðirnar, mánaðirnar, høgtíðir, flaggdagin, føstulávint, grækarismessu, ólavsøku o.s.fr.

Næmingurin og nærumhvørvið

Kjarnaøkið Næmingurin og umhvørvið snýr seg um tað umhvørvið, ið næmingurin dagliga ferðast í og hoyrir um. Talan er um alt, sum fer fram úr fjøru til fjals: við hús, í skúla og frítíðarskúla, í grannalagnum, í bygdini, í býnum og í ferðsluni. Økið fevnir eisini um kroppin, heilsu, røkt, reinføri og kost.

Náttúra og umhvørvi

Kjarnaøkið Náttúra og umhvørvi fevnir um plantu- og djóralív í nærumhvørvinum, tað er vanligar blómur, smákykt, kendir fuglar, fiskar, dýr í fjøruni, kelidýr, húsdýr, grindahvalur, kópur og hara. Harafturat fevnir økið um veður og vind, orku og brenni og endurnýtsla og burturkast.

Mentan og siðir

Kjarnaøkið Mentan og siðir lýsir siðir og ymisk mentanarøki, sum viðkoma næminginum t.d. ítrótt, list, klædnabúnan, grindadráp og spæl.

Føroyar og heimurin uttan um okkum

Kjarnaøkið Føroyar og heimurin uttan um okkum fevnir um landalæru og kortlesing. Arbeitt verður bæði við Føroyum og við londunum uttan um okkum, serliga Norðurlondum, umframt at komið verður inn á heimspartar og heimshøv. Rúmdin er eisini ein partur av hesum øki.

Ískoytisøki

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleika næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.


5. Førleikamál

Í heimstaðarlæru eru førleikamálini lutað sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni næmingsins at taka egnar avgerðir. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri læru­greinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg í heimstaðarlæru um at virða náttúru og umhvørvi, umframt tað mentanarliga tilfeingið og sermerkið, ið kemur til sjóndar í nærumhvørvinum. Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað náttúrutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, har ímillum teir sáttmálar, ið Sameindu Tjóðir hava samtykt í sambandi við barnarættindi og mannarættindi annars. Eisini skal hann hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

At samskifta snýr seg um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga og at lesa og skriva. Lærugreinin heimstaðarlæra er við til at fremja hesa menning. At samskifta snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna.

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. Næmingurin skal frá fyrsta degi verða vandur við at tala, skifta orð, lurta, próvføra og bera fram egnar metingar.

Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot, at lesa er at skyna á og tulka. Á 2. floksstigi skal næmingurin duga bæði at lesa og skriva lættari tekstir.

Førleikin at rokna snýr seg í heimstaðarlæru og seinni náttúrulærugreinum um førleikan at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og úrtøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa vandamál. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mong og ymisk gerandismál, og tí hevur undirvísingin í heimstaðarlæru ein týðandi lut í hesi menning.

Førleikin at nýta tøknilig amboð er í heimstaðarlæru at duga at nýta kunningartøkni, ið er ein fortreyt fyri øllum fjarskifti. Við venjingum skal næmingurin á 2. floksstigi duga at nýta teldu til at ogna sær vitan og til at skriva tekstir við.

At kanna

At kanna er ein íborin førleiki. Børn rannsaka umhvørvið fyri at klára seg í lívinum. At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna snýr seg í heimstaðarlæru um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara til at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um náttúru, umhvørvi og mentanarlig viðurskifti. Frá 1. floksstigi skal næmingurin læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan á bókasøvnum, í bókmentum, handbókum, á internetinum o.s.fr. Næmingurin skal eggjast til at síggja gagn og gleði í náttúrufrøðiligum og mentanarligum viðurskiftum og duga at fregnast um spurningar av nevnda slag, sum bjóða forvitninum av. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta vísindaliga framferðarháttin og at handfara keldutilfar á ein sakligan og siðiligan hátt.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læring.

Førleikin at skapa snýr seg í heimstaðarlæru um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu náttúruvísindalig og tøknilig nýbrot hava broytt lívsáskoðanir og mentan. Næmingurin skal læra, at eygleiðing og ítøkiligar royndir eru ein skapandi tilgongd, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflogið. Við at gera sær fyrimyndir skal næmingurin læra at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.


Fakligir førleikar

3. flokkur ávegismál

Árið

Næmingurin dugir:

  • at skyna á klokku
  • at greiða frá vikudøgum, mánaðum og árstíðum
  • at greiða frá høgtíðum og ymiskum halgi- og merkisdøgum
  • at greiða frá flytifuglum, nær teir koma og fara.

Næmingurin og nærumhvørvið

Næmingurin dugir:

  • at greiða frá grundleggjandi kropsrøkt
  • at greiða frá ættarbondum
  • ferðslureglur, sum hann hevur brúk fyri, t.d at vera ansin í ferðsluni, at nýta hjálm, tá ið hann súkklar ella rulluskoytar, at nýta endurskin, at kenna ljóskurvarnar og gongufeltini og at nýta bilbelti
  • at greiða frá tí, sum er í nærumhvørvinum, t.d. krambúðum, skúla, dagstovnum og arbeiðsplássum
  • at greiða frá muni millum bygd og bý.

Náttúra og umhvørvi

Næmingurin dugir:

  • at greiða frá vanligastu keli- og húsdýrunum
  • at greiða frá, hvaðani mjólkin kemur og at greiða frá vanligastu mjólkaúrdráttunum
  • at greiða frá fjallgongu, og hvat ið fæst burtur úr slaktinum
  • at greiða frá vanligu fuglunum, t.d. tjaldri, ternu, likku, stara, kráku, kvørkveggju, spurvi og dúgvu
  • at greiða frá vanligastu bjargafuglunum, t.d. súlu, lunda og lomvigu
  • at greiða frá vanligum blómum í nærumhvørvinum, t.d. sólju, summardáa, smæru, blákollu og børkubónda
  • at greiða frá vanligum smákyktum, t.d. flugu, skinnflugu, grindalokki, torvatrølli, tvístertu, vespu og summarfuglum
  • at greiða frá nøkrum dýrum í fjøruni, t.d. krabba, kræklingi og gággu
  • at greiða frá nøkrum dýrum, ið liva í Føroyum og við Føroyar, t.d grindahvali, kópi og haru
  • at greiða frá teimum orkukeldum, ið eru vanligar í Føroyum, t.d. vatni, olju og vindorku
  • at greiða frá okkara vatnnýtslu
  • at skilja burturkast og at hugsa náttúruvinarligt, t.d. endurnýtsla áðrenn burturkast
  • at vísa á ymisk náttúrufyribrigdi, t.d. oyggjar, bygdir, fjøll, vøtn, áir, hólmar, firðir og sund
  • at greiða frá høvuðsættunum.

Mentan og siðir

Næmingurin dugir:

  • at greiða frá jóla-, páska- og føstulávintshaldi
  • at greiða frá ólavsøku og ólavsøkuhaldi
  • at greiða frá stevnum, kappróðri og bátastøddum
  • at greiða frá føroyska búnanum
  • at greiða frá klædnabúna fyrr og nú
  • at greiða frá nøkrum listagreinum, t.d. málninga, keramikk og træskurðalist. Her kann serligur dentur verða lagdur á list, sum er í nærumhvørvinum
  • at greiða frá nøkrum ítróttargreinum. Her kann serligur dentur verða lagdur á ítrótt, sum er í nærumhvørvinum
  • at greiða frá gomlum føroyskum spølum umframt nøkrum nýggjum spølum
  • at greiða frá grindadrápi og føstum mannagongdum í sambandi við grindadráp.

Føroyar og heimurin uttan um okkum

Næmingurin dugir:

  • at greiða frá oyggjunum í Føroyum
  • at greiða frá grannabygdunum
  • at greiða frá norðurlondunum
  • at greiða frá norðurlendsku fløggunum
  • at greiða frá høvuðsstaðunum í Norðurlondum
  • at greiða frá heimspørtunum og heimshøvunum
  • at lesa landakort
  • at greiða frá, at jørðin er ein partur av einari sólskipan saman við øðrum gongustjørnum.

 


6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal ávegis og javnan í undirvísingargongdini eftirmetast við støði í fakliga avrikinum í lærugreinini, so næmingurin fær eina greiða meting av fakligu støðuni hjá sær í mun til ásettu málini, og hvat hann skal arbeiða við, um málini ikki eru rokkin. Eftirmetingarnar kunnu vera av ymiskum slagi, t.d. støðukanningar, testir og royndir. Í eftirmetingini av einstaka næminginum skal eisini tilskilast, hvussu fakliga arbeiðslag og arbeiðssemi næmingsins eru, bæði viðvíkjandi einsæris avriki og avriki í bólki. Eftirmetingin skal eisini fevna um eina vegleiðing til einstaka næmingin um, hvat arbeiðast skal við í lærugreinini fyri at lúka málini.

Eftirmetingarnar skulu skjalfestast skrivliga.

Einstaki skúlin ger skrivligar reglur fyri, nær og hvussu eftirmetingarnar verða framdar, og hvussu eftirmetingarnar verða latnar næmingunum.

Próvtøkuhættir

Eingin próvtøka verður hildin í heimstaðarlæru.


7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støði undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Í undirvísingini er umráðandi, at førleikarnir at lurta, at tala, at lesa og at skriva renna saman í eina heild. Í teirri ávísu undirvísingargongdini ber til at leggja høvuðsdent á eitt av kjarnaøkjunum, tað kann vera árið, næmingurin og nærumhvørvið, náttúra og umhvørvi, mentan og siðir ella Føroyar og heimurin uttan um okkum.

Av stórum týdningi er tað, at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til og tá ið tað verður mett at vera hóskandi. Sum dømi kundu partar úr kjarnaøkinum næmingurin og nærumhvørvið verið samskipaðir við pørtum úr kjarnaøkinum mentan og siðir. Á tann hátt kundi vitan um staðbundin viðurskifti av alskyns slag verið við til at gjørt fatanina av mentanarlívi og siðbundnum viðurskiftum meira fjøltáttaða og betur grundfesta.

Munnligi tátturin í lærugreinini skal vera raðfestur høgt, og samrøðan er kjarnin í hesum tátti. Munnligar framløgur skulu skipast inn í undirvísingartilgongdina, so næmingurin stigvíst venur seg við at leggja fram. Dentur verður lagdur á, at næmingurin sameinir munnligar framløgur við egin skrivlig verk, nýtslu av KT-amboðum, ymiskar samskiftishættir o.s.fr. Á tann hátt verður retoriski førleikin hjá næminginum mentur.

Skrivligi tátturin skal eins og tann munnligi verða skipaður inn í undirvísingina í Heimstaðarlæru. Á henda hátt kann næmingurin ogna sær góðar skriviførleikar og menna teir. Somuleiðis verður arbeitt miðvíst við at menna førleikan at rokna í undirvísingini í Heimstaðarlæru. Umframt at hetta styrkir um tvørfakliga samstarvið, fer næmingurin so hvørt at fáa eina greiðari fatan av týdninginum, hesir førleikar hava fyri alt skrivligt og formligt samskifti, og samstundis mennir hetta evnini hjá næminginum at orða seg bæði munnliga og skrivliga.

Stigvøkstur

Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini  verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat ið er best at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á egnu læring.

Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt, at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram ímóti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji ávegismálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.

At læra at læra

Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir, og hvat endamálið við læringini er.

Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgondin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur skal eisini leggjast á heimaarbeiði og tann týðandi leiklut, hetta hevur í fakligu menningini.

Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja týdningin av lærugreinini Heimstaðarlæru. Tá ið arbeitt verður við ymiskum evnum og táttum, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, eisini uttan fyri skúlans gátt. Undirvísingin í Heimstaðarlæru skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at arbeiða greinandi og kritiskt við teimum ymisku evnunum og táttunum, sum arbeitt verður við. Eisini skal næmingurin verða tilvitaður um, at hann í lærugreinini mennir sær førleikarnar at koma til orðanna í nógvum ymiskum viðurskiftum, ið eru knýtt at náttúru, samfelag og mentan.

Arbeiðshættir

Arbeiðshættir skulu veljast so, at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis so, at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður. Hetta verður m.a. gjørt við, at týðandi evni og viðurskifti verða tikin upp í undirvísingina.

Í Heimstaðarlæru verða ymiskir arbeiðshættir nýttir so, at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Arbeiðshættir kunnu fevna um lærarafyrilestur, einstaklingsverkevni, næmingaframløgu, samrøður í flokkinum, bólka- og toymisarbeiði, verkætlanarevni o.tíl. Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarhættunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt sum næmingarnir búnast og gerast meira sjálvstøðugir, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarformur at minka.

Næmingarnir skulu ikki einans duga at fyrihalda seg til boðskap frá lærara og floksfeløgunum, men í eins stóran mun duga at miðla vitan og boðskap til lærara, floksfelagar og móttakarar uttan fyri flokshølið umframt skúlans gátt.

Arbeiðshættirnir eru tískil neyvt samantvinnaðir við serligum atliti at, hvussu arbeiðsuppgávurnar og venjingarnar hjá næminginum verða útintar.

Endamálið við teimum ymsu arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at kanna gjølla, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at brúka ymisk háttaløg, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing.

Lærari má altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.

Samstarv

Heimstaðarlæra er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinar. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinar um ymisk evni, eitt nú menning av skapandi evnum og KT-førleikum, undirvísing í evnum, sum spretta úr nærumhvørvinum, knýtt at søguligum og sagnakendum frágreiðingum, ið kunnu stuðla upp undir og geva íblástur til evni at arbeiða við í teimum skapandi lærugreinunum.

Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi – frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinar við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning, sum somu tíð.

Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir.

Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinarnar sum partar av størri heild, og tað letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin. Tí er umráðandi, at undirvísingin í Heimstaðarlæru verður sjónliga skipað so, at næmingurin veit, at lærugreinin er grundarlag undir lærugreinini Náttúra og tøkni í 4.-6. flokki, og seinni Alis- og evnafrøði og Lívfrøði í 7.-9. flokki.

Avrik

Skrivligi og skapandi parturin av lærugreinini letur upp fyri tvørfakligum samstarvi, og við tí øðrvísi skrivligum avrikum. Heldur enn at lata eitt avrik inn, bara í Heimstaðarlæru, kann talan verða um tvørfakligt samstarv, t.d. eina afturlýtandi framsýning, eina leiksýning, eina heimasíðu ella eina standmynd.

Ein grundgeving fyri at skrivligt og skapandi arbeiði kann vera partur av tvørfakligum samstarvi, er, at næmingurin lærir, at tað at skriva væl (t.e. greitt og uttan stórvegis villur) ikki bara er eitt krav í lærugreinini føroyskum, men eitt alment krav, ið er knýtt at øllum skrivligum samskifti í øllum lærugreinum.

Næmingurin skal hava venjing í at skriva so, at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivlig upprit, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur harumframt upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.

Samrøða

Munnlig framseting hevur reglur og lýsingar, sum næmingurin skal duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð, og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri móðurmálinum sum eitt intellektuelt amboð, ið skal víðka sjónarringin hjá næminginum. Umráðandi er, at næmingurin fær venjing í at brúka móðurmáli í lærugreinini, eitt nú við sínámillum tosi og við tí at siga frá.

Skúlin skal vera so rúmur, at til ber at tosa um kenslur, evni, hugtøk og hendingar í gerandisdegnum. Næmingurin skal arbeiða við at lurta og at vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðatilfeingi og talugávur verða ment. Næmingurin skal sleppa at royna veruligar eins væl og gjørdar (tilevnaðar) samrøður. Floks- og bólkakjak skal javnan eftirmetast so, at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið og samrøðuna ella orðaskiftið at rigga og ganga væl.

Lesing

Næmingurin skal haldast til at lesa nógv. Eitt gott lesiumhvørvi í skúlanum er ein treyt fyri at menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Hetta verður skapt í flokkinum við nógvum ymiskum lesitilfari og góðum vanum. Skúlabókasavnið er ein sjálvsagdur partur av hesum góðu vanum. Fyri at røkka góðum lesiumhvørvi er av stórum týdningi, at skúlabókasavnið er ein natúrligur partur av skúlagongdini. Í byrjanini kunnu næmingarnir t.d. lesa eina stutta bók um dagin. So hvørt sum bøkurnar gerast longri, má meira tíð setast av til at lesa eina bók. Umráðandi er, at lesingin verður løgd til rættis samsvarandi tí førleikastigi, næmingurin er á. Allir næmingar skulu lesa eina aldurshóskandi skaldsøgu ella samsvarandi tekstmongd um mánaðin øll skúlaárini.

Lívlong læring

Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.