Seinast broytt: 
12. mai 2015
Viðmerking: 
Áseting um manna- og barnarættindasáttmála ST sett inn í støðisførleikan "at virða"

1. Samleiki

Alis- og evnafrøði er vísindaliga grundað lærugrein, ið snýr seg um, hvussu náttúran er skipað.

Alis- og evnafrøði byggir á forvitni og undran menniskjunnar upp ígjøgnum tíðirnar og er lagað til tær sannroyndir, menniskjan er komin til.

Vitan og fatan í náttúruvísindum eru sprottin úr samspælinum ímillum ástøði og ítøkiligar royndir.

Eitt aðalmerkið fyri náttúruvísindini er, at ástøðiseindirnar gerast støðugt meira almennar, og at gransking og dagførdur kunnleiki um náttúruvísindi og tøkni hava stóran týdning fyri samfelagsmenningina og fyri alt okkara umhvørvið.


2. Endamál

Undirvísingin í alis- og evnafrøði hevur til endmáls

  • at birta uppundir, at leitanar- og rannsóknarhugur næmingsins verður mentur við verkligum royndum
  • at næmingurin mennir síni evni at eygleiða neyvt og at nýta mátitól og aðra royndarútgerð, har ímillum eisini teldu
  • at vekja áhuga og forvitni næmingsins fyri alisfrøði, evnafrøði, náttúruvísindum og tøknifrøði, so at hann fær hug at læra meira
  • at næmingurin ognar sær kunnleika um arbeiðs- og hugsanarhættir í lærugreinini
  • at vísa næminginum fyrimyndir, ið vísa, hvussu menniskju hugsa og fata náttúruna uttan um seg í vísindaligum høpi
  • at næmingurin ognar sær førleikar til sjálvur at kanna og fáa skil á ymiskum alis-og evnafrøðiligum fyribrigdum og at kenna gleðina við tí
  • at næmingurin kann uppliva og síggja, at nógvir spurningar í alis- og evnafrøði kunnu verða kannaðir og lýstir, ofta við einføldum verkligum royndum
  • at næmingurin finnur høvi at samansjóða verkligt og ástøðiligt arbeiði
  • at næmingurin sær, at náttúruvísindi og tøknifrøði eru partar av mentan og fatan okkara av heiminum
  • at næmingurin sær týdningin av, at náttúran og náttúruríkidømið verður umsitið á skynsaman og burðardyggan hátt, bæði staðbundið og á alheims stigi.

3. Stig og tímatal

Lærugreinin Alis- og evnafrøði fevnir um 7.-9. flokk í fólkaskúlanum. Lærugreinin er kravd í 7. flokki og vallærugrein í 8. og 9. flokki. Undirvísingin fevnir um 60 klokkutímar á hvørjum floksstigi, tó 90 klokkutímar á 9. floksstigi.

Stig

7. fl

8. fl.

9. fl.

klokkutímar

60

60

90

 

4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi.

Kjarnaøki

Í lærugreinini Alis- og evnafrøði eru kjarnaøkini lutað sundur í tvinnar høvuðsbólkar: alisfrøðilig kjarnaøki og evnafrøðilig kjarnaøki.

Alisfrøðilig kjarnaøki

  • El-læra: 1) spenningur, streymstyrki, mótstøða, 2) raðbinding, tvørbinding, stuttbinding, 3) Ohm'sa lóg, 4) effekt, 5) elektromagnetisma, 6) elektroniskar stýringar, 7) induktión, 8) transformatión, 9) streymflutningur.
  • Magnetir: natúrligar og gjørdar. Økið er vælegnað til smáar verkstaðir, har arbeitt verður við motorum, hátalarum, ringiklokkum og smáum elektr­oniskum stýriskipanum.
  • Luft og vatn: 1) fasubroytingar hjá vatni, 2) trýst
  • Rørsla og kraft: 2) ferð, acceleratión, 2) lógir Newtons
  • Orka: 1) varmi og orka, 2) varmaleiðing og bjálving, 3) ymsar orkukeldur
  • Sveiggj: 1) mekaniskar aldur, 2) ljós
  • Ljós og ljóð: 1) sjónsansurin, 2) oyrnasansurin
  • Atom-alisfrøði:

Evnafrøðilig kjarnaøki

  • Evnabygnaður:1) grundevnaskipanin, 2) atombygnaður, 3) mýlfyrimyndir, 4) sýrur, basur, sølt, 5) jon, 6) kolvetni, 7) evnafrøðilig navngeving
  • Reaktiónssløg: 1) sýru- og basureaktiónir, 2) brenning
  • Kunnleiki til evni: 1) streymleiðandi/hitaleiðandi evni, 2) sterkar sýrur og sterkar basur, 3) evnafrøðiligar ringrásir í náttúruni, 4) evnafrøðiligur ídnaður, t.d. tøð, 5) katalýsatorar og emulgatorar.

Ískoytisøki

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum semjast um í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleikar næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.


5. Førleikamál

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni næmingsins at taka egnar avgerðir. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri læru­greinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at granska
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg í alis- og evnafrøði um at virða tær grundleggjandi reglur, ið náttúran og tað náttúruskapta umhvørvi hava at laga seg eftir. Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað nátturutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, har ímillum teir sáttmálar, ið Sameindu Tjóðir hava samtykt í sambandi við barnarættindi og mannarættindi annars. Eisini skal næmingurin hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

Førleikin at samskifta snýr seg í alis- og evnafrøði um førleikan at bera fram sína hugsan og sína vitan munnliga og skrivliga og at lesa. Lærugreinin alis- og evnafrøði hevur ein týðandi leiklut í at menna førleika næmingsins at samskifta um náttúruvísindi. At samskifta um náttúruvísindi snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna sum heild.

Næmingurin dugir at orða seg bæði munnliga og skrivliga, tá ið tað snýr seg um at nýta faklig hugtøk í sambandi við alis- og evnafrøðilig viðurskifti, t.d. egnar eygleiðingar í royndar­stovuni. Næmingurin evnar at orða spurningar og at seta fram tilhugsanir, sum kunnu verða kannaðar, próvføra og skifta orð um hetta. Næmingurin skal tí vera við í samrøðum, samskifta um hugskot og tosa um spurningar og hugsandi loysnir við onnur.

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga og skrivliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við og venja í ymiskum samskiftisstøðum. Í lærugreinini skal næmingurin frá fyrsta degi verða vandur við at tala, skifta orð, lýða á, próvføra og bera fram egnar metingar.

Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot; at lesa er at skyna á og tulka. Í lærugreinini skal næmingurin tí frá fyrsta degi verða vandur við at lesa náttúrufrøðiligar tekstir og at gera grein fyri sínum eygleiðingum og viðrakingum á skrift.

Næmingurin dugir at lesa og skilur vegleiðingar, talvur, farmyndir, farstrikur og ímyndir. Ein annar partur av støðisførleikanum er at kunna seta seg inn í nýggj øki í lærugreinini m.a. við hjálp úr øðrum bókum, tíðarritum og av internetinum.

Førleikin at rokna snýr seg í alis- og evnafrøði um førleikan at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og úrtøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa greiðsluevni. Í hesum sambandi evnar næmingurin at brúka tøl og útrokningar, at skráseta, viðgera og leggja fram úrslit av egnum eygleiðingum, eitt nú við talvum og ritmyndum. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mangar gerandistekstir, og tí hevur undirvísingin í síni heild, bæði í føroyskum og náttúrulærugreinunum, ein avgerandi leiklut í hesi menning.

Førleikin at nýta tøknilig amboð er í alis- og evnafrøði at duga at nýta kunningartøkni, ið er ein fortreyt fyri øllum fjarskifti. Ein vandalig meting av upplýsingum av internetinum er eisini partur av støðisforleikunum.

Næmingurin dugir at nýta KT í alis- og evnafrøði, eitt nú at fáa til vega, viðgera og leggja fram tilfar sum sína egnu eygleiðing, og fara í dýpdina við fakinum. Ein kritisk og sjálvstøðug meting av upplýsingum av internetinum er partur av støðisførleikunum

At kanna

Førleikin at kanna er ein íborin førleiki. Vit kanna umhvørvið fyri at klára okkum í lívinum. At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna er av alstórum týdningi í alis- og evnafrøði og snýr seg um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara til at seta spurningar og royna, umframt at leita sær ráð og vitan um alis-/evnafrøðilig viðurskifti. Næmingurin skal gera verkligar royndir í starvsstovu og úti í náttúruni, umframt at læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan og kunnleika í bókmentum, handbókum, tíðarritum, á bókasavni og á internetinum. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta vísindaliga framferðarháttin, og at handfara keldutilfar á sakligan, siðiligan og munadyggan hátt.

Førleikin at kanna í alis- og evnafrøði snýr seg um at duga at nýta starvsstovuútgerð, ið er ætlað hesum floksstigum og tí øki, arbeitt verður við. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta útgerðina rætt og trygt.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læring.

Førleikin at skapa snýr seg í alis- og evnafrøði um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu náttúruvísindini hava verið við til at broytt náttúru, lívsáskoðan, mentan og samfeløg. Næmingurin skal læra, at verkligar royndir og frágreiðingar um alis- og evnafrøðilig viðurskifti eru ein partur av skapandi tilgongdini, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflogið. Við at arbeiða við myndlum lærir næmingurin at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.


Fakligir førleikar

Lærugreinin alis- og evnafrøði hevur ávegismál fyri 7. og 8. floksstig og endalig mál fyri 9. floksstig. Ávegismálini eru vegleiðandi, tó soleiðis at skilja, at um munandi frávik koma fyri, skal hetta fráboðast leiðslu skúlans, sum við støði í lýsta tørvinum hevur skyldu til at seta neyðug tiltøk í verk. Verða endaligu málini eftirmett við próvtøku, eru tey bindandi.

7. floksstig

Ellæra

Næmingurin dugir

  • at síggja mun á leiðarum og isolatorum (ikki-leiðarum)
  • at máta spenning og streymstyrki
  • at greiða frá, hvat mótstøða er og duga at brúka Ohmsa lóg
  • at greiða frá, hvat effekt er
  • at seta saman einfaldar ringrásir (rað- og tvørbindingar) og eisini vita, hvat stuttbinding er.

Hetta evni kann eisini verða roynt sum verkætlan, har streymur verður lagdur inn í eini hús.

Luft og vatn

Næmingurin dugir

  • at greiða frá trýsti og at nýta barometur
  • at greiða frá fasubroytingum hjá vatni (fast, flótandi og dampur)
  • at greiða frá ringrásum hjá vatni.

Evnisbygnaður

Næmingurin dugir

  • at greiða frá grundevnunum oxygen, hydrogen og nitrogen
  • at greiða frá atomsamansetingum so sum vatni og carbondioxid
  • at greiða frá einføldum evnafrøðiligum tilgongdum (t.d hvat hendir, tá ið kol ella hydrogen verða brend)
  • at arbeiða við atom- og mýlfyrimyndir.

8. floksstig

Magnetir

Næmingurin dugir

  • at greiða frá bygnaðinum í magnetiskum evnum
  • at greiða frá, hvar magnetir verða nýttar
  • at magneta
  • at greiða frá um jarðarmagn­et­ismuna og kumpass.

Elektromagnetisma

Næmingurin dugir

  • at gera eina elektromagnet
  • at finna pólarnar í einari elektromagnet
  • at greiða frá týdninginum, amperuvindingar hava fyri styrkina
  • at greiða frá, hvar elektromagnetir verða brúktar.

Rørsla

Næmingurin dugir

  • at rokna við  javnari rørslu
  • at greiða frá ferðøking og lógum Newtons
  • at siga frá um rakettir og fylgisveinar.

Orka

Næmingurin dugir

  • at kenna munin á hita (temperaturi) og varma
  • at greiða frá sambandinum millum hita og mýlarørslur
  • at greiða frá eindini fyri varmaorku.

Evnisbygnaður

Næmingurin dugir

  • við grundevnaskipanini sum grundarlag at greiða frá um atombygnað og jonir
  • at skyna mun á sýrum og basum, og eisini vita, hvørjum jonum tey eru sett saman av
  • at greiða frá nøkrum søltum, og hvussu tey eru sett saman.

Reaktiónssløg

Næmingurin dugir

  • at nevtralsera sýru og basu hvør við aðrari.

Kunnleiki til evnafrøðilig evni

Næmingurin dugir

  • at greiða frá nøkrum metallum og eginleikum teirra
  • at greiða frá pH-stiganum og finna pH-virði í ymiskum evnum
  • at greiða frá sterkum sýrum og sterkum basum.

9. floksstig

Ellæra

Næmingurin dugir

  • at gera streym við induktión
  • at greiða frá, hvussu induseraði streymurin kann verða gjørdur størri
  • at greiða frá, hvussu ein vendistreymsgeneratorur virkar
  • at greina vendistreymsrás
  • at greiða frá, hvørjar orkuumgerðir fara fram í sambandi við at streymur verður gjørdur (støðuorka – rørsluorka o.a.)
  • at greiða frá, hvussu ein transformatorur virkar
  • at greiða frá transformatorformlinum
  • at rokna effekt
  • at rokna orkunýtslu og orkugjald.

Sveiggj

Næmingurin dugir

  • at finna sveiggitíð og frekvens, og kenna sambandið teirra millum
  • at greiða frá støðuorku og rørsluorku í sambandi við sveiggj
  • at greiða frá ymiskum sløgum av aldum
  • at greiða frá aldulongd, frekvensi og ferð
  • at greiða frá ljósbroti og afturkasting
  • at greiða frá ljósi, liti og ælaboga.

Atom-alisfrøði

Næmingurin dugir

  • at greiða frá atominum og vita, at tað er bygt av protonum, nevtronum og elektronum
  • at greiða frá α-, β-, γ-geislingum.

Evnisbygnaður

Næmingurin dugir

  • at greiða frá grundevnaskipanini, og sum grundarlag kenna til atombygnað og jonir
  • at greiða frá, hvussu jonirnar hjá ávísum evnum eita
  • at greiða frá teimum vanligastu carbonhydridunum og duga at skriva striku- og prikkfrymil av teimum
  • at greiða frá heitunum á reforming og cracking.

Reaktiónssløg

Næmingurin dugir

  • at greiða frá teimum evnum, ið koma burturúr, tá ið kolvetni verður brent.

Kunnleiki til evnafrøðilig evni

Næmingurin dugir

  • at vísa á ávís jon t.d. sýrurestjon, og vita, hvussu tey eita
  • at greiða frá, hvat ein katalysatorur er, og hvussu teir kunnu verða brúktir í gerandisdegnum
  • at greiða frá um poler/ópoler evni og emulgatorar
  • at greiða frá positivlistanum.

6. Eftirmeting og próvtøka

9. floksstig

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal ávegis í undirvísingargongdini eftirmetast við støði í fakliga avrikinum í lærugreinini. Næmingurin skal hava eina greiða meting av fakligu støðuni hjá sær í mun til ásettu málini, og hvat hann skal arbeiða við, um málini ikki eru rokkin. Eftirmetingarnar kunnu vera av ymiskum slagi, t.d. støðukanningar, testir, munnligar framløgur og skrivligar royndir. Í eftirmetingini av einstaka næminginum skal eisini tilskilast, hvussu fakliga arbeiðslag og arbeiðssemi næmingsins eru, bæði viðvíkjandi einsæris avriki og avriki í bólki. Eftirmetingin skal eisini fevna um eina vegleiðing til einstaka næmingin um, hvat arbeiðast skal við í lærugreinini fyri at lúka málini.

Eftirmetingarnar skulu skjalfestast skrivliga.

Einstaki skúlin ger skrivligar reglur fyri, nær og hvussu eftirmetingarnar verða framdar, og hvussu eftirmetingarnar verða latnar næmingunum.

Próvtøkuhættir

Hildin verður ein munnlig próvtøka.

Lærarin tekur støðu til, hvønn av hesum báðum próvtøkuháttum, hann ynskir at nýta, og  tann próvtøkuháttur, ið valdur er, er felags fyri allar næmingar í sama bólki:

Próvtøkuháttur A

Próvhoyringin varir 20 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 20 minuttir íroknað útflýggjan av tilfari og vegleiðing.

Próvtøkuspurningarnir verða settir við støði í evnum, økjum o.tíl., bæði úr kjarnaøkjum og ískoytisøkjum. Próvhoyringin er ein faklig samtala millum próvtakara og próvhoyrara, og tekur samtalan støði í framløgu próvtakarans av tilfari og próvtøkuspurningi, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini.

Undir samrøðuni kann próvtakarin gera royndir úr uppgávuni, eins og aðrir partar av tí uppgivna setninginum kunnu verða tiknir við. Undir royndini skal próvtakarin fáa høvi at sýna vitan sína og heildarfatan av teim uppgivnu evnunum, og í hvønn mun hann er førur fyri at gera eina fakliga niðurstøðu av einum alis-/evnafrøðiligum evni.

Próvtøkuháttur B

Próvtakarin ella bólkurin av próvtakarum fær umleið 1 tíma at loysa eina alisfrøðiliga ella eina evnafrøðiliga próvtøkuuppgávu, ið bæði kann vera einstaklingsuppgáva ella bólkuppgáva hjá 2-3 próvtakarum. Hvør einstakur próvtakari skal við samrøðu greiða frá, so hvørt sum arbeitt verður við uppgávuni. Til endans verður sjálvt uppgávuevnið gjøllari viðgjørt, og í hesi samrøðu kunnu eisini aðrir partar av tí uppgivna setninginum verða tiknir við. Undir próvtøkuni skal próvtakarin fáa høvi at sýna vitan sína og heildarfatan av teim uppgivnu evnunum, og í hvønn mun hann er førur fyri at gera eina fakliga niðurstøðu av einum alis-/evnafrøðiligum evni.

Dømingargrundarlag

Grundarlagið undir próvtøkuni er alt tilfar, sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini í 8. og 9. flokki. Talan er sostatt bæði um royndir og ástøði. Saman við próvtøkuspurninginum kunnu verða útflýggjað fylgiskjøl, sum kunnu seta spruningin í frásjón. Í fyrireikingartíðini skal próvtakarin hava atgongd til viðkomandi tól.

Próvtøkutilfar og próvtøkuspurningar verða send próvdómaranum til góðkenningar sambært próvtøkukunngerðini.

Próvhoyrt verður í kendum, ótillagaðum tilfari, og tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað í tema ella á annan hátt er knýtt at evnum, økjum o.tíl., sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini. Tilfarið, ið er grundarlag undir munnligu próvtøkuni, skal í sínari heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað.

Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd og støðisførleikunum sýna evni sjálvstøðugt at leggja fram og viðgera tilfar við støði í próvtøkuspurningi/um. Hann skal sýna, at hann dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir í undirvísningini og seta próvtøkutilfarið í frásjón.

Dentur verður í dømingini lagdur á, at próvtakarin dugir

  • at lýsa og greiða frá próvtøkuspurninginum og at nýta alisføðilig hugtøk
  • at nýta viðkomandi frymlar og háttaløg í sínari viðgerð av próvtøkuspurningin
  • at taka uppí viðkomandi og týðandi alis-/evnafrøðiligar luteindir
  • at taka ymisk faklig sjónarmið uppí og soleiðis seta próvtøkutilfarið í frásjón.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari fakligari og einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

Próvtalslýsingar

Munnligt 9. floksstig

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað, og næmingurin vísir, at hann hevur gott innlit í tilfarið, sum próvtøkan er grundað á. Málið í framløguni er neyvt, tulkingin er sera væl grundað, við neyvum og greinandi eygleiðingum. Næmingurin brúkar trygt og sjálvstøðugt tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini Alis- og evnafrøði. Sjónarmiðini eru væl lýst og vísa gott innlit í lærugreinina. Fá og týdningarleys brek kunnu koma fyri

7

Gott

Framløgan er samanhangandi og væl skipað. Málið í framløguni er skilligt og fjølbroytt. Tulkingin er góð við greinandi eygleiðingum. Næmingurin brúkar tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini Alis- og evnafrøði, og er virkin í fakligu samrøðuni. Sjónarmiðini eru týðilig, og meting næmingsins av próvtilfarinum er væl grundað. Framsetingin er hóskandi skipað. Onkur brek koma fyri.

02

Nøktandi

Framløgan er heldur trilvandi og hongur ikki væl saman. Framløgan er so dánt væl skipað, skillig, men bæði fak- og málsliga veik. Greiningin er veik og tulkingin ógreið. og fakliga eygleiðingin veik. Næmingurin er við í fakligu samrøðuni. Týðandi brek koma tó fyri.


7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støði undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Í undirvísingini er umráðandi, at førleikarnir at lurta, at tala, at lesa og at skriva renna saman í eina heild. Í teirri ávísu undirvísingargongdini ber til at leggja høvuðsdent á eitt av kjarnaøkjunum. Tað kann t.d. vera el-læra, ljós og ljóð, rørsla og kraft ella evnisbygnaður.

Av stórum týdningi er tað at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til, og tá ið tað verður mett at vera hóskandi. Sum dømi kundu partar úr kjarnaøkinum el-læra verið samskipaðir við pørtum úr kjarnaøkinum ljós og ljóð. Vitan á hesum øki kundi verið við til at gjørt fatanina av náttúrutøkni og náttúrufrøði meira fjøltáttaða.

Munnligi tátturin í lærugreinini skal vera raðfestur høgt, og samrøðan er kjarnin í hesum tátti. Munnligar framløgur skulu skipast inn í undirvísingargongdina, so næmingurin stigvíst venur seg við at leggja fram. Dentur verður lagdur á, at næmingurin sameinir munnligar framløgur við egin skrivlig verk, nýtslu av KT-amboðum, ymiskar samskiftishættir o.s.fr. Á tann hátt verður retoriski førleikin hjá næminginum mentur.

Skrivligi tátturin skal eins og tann munnligi vera skipaður inn í undirvísingina í Alis- og evnafrøði. Á henda hátt kann næmingurin ogna sær góðar skriviførleikar og menna teir. Somuleiðis verður arbeitt miðvíst við at menna førleikan at rokna í undirvísingini í Alis- og evnafrøði. Umframt at hetta styrkir um tvørfakliga samstarvið, fer næmingurin so hvørt at fáa eina greiðari fatan av týdninginum, hesir førleikar hava fyri alt skrivligt og formligt samskifti, og samstundis mennir hetta evnini hjá næminginum at orða seg bæði munnliga og skrivliga.

Stigvøkstur

Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat best er at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á egnu læring.

Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt.

Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt, at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram ímóti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji áveigsmálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.

At læra at læra

Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir, og hvat endamálið við læringini er.

Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgondin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur skal eisini leggjast á heimaarbeiði, og tann týðandi leiklut, hetta hevur í fakligu menningini.

Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja týdningin av lærugreinini alis- og evnafrøði. Tá ið arbeitt verður við ymiskum evnum og táttum, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, eisini uttan fyri skúlans gátt. Undirvísingin í alis- og evnafrøði skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at arbeiða greinandi og kritiskt við teimum ymisku evnunum og táttunum, sum arbeitt verður við. Eisini skal næmingurin verða tilvitaður um, at hann í lærugreinini mennir sær førleikarnar at koma til orðanna í nógvum ymiskum viðurskiftum, ið so ella so eru knýtt at alis- og evnafrøðiligum spurningum.

Arbeiðshættir

Arbeiðshættir skulu veljast so, at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis so, at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður. Hetta verður m.a. gjørt við, at týðandi evni og viðurskifti verða tikin upp í undirvísingina.

Í alis- og evnafrøði verða ymiskir arbeiðshættir nýttir so, at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Arbeiðshættir kunnu fevna um lærarafyrilestur, einstaklingsverkevni, næmingaframløgu, samrøður í flokkinum, bólka- og toymisarbeiði, verkætlanarevni o.tíl. Arbeiðshættir skulu harumframt fevna um alisfrøðiligar og evnafrøðiligar royndir. Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarhættunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt sum næmingarnir búnast og gerast meira sjálvstøðugir, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarformur at minka.

Næmingarnir skulu ikki einans duga at fyrihalda seg til boðskap frá lærara og floksfeløgunum, men í eins stóran mun duga at miðla vitan og boðskap til lærara, floksfelagar og móttakarar uttan fyri flokshølið umframt skúlans gátt.

Arbeiðshættirnir eru tískil neyvt samantvinnaðir við serligum atliti at, hvussu arbeiðsuppgávurnar og venjingarnar hjá næminginum verða útintar.

Týdningarmikið er, at hvør næmingur lærir seg gott arbeiðslag, umframt at hann ognar sær fimi í at gera lýsandi tilfar, sum hann kann viðgera og bera fram, antin sjálvur ella í bólki. Í undirvísingini skal tí stórur dentur verða lagdur á tað sjálvstøðuga arbeiðið, næmingarnir gera, bæði tá ið talan er um verkligt og ástøðiligt arbeiði.

Endamálið við teimum ymsu arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at kanna gjølla, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at brúka ymisk háttaløg, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing.

Lærari skal altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.

Samstarv

Alis- og evnafrøði er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinar. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinar um ymisk evni, eitt nú menning av skapandi evnum og KT-førleikum, undirvísing í evnum, sum spretta úr nærumhvørvinum, knýtt at náttúrufrøðiligum fyribrigdum, ið kunnu stuðla upp undir og geva íblástur til evni at arbeiða við í øðrum lærugreinum.

Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi – frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinar við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning um somu tíð.

Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir.

Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinarnar sum partar av størri heild, og tað letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin. Tí er umráðandi, at undirvísingin í alis- og evnafrøði verður sjónliga skipað, so at næmingurin veit, at lærugreinin er framhald av lærugreinini Náttúru og tøkni og grundarlag undir lærugreinunum alisfrøði og evnafrøði í 10. flokki umframt á miðnámsskúlastigi.

Avrik

Skrivligi og skapandi parturin av lærugreinini letur upp fyri tvørfakligum samstarvi og við tí øðrvísi skrivligum avrikum. Heldur enn at lata eitt avrik inn, bara í alis- og evnafrøði, kann talan verða um tvørfakligt samstarv, t.d. eina afturlítandi framsýning, eina røð av fyrilestrum, eina heimasíðu ella eina ritgerð.

Ein grundgeving fyri, at skrivligt og skapandi arbeiði kann vera partur av tvørfakligum samstarvi, er, at næmingurin lærir, at tað at skriva væl (t.e. greitt og uttan stórvegis villur) ikki bara er eitt krav í lærugreinini føroyskum, men eitt alment krav, ið er knýtt at øllum skrivligum samskifti í øllum lærugreinum.

Næmingurin skal hava venjing í at skriva so, at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivlig upprit, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur har umframt upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.

Samrøða

Munnlig framseting hevur reglur og lýsingar, sum næmingurin skal duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð, og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri føroyskum máli sum intellektuellum amboði, ið skal víðka sjónarringin hjá næminginum. Umráðandi er, at næmingurin fær venjing í at brúka móðurmáli í lærugreinini, eitt nú við sínámillum tosi og við tí at siga frá.

Skúlin skal vera so rúmur, at til ber at tosa um kenslur, evni, hugtøk og hendingar í gerandisdegnum. Næmingurin skal arbeiða við at lurta og at vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðaval og talugávur mennast. Næmingurin skal sleppa at royna veruligar eins væl og gjørdar (tilevnaðar) samrøður. Floks- og bólkakjak skal javnan eftirmetast so, at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið og samrøðuna ella orðaskiftið at rigga og ganga væl.

Lesing

Næmingurin skal haldast til at lesa nógv. Eitt gott lesiumhvørvi í skúlanum er ein treyt fyri at menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Hetta verður skapt í flokkinum við nógvum ymiskum lesitilfari og góðum vanum. Skúlabókasavnið er ein sjálvsagdur partur av hesum góðu vanum. Fyri at røkka góðum lesiumhvørvi er av stórum týdningi, at skúlabókasavnið er ein natúrligur partur av skúlagongdini. Umráðandi er, at lesingin verður løgd til rættis samsvarandi tí førleikastigi, næmingurin er á. Allir næmingar skulu lesa eina aldurshóskandi skaldsøgu ella samsvarandi tekstmongd um mánaðin øll skúlaárini.

Lívlong læring

Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.