Seinast broytt: 
3. august 2015
Viðmerking: 
Áseting um manna- og barnarættindasáttmála ST sett inn í støðisførleikan "at virða"

1. Samleiki

Heimkunnleiki er ástøðilig og verklig lærugrein. Trivnaðurin hjá einstaka borgaranum er ein fortreyt fyri trivnaði í øllum samfelagsligum høpum. Matur og máltíðin hevur stóran týdning fyri kropsligu og sálarligu heilsuna og vælveruna hjá einstaklinginum.

Nakrar av fortreytunum fyri trivnaði er góður og rættur kostur, persónligt reinføri, eitt reint umhvørvi og at ein og hvør dugir  at fara um tað, hann hevur, eisini búskaparliga.

Ein partur av frálæruni í heimkunnleika er at læra at gera føroyskan mat og at varðveita og menna hetta okkara eyðkenni. Umframt matgerð og annað heimligt starv fevnir lærugreinin um húsarhaldsbúskap.


2. Endamál

Undirvísingin í heimkunnleika hevur til endamáls:

  • at næmingurin ognar sær kunnleika um góðan kost og týdningin av góðari heilsu
  • at næmingurin ognar sær kunnleika og førleikar, so at hann gerst førur fyri at taka ábyrgd av tí virki, ið er í einum húsarhaldi
  • at næmingurin ognar sær innlit í og verður tilvitaður um tær umstøður nátturan, mentanin og samfelagið hava fyri heimið
  • at næmingurin ognar sær kunnleika um matvøru og matvøruframleiðslu  við serligum denti á føroyska matmentan
  • at næmingurin gerst tilvitaður brúkari í einum altjóðagjørdum heimi
  • at næmingurin fatar týdningin av reinføri í samband við mat og matframleiðslu
  • at næmingurin ognar sær kunnleika um týdningin av at leggja egnu penganýtsluna til rættis.

3. Stig og tímatal

Lærugreinin heimkunnleiki er kravd lærugrein í 6. flokki við 90 klokkutímum. Harumframt er heimkunnleiki valgrein í 7.-10. flokki við 60 klokkutímum á hvørjum stigi. Einstaki skúlin ger av, hvørt undirvíst verður í heimkunnleika bæði í 8. og 9. flokki (60 klokkutímar hvørt árið), ella bert tað eina árið, við íalt 120 klokkutímum.

Í heimkunnleika eru endalig førleikamál fyri 8.-9. flokk, tá ið næmingur hevur møguleika at fara til próvtøku.


4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjranaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingurin fer til munnliga próvtøku í bæði kjarnaøkjum og ískoytisøki.

Kjarnaøki

Heimkunnleiki er ástøðilig og verklig lærugrein, ið fevnir um fimm ymisk kjarnaøki. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini:

Matur, lívsgóðska og mentan

Kjarnaøkið matur, lívsgóðska og mentan fevnir um góðan atburð, siðir og vanar umframt høgtíðir heima við hús. Eisini fevnir økið um sosiala ábyrgd og innliving, javnrættindi og hvussu tíðin saman við familjuni annars verður brúkt. Ein týðandi partur í hesum kjarnaøki snýr seg um at fyrireika, gera og meta um máltíðina, frá hugskoti til matgerð og borðreiðing, umframt serstakar, føroyskar matsiðir, og hvussu matvanar og matsiðir broytast.

Matur og ráðlegging

Kjarnaøkið matur og ráðlegging fevnir um føðslutilmæli og heilsugóða føði, matdygd og vandaloysi, grundleggjandi arbeiðshættir og handfaring í hesum sambandi, amboð, innkeyp og trygd.

Matur og umhvørvi

Kjarnaøkið matur og umhvørvi fevnir um matgerð og nýtslu úr einum náttúru- og umhvørvisligum sjónarhorni. Í hesum kjarnaøki verður umrøtt, hvussu vit verða ávirkaði til at taka ávísar avgerðir í sambandi við matgerð og nýtslu annars. Arbeitt verður miðvíst við at økja um tilvitskuna í sambandi við nýtslu og umhvørvi, t.d. náttúrudálking.

Matur og brúkari

Kjarnaøkið matur og brúkari fevnir um at leggja til rættis egnu peninganýtsluna, teir møguleikar og ta ábyrgd, brúkarin hevur at ávirka, at útvega og at brúka vørur og tænastur, brúkið og ávirkan tess á heilsu og lívsviðurskifti annars. Hetta kjarnaøki fevnir somuleiðis um brúkararættindi.

Matur og reinføri

Kjarnaøkið matur og reinføri fevnir um arbeiðsgongdir í sambandi við handfaring av matvørum, um smáverur og tann týdning, tær hava, og hvussu tær ávirka umhvørvið, matvørur og menniskju. Somuleiðis snýr hetta kjarnaøki seg um persónligt reinføri í sambandi við matgerð, ymisk vaski- og reingerðarevni og tær teknmyndir, ið greiða frá, hvussu fram skal farast í sambandi við at hesi evni verða nýtt. Hetta øki fevnir eisini um nýtslu og viðlíkahald av húsarhaldstólum og útbúnaði, og um, hvussu matvørur verða goymdar, t.d. við at súlta, salta, niðursjóða, turka og frysta.

Ískoytisøki

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum semjast um í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleikar næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.


5. Førleikamál

Í lærugreinini føroyskum eru førleikamálini lutað sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri læru­greinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg harumframt um at virða og menna føroyskt mál sum samskiftismiðil og sum mentanar- og vitanarbera. Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað nátturutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, har ímillum teir sáttmálar, ið Sameindu Tjóðir hava samtykt í sambandi við barnarættindi og mannarættindi annars. Eisini skal næmingurin hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

At samskifta snýr seg um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga og at lesa og skriva. Lærugreinin føroyskt hevur høvuðsleiklutin í hesi menning. At samskifta snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna.

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. Næmingurin skal frá fyrsta degi verða vandur við at tala, skifta orð, lýða á, próvføra og bera fram egnar metingar. At orða seg munnliga í heimkunnleika er at samskifta um verkligar trupulleikar, at seta spurningar, at grundgeva fyri og gera viðmerkingar til hugskot, sum kunnu stinga seg upp í arbeiðinum. Framløgur í samband við verkætlanir eru eisini partar av hesum øki.

Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot, at lesa er at skyna á og tulka. Á 2. floksstigi skal næmingurin duga bæði at lesa og skriva lættari tekstir. At lesa í heimkunnleika er at granska, tulka, og at hugleiða um tekstir, ið knýttir eru at lærugreinini. At søkja, samanbera, skilja og at skipa upplýsingar úr uppskriftum, brúkaravegleiðingum, vørulýsingum, lýsingum og øðrum upplýsandi tilfari. At orða seg skrivliga í heimkunnleika er at gera egnar uppskriftir og mannagongdir. At gera matarlepar, innbjóðingarkort, borðkort og at gera skrivligar uppgávur um ávís evni/øki í lærugreinini.

Førleikin at rokna snýr seg um evnini at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og úrtøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa vandamál. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mangar gerandistekstir, og tí hevur undirvísingin í føroyskum sín avgerandi lut í hesi menning. At duga at roknaí heimkunnleika er at kunna fata roknihugtøk. At fata mál og vekt er av sera stórum týdningi fyri at kunna fylgja einari uppskrift og vegleiðing. Rokning verður eisini brúkt, tá metast skal um føðslu – og orkubýti, og tá hugt verður at prísdømum.

Førleikin at nýta tøknilig amboð í heimkunnleika ger tað møguligt at finna tilfar og upplýsingar á internetinum. Tað finnast fleiri telduforrit og heimasíður, sum hava tilknýti til lærugreinina. Í sambandi við framløgur og verkætlanararbeiði er nýtsla av talgildum amboðum ein sjálvsagdur lutur.

At kanna

At kanna er ein íborin førleiki. Børn kanna umhvørvið fyri at klára seg í lívinum. At granska er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna snýr seg um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um ymisk viðurskifti í sambandi við heimkunnleika, húsarhald, matgerð,húsarhalsbúskap o.s.fr. Frá 1. floksstigi skal næmingurin læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan á bókasøvnum, í bókmentum, handbókum, á internetinum o.s.fr. Næmingurin skal eggjast til at síggja gagn og gleði í yrkis- og fagurbókmentum og til at fregnast um spurningar, ið eru knýttir at heiminum, og sum bjóða forvitninum av.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læringartilgongd.

Førleikin at skapa snýr seg um at næmingin gerst tilvitaður um egin evni og fæst at líta á tey, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu hann við royndum, verkligum arbeiði og lesnaði ognar sær førleikar at skapa serstakar upplivingar og lívsdygdir í sambandi við matgerð og heimkunnleika annars.


Fakligir førleikar

8.-9. floksstig

Matur, lívsgóðska og mentan

Næmingurin dugir:

  • at leggja til rættis, gera og meta um eina máltíð frá hugskoti →matgerð →borðreiðing.
  • at meta um ymiskan smakk og seta hann í samband við kryddarí, matvøru, tilgerðarhátt, máltíðir, borðreiðing, huglag og rúm.
  • at hagreiða og matgera heilsugóðan mat og duga at greiða frá føðsluvirðinum í matinum.
  • at varðveita og menna føroyska matmentan.
  • at seta saman máltíðir og gera matskráir við íblástri frá skiftandi árstíðum, ymiskum tíðarskeiðum og ymiskum mentanum.
  • at meta um um kosturin er í samsvar við  tær  heilsutilráðingar, ið eru frammi í tíðini.
  • at  greina týdningin matur og máltíðir hava fyri heilsu og lívsgóðsku.
  • at brúka KT til at meta um orku- og føðsluvirði í mati og at brúka hesa vitan.

Matur og ráðlegging

Næmingurin dugir:

  • at ráðleggja um og at gera fjølbroyttar, innbjóðandi og vælsmakkandi máltíðir
  • at ráðleggja um arbeiðshátt og innkeyp, sjálvstøðugt og í bólki
  • at nýta fakligar orðingar og hugtøk
  • at velja matvørur, amboð, arbeiðshátt og røttu tilgerð í einari ávísari uppgávu og grundgeva fyri sínum vali
  • at nýta fjøltáttaðar arbeiðshættir og fjøltáttaðar tilgerðir
  • at meta um góðsku og dygd, nýtslu og framleiðslu
  • at  handfara matvørur,amboð og tekniskan útbúnað á hóskandi hátt.  
  • at meta um, hvat amboð og útbúnaður verður nýttur til, og vita, hvørjir vandar kunnu standast av teimum
  • at  velja hóskandi arbeiðsstøður og rørslur
  • at hugsa um trygdina hjá tí einstaka og hjá bólkinum í øllum arbeiðsgongdum.

Matur og umhvørvi

Næmingurin skal duga:

  • at meta um matvørur við atliti at tíðar- og orkunýtslu.
  • at samanbera og meta um dygdina á heimagjørdum matvørum í mun til  ídnaðarframleiddar matvørur.
  • at gerast tilvitaður um hvussu miðlar, lýsingar og lýsingarherferðir ávirka okkara val.
  • atl gerast tilvitaður um hvørja ávirkan valið av matvørum og nýtsluvørum hevur á heimliga og alheims umhvørvið.
  • at meta um sambandið millum náttúrudálking og matvørudálking og hvørjar avleiðingar hetta kann hava fyri heilsuna.

Matur og brúkari

Næmingurin dugir:

  • at gera fíggjarætlan í sambandi við innkeyp til húsarhaldið
  • at meta um matvørudygd í mun til prís
  • at vera tilvitaður um rættindi í samband við keyp.

Matur og reinføri

Næmingurin dugir:

  • at skilja, at hansara egna gongd í køkinum og handfaring av matvørum hevur sera stóran týdning, tá ið um reinførið ræður.
  • at geva dømi um hvar vit finna mikroverur, hvønn týdning tær hava og hvørji árin tær kunnu hava á umhvørvið, matvørur og menniskju.
  • at fara um matvørur, so føðsluvirðið verður varðveitt.
  • at hava í huga týdningin av persónligum reinføri í sambandi við matgerð.
  • at skilja týdningin av reinføri  í samband við hagreiðing, matgerð, borðreiðing og at enda  upprudding , og hvønn týdning hetta hevur fyri heilsu, lívsgóðsku og umhvørvið.
  • at nýta ymisk vaski- og reingerðingsevni.
  • at skilja hvat tey ymsu vaskisymbolini í klædnavørum merkja.
  • at goyma matvørur rætt t.d. at súlta, salta, sjóða, turka og frysta.
  • rætta nýtslu og viðlikahald av húsarhaldstólum og útbúnaði.

6. Eftirmeting og próvtøka

8.-9. flokkur

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal ávegis og javnan í undirvísingargongdini eftirmetast við støði í fakliga avrikinum í lærugreinini, so næmingurin fær eina greiða meting av fakligu støðuni hjá sær í mun til ásettu málini, og hvat hann skal arbeiða við, um málini ikki eru rokkin. Eftirmetingar kunnu vera av ymiskum slagi, t.d. støðukanningar, testir, munnlig upplegg og skrivligar royndir. Í eftirmetingini av einstaka næminginum skal eisini tilskilast, hvussu fakliga arbeiðslagið og arbeiðssemið hjá næminginum eru, bæði viðvíkjandi einsæris avriki og avriki í bólki. Eftirmetingin skal eisini fevna um eina vegleiðing til einstaka næmingin um, hvussu og hvat arbeiðast skal við í lærugreinini fyri at lúka málini. Eftirmetingarnar skulu skjalfestast skrivliga.

Einstaki skúlin ger skrivligar reglur fyri, nær og hvussu eftirmetingarnar verða framdar, og hvussu eftirmetingarnar verða latnar næmingunum.

Próvtøkuhættir

Hildin verður ein munnlig próvtøka.

Próvhoyringin varir 20 minuttir, íroknað próvdøming. Eingin fyrireikingartíð er í sambandi við sjálva próvhoyringina.

Próvtøkan er tvíbýtt. Fyrri partur av próvtøkuni er ein verklig uppgáva, har próvtakarin við støði í einum spurningi einsæris skal loysa eina uppgávu. Próvtakarin hevur 90 minuttir at loysa verkligu uppgávuna. Meðan verkligi parturin fer fram, ganga próvhoyrari og próvdómari millum próvtakararnar og tosa við teir um mannagongd, tilfar o.tíl.

Seinni partur av próvtøkuni er einsæris próvhoyring í einum ástøðiligum spurningi við tilknýti til verkligu uppgávuna.

Próvtøkuspurningarnir verða settir við støði í evnum, økjum o.tíl., bæði úr kjarnaøkjum og ískoytisøki. Próvhoyringin er ein faklig samtala millum próvtakara og próvhoyrara, og tekur samtalan støði í framløgu próvtakarans av tilfari og próvtøkuspurningi.

Próvtøkutilfar og próvtøkuspurningar verða send próvdómaranum til góðkenningar sambært próvtalskunngerðini.

Dømingargrundarlag

Próvhoyrt verður í ótillagaðum tilfari, og tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað í tema ella á annan hátt er knýtt at evnum, økjum o.tíl. sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini í 8. og 9. flokki. Tilfarið, ið er grundarlag undir munnligu próvtøkuni, skal í sínari heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað.

Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd og støðisførleikunum sýna evni sjálvstøðugt at leggja fram og viðgera tilfar við støði í próvtøkuspurningi/um. Hann skal sýna, at hann dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir í undirvísningini og seta próvtøkutilfarið í frásjón.

Dentur verður í próvdømingini av fyrra parti lagdur á, at próvtakarin dugir

  • at nýta eina skrivaða mannagongd
  • at arbeiða miðvíst við uppgávuni við støði í vitan um amboð og reinføri og
  • at loysa uppgávuna innan ásettu tíðarkarmarnar.

Dentur verður í próvdømingini av seinna parti lagdur á, at próvtakarin

  • hevur ástøðiliga vitan um matvørur og um evnini, sum eru í ymiskum vørum,
  • hevur vitan um amboð, sum verða brúkt í lærugreini,
  • dugir at seta vitanina inn í samfelagsligt eins og persónligt høpi og
  • dugir á greiðan hátt at skipa og bera fram svarið.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans. Fyrri partur og seinni partur telja í próvdømingini helvt um helvt.

Próvtalslýsingar

9. flokkur munnlig próvtøka

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Famúr gott

Munnliga framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað. Málið í framløguni er fjølbroytt, gott og neyvt. Næmingurin er virkin og skarar framúr undir fakligu samrøðuni. Verkætlanin er væl løgd til rættis, fullførd og mett við sjálvstøðugum arbeiði, hegni og yvirliti, og vitan frá øðrum lærugreinum í útbúgvingini er tikin við.

Grundgevingin fyri valdu loysnini og settum krøvum er væl grundað, og tær teknisku avleiðingarnar av loysnini eru fakliga mettar og sæddar í frásjón í sambandi við týðandi evni í lærugreinini.

Verkliga uppgávan er væl lýst bæði ástøðiliga og verkliga. Hon er útint við stórum umhugsni og við nýtslu av hóskandi arbeiðsháttum og lýkur sett krøv við ótýðandi ella ongum manglum.

Næmingurin vísir, at hann hevur heilt gott tak á framferð og háttalagi, hevur heilt gott innlit í lærugreinina og dugir hegnisliga at nýta royndir, vitan og hugtøk úr lærugreinini.

7

Gott

Munnliga framløgan er samanhangandi og rímiliga væl skipað. Málið í framløguni er rímiliga fjølbroytt og gott. Næmingurin er virkin undir fakligu samrøðuni. Verkætlanin er væl løgd til rættis, fullførd, og mett við ávísum manglum, og vitan frá øðrum lærugreinum er í rímiligt mát tikin við.

Grundgevingin fyri valdu loysnini og settu krøvunum er rímiliga væl grundað, og tær teknisku avleiðingarnar av loysnini eru fagliga mettar og í rímiligan mun sæddar í frásjón í sambandi við týðandi evni í lærugreinini.

Verkliga uppgávan er rímiliga væl lýst bæði ástøðiliga og verkliga. Hon er útint við ávísum umhugsni og við nýtslu av hóskandi arbeiðsháttum og lýkur í ávísan mun sett krøv.

Næmingurin vísir, at hann hevur gott tak á framferðarhátti og háttalagi, hevur gott innlit í lærugreinina og dugir væl at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini.

02

Nøktandi

Framløgan er trilvandi og hongur ikki væl saman. Næmingurin er ikki serliga virkin undir yrkisligu samrøðuni. Verkætlanin er fullførd og lýst, men vitanin frá øðrum lærugreinum er í minni mát tikin við.

Grundgevingin fyri valdu loysnini og settu krøvunum er illa grundað, og tær teknisku avleiðingarnar av loysnini eru fakliga í minni mun mettar og í lítlan mun sæddar í frásjón í sambandi við týðandi evni í lærugreinini.

Verkliga uppgávan er illa lýst bæði ástøðiliga og verkliga. Hon er útint uttan stórvegis umhugsan, og lýkur í minni mát sett krøv.

Næmingurin vísir, at hann hevur ikki heilt tak á háttalagi og dugir heldur ikki væl at nýta vitan, royndir og hugtøk úr lærugreinini.

 


10. flokkur

Eftirmeting

Einstaki næmingurin skal ávegis og javnan í undirvísingargongdini eftirmetast við støði í fakliga avrikinum í lærugreinini, so næmingurin fær eina greiða meting av fakligu støðuni hjá sær í mun til ásettu málini, og hvat hann skal arbeiða við, um málini ikki eru rokkin. Eftirmetingar kunnu vera av ymiskum slagi, t.d. støðukanningar, testir, munnlig upplegg og skrivligar royndir. Í eftirmetingini av einstaka næminginum skal eisini tilskilast, hvussu fakliga arbeiðslagið og arbeiðssemið hjá næminginum eru, bæði viðvíkjandi einsæris avriki og avriki í bólki. Eftirmetingin skal eisini fevna um eina vegleiðing til einstaka næmingin um, hvussu og hvat arbeiðast skal við í lærugreinini fyri at lúka málini. Eftirmetingarnar skulu skjalfestast skrivliga.

Einstaki skúlin ger skrivligar reglur fyri, nær og hvussu eftirmetingarnar verða framdar, og hvussu eftirmetingarnar verða latnar næmingunum.

Próvtøkuhættir

Hildin verður ein munnlig próvtøka.

Próvhoyringin varir 20 minuttir, íroknað próvdøming. Eingin fyrireikingartíð er í sambandi við sjálva próvhoyringina.

Próvhoyringin er tvíbýtt. Fyrri partur er í verki at fremja fyrireikaðu verkætlanina, um hon hevur verkligt innihald í sær. Seinni partur er einsæris próvhoyring í verkætlanini við støði í einsæris ella felags framløgu.

Um verkætlanin hevur ein verkligan part í sær (t.d. gera ein rætt ella eina máltíð), hevur bólkurin, sum í mesta lagi kann fevna um 3 persónar, 90 minuttir at fremja verkliga partin. Meðan verkligi parturin verður framdur ganga próvdómari og próvhoyrari millum próvtakararnar og tosa við teir um hugskot, uppskriftir, tilfar o.tíl. Um verkætlanin ikki hevur ein verkligan part í sær er eingin fyrri partur.

Seinni partur er einsæris próvhoyring við støði í bólkaframløgu ella einsæris framløgu av verkætlanini.

Próvtøkuspurningarnir verða settir við støði í evnum, økjum o.tíl., bæði úr kjarnaøkjum og ískoytisøki. Próvhoyringin er ein faklig samtala millum próvtakara og próvhoyrara, og tekur samtalan støði í framløgu próvtakarans av tilfari og próvtøkuspurningi, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini.

Próvtøkutilfar og próvtøkuspurningar verða send próvdómaranum til góðkenningar sambært próvtøkukunngerðini.

Dømingargrundarlag

Próvhoyrt verður í verkætlanini. Tilfarið í verkætlanin skal vera valt soleiðis, at tað tematisk ella á annan hátt er knýtt at evnum, økjum o.tíl. sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini. Tilfarið, ið er grundarlag undir munnligu próvtøkuni, skal í sínari heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað.

Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd og støðisførleikunum sýna evni sjálvstøðugt at leggja fram og viðgera tilfar við støði í próvtøkuspurningi/um. Hann skal sýna, at hann dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir í undirvísningini og seta próvtøkutilfarið í frásjón.

Í próvdømingini av fyrra parti verður dentur lagdur á, at próvtakarin dugir:

  • at nýta eina skrivaða mannagongd sum grundarlag fyri verkliga partinum
  • at handfara tilfar og amboð á skilagóðan hátt
  • at arbeiða við atliti at góðum skilhaldi og reinføri
  • at arbeiða miðvíst við uppgávuni, so hon verður loyst innan ásettu tíðarkarmarnar.

Í próvdømingini av seinna parti verður dentur lagdur á, at próvtakarin:

  • dugir at samantvinna ástøðiliga vitan og verkligar mannagongdir
  • hevur neyva vitan um føðsluevni í ymiskum grundleggjandi matvørum
  • hevur vitan um ymisk amboð og um nýtslu teirra í lærugreinini
  • dugir at seta vitan sína inn í samfelagsligt og persónligt høpi
  • dugir í framløgu síni at fáa sjónarmiðini greitt fram
  • dugir at seta framløguna í frásjón.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

Próvtalslýsingar

10. flokkur munnlig próvtøka

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Famúr gott

Munnliga framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað. Málið í framløguni er fjølbroytt, gott og neyvt. Næmingurin er virkin og skarar framúr undir fakligu samrøðuni. Verkætlanin er væl løgd til rættis, fullførd og mett við sjálvstøðugum arbeiði, hegni og yvirliti, og vitan frá øðrum lærugreinum í útbúgvingini er tikin við.

Grundgevingin fyri valdu loysnini og settum krøvum er væl grundað, og tær teknisku avleiðingarnar av loysnini eru fakliga mettar og sæddar í frásjón í sambandi við týðandi evni í lærugreinini.

Verkliga uppgávan er væl lýst bæði ástøðiliga og verkliga. Hon er útint við stórum umhugsni og við nýtslu av hóskandi arbeiðsháttum og lýkur sett krøv við ótýðandi ella ongum manglum.

Næmingurin vísir, at hann hevur heilt gott tak á framferð og háttalagi, hevur heilt gott innlit í lærugreinina og dugir hegnisliga at nýta royndir, vitan og hugtøk úr lærugreinini.

7

Gott

Munnliga framløgan er samanhangandi og rímiliga væl skipað. Málið í framløguni er rímiliga fjølbroytt og gott. Næmingurin er virkin undir fakligu samrøðuni. Verkætlanin er væl løgd til rættis, fullførd, og mett við ávísum manglum, og vitan frá øðrum lærugreinum er í rímiligt mát tikin við.

Grundgevingin fyri valdu loysnini og settu krøvunum er rímiliga væl grundað, og tær teknisku avleiðingarnar av loysnini eru fagliga mettar og í rímiligan mun sæddar í frásjón í sambandi við týðandi evni í lærugreinini.

Verkliga uppgávan er rímiliga væl lýst bæði ástøðiliga og verkliga. Hon er útint við ávísum umhugsni og við nýtslu av hóskandi arbeiðsháttum og lýkur í ávísan mun sett krøv.

Næmingurin vísir, at hann hevur gott tak á framferðarhátti og háttalagi, hevur gott innlit í lærugreinina og dugir væl at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini.

02

Nøktandi

Framløgan er trilvandi og hongur ikki væl saman. Næmingurin er ikki serliga virkin undir yrkisligu samrøðuni. Verkætlanin er fullførd og lýst, men vitanin frá øðrum lærugreinum er í minni mát tikin við.

Grundgevingin fyri valdu loysnini og settu krøvunum er illa grundað, og tær teknisku avleiðingarnar av loysnini eru fakliga í minni mun mettar og í lítlan mun sæddar í frásjón í sambandi við týðandi evni í lærugreinini.

Verkliga uppgávan er illa lýst bæði ástøðiliga og verkliga. Hon er útint uttan stórvegis umhugsan, og lýkur í minni mát sett krøv.

Næmingurin vísir, at hann hevur ikki heilt tak á háttalagi og dugir heldur ikki væl at nýta vitan, royndir og hugtøk úr lærugreinini.

 


7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støðið undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Í undirvísingini er umráðandi, at førleikarnir at lurta, at tala, at lesa og at skriva renna saman í eina heild. Í teirri ávísu undirvísingargongdini ber til at leggja høvuðsdent á eitt av kjarnaøkjunum, tað kann vera matur, lívsgóðska og mentan, ella matur og umhvørvi.

Av stórum týdningi er tað, at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til og tá ið tað verður mett at vera hóskandi. Sum dømi kunnu partar úr kjarnaøkinum matur og umhvørvi verða samskipaðir við pørtum úr kjarnaøkinum matur og brúkari. Á tann verður brúkarin sum einstaklingur og partur av samfelagnum settur í víðari høpi, og undirvísingin gerst ein heild.

Munnligi tátturin í lærugreinini skal vera raðfestur høgt, og samrøðan er kjarnin í hesum tátti. Munnligar framløgur skulu skipast inn í undirvísingartilgongdina, so næmingurin stigvíst venur seg við at leggja fram. Dentur verður lagdur á, at næmingurin sameinir munnligar framløgur við egin skrivlig verk, nýtslu av KT-amboðum, ymiskar samskiftishættir o.s.fr. Á tann hátt verður retoriski førleikin hjá næminginum mentur.

Skrivligi tátturin skal eins og tann munnligi verða skipaður inn í undirvísingina í heimkunnleika. Á henda hátt kann næmingurin ogna sær góðar skriviførleikar og menna teir. Somuleiðis verður arbeitt miðvíst við at menna førleikan at rokna í undirvísingini í heimkunnleika. Umframt at hetta styrkir um tvørfakliga samstarvið, fer næmingurin so hvørt at fáa eina greiðari fatan av týdninginum, hesir førleikar hava fyri alt skrivligt og formligt samskifti, og samstundis mennir hetta evnini hjá næminginum at orða seg bæði munnliga og skrivliga.

Stigvøkstur

Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat ið er best at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á egnu læring.

Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram móti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji áveigsmálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.

At læra at læra

Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir, og hvat endamálið við læringini er.

Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgondin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur skal eisini leggjast á heimaarbeiði, og tann týðandi leiklut, hetta hevur í fakligu menningini.

Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja týdningin av lærugreinini heimkunnleika. Tá ið arbeitt verður við ymiskum evnum og táttum, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, eisini uttan fyri skúlans gátt. Undirvísingin í heimkunnleika skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at arbeiða greinandi og kritiskt við teimum ymisku evnunum og táttunum, sum arbeitt verður við. Eisini skal næmingurin verða tilvitaður um, at hann í lærugreinini mennir sær førleikarnar at koma til orðanna í nógvum ymiskum viðurskiftum, ið eru knýtt at náttúru, samfelag og mentan.

Arbeiðshættir

Arbeiðshættir skulu veljast so, at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis so, at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður. Hetta verður m.a. gjørt við at týðandi evni og viðurskifti verða tikin upp í undirvísingina.

Í heimkunnleika verða ymiskir arbeiðshættir nýttir, so at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Arbeiðshættir kunnu fevna um lærarafyrilestur, einstaklingsverkevni, næmingaframløgu, samrøður í flokkinum, bólka- og toymisarbeiði, verkætlanarevni o.tíl. Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarhættunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt sum næmingarnir búnast og gerast meira sjálvstøðugir, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarformur at minka.

Næmingarnir skulu ikki einans duga at fyrihalda seg til boðskap frá lærara og floksfeløgunum, men í eins stóran mun duga at miðla vitan og boðskap til lærara, floksfelagar og móttakarar uttan fyri flokshølið umframt skúlans gátt.

Arbeiðshættirnir eru tískil neyvt samantvinnaðir við serligum atliti at, hvussu arbeiðsuppgávurnar og venjingarnar hjá næminginum verða útintar.

Endamálið við teimum ymsu arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at kanna gjølla, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at brúka ymisk háttaløg, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing.

Lærari má altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.

Samstarv

Heimkunnleiki er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinar. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinar um ymisk evni, eitt nú menning av skapandi evnum og KT-førleikum, undirvísing í evnum, sum spretta úr nærumhvørvinum, knýtt at søguligum og sagnakendum frágreiðingum, ið kunnu stuðla upp undir og geva íblástur til evni at arbeiða við í teimum skapandi lærugreinunum.

Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi – frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinir við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning, sum somu tíð.

Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir.

Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinarnar sum partar av størri heild, og tað letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin.

Avrik

Skrivligi og skapandi parturin av lærugreinini letur upp fyri tvørfakligum samstarvi, og við tí øðrvísi skrivligum avrikum. Heldur enn at lata eitt avrik inn, bara í heimkunnleika, kann talan verða um tvørfakligt samstarv, t.d. eina afturlýtandi framsýning, eina leiksýning, eina heimasíðu ella eina standmynd.

Ein grundgeving fyri at skrivligt og skapandi arbeiði kann vera partur av tvørfakligum samstarvi er at næmingurin lærir, at tað at skriva væl (t.e. greitt og uttan stórvegis villur) ikki bara er eitt krav í lærugreinini føroyskum, men eitt alment krav, ið er knýtt at øllum skrivligum samskifti í øllum lærugreinum.

Næmingurin skal hava venjing í at skriva so, at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivlig upprit, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur harumframt upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.

Samrøða

Munnlig framseting hevur reglur og lýsingar, sum næmingurin skal duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð, og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri móðurmálinum sum eitt intellektuelt amboð, ið skal víðka sjónarringin hjá næminginum. Umráðandi er, at næmingurin fær venjing í at brúka móðurmáli í lærugreinini, eitt nú við sínamillum tosi og við tí at siga frá.

Skúlin skal vera so rúmur, at til ber at tosa um kenslur, evni, hugtøk og hendingar í gerandisdegnum. Næmingurin skal arbeiða við at lurta og at vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðatilfeingi og talugávur verða ment. Næmingurin skal sleppa at royna veruligar eins væl og gjørdar (tilevnaðar) samrøður. Floks- og bólkakjak skal javnan eftirmetast so, at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið og samrøðuna ella orðaskiftið at rigga og ganga væl.

Lesing

Næmingurin skal haldast til at lesa nógv. Eitt gott lesiumhvørvi á skúlanum er ein treyt fyri at menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Hetta verður skapt í flokkinum við nógvum ymiskum lesitilfari og góðum vanum. Skúlabókasavnið er ein sjálvsagdur partur av hesum góðu vanum. Fyri at røkka góðum lesiumhvørvi er av stórum týdningi, at skúlabókasavnið er ein natúrligur partur av skúlagongdini. Í byrjanini kunnu næmingarnir t.d. lesa eina stutta bók um dagin. So hvørt sum bøkurnar gerast longri, má meira tíð setast av til at lesa eina bók í. Umráðandi er, at lesingin verður løgd til rættis samsvarandi tí førleikastigi, næmingurin er á. Allir næmingar skulu lesa eina aldurshóskandi skaldsøgu ella samsvarandi tekstmongd um mánaðin øll skúlaárini.

Lívlong læring

Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.