Námsskipan til serbreytir í miðnámi

Her er námsskipanin til serbreytir í miðnámsskúlunum saman við frymli til einstaklingslæriætlan og skjølum um mannagongd og vegleiðing í hesum sambandi. Námsskipanin til serbreytir í miðnámi er skipað eftir sama leisti sum námsætlanirnar í miðnámsskúlunum, tó at hon víkir frá, við ikki at hava ítøkiliga nevndar lærugreinar, men lýsir kjarnaøki og ískoytisøki sum høvuðsbul í útbúgvingini. Harumframt lýsir hon samleika, endamál, innihald, tímatal, førleikamál, eftirmeting og próvtøku, og hvussu undirvísingini verður skipað.

Danskt D


1. Samleiki

Kjarnin í donskum er danskt mál og danskar bókmentir umframt aðrar bókmentir á donskum máli. Í donskum verður arbeitt við tí danska málinum, bæði við at tosa, lurta, lesa og skriva. Næmingarnir skulu umhugsa, hvat verður lisið, skrivað, lurtað og tosað, og hvussu hetta verður gjørt. Á tann hátt verður danskt til eina lærugrein.

Náttúrulæra D


1. Samleiki

Náttúrulæra er læran um, hvussu náttúran er uppbygd, hvussu menniskju kunnu ávirka náttúruna við teirra  lívsumstøðum. Náttúrulæra er læran um, hvussu evnafrøðiligu evnini samstarva, hvussu umhvørvi og liðkam verða ávirkaði av ringrásini hjá jørðini, hvussu mannakropurin virkar og ávirkast ímun til orku og innihaldi í kosti, og brúkaraháttum í sambandi við framleiðslu og vitan, arbeiðshátti, arbeiðsrørslum í mun til fysiskar lógir og reinføri.

Náttúrulæra C


1. Samleiki

Náttúrulæra er læran um, hvussu náttúran er uppbygd, hvussu menniskju kunnu ávirka náttúruna við teirra  lívsumstøðum. Náttúrulæra er læran um, hvussu evnafrøðiligu evnini samstarva, hvussu umhvørvi og liðkam verða ávirkaði av ringrásini hjá jørðini, hvussu mannakropurin virkar og ávirkast ímun til orku og innihaldi í kosti, og brúkaraháttum í sambandi við framleiðslu og vitan, arbeiðshátti, arbeiðsrørslum í mun til fysiskar lógir og reinføri.

Skrivliga próvtøkan í føroyskum A

Broytingar eru gjørdar í lýsingini av skrivliga próvtøkuháttinum í føroyskum á A stigi. Nýggja lýsingin av próvtøkuháttinum nágreinar, hvat skrivliga próvtøkan snýr seg um og hvussu fram verður farið í sambandi við at próvtøkutilfar verður gjørt, hvat tað skal fevna um, og á hvønn hátt førleikamálini eiga at verða partur av skrivligu próvtøkuni. Námsætlan fyri føroyskt A (3 ára gongd) sæst her og føroyskt A (2 ára gongd) her.

Nýggj námsætlan og vegleiðing í ferðslulæru

Ferðslulæra er kravt undirvísingarevni í fólkaskúlanum. Ferðslulæra er ikki ein lærugrein, men kann verða partur av fleiri lærugreinum í fólkaskúlanum.

Saman við Ferðslutrygd og Námi hevur Mentamálaráðið gjørt nýggja námsætlan fyri ferðslulæru. Afturat sjálvari námsætlanini er eisini gjørd ein læraravegleiðing, sum greidliga lýsir, hvussu tey ymisku førleikamálini í námsætlanini verða rokkin og nær. Víst verður á, hvussu tey ymisku førleikamálini verða knýtt at tí nýggja undirvísingartilfarinum, sum er at finna á www.snar.fo/ferdsla

Latið inn hevur JD hin

Tillagingar í námsætlanum fyri samfelagsfrøði

Ávísar tillagingar eru gjørdar í námsætlanunum fyri samfelagsfrøði á C, B og A stigi í gymnasialu breytaskipanini.
Fakligu førleikamálini eru tillagaði nakað og sett upp øðrvísi.
Ymiskir ógreiðar vóru í sambandi við próvtøkurnar, sum nú eru rættaðir.
Lesið dagførdu námsætlanirnar fyri samfelagsfrøði her:

Síður