Seinast broytt: 
3. august 2015
Viðmerking: 
Áseting um manna- og barnarættindasáttmála ST sett inn í støðisførleikan "at virða"

1. Samleiki

Handaverk og list er lærugrein, ið fevnir um fakini myndlist og evning, tónleik, sang og ljóðføri, handarbeiði, smíð umframt heimkunnleika. Í undirvísingini verður dentur lagdur á at menna tey handaligu og skapandi evnini hjá næminginum. Næmingurin ognar sær vitan og førleikar í teirri skapandi arbeiðstilgongdini. Næmingurin skal uppliva gleðina við at skapa verk og upplivingar, eitt nú tilevnaðar lutir, myndir, sang, tónleik og leik, samstundis sum hann mennir síni evni at skapa, at bera fram og at framføra. Í undirvísingini skal næmingurin uppliva arbeiðsgleði, felagsskap og persónligan áhuga, so at hann mennist og fær áræði at taka støðu og stig sjálvur.


2. Endamál

Endamálið við undirvísingini í handaverki og list er:

  • at vekja og menna áhuga næmingsins fyri handaverki og list
  • at næmingurin fær kunnleika til føroyskt handaverk og føroyska list, so at hann á tann hátt fær áhuga fyri bæði nýggjum og siðbundnum tilgongdum at skapa og tilevna
  • at næmingurin mennir síni evni og førleikar at virka, tilevna og skapa verk av bæði handans og andans slagi
  • at næmingurin mennir síni evni og sínar førleikar at lýsa og fata tær skapandi tilgongdirnar.

3. Stig og tímatal

Undirvíst verður í handaverki og list 60 klokkutímar um árið 3 tey fyrstu árini í fólkaskúlanum. Einstaki skúlin ger av, hvussu býtið ella lutfallið millum handaligu og listarligu partarnar í lærugreinini verður framt. Talvan niðanfyri vísir dømi um, hvussu undirvísingin í handaverki og list og teimum lærugreinum, sum handaverk og list fevna um, kann vera skipað tey fyrstu 7 árini í fólkaskúlanum:

Lærugreinar/stig

1. fl.

2. fl.

3. fl.

4. fl.

5. fl.

6. fl.

7. fl.

Handaverk og list

 

 

 

 

 

 

60+60 *)

Myndlist

30

30

30

30

30

30

 

Tónleikur

30

30

30

30

30

30

 

Handarbeiði

 

 

 

30

30

30

 

Smíð

 

 

 

30

30

30

 

Heimkunnleiki

 

 

 

 

 

90

 

Klokkutímar

60

60

60

120

120

210

120

*) Talan er um valgreinar í myndlist, tónleiki, handarbeiði, smíði og heimkunnleika, har tvær lærugreinar verða valdar í 7. flokki, við 60 klokkutímum hvør.


4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi.

Kjarnaøki

Lærugreinin handaverk og list fevnir um kjarnaøkini  at skapa og evna til, at lesa og tulka, og arbeiðshættir og framferð. Harumframt verða námsætlanirnar fyri lærugreinarnar myndlist, tónleik, handarbeiði, smíð og heimkunnleika nýttar í tann mun, einstaki skúlin ella lærarin velur at skipa undirvísingina í handaverki og list, har ímillum myndlist, tónleiki, handarbeiði, smíði og heimkunnleika.

Kjarnaøkini í handaverki og list eru:

Stig

Kjarnaøki

1.-3. fl.

At skapa og evna til

At lesa, lurta og tulka

Arbeiðshættir og framferð

 

At skapa og evna til

Kjarnaøkið at skapa og evna til snýr seg um skapandi tilgongdirnar, at leggja til rættis arbeiðið, frá hugskoti til lidnan lut ella verk, og at fremja í verki. Her snýr tað seg um at gera uppskriftir, tekna og skriva hugskot niður á blað ella á teldu, at skriva nótar, at syngja, kvøða, bera fram skjaldur, at nýta ljóðføri og at lesa upp, at brúka amboð og hjálparamboð, ið eru við hondina, umframt at grundgeva fyri tí hugskoti, sum valt er at arbeiða víðari við og at fremja í verki.

At lesa, lurta og tulka

Kjarnaøkið at lesa, lurta og tulka snýr seg um at umrøða og meta um ítøkilig handverkslig og listalig verk og evni, sum næmingurin evnar at vísa aftur til í teirri skapandi tilgongdini. Talan kann vera um eitt tóna- ella listaverk, eitt plagg, ein bygning ella annað slíkt, sum næmingurin veit um ella ognar sær kunnleika til. Her snýr tað seg um at lurta eftir tónleiki, at hyggja eftir myndum, at kanna og vísa áhuga fyri ymiskum sløgum av handaverki og list, at umrøða, viðgera og meta um dygd og nýtsluvirði. At lesa og tulka snýr seg harumframt at vitja verkstaðir og framsýningar til at fáa vitan og íblástur, og at granska náttúruna og nærumhvørvið til at fáa hugskot.

Arbeiðshættir og framferð

Kjarnaøkið arbeiðshættir og framferð snýr seg um at læra at nýta hóskilig og neyðug amboð, umframt at læra um tilfar, ið nýtt verður í tilevningini. At velja og meta um tilfar og litir er fevnt av hesum kjarnaøki. Vanlig nótalæra, hoyrilæra, satslæra, ljóðlæra og ljóðførislæra eru fevnd av hesum kjarnaøki.

Ískoytisøki

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum semjast um í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleikar næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.


5. Førleikamál

Í lærugreinini handaverki og list eru førleikamálini lutað sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni næmingsins at taka egnar avgerðir. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri læru­greinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg harumframt um at virða og menna okkara evni at samskifta um mentan og vitan. Undirvísingin í handaverki og list leggur harumframt dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað náttúrutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, har ímillum teir sáttmálar, ið Sameindu Tjóðir hava samtykt í sambandi við barnarættindi og mannarættindi annars. Eisini skal næmingurin hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

At samskifta snýr seg um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga og at lesa og skriva. Lærugreinin handaverk og list hevur ein týðandi leiklut í hesi menning. At samskifta snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna.

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. Næmingurin skal frá fyrsta degi verða vandur við at tala, skifta orð, lýða á, próvføra og bera fram egnar metingar.

Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot, at lesa er at skyna á og tulka. Á 2. floksstigi skal næmingurin duga bæði at lesa og skriva lættari tekstir. 

Í handaverki og list verður stórur dentur lagdur á, at næmingurin lærir at síggja myndir sum frásøgu- og samskiftismiðil. Hetta lærir hann m.a. við at hava framløgur og at gera eftirmetingar, sum javnan verða skipaðar í tímunum. Næmingurin lærir eisini tað myndamál, myndir verða bygdar upp við, m.a. um symbolik og boðskap, og hann skal duga at lesa boðskapin, annaðhvørt gjøgnum skrivligan ella meira duldan symbolikk,  ið er skipaður í myndunum.

Førleikin at rokna snýr seg um evnini at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og úrtøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa vandamál. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mangar gerandistekstir, og tí hevur undirvísingin í handaverki og list eisini sín týðandi lut í hesi menning. Í handaverki og list lærir næmingurin at byggja myndir upp. Her verður miðað ímóti, at næmingurin dugir at perspektivera lutirnar í myndini í mun til hvønn annan, fyri at fáa djúpd o.a. í myndina.

Førleikin at nýta tøknilig amboð er í handaverki og list at duga at nýta kunningartøkni, ið er ein fortreyt fyri øllum fjarskifti. At kenna og virða etisku reglurnar, tá ið samskift verður við kunningartøkni. Við venjingum skal næmingurin á 2. floksstigi duga at nýta teldu til tekstframleiðslu og sum leitingaramboð. Í handaverki og list arbeiðir næmingurin við kunningartøkni, har hann m.a. lærir at arbeiða við myndum, og harafturat savnar sær kunnleika og íblástur at nýta, tá ið hann skapar síni egnu verk.

At kanna

At kanna er ein íborin førleiki. Børn kanna umhvørvið fyri at klára seg í lívinum. At granska er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna snýr seg í handaverki og list um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um mál og bókmentir. Frá 1. floksstigi skal næmingurin læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan á bókasøvnum, í bókmentum, handbókum, á internetinum o.s.fr. Næmingurin skal eggjast til at síggja gagn og gleði í yrkis- og fagurbókmentum og til at fregnast um mál- og bókmentafrøðiligar spurningar, sum bjóða forvitninum av. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta vísindaliga framferðarháttin og at handfara keldutilfar á ein sakligan og siðiligan hátt.

Í handaverki og list verður stórur dentur lagdur á, at næmingurin fær ástøðiligan førleika í at lesa myndir, og hetta verður m.a. gjørt við at kenna listasøguna og harafturat kenna listarfólk rundan um okkum við teirra tilgongdum til myndir. Ástøðiligi parturin verður at síggja sum ein lutur í undirvísingini í handaverki og list.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læringartilgongd.

Førleikin at skapa snýr seg í handaverki og list um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu mentanarlig og listarlig nýbrot hava broytt lívsáskoðanir og samfeløg. Næmingurin skal læra, at myndagerð og myndatulking er ein skapandi tilgongd, sum byggir á hugflog, íblástur, áhuga og áhaldni. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflogið. Við at gera sær fyrimyndir skal næmingurin læra at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.


Fakligir førleikar

2.-3. flokkur

At skapa og at evna til

Næmingurin dugir:

  • at skapa ella tilevna eitt verk, eina mynd ella ein lut úr tilfari
  • at gera myndir ella lutir við støði í egnum kenslum og sansaupplivingum
  • at syngja einar 20 føroyskar sangir ella framføra eitt ella fleiri hóskandi verk sjálvstøðugt ella við hjálp frá øðrum og saman við øðrum
  • nøkur útvald føroysk skjaldur
  • stev
  • at kvøða tvey løtt kvæði, vísur ella tættir
  • at klappa og spæla einfaldar rytmur á rytmisk ljóðføri
  • at spæla tveir sangir ella løg við rytmuljóðførum (træ, skinn og metal), umframt stavljóðførum (klokkuspæl, xylofon, marimba og metallofon).

At lesa, lurta og tulka

Næmingurin dugir:

  • at greiða frá sínum egna verki ella arbeiði, og tí, tað fevnir um
  • at nýta føroysku náttúruna sum tilfeingi í arbeiði sínum við myndum og myndevnum
  • at lýsa sang og tónleik í orðum og myndum
  • at greiða frá hugtøkunum ljóðstyrki (hart/spakuligt), ljóðlongd (langir/stuttir tónar og steðgir), tónahædd (djúpir/høgir tónar), óljóði, ljómliti
  • at lurta og meta um huglagið í sangi/lagi.

Arbeiðshættir og framferð

Næmingurin dugir:

  • at arbeiða við formi, litum, kompositión við denti á myndafrásøgn
  • at arbeiða við einføldum teknikkum, tilfari og amboðum
  • at greiða frá høvuðslitunum
  • at kenna tey vanligastu ljóðførini
  • at meta um ljóðstyrki og tónastøðu (hæddir og lægdir)
  • at skilja nótar sum skriftmálið hjá sangi og tónleiki
  • at skilja sambandið millum tað grafiska nótablaðið og tónagongd
  • at skilja sambandið millum teljing og vatnrætta lesnaðin av nótablaði.

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal ávegis og javnan í undirvísingargongdini eftirmetast við støði í fakliga avrikinum í lærugreinini, so næmingurin fær eina greiða meting av fakligu støðuni hjá sær í mun til ásettu málini, og hvat hann skal arbeiða við, um málini ikki eru rokkin. Eftirmetingarnar kunnu vera av ymiskum slagi, t.d. støðukanningar, testir og royndir. Í eftirmetingini av einstaka næminginum skal eisini tilskilast, hvussu fakliga arbeiðslag og arbeiðssemi næmingsins eru, bæði viðvíkjandi einsæris avriki og avriki í bólki. Eftirmetingin skal eisini fevna um eina vegleiðing til einstaka næmingin um, hvat arbeiðast skal við í lærugreinini fyri at lúka málini.

Eftirmetingarnar skulu skjalfestast skrivliga.

Einstaki skúlin ger skrivligar reglur fyri, nær og hvussu eftirmetingarnar verða framdar, og hvussu eftirmetingarnar verða latnar næmingunum.

Próvtøkuhættir

Sjá námsætlanirnar fyri myndlist, tónleik, handarbeiði, smíð og heimkunnleika.


7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støði undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Í undirvísingini er umráðandi, at førleikarnir at lurta, at tala, at lesa og at skriva renna saman í eina heild. Í teirri ávísu undirvísingargongdini ber til at leggja høvuðsdent á eitt av kjarnaøkjunum, tað kann vera at skapa og evna til, at lesa, lurta og tulka, ella arbeiðshættir og framferð.

Av stórum týdningi er tað, at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til, og tá ið tað verður mett at vera hóskandi. Sum dømi kunnu partar úr kjarnaøkinum at skapa og evna til verða samskipaðir við pørtum úr kjarnaøkinum arbeiðshættir og framferð. Á tann verður ástøðiligi parturin knýttur beinleiðis upp í tann verkliga partin.

Munnligi tátturin í lærugreinini skal vera raðfestur høgt, og samrøðan er kjarnin í hesum tátti. Munnligar framløgur skulu skipast inn í undirvísingartilgongdina, so næmingurin stigvíst venur seg við at leggja fram. Dentur verður lagdur á, at næmingurin sameinir munnligar framløgur við egin skrivlig verk, nýtslu av KT-amboðum, ymiskar samskiftishættir o.s.fr. Á tann hátt verður retoriski førleikin hjá næminginum mentur.

Skrivligi tátturin skal eins og tann munnligi verða skipaður inn í undirvísingina í handaverki og list. Á henda hátt kann næmingurin ogna sær góðar skriviførleikar og menna teir. Somuleiðis verður arbeitt miðvíst við at menna førleikan at rokna í undirvísingini í handaverki og list. Umframt at hetta styrkir um tvørfakliga samstarvið, fer næmingurin so hvørt at fáa eina greiðari fatan av týdninginum, hesir førleikar hava fyri alt skrivligt og formligt samskifti, og samstundis mennir hetta evnini hjá næminginum at orða seg bæði munnliga og skrivliga.

Stigvøkstur

Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini  verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat ið er best at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á egnu læring.

Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt, at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram ímóti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji ávegismálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.

At læra at læra

Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir, og hvat endamálið við læringini er.

Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgongdin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur skal eisini leggjast á heimaarbeiði og tann týðandi leiklut, hetta hevur í fakligu menningini.

Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja týdningin av lærugreinini handaverki og list. Tá ið arbeitt verður við ymiskum evnum og táttum, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, eisini uttan fyri skúlans gátt. Undirvísingin í handaverki og list skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at arbeiða greinandi og kritiskt við teimum ymisku evnunum og táttunum, sum arbeitt verður við. Eisini skal næmingurin verða tilvitaður um, at hann í lærugreinini mennir sær førleikarnar at koma til orðanna í nógvum ymiskum viðurskiftum, ið eru knýtt at náttúru, samfelag og mentan.

Arbeiðshættir

Arbeiðshættir skulu veljast so, at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis so, at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður. Hetta verður m.a. gjørt við, at týðandi evni og viðurskifti verða tikin upp í undirvísingina.

Í handaverki og list verða ymiskir arbeiðshættir nýttir, so at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Arbeiðshættir kunnu fevna um lærarafyrilestur, einstaklingsverkevni, næmingaframløgu, samrøður í flokkinum, bólka- og toymisarbeiði, verkætlanarevni o.tíl. Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarhættunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt sum næmingarnir búnast og gerast meira sjálvstøðugir, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarformur at minka.

Næmingarnir skulu ikki einans duga at fyrihalda seg til boðskap frá lærara og floksfeløgunum, men í eins stóran mun duga at miðla vitan og boðskap til lærara, floksfelagar og móttakarar uttan fyri flokshølið umframt skúlans gátt.

Arbeiðshættirnir eru tískil neyvt samantvinnaðir við serligum atliti at, hvussu arbeiðsuppgávurnar og venjingarnar hjá næminginum verða útintar.

Endamálið við teimum ymsu arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at kanna gjølla, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at brúka ymisk háttaløg, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing.

Lærari má altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.

Samstarv

Handaverk og list er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinar. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinar um ymisk evni, eitt nú menning av skapandi evnum og KT-førleikum, undirvísing í evnum, sum spretta úr nærumhvørvinum, knýtt at søguligum og sagnakendum frágreiðingum, ið kunnu stuðla upp undir og geva íblástur til evni at arbeiða við í teimum skapandi lærugreinunum.

Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi – frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinir við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning, sum somu tíð.

Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir.

Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinarnar sum partar av størri heild, og tað letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin. Tí er umráðandi, at undirvísingin í handaverki og list verður sjónliga skipað so, at næmingurin veit, at lærugreinin er grundarlag undir lærugreinunum handaverki og list, tónleiki, handarbeiði, smíði og heimkunnleika í 4.-7. flokki.

Avrik

Skrivligi og skapandi parturin av lærugreinini letur upp fyri tvørfakligum samstarvi, og við tí øðrvísi skrivligum avrikum. Heldur enn at lata eitt avrik inn, bara í handaverki og list, kann talan verða um tvørfakligt samstarv, t.d. eina afturlýtandi framsýning, eina leiksýning, eina heimasíðu ella eina standmynd.

Ein grundgeving fyri, at skrivligt og skapandi arbeiði kann vera partur av tvørfakligum samstarvi, er, at næmingurin lærir, at tað at skriva væl (t.e. greitt og uttan stórvegis villur) ikki bara er eitt krav í lærugreinini føroyskum, men eitt alment krav, ið er knýtt at øllum skrivligum samskifti í øllum lærugreinum.

Næmingurin skal hava venjing í at skriva so, at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivlig upprit, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur harumframt upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.

Samrøða

Munnlig framseting hevur reglur og lýsingar, sum næmingurin skal duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð, og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri móðurmálinum sum eitt intellektuelt amboð, ið skal víðka sjónarringin hjá næminginum. Umráðandi er, at næmingurin fær venjing í at brúka móðurmáli í lærugreinini, eitt nú við sínámillum tosi og við tí at siga frá.

Skúlin skal vera so rúmur, at til ber at tosa um kenslur, evni, hugtøk og hendingar í gerandisdegnum. Næmingurin skal arbeiða við at lurta og at vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðatilfeingi og talugávur verða ment. Næmingurin skal sleppa at royna veruligar eins væl og gjørdar (tilevnaðar) samrøður. Floks- og bólkakjak skal javnan eftirmetast so, at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið og samrøðuna ella orðaskiftið at rigga og ganga væl.

Lesing

Næmingurin skal haldast til at lesa nógv. Eitt gott lesiumhvørvi í skúlanum er ein treyt fyri at menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Hetta verður skapt í flokkinum við nógvum ymiskum lesitilfari og góðum vanum. Skúlabókasavnið er ein sjálvsagdur partur av hesum góðu vanum. Fyri at røkka góðum lesiumhvørvi er av stórum týdningi, at skúlabókasavnið er ein natúrligur partur av skúlagongdini. Í byrjanini kunnu næmingarnir t.d. lesa eina stutta bók um dagin. So hvørt sum bøkurnar gerast longri, má meira tíð setast av til at lesa eina bók. Umráðandi er, at lesingin verður løgd til rættis samsvarandi tí førleikastigi, næmingurin er á. Allir næmingar skulu lesa eina aldurshóskandi skaldsøgu ella samsvarandi tekstmongd um mánaðin øll skúlaárini.

Lívlong læring

Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.